týsdagur 13. oktober 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998
tíðindablaðið SOS
Nógv pund farin
ta seinastu vikuna
Nei, talan er ikki um veðraslakt, men um tað bretska gjald-
oyra, ið næstan ikki er at fáa fatur á í Føroyum í løtuni.
Orsókin til stóra gravgangin eftir pundum er fótbólts-
dysturin, ið landsliðið skal spæla ímóti skotum í vikuni
Stórur gravgangur var eftir bretskum pundum, tá tað frættist, at Norrøna fór til
Aberdeen við fótbóltsáskoðarum
JOHN JOHANNESSEN
Gravgangurin eftir bretsk-
um gjaldoyra hevur verið
ómetaliga stórur, eftir at tað
frættist, at Norrøna skuldi
sigla beinleiðis til Skotlands
í sambandi við fótbóltsdyst-
in, ið føroyska landsliðið
skal spæla ímóti skotum
mikudagin. Hetta eru um-
boð fyri tveir teir størstu
peningastovnarnir í landi-
num - Føroya Sparikassa og
Føroya Banka - samd um.
Føroya Sparikassi sigur,
at allir teirra kundar kortini
hava fingið síni pund. - Vit
plaga at tryggja okkum, at
vit eiga nóg mikið av
fremmandum gjaldoyra
inni, tá ið vit vita, at nógvir
fóroyingar ætla sær at ferð-
ast. Um summarið hava vit
altíð nógv fremmant gjald-
oyra inni, og tå ið túrar
verða gjørdir um veturin til
ávíst land, so syrgja vit altíð
fyri, at vit eiga nóg mikið
av tí ávísa frammanda
gjaldoyranum. Hetta kemur
serliga fyri í sambandi við
føroyska landsliðið, sigur
umboð fyri Føroya Spari-
kassa.
Umboð fyri Føroya
Banka segði okkum í tele-
fonsamrødu, at ein rúgva av
fólki stóð uttanfyri høvuds-
deild bankans í morgun
áðrenn bankin opnaði. Hesi
høvdu øll tey somu ørindini.
savnsmynd
Tey vildu hava fatur å
bretskum pundum. - Tó var
hetta ikki nakar trupuleiki
fyri okkum, tí vit plaga altíð
at tryggja okkum, at vit eiga
nóg mikið av fremmandum
gjaldoyra inni. Sjálvandi
hava vit ikki so nógv av
fremmandum gjaldoyra inni
um veturin, men í sambandi
við ferðina hjá Norrønu, so
keyptu vit væl av pundum.
Tískil hava allir kundar
okkara fingið síni pund í
øllum góðum, sigur umboð
fyri Føroya Banka. Hesin
leggur afturat, at tað er van-
ligt í sambandi við slíkar
túrar hjá Norrønu, at stórur
gravgangur er eftir fremm-
andum gjaldoyra.
Egoismens kolde vej
Í midøldini, tá ið menn lótu
liv, søgdu teir, at jørdin var
rund, ella kvinnur vóru
brendur á báli, segði onkur
tær duga gand, ræddust fólk
upplýsing og kunning um
lívsins faktisku viðurskifti.
Hetta miðaldarmyrkrið
leitaðu kortini ikki færri enn
tveir flokkar á tingi inn í, tá
teir av lívsins kreftum vildu
forða fyri, at allir føroying-
ar, øll tjóðin, skuldi kunnast
um viðurskiftini í teirra
egna ríkisfelagsskapi.
Undir orðaskiftinum um
fullveldisuppskotið = hjá
samgonguni roynddu vit
fleiri ferðir at vísa javnað-
arflokkinum á, at Uttan-
landsnevndin fór at fylgja
við í tí, sum fór at fara fram.
Eisini vístu vit á, at málið
kom aftur á tingborð til að-
alorðaskiftis, og at allir ting-
menn og alt Føroya fólk fór
at fáa eitt sera neyvt innlit í
tey politisku, umsitingar-
ligu og búskaparligu viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark.
Teir báðir sambands-
flokkarnir kastaðu kortini
saman, og vístu hvar teir
stóðu.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflókkurin funnu
saman eins og teir gjørdu
tað fyri hálvari øld síðani í
einari felags stevnu, sum
einki annað endamál hevði
enn at varðveita "tingenes
tilstand.".
