leygardagur 10. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998
fS
tíðindablaðið 5082
Tú mást ongantíð hyggja niður á lurtaran. Lyklaorðið millum fjølmiðlafólk er virðing
fyri lurtaranum, síggjaranum og lesaranum. Kundin hevur altíð rætt, sjálvt um eg veit,
at hann hevur blóðskeivt og ikki hevur skilt, hvat eg havi gjørt, so má eg boyggja meg
ein greinarød í Sosialinum
um føroysku pressuna, har
einstakir persónar i samfe-
lagnum úttalaðu seg um all-
ar miðlarnar. Finnbogi Ísak-
son skrivaði í tí samband-
inum um útvarpið undir
yvirskrifuni = „Utvarpið,
nærum nóg gott“. Og tað
haldi eg framvegis vit
kunnu siga, at útvarpið er
nærum nóg gott. Sjálvandi
kann einki vera nóg gott,
men eg haldi so avgjørt, at
útvarpið er tann miðilin í
Føroyum, sum er næst við
at vera nóg góður. Serliga
tí, at hann frá fyrstu løtu av
hevur havt tað føroyska i
høvudssæti, og tí hann hev-
ur so breiða sendiflatu. Tað
verður sent eitt ótal av tím-
um og hyggja vit at skránni
fyri hvønn einasta dag, er
ein ørgrynna av brotpørtum,
sum tæna hvør sinum enda-
måli. Og tad er eitt bragd
av hini aðru verð.
- Sjónvarpið er størsta
sorgarbarnið í hesum sam-
bandi. Tað byrjaði so danskt
og er tað enn. Aftaná øll
hesi árini sær tað út til, at
verða ógvuliga trupult at
koma úr haftinum, sum tað
er komið í. Í dag er stødan
tann, at tú gjøgnum fylgis-
sveinasjónvarp kanst síggja
meginpartin av ti, sjón-
varpið sendir. Og tí er SVF
ein høpisleys endurtøka.
Hví góðtaka fólk tað, tå ið
tey als ikki høvdu góðtikið
tað sama fyri útvarpið. Tað
eru somu fólk, sum hyggja
og lurta.
- Tað eru 20 ár síðani
sjónvarpið fyrstu ferð varð
sent í Føroyum og tað er
long tíð. Tá kendu vit ikki
il teldur sum í dag, ikki til
internet ella fylgissveina-
sjónvarp. Tí er alla tíðina
kapping, um hver skal eiga
hyggjaran og lurtaran. Hvør
einstakur midil må leggja
arbeidsorkuna eftir, hvussu
hann best kann halda fast í
hyggjaran ella lurtaran.
Spurningurin er, hvussu
leingi sjónvarpið kann
halda fast í hyggjaran, tá ið
vit hugsa um teknisku
gongdina, um hon íkki
satsar nógv meiri uppá egin-
framleiðslu. Undanførslan
er altíð, at tað er so dýrt,
men samstundis síggja vit
so at siga einki av føroysk-
um sendingum. Eg vági
mær at pástanda, at egin-
framleiðslan hjá SvF í dag
er minni enn hon hevur ver-
ið okkurt árið, tá ið umstød-
urnar hava verið nógv verri,
sigur Birgir Kruse.
Fremmandagerð
Fyri lítlum ári síðani settu
nevndin og leidslan i Sjón-
varpi Føroya ord å ein fram-
tíðar programmpolitikk,
sum miðar ímóti at senda
so nógvar føroyskar send-
ingar sum til ber. Hetta var
sonevnda Øravikarskjalid.
fyri honum, sigur Birgir Kruse
- Hatta ger meg eitt sindur
bangnan, tå ið vit tosa um
at orða ein mentapolitikk og
so kanska als ikki fylgja
honum upp. Hvat skal man
tá við føgrum orðum. Vit
kunnu hava tær vakrastu
ætlanirnar, men fylgja vit
teimum ikki virkið upp, er
tað høpisleyst. Og ímeðan
gongur tíðin og tekniska
menningin yvirhálar alt
hetta tosið, áðrenn vit vita
av. Er tað ein veikur líður í
ketuni, sum forðar fyri at
fleiri føroyskar sendingar
verða gjørdar, so er at finna
út av, hvør hann er. Tí eing-
in keta er sterkari enn hin
veikasti lidurin.
