týsdagur 13. oktober 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998
Maersk sókir eftir fólki
Tórvurin á yvirmonnum er lemjandi.
Í blaðnum leygardagin søkti Maersk
eftir fólki, ið hava hug at gerast offi-
serar, yvirmenn, í flotanum hjá A.P.
Møller. Blaðið Navigatør nr. 8 fyri
oktober 1998 skrivar, at tað stendur
illa til við tilgongdini til Sjómans-
útbúgvingarnar í Danmark og at
tørvur er á umleið 300 næmingum at
útbúgva seg til skipsyvirmenn beinan-
vegin.
Hans Christian Orloff Petersen hjá
Maersk sigur, at fóroyingar eru
hjartaliga vælkomnir og at síðstu
árini hava alt av fáir søkt starv hjá
A.P. Møller
DAGFINN OLSEN
veg ein ætlar at fara
- Føroyingar eru hjarta-
liga vælkomnir at søkja og
vit vilja fegin hava føroy-
ingar at søkja, ti tilgongdin
av føroyingum síðstu árini
hevur verið alt ov lítil, sigur
Orloff Petersen
ra
Tørvurin storur
Sum skilst, er tørvurin å
yvirmonnum i danska flot-
øroyingar vælkomnir
søkja starv hjá A.P.
Maersk vil hava førovingar at útbúgva seg sum yvirmenn í flotanum hjá A. P. Møller
anum: stórur og ungum før-
oyingum stendur í boði eitt
gott leidarastarv við m.a
møguleikum og góðari løn
og pensiónsskipan
Navigatør skrivar, at
tørvurin er so lemjandi, at
brúk er fyri 300 næmingum
her og nú
Víðari sagt, at
tørvurin óivað er størri enn
hetta og at vinnan má taka
verður
sær um reiggj og fáa skipaði
viðurskifti hesum viðvíkj-
andi.
Mundi ikki sloppið
heim
Tørvurin á yvirmonnum er
lemjandi. Hvørki vinnan
sum heild ella einstøku
reidariini fjala hetta.
Herfyri hoyrdist eisini um
føroyskan yvirmann í
danska flotanum, ið ikki
mundi sloppið heim í kon-
firmatión hjá dóttrini, tí
eingin var at avloysa hann.
Trupulleikin var tó loystur,
við at onkur varð framflutt-
ur til hægri starv, so hesin
kundi avloysa.
Nógvir føroyingar hava
millum ár og dag siglt í flot-
anum hjá A.P. Møller. Nú
hevur so eitt nýtt ættarlið
(savnsmynd)
møguleikan og útlitini at
sleppa inn á útbúgvingarnar
tykjast vera góð, tí útbúgv-
ingarstødunum tørvar næm-
ingar og flotin sigur seg
fegnast um føroyingar mill-
um umsøkjararnar.
A
- Okkum tørvar 180
næmingar komandi år
Hetta sigur J.H. Frederiksen frå Maersk Training Centre A/S i Svend-
borg, ið stendur fyri lýsingini i blaðnum leygardagin, har Maersk søkir
eftir fólki at útbúgva seg til yvirmenn í flotanum hjá A.P. Møller.
Tveir førovingar hava longu søkt um upptøku, men vit síggja sera fegin
fleiri foroyskar umsøkjarar, sigur J.H. Frederiksen
DAGFINN OLSEN
Okkum tørvar 180 næming-
ar komandi år. Hetta er tal-
ið, ið vit vanliga hava brúk
fyri, tó at talið kann vera
ymiskt, alt eftir hvussu
gongur í vinnuni, sigur J.H
Frederiksen
- Vit eru vanliga ] ella 2
ferðir í Føroyum fyri at hitta
tey, ið søkja inn hjá okkum
Enn hava bert 2 føroyingar
søkt, so vónandi søk ja fleiri
nú vit hava lýst eftir fólki,
sigur J.H. Frederiksen, ið
leggur afturat. at fá ung eru
á arbeiðsmarknaðinum júst
nú.
Færri ung
- Fólk fingu ikki so nógv
BOV OR
børn umleið 1980. Vanliga
koma eini 90 túsund ung úr
skúlanum árliga. Nú eru
bert komin umleið 60 tús-
und, sigur J.H. Frederiksen,
ið leggur afturat, at nærum
einki “arbeiðsloysi er, so
nógv eru, ið vilja hava fatur
á teimum ungu
J.H. Frederiksen sigur, at
tey fegin síggja føroyingar
millum umsøkjararnar
Hann leggur tó dent á, at
øll verða vidgjørd líka og
at føroyingar kappast å
jøvnum føti við onnur. Tó
er tað eingin loyna, at nógv-
ir føroyingar hava siglt og
sigla hjá A.P. Møller og triv-
ast væl. Somuleiðis sigur
J.H. Frederiksen, at fyritók-
an altíð hevur verið sera
fegin um føroysku starvs-
fólkini.
Utbågvingin
J.H. Frederiksen sigur, at
tað kanska er rætt, at út-
búgvingin tekur 6 ár, men
heilt soleiðis heldur hann tó
ikki tað kann sigast
Talan er nevniliga ikki
um skúlagongd alla tíðina
Í faldara, ið fæst frá Maersk
Traming Centre verður
gjølla greitt frá, hvussu út-
búgvingarskeiðið er lutað
sundur. Her sæst, at m.a.
praktikk, har næmingurin
siglir úti, er partur av
gongdini. Eisini er útbúgv-
ingin býtt í junior- og senior
skeið
- Junior skeiðið er 4 1/2
ár, harav sigling er við og
so kann farast víðari, sigur
J.H. Frederiksen, ið ikki
heldur siglingina at kunnað
metast sum beinleiðis út-
búgvingartíð, tí næmingurin
tá mynstrar umborð sum
sjómaður.
Hevur ein áhuga í hesum
so er at ogna sær faldaran
frá MTC. Nágreiniliga fæst
at vita um vidurskiftini við
at lesa faldaran, ið eisini
upplýsir um lIgnarviður-
skiftir og býli, meðan ein
er undir útbúgving.
Føroyingar trívast væl hjá
A.P. Møller og fyritøkan
er væl nøgd vid teir
(savnsmynd)