týsdagur 13. oktober 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hans Pauli Stróm við Hógna Hoydal:
- Gevst við
villeiðingunum!
Eins og fleiri aðrir javnaðartingmenn er Hans Pauli Stróm
vorðin troyttur av villeiðandi orðanýtsluni hjá landsstýris-
manninum í sjálvstýrismálum. — Hann tosar so nógv um at
verða reiðiligur, men sjálvur livir hann illa upp til kravi at
verða reiðiligur
SVEINUR TRÓNDARSON
Uppskotið hjá landsstýrin-
um til samtyktar um ríkis-
rættarligu støðu Føroya
varð sum kunnugt samtykt
fyri stuttum við atkvøduu-
um hjá samgonguni og við
atkvgðuni hjá Jenisi av
Rana.
Andstøduflokkarnir, tað
er Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin at-
kvøddu ímóti uppskotinum
hjå samgonguni, men fyri
uppskotinum hjá Javnaðar-
flokkinum um setan av eini
stjørnarskipanarnevnd.
Eftir at uppskotid hjå
landsstyrinum var samtykt
kom fram eitt nú i sjónvarp-
inum, at talan hevði verið
um eitt rættuliga hart
orðaskiftið, har rødararnir
ikki spardu hvønn annan.
Sjónvarpsmanningin hevði
tosað við ein skúlaflokk,
sum sat eftir við tí kenslu,
at tinglimirnir ikki vóru ser-
liga vinarligir hvgr móti
gðrum
— Men soleiðis er poli-
tikkur nú einaferð, vil onkur
kanska siga
— Jú, gamani, men fyrr
tann skuld hevði verið rætt
og rímiligt, at politikararnir
sínamillum kundu góðtaka
at fáa nøkur kritisk orð við
á vegnum, eisini tá tað snýr
seg um stórmál, heldur
Hans Pauli Strøm, sum í
sambandi við fullveldismál-
ið er vorðin troyttur av tjóð-
veldismonnum og serliga av
Hegna Hoydal, landsstýris-
manni
Hans Pauli Sugm heldur,
at landstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum hevur trupult
við at liva upp til síni egnu
krøv
Brukar
Hans Pauli Strøm heldur, at
Høgni Hoydal hevur dugad
ótrúliga væl at seta dags-
ordanin fyri øllum kjakin-
um um fullveldi.
— Høgni er sum kunnugt
fjølmidlamadur framman-
undan og tad hevur hann
dugad sera væl at gera
nytslu av, sigur Hans Pauli.
— Hann veit, at tekur ein
somu vendingar upp aftur í
saman, so er ein betri møgu-
leiki fyri at áhoyrararnir
»fanga boðskapin<. Og júst
hetta hevur hann dugað sera
væl at brúkt. Tað er eingin,
sum hevur nevnt so ofta
sum hann, at onkur hevur
verið ósakligur ella óseri-
hk
AA 59
øsur, sigur Hans Pauli
Strøm og visir millum ann-
að til tvær samrødur, sum
stóðu i Sosialinum í seim-
astu viku
— Tey fyrstu orðini, sum
verða endurgivin í greinini
eru: — Tað er beinleiðis 6-
sakligt ...<, sigur Hans Pauli
Strøm.
Og Hans Pauli heldur at
hann kennir orsøkina til
ordavalid hjå landsstyris-
manninum.
— Høgni Hoydal hevur
lagt eitt uppskot fyri tingiå,
sum samgongan hevur
gjørt, og tí må roknast við,
at andstødan hevur kritiskar
viðmerkingar til uppskot
landsstýrisins. Men hann
skúgvar alt av borðinum við
orðum um at politisku mót-
stødumenn hansara eru 6-
sakligir og óserisgsir. Men
hetta er bara ein >smartur<
máti at seta propp í og
stødga orðaskiftinum, tá tað
tekur aðra leið enn Høgni
Hoydal sjálvur vil. Sum eitt
dømi vísir Hans Pauli til
tosid hjå varaløgmanni um
Malta.
Føroyar er og
verdur ikki Malta
Undir viðgerðini av upp-
skotinum hjå landsstyrinum
hevur Høgni Hoydal, sam-
bært Hans Paula Strøm
fleiri ferdir vist til ta skip-
anina, sum var gjørd tå
Malta gjørdist sjålvstødug
tjóð.