- Fgroyska útboðið í sjón-
varpinum er als ikki nøkt-
andi. Sendingin Globus til
dømis er í veruleikanum
enn ein donsk sending bara
við føroyskum verti. Tað
virkar ikki sért komiskt at
klistra ein føroyskan vert
uppá og so annars senda
eina danska sending.
Minsta kravið er, at send-
ingin verður tekstað til før-
oyskt ella hevur ein før-
oyskan upplesara, tí sum nú
er er eingin føroyskur re-
daksjónellur fingur á sjálv-
ari sendingini.
- Nógva staðni i føroysku
midlunum og i føroyska
gerandisdegnum verður ein
á undarligan máta fremm-
andagjørdur yvir fyri tær
sjálvum sum føroyingi.
Hetta „sum um“-fyribrigd-
ið, at ein vøra verður ballað
inn í okkurt soleiðis at tað
fyri keyparanum sær út sum
hann verður innvígaður í
eina hálv-religigsa auru.
Tað rurar fólk í blund. Hetta
kann knýtast til nógv av tí,
sum verður borið fram í før-
oysku fjølmidlunum. Vit
kunnu eitt nú hoyra í út-
varpinum um órímilig
skattaviðurskifti í Týsk-
landi. Viðkomandi tíðinda-
fólk í útvarpinum fær tíð-
indini úr teleksinum, týðir
tey til føroyskt, og hugsar
ikki, at hesi somu órímiligu
viðurskifti kanska eisini eru
galdandi í Føroyum. Harvið
fær lurtarin ta fatanina, at
hjá okkum er alt gott, tað er
aðra staðni tað er galið. Tú
fært ikki ein ektadan før-
oyskan heimligan tidinda-
flutning, so leingi tå dúvar
í so stóran mun á útlendskar
tidindastovur.
- Seinnu fåu årini er tad
ofta hent, at tíðindi eru farin
úr Føroyum niður til Dan-
markar á eina tíðindastovu,
síðani borin eini sjónvarps-
stød og so hava føroysku
miðlarnir endurgivið hesa
stødina. TV3 hevur eina
tekstsjónvarpstænastu, sum
Jyllandsposturin er avsend-
arin til. Jyllandsposturin
brúkar eisini tíðindastovuna
Ritzau, og Ritzau hevur
umboðsfólk í Føroyum. Tá
er ofta tað stuttliga hent, at
Ritzau hevur havt eini før-
oysk tíðindi, tey eru borin
út til donsku blødini, her
undir tekstsjónvarpið hjá
TV3, og so fáa vit um tær
dyrnar tey somu tíðindini
borin aftur í fóroyskum fjøl-
miðlum. Men tað var jú her
tað hendi upprunaliga. Og
tað er rættiliga hugvekjandi.
Leiðslurnar á miðlunum
bera seg undan við at siga,
at av vantandi orku og
pengum kann tað ikki vera
ødrvisi.
- Man skal altid krevja
líka nógv av sær sjálvum,
sum man krevur av ðrum.
Tá hava vit eina rímiliga
sterka ketu, har eingin veik-
ur liður er. Eingin umbering
er nóg góð. Hevur tú valt at
vera leiðari á einum fjøl-
miðli, skalt tú vera tað. Tú
skalt tola tær atfinningar,
sum møguliga liggja í tí, og
eisini liva upp til tær ætlanir
sum eru. Eingin millum-
vegur er.
Hvar er heildin
Eru blødini ikki eins stór
sorgarbørn og sjónvarpið,
heldur Birgir Kruse, at ov
stór tilvild ræður í fóroysku
blaðskrivingini.
- Tað eigur at vera eitt vist
framhald í skrivingini og
ein meining aftanfyri. Sum
lesari skalt tú verða drigin
inn í eitt meiningsfult ar-
beiði. Tað verður ikki sæð
niður á teg sum lesara í tí
førinum, har tað redaksjó-
nella arbeiðið hongur sam-
an. Ofta havi eg tann var-
hugan, at nógv verður skriv-
að av professiónellum blað-
fólki í teirri trúgv, at hetta
verður ongantíð lisið, so
vánaligt er tað ofta orðað
og gjøgnumhugsad. Har
góðtaki eg ikki undan-
førslur sum dead-line og
vantandi manning ella orku.
Tad skal bara einfalt um-
hugsni til.
- Bædi blødini hava fin
vikuskiftisinnlegg, men ofta
bera tey brå av tilvild. Tey
kundu verið skipað nógv
betri, soleiðis at lesarin,
leggur til merkis, at her er
skil í, og ein ætlan aftanfyri.
