Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998 » Tíðindablaðið ÓKEYPIS sosialurin Box 76 110 Térshavn Sosialurin rindar postgjaldið Undirritaði teknar seg sum haldara av Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. [] Haldarar í Føroyum: 240,-/ársfj. [] Haldarar í Danmark: 425,-/årstj. [] Haldarar i Føroyum, þlgð i senn: 340,-/ársfj. 3 + lond: Ymiskir prisir „tíðindablaðið 02 No Hanus Vang, bónar á Vatnaskórðum: Eftirspurningurin av ti frægasta - Tað gongst væl at sleppa av við kjøtid, men vektin er verri enn i fjør, sigur Hanus Vang, bóndi. SØs'MMMm O4'NIND VI TurID KJØLBRO Hanus Vang á Vatnaskørd- um í Hoyvík er millum størstu bøndurnar í Før- oyum. Festid er seks merkur vid 300 áseyðum. Nú vit eru komin út í miðan oktober hevur hann flett um tveir tridingar av tí, ið flettast skal, men Hanus letur ikki væl at vektini í ár. - Í miðal er vektin 2-3 pund minni enn í fjør. Or- søkin er helst, at juni mån- aði var ógvuliga kaldur Grasið er nógv í ár, og ngk- ur lomb eru rættiliga góð, men sum heild er vektin minni, sigur Hanus Vang Meginparturin = verður seldur, og tað gongur væl at sleppa av við kjøtið, men eftirspurningurin er ødrvisi enn fyrr. Allur = marknaðurin broyttist, tá ið kreppan kom og hann er ongantíð komin í rætt lag aftur. Fólk bíleggja nógv seinni í dag í mun til fyrr. Tey bíða til tey detta um okkurt bíligt tilboð og til prísirnir fara niður. - Meirvirðisgjaldið, sum kom í 1993, hevur eisini órógvað nógv. Tá sluppu tey, ið hava færri enn 20 seyðir og tí ikki hava bók- haldsskyldu, undan at rinda meirvirðisgjald av søluni Ti kundu tey selja kjøtid bíligari enn vit, ið liva av tí. Hetta er broytt nú, men tað hevur havt eina ávirkan á søluna, sigur Hanus Vang. | Skoyta ikki um Gongst væl at sleppa av við kjøt, er verri statt við avroði Og tað sum ikki slepst av við verður koyrt burtur. - Fólk halda tað er ov nógv stríð at fáast við avroð Tað er meiri lokkandi at keypa new zealendsk hjørtu úr keypsdiskinum, tað er | minni stríð og dálkar minni frå sær. Løgið er tað kortini, | tí tá ið 5000 fólk búðu í Føroyum varð alt brúkt og | nú vit eru 10 ferðir so nógv verður koyrt burtur, sigur | Hanus Vang. Skilid er ikki frægari við skinnunum, heldur Hanus Vang. Av tí at skinnprísurin er so lágur í ár fara nógv at koyra skinnini burtur heldur | enn at lata inn til tey, ið taka | ímóti. - Í fjør fekst 50 kr. fyri skinnið, men í ár bara 5 kr Tað fer tí ikki at loysa seg at gera annað at blaka burt- ur, sígur Hanus Vang. Seyður yvirkoyrdur Festið hjá bóndanum á Vatnaskørdum er í Hoyvík og millum Hvítanes og Sund, har landsvegurin er Og á landsvegnum er sum vera man ógvuliga nógv ferðsla. Á hvørjum ári miss- ur Hanus Vang 30 seyðir, sum verða yvirkoyrdir. - Í fjør vórðu 15 ær, sum skuldu lemba, yvirkoyrdar frå 1. nov. til 1. mai. Av ti at bert tey fægstu siga frå, tå ið tey koyra ein seyð yvir, fái eg bert ein lítlan part aftur í endurgjaldi. Endur- gjaldsvirðið er 40.000 kr., men eg fái bert um fjórð- ingin, sigur Hanus Vang. Í prinsippinum er tað Landsverkfrødingurin sum eigur hegnskyldu, tá ið tað er hann, sum hevur gjørt veg igjøgnum hagan hjá Hanusi - Talan er um 7 km. av vegi í bæði borð og eg makti ikki at halda hegnið Umframt eru tað 5 km á Oyggjarvegnum, har tað sama er galdandi. Men her er einki at gera, og hóast tað er lívshættisligt fyri ferðsl- una. Ofta er seyður bein- leiðis ella óbeinleiðis orsøk- in til ferðsluóhapp, sigur Hanus Vang