Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablað Hetta er søgan um eina smågentu, sum livdi í ómenniskjansligum, kensluleysum umhvørvi, í sålarligum og likamligum ágangi. Tað er eisini søgan um eina mammu ið vrakaði barn sítt, og ein pápa, ið misbrúkti hana sexuelt, frá hon var fimm ára gomul — Pápi mín misbrúkti meg í 10 ár eydnuieysa lívi dag er hon trúgvandi g arbeiðir sum trúboðari g við børnum g ungum sum hava verið fyri blóð- skema Umframt tað er hon út búgvin psykiatriskur røkt ar g ferðast víða DE held- ur fynilestrar fyri starvsfólk um í heilsuverkinum og ødrum stovnum, sum hava við fólk at gera Tad var í hesum samban- di Sosialurin hitu Berit Sundet Olsen. Hon var í Føroyum herfyri og helt fyrilestar fyri starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum, barn- averndarlimum, løgregluni, g hon vitjaði W AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelags- skapur Vit høvdu avtalað við Be- rit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um vidurskift- ini hjá smågentuni, sum pápin misbrúkti eins og Eitt verjuleyst barn Hon er til reiðar beinan- vegin, og byrjar at siga frá, men frásøgnin er so ræðu- lig, at tå hevur ikki hjartað at lurta Og kortini. Tú kanst ikki bera teg undan, tá sagt verður frá. hvussu eitt verj- uleyst barn kann verða fyri so harðrendum ágangi, og kortini koma frá tí við lívi num. Tað er Berit Sundet Olsen týðandi dómi um Hon varð borin í heim í Elverup i Hedemark, á ein- um lítum, fåtækrasligum bóndagarði. Foreldrini áttu fýra børn Hóast tey lítð og einki áttu, fóru tey kortini ong antíð svong til songar, sigur Berit, sum ikki kann siga rvegis meir um heimið ikki annað enn at garðurin gav teimum egg, mjólk o.a il matna, og at tey so dánt fingu klæðir upp á kroppin Um vetrarnar var pápin skógararbeiðari, og búði ikki heima ta tíðina - Tá eg var fimm ára gomul byrjaði pápi mín at gera seg inn á meg. Hann stutt sagt onaneraði meg til orgasmu. Hetta gjørdi hann til eg var 15 ára gomul, tó at hann ongantíð fór longur Helt tað átti at vera soleiðis — Blóðskemdin var einasta umsorganin í barnaárum mínum. Tað var tá pápi tók meg inn at sær og krámaði meg. Eg visti ikki betur enn at hann var góður við meg, og at hetta átti at vera so- leiðis, sigur Berit Sundet Olsen Spurd um mamman ikki kundi verja dóttrina móti á- ganginum, sigur Berit, at mamman sjálv var eitt vrakað barn. Hon var púra kensluleys og hevði als ein- ki at geva Berit, sum hon bara vísti frá sær -—Tú kanst ikki elska nak- ran, tá eingin kærleiki er í tínum lívi. Hetta er myndin av mammu mini. Hon gjør- di heldur einki vid seg, vaskaði ongantíð hárið ella pyntaði seg, og hon hevði ikki góðan mann. — Pápi var ofta fullur og hann bukaði eisini mammu, meðan vit sóu. Tey bæði høvdu onga útbúgving, og vóru bert tveir neyðars skapningar, sum einki høv- du at geva, hvorki hver ødr- um ella børnum sínum, sig- ur Berit Sundet Olsen. Segði einki fyri nøkrum Spurd um t.d. lærararnir í skúlanum ikki vóru varug- ir við hennara ólukkuligu stóðu, sigur Berit, at bert einu ferðina spurdi ein lær- ari hana, hvat var áfatt við henni. Hon græt ofta í skúl- anum, men Berit svaraði, at henni einki feilti. Børn tosa ikki ilt um foreldur síni — Hvussu gekst í skúla- num — So legið tað ljóðar, so dugdi eg væl í skúlanum. Fyri mær var hetta besta stað á jørð. Eg kendi meg tryggan í skúlanum, tí har gjørdi eingin seg inn á meg, og eg fekk eisini góðan ka- rakter. Berit noyddist at liva við sexuella ágangin í barna- døgunum, men annað var, at mamman bukaði og deil- di hana í tíð og ótíð. Berit kendi seg ongantíð trygga heima. Hvussu var og ikki, so heldur Berit, at pápin eisini misbrúkti eldru syst- rina, tó at hon ikki vil tosa um tað, men annars vóru hini børnini ikki fyri sama ágangi heima, sum Berit. Ræddist mammuna Mamman vakti angist í dóttrini, tí hon visti ongan- tíð, hvat mamman kundi finna upp á. Fekk hon sær súltutoy upp á breyðið ein dag, so kundi tað verða nóg mikið at øsa mammuna, og so varð Berit avhølvad. — Hon bukaði meg eis- ini, tá eg kom heim við góð- um úrsliti í skúlanum, og nýtti eitt hvørt høvi at siga mær, at eg var ein skøkja og at hon hataði meg. Berit sigur, at hon als ikki í barnadøgum sínum kendi ella