Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 10. OKTOBER 1998 Nr. 192 - 10. OKTOBER 1998 Sveinur Tróndarson Í nógv harrans ár, hevur ver- ið vanligt at líta musikalskt aftur í tíðina. Tað byrjaði síðst í sjeyti- árunum tá Ungmannafelag- ið Skansastova í Havn skip- aði fyri konsertum í høllini á Hálsi. Tað helt á í nøkur ár og blaðmaðurin minnist sjálvur fyrstu ferð hann var á Skansastovukonsert. Tað var sera stuttligt, at hoyra bólkarnar, sum spældu tá í seksti-árunum. Men at hugsa sær, at hetta tónleikaliga afturhvarvi fór at halda á í so mong ár, kom neyvan nøkrum til hugs tá seinast í sjeyti-árunum. Tí tá Skansastova byrjaði við sínum konsertum byrj- aði ein dilla, sum hevur havt við sær, at vit ikki eru slopp- in av við seksti-árini enn - og nú nærkast år 2000 »al- vorliga«! Ikki ti, tað munnu vera tey fægstu, sum hava nakað í móti tí hóast alt. Sum nevnt var tað seinast í sjeyti-árunum, at tað byrj- aði, men Skansastova megnaði ikki at halda fast við hetta tiltak, og tíbetur vil onkur kanska siga. Seinast í áttati-árunum tók Neistin yvir, har Skans- astova slepti um tíggjuárs- skiftið. Aftur í 60-ini kallaðu Neistamenn sítt tiltak, og tað hevur verið ein sonn gullkelda hjá Neistanum seinastu mongu árini. Undirtøkan til hesi tiltøk, sum hava verið í høllini á Hálsi hevur verið stak góð og mong ár hevur í hvussu er leygarkvøldid verið út- selt. Og so løgid tað ljóðar, so hava teir hava patent upp á hetta tiltak - til nú. Afturhvarv '98 Ti í vikuskiftinum 23., 24., og 25 oktober skipar fót- bóltsfelagið B36 fyri einum tiltakið í Sjónleikarahúsin- um, sum tier kallað Aftur- hvarv '98. Tiltakið verður skipað sum dansur øll trý kvøldini. tidindablad Goggustemningur í Sjónleikarahúsinum Vikuskiftid 23.-25. oktober skipar B36 fyri forkunnugum tónleikatiltaki, sum teir kalla Afturhvarv '98. Bólkarnir, sum eru við, eru allir teir, sum vóru frammi í fimtri-årunum og seksti-årunum. M. a. fara The Faroe Boys aftur á pallin eins og Snowflakes Byrjað verður fríggja- kveldið. Hetta kvøldid hava fyrireikararnir valt at kalla 60-ara kvgld. Tá fara The Faroe Boys, Rúnar og Cream Crackers á pallin, og eru teir at kenna aftur frá Skansastovukonsertunum seinast í sjeytiårunum, ja so verður sanniliga futtur í Sjónleikarahúsinum fríggj- akvøldid 23. oktober. Hvussu leingi tey gomlu beinini (!) orka at halda á er jú ikki til at siga, men møguleikin fyri einum drúgvum kveldi er til staðar, tí dansurin byrjar klokkan 21.30 friggjakvøldid og endar ikki fyrr enn klokkan er hålvgun fýra. Marinarastemningur Leygarkvøldid verður farið aftur til ta tíðina tá Thetis plagdi at liggja við molan og tá Sjónleikarahúsið var fult av marinarum, stendur at lesa í forvitnisliga pro- gramminum, sum fyrireik- ararnir hava givið út í sam- bandi við tiltakið. Tey, sum sóðu Havnar- myndir, tá tær vóru á pallið í Sjónleikarahúsinum fyri nøkrum árum síðani kunnu ímynda sær nýstini hjá Elini Mouritsen, tá hon >sá< Thetis við molan: Gamli Thetis er farin og gomlu marinarabúnarnir lika so, men ein nýggjur Thetis er komin í staðin og nýggir búnar við honum. Um tað so verða teir mar- inararnir, sum verða í Sjón- leikarahúsinum leygar- kvøldid 24. oktober er ikki greitt, men fyrireikararnir lovad, at »ektadir« marin- arar verða við. Tónleikararnir hetta kveldið verða Florence og Hannis, Leivur og Aggo saman við Simma og Ljóm- Fé i VT p6tt0i lid, Tey av Kamarinum og Snowflakes. Kai-túrur í skymingini sunnukveldið Sunnukveldið endar Aftur- hvarv '98 við einum braki. Allir bólkarnir sum hava verið á palli friggjakvøldid og leygarkvøldid verða aft- ur við sunnukvøldid og seinasti hálvi tímin av til- takinum verður brúktur til at fáa rættan Goggu-stemn- ing í Sjónleikarahúsið við løgum sum eitt nú Happy Days are here again og Goodnight Irene. Tiltakið sunnudagin er ikki skipað sum ein konsert, men verður eisini eitt dansi - kveld eins og hini bæði undanfarnu. Í teirri tíðini tá Sjónleik- arahúsið var dansistaðið í Havn var vanligt at fara »svermitårar« eftir kaiini og tað hevði jú verið stuttligt, um veðrið nú var til vildar hetta vikuskiftið .... Einans 80 krónur Eitt slíkt tiltak er ikki 6- keypis, um nakar var, sum hevði væntað tað, men tá tað er sagt, so má eisini sig- ast, at prísurin er sera lágur. Prísurin fyri atgongu- merkið er 80 krónur og tað er sera bíligt tá hugsa verður hvat tað er fyri eitt tiltak. Serliga tá hugsað verður um, at atgongumerkið hetta kveldið eisini er fríkort til Mimir! Atgongumerkini ganga eisini, sum heit breyð. Leygarkveldið er longu útselt, meðan tað enn eru nøkur atgongumerkir eftir til friggjakvøldid og sunnu- kveldið. Birgar Johannesen, sum er høvudsfryireikari biður okkum enn einaferð leggja dent á, at øll trý kvøldini eru skipað sum dansikvøld Onkur hevur tosað um, at sunnudagurin er konsert- kveld, men so er ikki