leygardagur 10. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
prísurin teir rindaðu er
minni, enn hvat ein trolari
kostaði fyrr. Høvdu vit
satsað í sama mun, kendu
vit allar — vistfrødiligu
mekanismurnar í havinum.
Tað gera vit ikki í dag, men
tað sær kortini út til, at okk-
urt hendir, tí tað eru grunn-
ar, sum veita fígging til
kanningar av føroyska og
norðuratlantiska- havgkin-
um, sigur Dánjal Petur.
Arbeiðið við granskingini
hevur tikið í alt fimm ár.
Tvær reisur hevur hann ver-
ið í farloyvi í eitt ár í senn
uttan løn. PhD-verkætlanir
verða tiknar so mikið
álvarsliga, at fígging fæst úr
ymsum grunnum. Líka frá
byrjan hevur Dánjal Petur
havt gott samstarv við
Fiskirannsóknarstovuna,
Náttúrugripasavnið, Biofar
og Náttúruvísindadeildina á
Fróðskaparsetrinum, og
partur av arbeiðinum hevur
verið gjørt á hesum stovn-
um umframt á Marinbio-
logiska Laboratoriuminum
i Helsingør.
- At arbeiðið hjá mær
hevur verid so væl studlad
hevur nakað at gera við, at
tað er innan fiskivinnu og
alivinnu, men eisini vist-
frødina. Granskingararbeið-
ið hjá mær er bæði alment
og grundgransking.
- Fært tú orðað eina PhD-
verkætlan og tað verður
góðkent, so lættir tað um at
fáa fígging og verða tikið í
álvara. Tað liggur einki
meiri aftanfyri, at eg eri
farin undir hesa verkætlan-
ina. Hinvegin vidførir góð-
kend PhD-ritgerð millum-
landa váttan um dygd av
kanningararbeidinum á
hægsta akademiska stigi,
sigur Dánjal Petur.
- Tað er ótrúliga spenn-
andi at granska og staðfesta
nýggj úrslit. Í menniskjan-
um liggur eitt natúrligt for-
vitni at koma fram á nakað
nýtt og at vísa, hvussu fjøl-
broytt og fantastisk náttúran
kann vera. Tað kann saman-
berast við at finna eina
nýggja stjórnu. Tað var har
áðrenn vit funnu tað, men
við at granska ert tú við til
at vísa tað fyri menniskjan-
um og skjalprógva tað.
Granskingararbeiði
kann vera sera hart til tíðir
Tú fært nógv nidurløg til-
samans, men við miðvísum
og hørdum arbeiði og
treiskni er møguligt at koma
á mál. Inn ímillum eru berg-
takandi lýtur, har tað knapp-
liga gleppur, tú sært nýggj
úrslit, ið ikki eru komin
menniskjanum í hendi áður.
Tað sýgur í búkinum. Og tá
ið úrslitið at enda, eftir
kanska at verða skrivað um-
aftur 8-10 ferðir, er latið úr
hondum og møguliga prent-
að, er tað ein sæl lýta.
- Bretar siga, at „science
is like going to church“, at
gransking er bæði hátíðarlig
og álvarslig í botn og grund.
Tað ljóðar so stórfingið,
men tað er nakað um tað.
Granskingin kann vera en
lovprisan av skapanarverk-
inum og em liður í t at
undrast enn MEIN
Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998
Seinna farloyvisárið gjórdist samstundis til eitt slag av barnsburðarfarloyvi. Dánjal Pe
ára barnleyst hjúnalag eina dóttur.
Útbúgving ein ílega
Sum lærari í nógv ár á stu-
dentaskúlanum í Eysturoy
hevur Dánjal Petur sæð,
hvussu skúlaverkið hevur
verið skorið inn á bein.
- Raðfestingin av skúlan-
um er og hevur verið lág,
og skulu vit bara droyma
um fullveldi er tað ikki nøk-
ur gongd leið at spara og
niðurpína skúlan, bæði í
sambandi við nýbyggingar
og játtanir til undirvísing.
Fyri komandi ár síggja vit,
at meiri er sett av til skúla-
verkið á fíggjarlógini. Í
åttatiårunum var raðfesting-
in ein heilt onnur, tá var tað
fiskivinnan og flotin, sum
skuldi byggjast út. Fram-
vegis verða tíggjutals milli-
ónir játtaðar til meturvis av
eyka kajplåssi, ið kanska
longu er gjørt fáar kilo-
metrar landfast frá sama
tidindabladii
stadi.
- Skúlarnir eiga at verða
hildnir vid líka væl og virði-
liga. Vend má koma í rað-
festingina móti tí mentanar-
liga økinum, um føroyingar
skulu fóta sær sum tjóð. At
gera íløgur í skúla og ment-
an loysir seg altíð, tí peng-
arnir koma fleirfaldaðir aft-
ur í samfelagið, sigur
Dánjal Petur.
Hann líknar skúlaverkið
við eina eplaveltu, har øll
stigini f arbeidsgongdini eru
bundin at hvør ødrum.