visti hvat kærleiki var, og at hon ongantíð hevur fingið ein koss ella klem frå mammuni. Bert andstyggi- liga misbrúkið tá pápin gjørdi seg inn á hana, var hending, sum ikki førdi til at hon varð bukað. Tá Berit var 15 ára gom- ul, breyttist hon. Hon gjørdist em floksa, gekk úti um kvøldarnar, og kom oftani ikki heim um nætur- nar — Tad var ikki soleidis, at eg gekk vid dreingjum ella tilikt. Orsøkin var, at eg tor- di ikki at fara heim, tí eg ongantíð visti, hverjar roynslur bíðaðu heima, sig- ur Berit Hóast tey bert búðu einar 400 metrar frå høvudsvegi, og hon oftani gekk til út- hurðina og ætlaði sær at fara inn, steðgaði hon á í tún- inum og fór avstað aftur. Hon tordi ikki at fara inn, tí hon ræddist pápan og mammuna. Hesar nætur svav Berit i onkrum kjallara ella undir onkrari trappu i bynum, sum var stutt frå, har tey búðu. Tá skúlin var liðugur, fór Berit í hárfríðkanarlæru, og arbeiddi á einum hárstovu í eini trý ár. Hon noyddist at gevast, tí hon toldi ikki at koma so nær menniskjum, sum vanligt er í hesum yrki. — Soleiðis gingu árini til eg var eini 18 ára gomul. Eg visti ikki, um eg var gen- ta ella drongur, ella um eg kynsliga var til mann ella kvinnu. Bert kenslan, sum pápi vid síni skemdargerð hevði vakt í mær, kendi eg, sigur Berit Sundet Olsen. Gjerdist við barn Bert 20 ára gomul gjørðist Berit við barn. Tað hendi, tå hon hevði sett sær fyri at vita, um hon var vanlig kvinna, og fór í'song við einum ungum manni. Hetta var ikki av kærleika - tí tað visti hon ikki hvat var. Hetta bert var einstøk hending, og hon sá ongantíð mannin aft- ur. Berit flýggjaði heimaní- frá til Oslo, at fjala seg. Hon hugsaði, at mamman skuldi ikki sleppa at háða hana, at hon skuldi eiga eitt leys- ingabarn. Tá Berit skuldi eiga, kom mamma hennara til Oslo, ikki fyri at:hjálp og stuðla, men bert fyri at vissa seg um, at Berit ikki sníkti seg inn á sjúkrahúsið í heim- bygdini — Eg átti í 1968, og fekk eina dóttur, sum eg framm- an undan hevði avgjørt, skuldi ættleiðast. — Tey tóku barnið beinan- vegin. Eg fekk ikki stundir at síggja tað ella at vita, um tað var drongur ella genta. — Tå eg hevði ligið á sjúk- rahúsinum í tríggjar dagar, fekk eg eina undarliga kens- lu, sum eg ikki visti hvat var. Eg fór at tosa við eina eldri ljósmóður, sum var á deildini, sum segði, at hon bert hevði bíðað eftir mær. — Eg gloymi ongantíð kensluna, tá eg tók dóttrina í føvningin. Tað kann ikki sigast frá í orðum, sigur Be- rit, sum gjørdi av at taka barnið til sín. Tá pápi hennara ringdi, og bað hana koma heim, umhugsaði hon tað eina løtu, og játtaði at koma. Hon var sannførd um at pápin ikki fór at gera seg inn á hana, og tað gjørdi hann heldur ikki. Torfgrari var við mamm- uni, sum stongdi Berit inni, tí hon helt tað vera størsta skommin, sum var familj- una fyri, at dóttirin heyði átt leysingabarn. Fekk anoreksi Berit fall í fátt. Hon svav ikki, át ikki og var líkasæl við alt - og hon vrakaði eis- ini barnið, eins og mamm- an heyði gjørt móti henni. Ein avleiding av øllum, sum Berit hevåi verið fyri, var, at hon fekk sjåkuna Nr. 192 - 10. OKTOBER 1998 anoreksi, og gavst at eta. Sjålv lysir hon støduna so- leidis, at kroppurin bert var ein deyður lutur, sum var festur f høvur hennara, og ikki var so frægt verdur, at hon unti honum matartugg- una. — Hinvegin hendi tað løg- na, at foreldur mini tóku dóttrina til sín, og vóru ógv- uliga góð við hana. Av tí at eg var so beisk og hatsk um ta viðferð sum eg hevdi fingið heima, valdi eg at fara, og at lata átta mánaðar gomlu dóttur mína vera eftir hjá foreldrunum. Giftist, vermamman spilti hjúnarlagið Stutt eftir hitti Berit ein mann, sum hon giftist við. Hetta var fyrstu ferð hon hevði veruligt kynsligt samband, og maðurin var eisini góður við hana, men Berit endaði í einum lívi, sum var nógvar ferðir verri enn alt tað, hon higartil hev- ði upplivað. — Tað kom av, at ver- mamma mín var ein sonn heks, og ikki smettin betur enn mamma mín, sigur Be- rit. — Maður mín var einasta barn og skuldi taka yvir stóra bóndagarðin, har ver- mamman búði, og vit gift- ust inn. Hann megnaði ikki at standa ímóti áganginum frá mammuni, og tað gjørdi lívið ótolandi fyri okkum. — Tá vit høvdu verið gift í ngkur ár, kom lensmaður-