leygardagur 10. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Birgir Kruse, heiðraður útvarpsmaður:
Nr. 192 —
10. OKTOBER 1998
Vit duga best at
„spæla fólk í husi«
- Fóroyingurin verður á so nógvum ókj-
um ruraður í blund og tað virkar við til,
at vit bara „spæla fólk í húsi“
møguliga óviljáð bundin at spæla tann
leiklutin uttan at vit sjálv ynskja tað og
eru klár yvir tað. Tí tað er so deiliga
lætt og makligt. Eingin veit, hvat alter-
nativið er, men tað kunnu vit ímynda
okkum. Henda konservatisman er rætti-
liga rótfest í Føroyum. Vit halda aftur,
vita hvat vit hava og tað er best at halda
fast við tað, sigur Birgir Kruse í viðtali
um útvarpssendingar sínar, um dýrgripin
í kjallaranum í ÚF, fóroy sku fjólmiðl-
arnar sum heild, og fremmandagerðina
av okkum sjálvum sum fólk, tí vit bara
Vit eru
lata standa til.
er pr a gd QIVSUR at mtoiarnir nc
va eina mentanardeild, eins
eina programmde:ld, tekniskadetid, í din tønleikadeild
}. Men eins o
dadeild og Annars er alt
orð a
# Í K
r ]
Ww
Hann er føddur sama år-sum
Í
varp Føroya by yrjaði at
út varpið hevur
ann miðilin
senda, og
hann fram um aðrar hevur
arbeitt við. Hann hevur sent
piratútvarp á Eiði og í dag
situr hann í almennu loft-
miðlaneyndini. Og í vár
fekk Birgir Kruse sum tann
fyrsti føroyski journalistur
in nakrantíð eitt stórt herða-
klapp og eina ålitisvåttan frå
Nordbok. Eina virðislen
fyri gott mentanarligt avrik
í Útvarpi Føroya við ment-
anarsendingunum Vetrar-
breytini og Kontiki, ið
byggja brugv millum før-
oyska og norðurlendska
mentan
Sum 20 ára gamal gjørdi
hann sína fyrstu sending
Tað var á Bryggjubakka, ein
tónleikasending, sum kort-
ini ikki varð send fyrr enn
arnaldinum I
tu hevur sett orð
r tú vilt. Tí eiga
handaða Nordbok-vi
árið eftir. Tá ið hann var um
at verða liðugur í studenta-
skúlanum í Hoydølum i
1979 fekk hann fast starv í
útvarpinum, eftir sáttmálan-
um skuldi hann taka sær av
øllum tónleikasavninum
- Tað var ikki so menn-
andi, útvarpið var lítið tá,
og tí fór eg eftir trý ár í 1981
á Læraraskúlan, haðani eg
var liðugur í 1985, sigur
Birgir Kruse
Øll hesi árini síðani hevur
Birgir gjørt free-lance send-
ingar fyri Útvarp Føroya og
ger tað enn. Men annað
beinið er framvegis væl og
virðiliga í lærarayrkinum,
hann er lærari á Eysturskúl-
anum, situr í nevndini í Før-
oya Lærarafelag og á
Landsmidstødini tveir dagar
um vikuna sum lærugrein-
arråOgevi
Profilur
Fram ul fyri trimum árum
g fyri mentapolitikk mást tú seta
á, hvat tað er tú
stóru miðlarnir at hava eina mentanar-
Norðurlandahúsinum
rostønina
vilt, tåstani kanst
sigur Birgir Kruse
tá ið Birgir Kruse fekk
Mynd: Alvur Haraldsen
1531
deild
síðani hevði Birgir mest
sum bara roynt seg við at
gera tónleikasendingar, men
í 1995 heitti programm-
leiðarin í útvarpinum á hann
um at gera eina sending til
summarskránna. Hetta varð
til leygarkvøldssendingina
Opið hús, ið samstundis á
ein hátt gjørdist fyrimyndin
til sendingina Vetrarbreyt-
ina, sum hann nú triðja vet-
urin á rað skipar fyri
- Tad var fyrstu ferð eg
arbeiddi við samansetta
konseptinum, sum eg fram-
vegis arbeiði eftir, har eg
geri eina sending, sum
byggir á ymsar liðir, eina
samrødu ella eitt evni, kjak-
ast verður um, soleiðis at
ein ávísur profilur er í send-
ingini. Lurtarin veit altíð,
hvat hann lurtar eftir, men
kortini kemur altíð okkurt
óvart á hann. Eg dúvi uppá
tað gjógnumgangandi,
henda tráðin sum gongur
ígjógnum allar lidirnar í
sendingini. Opið hús endaði
við einum rithøvundi, sum
skrivaði og las sjálvur, tað
riggaði væl, og tí havi eg
hildið fast í síðani,
Birgir Kruse.
Summarið eftir Opið hús
gjørdi Birgir summarsend-
ingina Kontiki, heitið stav-
aði frá, at tað tá vóru 50 ár
síðani tann fyrsta Kontiki-
ekspedisjónin byrjaði.
- Tú finnur uppá eitt kon-
sept, sum so líðandi verður
til. Í teirri sendingini brúkti
eg nógv samrødur, sum
vórðu gjørdar um ISDN-
linjur við fínari dygd, so tað
ljóðar sum vit sita í somu
stovu.
sigur
Dramaturgiin
tydningarmikil
Í seinastu vetrarskránni var
Birgir vertur í sendingini
Burtur á heiði, ein sending
við country-tónleiki
- Einki er stuttligari enn
at gera tónleikasendingar,
men eftir sendingina Opið
hús fekk eg hug at royna at
halda fram í vetrarskránni
og gera eina sending, sum
fór frá tí tónleikarliga. Men
eg havi altíð brúkt líka
nógva tíð úl at gera eina
tónleikasending sum eina
sokallaða talusending,
kanska í meiri lagi til tón-
leikasendingar, hóast eg
veit, at talusendingar hava
ein nógv hægri status, bæði
millum lurtarar og innan-
hýsis í útvarpinum. Í eini
tónleikasending skal eisini
vera ein heild. Hon byggir
á eitt ávíst mynstur, tú kanst
kalla tað eina dramaturgi,
eina byrjan og ein enda.
Hvørt einasta lag er valt, tí
tað er bundið at onkrum, ið
var frammanundan. Í mín-
um hugaheimi er einki
meiri ótolandi enn vánaligt
útvarpsarbeiði, einki er so
stuttligt sum gott útvarps-
arbeiði, og munurin kann
vera øgiligur. At leggja eina
plátu á uttan nakra grund-
geving er óskiljandi. Tú
heldur lurtararnar fyri tað
turra spott, tí tú situr ikki
og spælir plátur fyri tær
sjálvum. At brúka eina al-
menna rás til slíkt hoyrir
ikki heima í dag, tí útvarps-
miðilin er avgjørt tann burð-
ardyggasti í einum framtíð-
arperspektivi. Men tað
krevur eisini eitt sindur av
miðilinum, at hann mennist,
at nýggj konsept sleppa
framat, nýggjar mátar at
gera sendingar uppá, og
nýggjar mátar at viðgera
evnid uppá. Og ikki minst,
at miðilin hevur ein starvs-
fólkapolitikk, sum syrgir
fyri, at alt hetta er í lagi,
sigur Birgir Kruse.
Nærum nóg gott
- Síðst í sjeytiårunum var