Malta var ein partur av
bretska ríkinum og tá landið
gjørdist sjålvstødugt fingu
maltabúgvar eina búskap-
arliga skiftisskipan við
bretska ríkið, sum tryggjaði,
at Malta ikki datt niður í-
millum búskaparliga eftir
broytingina.
Men Hans Pauli heldur
ikki, at tað ber til at saman-
bera Malta vid Føroyar.
— Tá Høgni Hoydal, næst-
an uttan fhald, visti å ta mal-
tesisku skipanina, gjørdi eg
av at fara at hyggja eitt sind-
ur meira eftir hesum land-
inum, sigur Hans Pauli.
— Malta hevur sina egnu
heimasíðu á Internótini og
eg fór inn hagar at finna
nøkur tøl til samanlíkningar.
Eg fann fram til, at okkara
BTU er fýra ferðir hægri
enn BTU á Malta. Teir hava
eina analfabetismu, sum
fyri kvinnur er 18 prosent
og fyri menn er hon 14
prosent. Hetta eru ikki tøl,
sum vit kenna her á landið,
TO BO “
sigur hann.
— Men tað er ikki alt, sigur
Hans Pauli Strøm og vísir á
munin á innflutnings- og út-
flutningstølunum.
— Malta hevur undirskot
av samhandlinum vid onnur
lond, og tað er teirra stóri
trupulleiki. Teirra innflutn-
ingur svarar til 1,4 mia.
krónur í okkara pengum,
meðan útflutningurin svarar
til 0,95 mia. krónur í okkara
pengum. Føroyingar inn-
flyta fyri 2,4 mia. krónur
meðan vit útflyta fyri 2,6
mia. krónur, so vit hava eitt
stórt yvirskot av samhandl-
inum við onnur lond. Tí
haldi eg eisini at tað er trup-
ult at sammeta Føroyar við
Malta.
Hans Pauli Strøm nevnir
eisini annad, sum ger, at
hann hevur torført at góð-
taka samanlíkningina. M. a.
nevnir hann tilfellið, at
Malta bráðliga í 1971 skifti
samstarvsfelagarnar í Nato
út við Warshawa-samgong-
una, og tað er nakað, sum
neyvan nakrantíð kann
henda í Føroyum.
Hans Pauli nevndi okkurt
av hesum í eini réðu hann
helt á tingins rødarapalli
undir viðgerðini av upp-
skotið landsstýrisins til
fíggjarlóg, tí aftur tá hevdi
Høgni Hoydal havt Malta á
loft. Har fanst Hans Pauli
at, at Føroyar vóru settar í
bás saman við Malta, tí tað
eru so stórir munir millum
londini, men kritikkurin var
ikki móttikin.
— Høgni Hoydal segði, at
eg var ósakligur og óseri-
øsur, sigur Hans Pauli
Strøm.
Maltesar vildu varð-
veita bretsk hervald
— Veruleikin er, sigur Hans
Pauli Stróm, at Malta fekk
sjálvstýri frá Bretlandi í
1964. Gjørd var ein yvir-
gangsskipan, sum skuldi
verða galdandi í 10 år.
Hernadarstødir hava ver-
ið á Malta í nógv ár. Bretar
hava havt fasta stød í nógv
ár og henda stød var ein
partur av yvirgangsskipan-
ini við bretar.
— Tá endin av yvirgangs-
tíðini nærkadist royndu
maltesar at longja tíðina,
bretska hervaldið skuldi
vera á Malta; móti hækkað-
um gjaldi fleiri ár aftrat.
Nevnast kann eisini, at
umframt sambandið við
Bretland hevur Malta havt
samband við Kina og Libya
Hans Pauli
hjá Gadaffi.
Javnaðarflokkurin
fekk einki
Í sambandi við viðgerðina
av uppskoti landsstýrisins
vóru tingingar millum
landsstýri og javnaðarflokk-
in um samstarv.
Tað hevur verið sagt so
ofta hesa seinastu tíðina, at
tað er neyðugt, at uppskotið
um ríkisrættarligar broyt-
ingar fær so breiða undir-
tóku sum gjørligt, men tað
visti seg at verða 6gjørligt
at fåa semju millum partar-
nar og m. a. tí legði Javn-
aðarflokkurin sítt egna upp-
skot fyri tingið.
Og eisini her heldur Hans
Pauli at varaløgmadur er
farin av sporinum.
