leygardagur 10. oktober 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 10. OKTOBER 1998
in og prestur at tosa við
meg. Eg vigaði tá bert 46
kilo, og øll sóu, at hetta
kundi ikki halda fram
Úrslitið bleiv, at vit
fluttu so lagt langt burtur frá
vermammuni, sum til bar.
Maí rin, sum umframt at
bóndast, eisini var elektri-
kari, fekk arbeiði, og vit
høvdu fyri sovitt góðar dag-
ar, hóast vermamman royn-
di alt fyri at skilja okkum
Ein løgin hending fekk
Berit at fara frá manninum.
- Ein dagin komu boð av
Posthúsinum í bygdini har
vit búðu, at vit høvdu fingið
ein pakka, og eg fór eftir
honum.
— Tað vísti seg at tað var
ein stór pappeskja, full av
mykju. Tá eg kom heim-
aftur við pakkanum, umbar
maðurin mammuna við at
síga, at hon visti at vit høv-
du plantað blómur í urta-
garðinum. Mamman vildi
okkum bert alt tað besta, við
at senda mykjuna, helt mað-
urin.
Royndi at forgera sær
- Tá var ovboðið, og eg
gjørdi av at forgera mær. Eg
var tå 28 åra gomul, t6k 100
sterkar nervatablettir, sum
- Fortíðin nýtist ikki at
vera framtíðin,
gjárdagurin er farin. Vit
vita ikki hvat hendir í
morgin, men eitt veit eg:
Harrin hjálpir í dag, sigur
Berit Sundet Olsen
fyri vist áttu at taka lívið av
mær, og segði við Gud, at
um Hann vildi hava meg,
so yngsti eg at sleppa til
hansara, sigur Berit
Tá fekk hon eina sjón.
Gud kom gangandi ímóti
tíðindablað
henni, og hon sá tvey so
vøkur, blíð eygu, sum hon
ongantíð hevði sæð áður, og
hann segði: Nei, ikki sum
eg vil, men sum Gud vil,
og eg visti, at mín tíð var
ikki komin, sigur Berit
Sundet Olsen
Hóast hon hevði lagt
sjálvmorðsætlanirnar væl til
rættis soleiðis, at eingin
skuldi koma fram á hana
klárvaknaði hon, og hevði
ongar eftirverkir av stóru
mongdini av tablettunum
Nú gjørdi hon av at fara
frá manninum og varð inn
løgd á eitt sanatorie. Har
hitti hon ein gamlan mann
sum á sín sermerkta hátt
lærdi hana at síggja seg
sjálva sum eitt heilskapað
menniskja. Hann tosaði við
hana, og segði henni frá
Gudi o.s.fr
— Eg kendi á mær, at ein
stór broyting fór fram í mær
og vildi eiga hesa nýggju
kensluna, sum var vakt í
mær. Tá fór eg at leita eftir
einari meinigheit, har eg
kundi læra Gud nærri at
kenna
Berit brosar hugaliga, hó-
ast tað ikki var nøkur góð
uppliving, fyrstu ferð hon
fór at hitta í kristnu meir
heitina.
— Eg hevði altíð fingið at
vita, at eg var ein skøkja
og soleidis fatadi eg eisini
meg sjålva. Tå eg henda
dagin leitaði upp meinig
heitina, var eg ílatin lær-
stuttum kjóla, nógv smyrsl
í andlitinum 0.s.fr., og líktist
einari skøkju
Meinigheitin vísti
hana frá sær
Tað botti ikki um mína
stóðu, at eg var fráskild og
tað gjørdi, at eingin kundi
góðtaka meg. Ég var fryst
út, sigur Berit, sum í dag er
limur í somu meinigheit, og
kennir seg væl har
Aðrenn hon kom so langt
leitaði hon sær í medodist
kirkju, og við stuðli í kirk
uni og kristnu trúnni, vanr
hon á trupulleikum sínum
Hetta var tó ikki nakað
sum kom eftir einum degi
Tað tók henni 12 ár at læra
seg at liva, sum fólk flest
Hesi árini arbeiddi hon
eisini nógv, eins og vildi
hon sleppa undan at hugsa
Hon hevði tvey størv, eitt á
matstovu og eitt á røkt-
arheimi. Hon fekk utbugv
ing sum psykiatriskr røktari.
og saman við krisnu læruni
og sålaraligum innliti, fann
hon aftur á beint
Tá hitti hon ein løgreglu
mann. Hann sýndi Berit
stóran áhuga, og hon kendi
seg trygga tí hann var løg-
reglumaður. Hon hugsaði,
at eingin kundi gera seg inn
á hana, tá hon var saman
vid løgreglumanni
— Vit giftust, men eg var
ikki forelskað í honum, tó
at eg gjørdi alt fyri at verða
houm til vildar.
— Tá vit høvdu verið gift
í eitt ár, kom broytingin. Eg
megnaði nú at geva kær-
leika, eins og eg var før fyri
at taka ímóti kærleika frá
manninum.
— Í fyrstuni var maður
mín ikki trúgvandi, men
fýra ár aftaná giftarmálið,
varð hann umvendur, og vit
fingu trúnna til lívið og kær-
leikan saman
Berit Sundet Olsen tosar
nógv í myndum og um tekin
frá Gudi, sum hava ríkað og
givið henni lívsinnihald
Serliga nógv hevur ein
sjón havt at týða fyri hana
Tað var einu ferðina Gud
vísti henni eina krukku, sum
var full av pínu, og bjóðaði
sær at hjálpa henni at tóma
krukkuna.
— Eg hevði gil hesi árini
verið fylt av hatri, øvund
sjúku, óndskapi og beisk
leika Gud segði við I
at eg skuldi fara he
vitja foreldrini at siga tein
um frá øllum tí ónda, su:
tey høvdu gjørt mær
Tá bleiv eg Sí
Gud, at eg ikki tosaði
hann í eitt ár. Eg
Hann kravdi ov g
mær. Arið eftir fekk eg
eina sjón. Tað var
stórur | pr 11
økrun ndut
Brádliga ker g lyk
hurdini hein
» brukt neg
Hetta tek
;
að g gg
} 3 »
DET
s
andi dag, sigur Berit
Olsen
Krukkan er tom
Nú var krukkan hjá Ber
tóm, og hon kendi hóast í
ein lætta, sum gjørdi, at hon
kundi leggja alt tað ónda
afturum. At enda var hon
sloppin úr ræðuliga haft
num, sum heyði oyðilagt og
merkt lív hennara
Bæði foreldrini eru farin
og Berit hevur fingið nýtt
livsinnihald, og hevur ikki
gamla liv sitt í viðførinum
iongur
Nýggja vidførid er at vir
ka sum trúboðaði, syngja og
prædika Hansara orð, og
hon kennir Guds kærleika
Fortíðin nýtist ikki at
vera framtíðin, gjárdagurin
er farin. Vit vita ikki, hvat
hendir í morgin, men eitt
veit eg: Harrin hjálpir mær
í dag, sigur Berit Sundet
Olsen og brosar varisliga
Hon gleðir seg at koma
heimaftur til Noregs, har
hon skal taka ímóti einari
ungari gentu, sum hevur
verið fyri somu ræðuleikum
sum hon. Gentan skal búgva
heima hjá Berit, sum skal
hjálpa henni til eitt nytt lín