Fólkaskúlin er at sammeta
vid veltingina sjålva, grund-
arbeidid verdur gjørt, fløg-
ini loyst, kanska saksað eitt
sundur og taðað. Miðnáms-
skúlarnir og aðrar útbúgv-
ingar eru at samanbera við
niðursetingina av seteplum
og spíringin víðari. Fjálgast
má um seteplini og ansast
skal eftir, at nálin íkki
brotnar. Víðari útbúgvingar
eru so føgru blødkurnar við
hvítum og violettum blóm-
um. Fruktin av eplaveltuni
er vanliga fleirifold.
- Júst soleiðis eru útbúgv-
ingar fyri samfelagið alt, tað
gevur altíð nógv meiri aftur
til samfelagið enn tað kost-
ar. At tosa um útbúgvingar
sum útreiðsla er eftir mínum
tykki burturvið, tí tær eru
lívsneyðugar iløgur fyri
tjóðina sigur Dánjal Petur.
- Gomlu politikararnir
skilja ikki hetta, teir hugsa
meiri um tons og kaj. Tí
eiga vit at satsa og seta okk-
ara álit á nýggja ættarliðið
og loyva teimum at koma
framat, soleiðis at tilfeingið
verður nýtt betri og verulig
gongd kemur á. Og eg haldi,
at hetta ættarliðið er á veg
Tað havi eg sæð og siggi til
tur og Annemia fingu eftir 20
dømis í skúlanum.
Hugaheimur broytist
Seinna farloyvisárið hjá
Dánjal Peturi gjørdist sam-
stundis eitt slag av barns-
burðarfarloyvi. Dánjal Pet-
ur og konan Annemia fingu
eftir 20 ára barnleyst hjún-
lag eina dóttir, Arnfríð
Petru, sum í dag er fýra ár
gomul.
- Allur eins hugaheimur
broytist, tá ið eitt barn er
komið, tú hugsar ødrvisi um
nærum øll lívsins vidur-
skifti. Dótturin er altíð
fremst í huga, og tað var
heilt fantastiska spennandi
og gevandi upp á allar mátar
at vera heima hjá henni, tá
ið hon var lítil. Tað skuldi
verið lógarkravt, at pápar
kundu verið heima fyrsta
árið, meðan barnið er lítið
Í dag síggja vit, at páparnir
15
í nógv stórri mun enn fyrr
taka lut í familjulívinum og
síggja stórri virði í tí. Vit
kunnu bara ímynda okkum,
hvussu stóran sakn pápar
fyrr í tíðini hava kent, sum
hava verið á sjónum og íkki
sæð familjuna í longri tíðar-
skeið, sigur Dánjal Petur.
Heimbygdin dregur
Hvussu framtíðin sær út og
um Dánjal Petur heldur
fram at granska fer tíðin at
vísa.
- Tað tekur rúma tíð at
koma fyri seg aftur eftir eina
slíka verkætlan, men sam-
stundis verður sagt, at ein
eigur at halda fram beinan-
vegin fyri ikki at koma heilt
burtur úr ti. Eg taki eitt-tvey
år í senn. Tað besta hevði
verið, um eg kundi sam-
einað undirvísing og
gransking.
- Granskingartilveran er
rættiliga ótrygg, og tað týðir
nógv fyri meg, at dóttur
okkara fær ein tryggan og
góðan uppvøkstur, har eg
ikki flakki ov nógv runt í
ymiskum londum. Gransk-
ararnir eg havi hitt uttan-
lands eru sjáldan á einum
stað meiri enn eitt-tvey ár í
senn, og tey vita ongantíð
fyri vist, um tey hava breyð
í munnin eitt ár fram.
Og heimbygdin, Rituvík,
dregur. Hóast teimum dåm-
ar væl, har tey búgva í
Søldafirdi, er tað ein dreym-
ur at flyta aftur til Rituvíkar
- Tað er nakað serligt við
tí staðnum, har tú vaks upp,
Yviri í Enda, Handan fyri
Brekku ella „á Nabbanum“,
sum tað onkuntíð hálvt
skemtandi verður tikið til.
Ég eri sera takksamur fyri
at vera vaksin upp í eini
føroyskari bygd, fyri minn-
ini eg havi, fólkini eg havi
kent og arbeiðið, eg havi
havt høvi at taka lut i. Bygd-
arlívið rúmaði og rúmar
framvegis nógv og týdning-
armikið menniskjalig virði
Tryggleikin at síggja kend
stóð og fólk. At hoygg
sSEJ4
ummarid, at velta um vár
arnar, at taka epli upp um
hey stið er vorðið eitt „must“
fyri meg. Um okkurt er lop-
ið um okkurt árið er tað sum
okkurt vantar. Tað er gott
fyri bæði likam og sál at
nýta hendurnar og seinni
síggja eitt úrslit - og sam-
stundis vita, at tú varð við
til at halda viðlíka tað, ið
fedrarnir løgdu inn, sigur
Dánjal Petur Højgaard at
enda í viðtali
Dánjal Petur býr við
familjuni i Sóldarfirði
men heimbygdin Rituvik
dregur
- Tad er nakað serligt
við tí staðnum, har tú vaks
upp, Yviri í Enda, Handar
fyri Brekku ella
Nabbanum“. sum tað
onkuntid hálvt skemtand
verdur tikid ti $ ir
Dánjal Petur Hi
Mynd: Alvur Haraldsen
su.