Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bretar siga „science is like going to church", at gransking er bæði hátíðarlig og álvarslig í botn og prund. Gransking kann eisini vera ein lovprísan av skapanarverkinum og ein liður í tí at undrast enn meir. tidindabl Dánjal Petur Højgaard, doktari í snikfrødi: Tað sýgur í búki að sýgur í búkinum, tá ið eg komi á nýggj úrslit - Bretar siga, at „science is like going to church“, at gransking er bæði hátíðarlig og álvarslig. At granska kann vera sera hart til tíðir, tú fært nógv nidurløg tilsamans, men tá ið tú sært nýggj úrslit, ið ikki eru komin menniskjanum í hendi áður, sýgur tað í búkinum. Og tá ið úrslitið at enda er latið úr hondum, er tað ein sæl løta, sigur Dånjal Petur Højgaard, sum fyri stuttum vardi doktararitgerð í snikfrødi. Mynd: Álvur Haraldsen. TuRIÐ KJøLBRO Tey fægstu hava vist eina ímynd um, hvat snikfrødi merkir. Orðið stavar av la- tínska parasitus, ið merkir sníkur ella snultigestur, í djóraheiminum ein lívvera, sum livur á aðrari lívveru. Sníkur er gamalt orð í før- oyskum, Jens Chr. Svabo skrivaði tað niður um alda- skiftið til 19. eld. Í august mánaði vardi Dánjal Petur Højgaard, hav- livfrødingur, ættaður úr Rituvík og búsitandi í Søld- arfirði, PhD-ritgerð í sník- fróði, sum hann kallar „Aspects of the Life Cycle of Whalewhorm and its in- fection of Saithe“ á Marin- biologiska Laboratoriumin- um í Helsingør. Umframt Dánjal Petur Højgaard hava tvey fólk í Føroyum doktaraheiti innan havlivfrødi, Arne Nørre- vang um botndyr f havinum, Dorete Bloch um grinda- hval, og eini 3-4 onnur eru åvegis vid doktararitgerð innan havlivfrødi. Saman vid gðrum granskingargkjum hevur tað stóran týdning fyri and- litið hjá føroyingum úteftir, at føroyingar sjálvir hava nøkur fólk við doktara-før- leika innan gransking av tí, ið í havinum býr, sigur Dánjal Petur Højgaard. Nýggjur íblástur neyðugur Tankin um at granska og skriva doktararitgerð í sník- fróði hevur spøkt vid jøvn- um millumbilum, síðani Dánjal Petur varð liðugur við serritgerð í livfrødi í Bergen í 1980. Sjálvur lest- urin fór fram í Odense. - Eg hevði ggiliga eld- hugaðar lærarar, tá ið eg las á sinni, og tí havi eg ongan- tíð slept áhuganum fyri hes- um evninum. Tá ið eg kom aftur ul Føroya fór eg í ar- beiði á Havsbrún, og fekk júst um endan á svartkjafta- rokinum. Tí kundi eg í ein mun brúka áhugan og kunn- leikan har, sigur Dánjal Petur. - Sum fiskivinnutjóð eru Føroyar ógvuliga heftar av fiski og øllum sum eru í havinum. Men kunnleikin um tey dýrini, sum liva á fiskinum er heldur lítil, bæði tann livfrødiligi part- urin og tann søluligi. Øll hesi vidurskifti eru av tydn- ingi at kenna, um vit skulu hava nóg góðan kunnleika um okkara grundarlag. I 1986 var eg á einum gransk- araskeiði í Bergen, sum var um allar hugsandi fiska- sjúkur, ið eru í alilaksi. Har hevur sjúkraparturin stóran týdning. Tað vísir seg, at tær sjúkurnar, sum eru í havin- um altíð enda í einum ali- brúki. Tá eg so samstundis var troyttur og overvaður av mínum lærarastarvi, sá eg møguleikan at fara at granska, sigur Dánjal Petur. Aðrenn hann av álvara fór undir granskingina undir- vísti hann í livfrødi, fiski- vinnu og evnafrødi í 10 ár í studentaskúlanum í Eystur- oy. Umstødurnar vóru ógvuliga truplar í Gøtu- gjógv, men læraraliðið var fyrstu árini blaðungt og hugsjónarligt. - Sum tíðin líður, minkar orkan og fakligi kunnleikin hjá einum sum lærara. Vit klára akkurát undirvisingina og eftir 5-10 árum er fakliga stigið lækkað so mikið nógv, at tú hevur brúk fyri nýggjum íblástri og kunn- leika, sigur Dánjal Petur. Um sjálvt granskingar- arbeiðið kann brúkast í undirvísingini, sigur Dánjal Petur. - Okkurt jú, men eg royni ikki at plága næmingarnar ov nógv við tí. Verkætlanin hjá Dånjal Nr. 192 - 10. OKTOBER 1998 Peturi hevur verið at granska lívringrásina hjá hvalormi gjøgnum dýra- plankton, serliga krill, fisk og grindahval. Granskingin er býtt í tveir partar. Fyrri partur er um kanningar av eggum og larvum hjá hval- ormi, ið vanliga finnast í fiskasløgum sum sild, svart- kjafti, toski, upsa og ødrum, og seinni partur er um kann- ingar, ið eru gjørdar av seiði og upsa. Arbeiðið er farið fram á tann hátt, at royndir hava verið tiknar, sum fevna væl og virðiliga um gkið. Tað sum onnur hava kannað av líknandi fiskasløgum hevur verið nærlisið, tí sum Dánjal Petur tekur til, bygg- ir ein víðari á tað, sum onn- ur hava gjørt. Síðani koma kanningarnar sjálvar, so tal- viðgerðin og at endað tulking av kanningarúrslit- unum. Og sjálv skrivingin er ikki minni arbeiði. - Fiskivinnan kann bein- leiðis gera nýtslu av pørtum í ritgerðini. Upsin er lítið kannaður, so fiskivinna i ðrum londum kann eisini fáa gagn av úrslitunum. Eg havi fingið fyrispurningar alla møguliga staðni frå, men hvat eg geri vid teir, veit eg ikki. Mitt arbeidi setir kanska gongd á gransking aðra staðni, tí verkætlanin hjá mær nemur eisini við viðurskifti, sum ikki eru nóg væl kannað enn og sum áttu at verðið kann- að. - Seinastu árini er hent nógv í Føroyum, vistfrødin verður raðfest hægri og verður kannað í ein størri mun. Men tað hevur verið alt ov lítið satsað og tað vantar nógv, áðrenn vit skilja vistfrødina nóg væl Samanbera vit okkum við Noreg, brúktu norðmenn fyri 10 árum síðani 70-80 mill. kr. uppá at kanna Barentshavið, og tí vita teir í dag, hvussu vistfrødiskip- anin virkar í havinum. Og