Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjórk Marknaðarleiðari: Niclas Johannesen Í ri, uppseting og prent: Telefon: 311820 Jan Mi Jonhard Hammer ítróttarskrivari: Sosjalunn Telefax. 314720 Blaðstjóri: Blaðfólk: Emil L. Jacobsen Bústaður: Eiríkur Lindenskov Dagny Joensen, Myndamenn: Argjavegur 26, Argjum email: Fíggjarleiðari: Áki Bertholdsen, Jens Kristian Vang Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Sveinur Tróndarson Turið Kjølbro Álvur Haraldsen 110 Tórshavn Miðflokki DEDE eee til lítlan sóma Oddagrein MYTTARIIÐ í Uttanlandsnevndini herfyri verður helst eitt mál, sum fer at standa eftir í foroyskari politiskari søgu, sum ein dáragerð og sum nakað sera negativt. Orsøkin til at vit enn einaferð draga fram hetta mál er tann, at gerðin í veruleikanum hevur og fer helst at forpesta tað politiska um- hvorvið. Hvussu kann javnaðarflokkurin eftir hetta ganga saman við Miðflokkinum í nøkrum sum helst! Og hvussu góðan smakk hava samgongu- menn í munninum eftir hesa gerð? Hendingin bjargaði persónligu ambitiónum Hergeir Nielsens at gerast formaður í Úttanlandsnevndini. Tad er so ein ærlig sek. Men hvat skilagott kann hetta brúkast til. Eingin nevnd hevur so stóran týdning fyri alla ta demokratisku prosessina í letuni sum just Uttanlandsnevndin, tá hugsað verður um viðurskifti okkara við Danmark, við ES og ikki minst við Bretland, nú vit samráðast um markið. Tað er tí sera týdningarmikið, at andstoðan umsitur nettup henda sesin.Formaður javnaðarfloksins fekk eis- ini gott skoðsmál frá flestu av nevndarlimunum og eðrum við fyri sítt arbeiði sum formaður i Uttanlandsnevndini. M.a. sigur logmaður, at hann gjørdi eitt gott arbeiði. Løgmaådur metti eisini, at tað var gott fyri demokratisku gongdina og skip- anina sum heild, at ein formaduri stórum and- stoðuflokki sat sum formaður í hesi nevnd. Men tað vildu Jenis av Rana og Hergeir Nielsen ikki. Grundgevingarnar hjá teimum báðum fyri at vilja Jóannesi Eidesgaard til livs í hesum sessi, hava verið so vánaligar og so lítið sigandi, at her má hava ligið annað enn sakligur politikkur aftanfyri. TAÐ er ilt at ímynda sær, hvussu javnaðarflokk- urin kann samstarva við Miðflokkin eftir hetta. Og hvat vinnur ein samgonga, sum fer at fáa brúk fyri ikki minst javnaðarflokkinum í mongum málum, við at ganga einum tingmanni á meti? Hvat er tá galið við Hergeir Nielsen kundi verið spurt? Hann er uttan iva skilamaður í mangar mátar, men hansara oftani sera Dersøgnu og til tíðir harðrendu og ultimativu roður, har hann eitt nú umrødur mót- steðumenn sínar fordummandi ol., appelera ikki júst til samstarv og felags stev, nakað, sum nettupp eigur at verða ein hin mest týðandi barlastin hjá formanninum í just Uttanlandsnevndini. Vit halda tað eisini var óheppið at skifta út formannin í Uttanlandsnevndini um júst sama mundið sum marknatrætan við bretar aftur kom á skránna. Í ti málinum er ikki minst brúk fyri formanni, sum dugir at lodda dýpið og lurta og ikki bara „busa“ avstað við sínum egnu sjónarmiðjum. Hetta skal ikki uppfatast sum nakað einvíst álop á persónin Her- geir Nielsen, men í málinum um formansskapin í Uttanlandsnevndini halda vit, at hann er lopin framav, sjálvt um hann var í sínum fulla rætti at taka av tilboðnum frá Jenis av Rana. Lat okkum enda við at minna Jenis av Rana á, at hann í hesum máli hevur gjørt Miðflokkinum eina bjarna- tænastu. Geråin sømir seg ikki tingmanni við drúgvum royndum.Grundgevingin fyri at koyra formannin frá var ikki nøktandi. Spurningurin er, hví Miðflokkurin hevur lagt sjógv millum seg og javnaðarflokkin, nú báðir eru partur av eini and- stødu? Undir fíggjarlógarviðgerðini nýtti Jenis av Rana aftur hevið til at leggja eftir formanni javn- aðarfloksins - á ein so niðursetandi máta - at tú fær varhugan av, at her er ikki bert talan um politikk. Her býr okkurt annað undir teimum nærum persónligu álopunum á J. Eidesgaard. Jenis av Rana fegnaðist um oyðimarkargongd hansara og bað til, at Eidesgaard ongantíð kom úr aftur oyði- mørkini. Herð orð, sum avgjørt ikki appelera til nakað gott og positivt í menniskjanum. Sosialurin Spurningurin um full- veldi er á dagsskránni. Tann brennandi spurn- ingurin er Blokkurin: ríkisstuðulin frá danska skattaborgaranum til tann føroyska. Løgtingid hevur flokkað seg í tveir part- ar: Annar parturin sigur, at Føroyar megna ikki at røkja eitt vælferdar sam- felag uttan danska iskoytid. Hin parturin sigur, at blokkurin er ein fording fyri búskapar- liga menning — tá hendan forðingin er av, so mennist búskapurin. Vit kunnu spyrja, hver teknikkurin er aftan fyri hendan spurningin og hverjir politiskir møgu- leikar finnast. I bók síni, Dansk