leygardagur 10. oktober 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 192 — 10. OKTOBER 1998
n
tíðindablaðið SOSTAMNMMT
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76. 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Gsosialurin.fo
Fótbóltur: Ætlanin er, at íslendska liðið, har eisini Jens Martin
Knudsen og Uni Arge verða við, og har Páll Guðlaugsson er venjari,
skal spæla tveir dystir á ferðini í Føroyum
EMiL L. JACOBSEN
f 50-unum og 60-unum kom tad
meir enn so fyri, at fótbóltslið úr
eitt nú Íslandi og Noregi vóru í
Føroyum og vitjaðu. Men síðani
føroyski fótbólturin er vorðin
meira »ålvarsamur«, um vit kunnu
siga tað soleiðis, hava hesar vitj-
aninar verið meira sjáldsamar.
Men um eina viku verður aftur
íslendsk fótbóltsvitjan í Føroyum.
Tað er Leiftur, ið vit hava hoyrt
nógv um í seinastuni, sum kemur
at vitja B36.
Sjúrður Horsdal, formaður í
B36, sigur, at felagið hevur arbeitt
við at fáa Leiftur til Føroya í eini
tveir mánaðir.
Ætlanin er, at íslendska liðið —
sum sjálvandi fer at hava Jens
Martin Knudsen og Una Arge við
— skal spæla tveir dystir á Føroya-
ferðini. Leygardagin móti B36 í
Havn og sunnudagin móti Kl í
Klaksvík.
Dysturin í Havn verður spældur
klokkan 15.00, og ætlanin er at
B36 skal styrkja seg við ngkrum
HB-spælarum.
B36-venjarin Tomislav Sivic
heldur ta” vera frålikt, at Leiftur
kemur til Føroyar.
— Eg kenni heilt nógv til felagið,
tí ein jugoslaviskur vinmaður hjá
mær spældi við Leiftri í fýra ár.
Tað var áðrenn Páll Guðlaugsson
bleiv venjari har, og eftirsum eg
vanliga plagi at vinna móti Páll,
havi eg góðar vónir, sigur Tomi-
slav Sivic skemtandi og sipar til
landskappingina í fjør, tá B36
vann báðar dystirnar móti GÍ.
Tá vit spyrja B36-venjaran,
hvørjar HB-arar hann kundi hugs-
að sær at fingið á sítt lið móti
Leiftur, svarar hann skemtandi:
— Tað verður ikki lætt at velja
nakrar HB-arar, tí vit spæla jú
rættiliga tekniskan fótbólt...
Tað skal eisini vera pláss til
skemt, men Tomislav Sivic vónar
at fáa Hans Fróða Hansen, Allan
Mørkøre, um hann er skaðafríur,
og Súna Fríða Johannesen við á
B36-liðið.
Sum heild er ætlanin, at íslend-
ingarnir skulu fáa eitt stuttligt upp-
livilsi burtur úr ferðini. Hópurin
verður millum 20 og 25 mans, og
harafturat koma eini 20 fólk frá
Stuðulsfelagnum hjá Leiftur eisini
við til Føroya. Leygardagin bjóðar
Tórshavnar Býráð spælarunum
ein bita, og sama kvgldið verður
Leiftur eisini við á ársveitsluni hjá
B36.
Dagin eftir gongur leiðin til
Klaksvíkar, har KÍ og Leiftur
spæla steypadyst klokkan 15.00.
Tiltakið í Klaksvík verður stuðlað
Tað er her á Ólafsfirði, Leiftur
heldur til. Komandi vikuskifti
vera teir gestir hjá B36
Mynd: Álvur Haraldsen
av m.a. Norðoya Sparikassa.
Eftir dystin bjóðar Klaksvíkar
Býráð islendingunum okkurt at
eta, og komnir til Havnar aftur
verður skipað fyri »Islands-kvøld-
ið< í matstovuni Rio Bravo.
Íslendsku gestirnir fara avstað
aftur úr Vágum mánadagin klokk-
an 15.00.