Setir tú orð á, hvat tú vilt
og nøkur mål, sum tú fylgir
upp, kanst tú byggja víðari
á tað ár eftir ár. Alt annað
er lappaloysnir, sigur Birgir
Kruse.
Tíðindi á bandi
Útvarp Føroya goymir ein
dýrgrip, fáur ger sær far um,
nevniliga bandasavnið, sum
er bandadar sendingar nær-
um frå fyrsta degi útvarpið
byrjaði at senda. Hetta eru
tíðarmyndir og reportasjur.
ltrótt og politikkur. Hesin
bankin goymir tíðina, ið
annars býr í okkum, eitt fe-
lags minni hja allari tjóðini
í nærum eina hálva gld.
Birgir Kruse hevur í øll-
um sínum sendingum havt
henda dýrgripin í kjallaran-
um í huga, av og á leitað
niður í hann eftir einum og
hvørjum úr farnari tíð, sum
hevur samband við samtíð-
ina. Í summar gjørdi hann
sendingarnar Blomsturbørn,
sum bygdu á tað útvarpið
sendi fyri júst 30 árum síð-
ani, tað merkisverda árið
1968, ið setti so nógv í
gongd. Hetta var samstund-
is fyrsta heila árið, har út-
varpið hevði ráð til at
goyma alt sum varð sent.
Aðrenn var bara tað virðis-
mesta goymt.
- Bandasavnið er okkara
felags søga, sum liggur á
bandi og sum altíð kann
spælast av. Sum ein andi í
fløskuni, tú kanst bara taka
proppin úr. Har eru nógvar
tíðarmyndir og tær hava
ómetalig virði. Útvarpið
hevur verið framúr at vera
á staðnum, tá ið okkurt hev-
ur verið, uttan mun til, hvat
tað var. Tað hevur roynt seg
við útgávu av gomlum
barnasangum við hepni og
fyrr gav tað út mentanarliga
tíðarriuð Urval. Í og við at
allar tíðarmyndirnar liggja
í bandasavninum ber til at
geva tær út á eitt nú CD-
rom disklum. Tað er ein
møguleiki og teknikkurin er
í húsinum. Hví ikki geva
kendar rødur út, ólavsgku-
rødur, frásagnir um útróð-
rarmið, um sildafiskiskap,
og ítróttarfrásagnir. Har er
ein ørgrynna av møguleik-
um at skjalfesta nýggja før-
oyska søgu.
I fyrstani var orðið. . .
„Sum um“-fyribrigdið,
Birgir fyrr var inni á, ið ger
at vit sum fólk ikki taka
okkum sjálv í álvara og
onkusvegna standa á síðu-
linjuni og hyggja at meðan
onnur brúka og gera gagn
av okkara størsta aktivi, til
dømis Barbaru hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen og Her skal
danses eftir William Heine-
sen, botnar í, at vit ikki hava
ein orðaðan mentapolitikk.
Til hesin nógv saknaði poli-
tikkurin er orðaður „spæla
vit fólk í húsi“.
- Føroyingurin verður á
so nógvum gkjum ruraður í
blund og tað virkar við til,
at vit bara „spæla fólk í
húsi“. Vit eru møguliga
óviljað bundin at spæla tann
leiklutin uttan at vit sjálv
ynskja tað og eru klár yvir
tað. Tað er so deiliga lætt
og makligt. Eingin veit,
hvat alternativið er, hóast vit
kunnu ímynda okkum okk
urt. Hetta er eitt slag av kon-
servatismu og hon er rætti-
liga rótfest í Føroyum. Vit
halda aftur, vita hvat vit
hava og tað er best at halda
fast við tað.
- Men eg hómi nýggjar
tónar, tí tað er kunngjørt, at
vit skulu hava ein føroyskan
mentapolitikk år 2000. So
er bara at vóna, at tað fer at
eydnast, ti vandi er i hvørj-
ari vælferð. Sjónvarpið hev-
ur givið okkum eitt ræðu-
dóri, nevniliga sokallada
Øravikarskjalid, ein fram-
tidar programmpolitikk, og
sidani er einki hent. Spurn-
ingurin er, hvussu leingi vit
skulu bida og hvussu leingi
vit hava stundir at bida, sig-
ur Birgir Kruse at enda i
vidtali.