Báðir flokkarnir - eins og
vit aðrir - hava nýliga verið
úti í ikki færri enn tvinni
valstríðum í einum ári, hvar
spurningurin um frælsi og
ófrælsi var tann fremsti av
øllum.
Annar teirra, sambands-
flokkurin heyði eina greiða
meining um hesi viður-
skifti, og tað er alla æru
vert. Hinum flokkinum,
javnaðarflokkinum, fanst
ongantíð nakar botnur und-
ir, - men nú er hann so har.
Javnaðarflokkurin kast-
aði saman við sambands-
flokkinum, og sæst nú
hvgrva millum sandmaðk-
arnar í teirri politisku oyði-
mørkini, sum sambandið
hevur valt at dusa sær í.
Hesir tykjast halda, at
heimurin stendur í stað, og
treða nú einsamallir "ego-
ismens kolde vej” - sum
Pól Nyrup Rasmussen so
stadiliga ávaraði føroyingar
ímóti at gera.
Fyri at fáa eina semju í
hesum avbera stóra máli
flutti = tjóðveldisflokkurin
seg ikki so lítið, eins og aðr-
ir, ið taka undir við máli-
num, gjørdu tað.
r
hn
Føroya Tele sóknast eftir
*
fýra
Økisleidarum
Føroya Tele er skipað við trimum høvudsdeildum, Figgjar-, Marknaðar-
og Teknisku deild. Hesar deildirnar eru aftur byttar sundur i fakdeildir
sum allar virka út frå hovuðsstoðini í Torshavn. Uttan fyri Sudurstreymoy
er Føroya Tele í løtuni skipað við fýra landafrødiliga atskildum okjum,
undir leiðslu av hvor sínum økisleidara, og visa starvsfólkini úti á
økjunum ikki til fakdeildir men til okisleiðaran
Økini eru:
Undir einum: Øki 3: Vågarnar, Øki 2: Nordurstreymoy, Øki 6: Sandoyggir
Hvort sær: Øki 4: Eysturoyggin - Øki 5: Norðoyggjar - Øki 7: Suduroyggir
Teknisk deild — Fm Marknadardeiid
Økisleidararnir hava dagligu rakstrarligu åbyrgdina å økinum og
vísa i tøkniligum og marknaðarligum málum til deildarstjórarnar
fyri åvikavist Teknisku deild og Marknadardeildina. Uppgåvan hjå
okisleiðaranum er saman við starvsfólkunum á økinum at umboða
tænasturnar hjá Foroya Tele í tottum samstarvi við og undir sam-
skipan av viðkomandi fakdeildunum í Havn
Arbeiðsuppgávurnar umfata:
- leiðslu av starvsfólkunum, ið á okinum arbeiða innan monterarbeiði
Telebúð, skráseting, kaðalarbeiði, tokni og innan tænasturnar hjá
Foroya Tele annars.
- dagligu samskipanina av arbeiðinum á okinum millum viðskiftafólk
og aðrar deildir hjá Foroya Tele.
Krøvini til tey, ið sett verða, eru:
- góðar leiðsluroyndir og samskipanarevni
- telduroyndir, við hugi og hegni til alsamt at nema sær kunnleika
innan nýggjar skipanir
- evni at leggja til rættis og raðfesta nógvar ymiskar uppgávur
- hugur og hegni til tænastuveitan, umframt at seta seg inn í nýggja
tokni
- at megna at arbeiða undir trýsti
Fyrimunur er, um tey, ið sett verða, hava:
- royndir innan fjarskifti
- hóskandi útbúgving
- handilsroyndir
Starvsstødini eru í Miðvági, Soldarfirði, Klaksvík og á Tvøroyri.
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Áhugaði kunnu venda sær til
Hjallgrím Hentze, deildarstjóra á Teknisku deild ella til Poul Henrik
Poulsen, deildarstjóra á Marknaðardeildini á tif. 30 30 30. Løn
sambært útbúgving og førleikum. Umsóknir, sum skulu vera Fer oya
Tele í hendi í seinasta lagi 30. oktober 1998, skulu sendast til
Foroya Tele, Att: Starvsfólkaleiðarin, Postsmoga 27, FO 110 Tórshavn
FOROYAICLE TT
Tel 30 30 30 - Fax 30 30 31 - www.tele.fo
Føroya Tele er skrásett hjånavn hjá P/F Teiefonvrkuð - Reg no. 269