Edv-fyritøkan Sam-teld er høv-
udsstudul hjá tiltakinum, og fyri-
tøkan letur eisini steyp til dystin í
Klaksvík. Sosialurin letur steypið
til dystin í Havn.
Lesið eisini
itrottin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Å seinasta adalfundi i Hond-
bóltssambandinum 25. april
1998 vóru limafeløgini samd
um at standa saman um at
figgja arbeiðið við ungdóms-
landsliðunum, nevnd U-18 og
U-16 (á enskum máli kallað
junior og yuoth).
Eitt er, at felggini skulu
gjalda ávíst gjald fyri hvønn
spælara, tey hava á neyndu
landsliðunum.
Annað er, at atgongumerkini,
ið seld verða til dystirnar í vet-
ur, hava feløgini keypt frå
Hondbóltssambandinum fyri
10 kr. hvørt. Hetta merkir, at
hvørt atgongumerki, ið selt
verður til dystirnar í hondbólts-
kappingini 1998/99, gevur
Hondbóltssambandinum 10
krónur, sum óskerdar fara á
konto til ungdómslandsliðsar-
beiðið.
Atgongumerkið er sam-
stundis ein lutaseðil. Drigið
verður í tveimum umførum.
Fyrri dráttur verður millum jóla
og nýggjárs, har vinningurin er
eitt 25“ SONY stereo litsjón-
varp frá LM-handlinum. Við í
hesum dráttinum eru øll at-
gongumerkini, ið seld eru fram
til jóla.
Annar dráttur verður, tá ið
kappingin er at enda komin
fyrst í april 1999. Við í ødrum
drátti verða bara atgongumerk-
ini, ið seld eru frá fyrst í januar
til apríl 1999. Atgongumerkini
verða stuðlað av P/F Føroya
Shell og P/F Føroya Banka.
Hondbóltssambandið fer tí at
minna áskoðararnar á at goyma
atgongumerkini, til drigið er.
eru settir
Ungdómslandsliðini eru meld-
að til undankappingar í 1999.
U-18 eru meldad til undan-
kapping til heimsmeistaraheit-
ið. Henda undankapping verð-
Stuðla hondbóltinum
við at hyggja
ur í påskavikuni.
U-16 liðini eru meldað til
undankapping til europameist-
araheitið. Hendan undankapp-
ingin verður 21.-23. maí 1999
Venjarar eru settir at taka sær
av U-18 og U-16 landsliðunum.
Rumenski venjarin hjá VIF,
Daniel Rapa, fer at taka sær av
venjingini av U-18 dreingjun-
um saman við hjálparvenjara.
U-18 gentunum fara rumenska
lolena Monteneau úr VIF og
danska Lotte Sørensen úr
Kyndli at taka sær av
U-16 gentunum fara Neista-
venjararnir René Christensen
og Hugo Lykke Larsen at venja,
og U-16 dreingjunum fara is-
lendski venjarin hjå Kyndli,
Jakob Jónsson, og Jónálvur Jo-
hannesen år KIF at standa fyri
Hondbóltssambandið heldur
seg við hesum at hava fingið
teir frægastu venjararnar til
okkara ungu spælarar. Vónandi
verða hesir útlendingar væl
móttiknir í føroyska hondbólts
og ítróttarumhvgrvinum
Fyribils uttøkan til venjing-
arnar er farin fram soleidis, at
feløgini hava sent inn nøvnini
á teimum spælarum, tey halda
vera skikkaðar til slíka lands-
liðsvenjing. Hondbóltssam-
bandið hevur kallað øll hest
ungu til venjingar fríggjadagin
16. oktober í ítróttarhgllini á
Hálsi í Havn. Tey yngru meta
fyrrapart og tey eldru seinna-
part. Hesi ungu fara so at spæla
dystir, har venjararnir kunnu
sita og eygleiða og gera sær
sínar metingar. Annars eru venj-
ingartíðirnar hjá teimum ymsu
landsliðsbólkunum ásettar í
kappingarskipanini.
Vit skulu annars minna á, at
kappingarskráin hjá Hondbólts-
sambandinum er komin út sum
bóklingur og er at fáa til keyps
í sélubúðum og í itréttarhøllum.
AA AAA