Udviklingshjælp, 1997, hevur Martin Paldam greitt frå fylgjum i sam- bandi vid arbeidsfriar innspræningar til ein buskap. Royndir tykjast visa eina øvugta gongd við búskapinum: Jú stórri arbeiðsfríar inn- spræningar, tess minni vøkstur í búskapinum — hóast búskapurin sjálvur sjálvsagt kann vera stórur! M.a. verður fylgjan fyri tann førda politikkin í mottøkulandinum nevnd. Tað verður ikki neyðugt at føra ein gagnligan og ikki altíð so >populeran< politikk tå inntøkurnar koma, um einførir skilagóðan politikk ella ikki Fyri okkum er hetta sjón fyri søgn í so mongum lutum, men ein tann greiðasta ábending- in um hesa mekanismu fingu vit nú um dag- arnar, tá umboð fyri sambandsflokkin vísti á, at tað als ikki ber til at sleppa blokkinum, tí tað kostar alt ov nógv at umsita hetta samfelagið. Hetta sigur hann tvey ár eftir at júst hansara flokkur hevur gjørt stórt arbeiði fyri at fáa um- sitingina óskynsama og kostnaðarmikla! Vit kunnu venda tí við og siga, at bæði danski staturin (um hann hevur sambandshug?) og sam- bandsflokkarnir kunnu hava ein politiskan åhuga i at økja um umsitingarútreiðslurnar í landinum til tess at náa síni politisku mál: sam- band! Hinvegin kann sjålv- stýrisvongurin visa í verki, at hann vil føra skilagóðan politikk til tess at minka um út- reiðslurnar og vaksa um inntøkumøguleikarnar fyri soleidis at røkja sini politisku mål: fullveldi! Sjålvstyrisvongurin hevur ein ålvarsligan forklåringstrupulleika í løtuni just f spurning- inum um hvat búskapar- liga hendir, tá blokkurin ikki rennur inn í tann føroyska búskapin longur, tí hann hevur lova fólkinum nakað itøkiligt at taka støðu til. Onkur hevur roynt at skáka sær undan við tilvising til eina ødrvisi háttaða fíggjarlóg, men hver tímir at brúka tíð uppá slíkt? Skulu vit venda aftur til gamlar tíðir, so er neyvan neyð- ugt við statsmonnum á politiska leikpallinum! Onkur hevur roynt at skåka sær undan vid tilvising til ødrvisi sam- starvshættir vid Dan- mark, men hvør timir lurta eftir slíkum ómans- ligum uttanumtosi? Antin ynskja vit stórri sjálvræði og harvið stórri búskaparliga ábyrgd — ella ynskja vit tað ikki. Gnkur hevur roynt at skáka sær undan við tilvising til teknikkin: tå blokkurin verður skerd- ur økjast inntøkurnar! Keine hekserei, nur behendichkeit! Ein variantur av omanfyrinevnda argumenti er søgan um ta stigvisu minkingina av blokkinum uttan nakra frågreiding um, hvi vit ikki seta skjøtil å hesa menningina longu nú? Tað er trupult hjá summum at skilja, hví rakstrarútreiðslurnar skulu økjast, umsitingin bólgnar og inntøkurnar enn skulu flåkra i altjóða búskaparliga veðurlagnum, tá tað tekniskt er óneyðugt og politiskt átti at verið líuð ynskiligt? Hyggja vit t.d. eftir umsitingarkostnaðinum (miðfyrisitingin) hjá landsstýrinum, so var hon í 1994 íroknað tað, sum í dag liggur í Fíggjarmálastýrinum, umleið 100 mió. kr. Í 1999 verður kostnaðurin fyri umleið somu fyri- siting umleið 200 mió. } Signar P. Heinesen kr. árliga! Fólkið gav sjálvstýris- vonginum í føroyskum politikki ein møguleika í hesum valskeiðinum. Eitt valskeið er nóg mikið til at vísa í verki, at tað ber til at koma væl áleiðis at reka eitt moderna samfelag uttan danskan rikisstudul Fólkið hevur givið sjálv- stýrisvonginum hetta mandatið — maktina. Eingin umbering er fyri ikki at nýta hana! Blokkurin er ein freisting fyri veikar politikarar, men er í sjálvur sær eingin forð- ing fyri politiskum skili og skuldi als ikki verið ein forðing fyri sjálv- stýrisvongin. Møguleikarnir at økja inntøkurnar eru rættiliga vidir. T.d. kunnu vit taka til eftirtektar, at umleid 44.000 danskarar høvdu í 1996 eina framleiðslu (BTU), sum var 8.4 mia. kr. 2.7 mia. kr. hægri enn tann føroyska uppå 5.7 mia. kr.! Tekniskt ber til at visa å at bådir partar, bædi sambandsvongurin og fullveldisvongurin, hava iftøkiligar møguleikar innan fyri hetta val- skeiðið at ávirka veru- leikan, sum dømast skal um! Men sjálvandi er tað longu nå vordid tyngri enn fyri 4 månadum sidani, eftirsum hendan Millum fantasi og veruleika fíggjarlógin ikki ber boð um ein skynsaman poli- tikk, sum kann skapa karmar um modernaða vinnu. Veruleikin vil dóma hesa samgonguna um gott trý ár. Er úrslitið tá bert fantasifullar frá- greiðingar uttan itøkiliga menning, so verður lítið annað hjá fólkinum at gera, enn at taka tann veruleikan til eftirtektar. Vísir samgongan hin- vegin í verki, at tann føroyski búskapurin er burðardyggur uttan blokk — so verður tað tann veruleikan fólkið kann taka til eftirtektar! Kjarnan í hesum dóm- inum verður, hvussu fólkið fatar úrslitini frá hesum valskeiðinum: Um gott trý ár skal dømast millum fantasi og veruleika! Signar P. Heinesen