— Høgni hevur sagt, at tað
er ósakligt at kroysta fólk í
básar, men hann er ein tann
ringasti at gera tað sjálvur,
sigur Hans Pauli Strøm og
leggur afturat: — Og aftur
her brúkar hann sína
»fjølmidlafortid«.
— Hann brúkar stuttar par-
olukendar setningar, sum
hann endurtekur upp í sam-
an. Hetta ger, at hann eins-
amallur stendur eftir sum
tann semjusgkjandi yvir all-
ar og ikki minni, at hinir
vilja einki, eru negativir, ja,
snøgt sagt eru tvørball.
Um sjálvar samráðingar-
nar sigur Hans Pauli, at nú
er tað einaferð samgongan,
sum hevur lagt uppskotið
fyri tingið um broytingar í
ríkisrættarligu viðurskiftun-
um millum Føroyar og Dan-
mark og tí var eisini hugs-
andi, at samgongan, á fundi-
num við andstøduna, hevði
okkurt at bjóða, men so var
— Teir høvur púrt einki at
bjóða, men kravdu hinvegin
at síggja okkara krgv. Og tá
varaløgmaður sigur, at
Javnaðarflokkurin = eingi
krøv hevði, so er hetta bein-
leiðis lygn, sigur Hans
Pauli.
— Vit vóru á einum fundi
trøm heldur, at Høgni Hoydal eigur at gevast við villeiðingum sínum
við landsstýrismannin, og á
tí fundinum høvdu vit ein
lista við 32 punktum, sum
vit tosaðu út frá. Út frá
hesum greiddu vit frá - út í
æsir - hvat Javnaðarflokk-
urin vildi og hvussu langt
vit vildu ganga í sjálvstýr-
ismálinum. Men tað var
landsstýrismaðurin, sum
hvørki var til at høgga ella
stinga í. Seinni pástendur
Høgni Hoydal, at andstødan
hevur fingið alt tað vid, sum
teir hava vilja havt, men
>Javnaðarflokkurin hevur
sagt nei til alt tað teir hava
fingið boðið<. Hetta er
beinleiðis ósatt, sigur Hans
Pauli Stróm.
Hans Pauli vísir á, at tað
var ikki eitt >tilboð< frá
landsstýrinum at málið skal
fyri aftur tingið tá fyrireik-
ingarnar eru lidnar, tí tað
hevur allat tíðina verið ætl-
anin. Tað stóð longu í við-
merkingunum til uppruna-
liga uppskotið frá landsstýr-
inum.
Vit hava givið okkum
Hans Pauli Strøm vísir á, at
Javnaðarflokkurin sanniliga
hevur givið seg í samráð-
ingunum við landsstýrið,
meðan tað hevur verið trup-
ult at fáa landsstýrið at flyta
seg ein tumma.
— Vit hava m. a. givið
okkum á gkinum um nýggja
skipanin skal verða innan-
fyri ella uttanfyri verandi
ríkisfelagsskap.
- Javnaðarflokkurin
gjørdi greitt, at vit eru ímóti
at tað longu undan kanning-
unum skuldi staðfestast at
endamálið var fullveldið, so
sum tað var lagt fast í upp-
skoti landsstýrissins. Tí
skjeyt Javnaðarflokkurin
upp fyri landsstýrinum, at
tað hevdi verið skilagott, at
skilt uppskotið hjá teimum
sundur í tvey. Fyrst skal
kanningararbeiðið gerast og
tá úrslitið av hesum kann-
ingararbeiðið fyriliggur,
skal stóða takast til, um
„barnið skal eita fullveldi
Nr. 193 —
13. OKTOBER 1998
ella okkurt annað<.
— Við hesari tvídeiling,
hevði enntá verið møguligt,
at fingið Sambandsflokkin
við til at gera kanningarnar,
sum undir øllum umstødum
skulu gerast, men tað varð
ikki góðtikið.
— Eitt annað dómi er, at
eg setti sjálvur eitt uppskot
fram um at broyta heitið á
Grundl6garnevndini og ar-
beidssetning hennara.
Henda skuldi f stadin eita
grundlógar- og stjórnarskip-
anarnevnd. Samstundis
skuldu vit broyta kommi-
soriið ella arbeiðssetningin
soleiðis, at henda nevnd
fekk møguleika at kanna og
gera uppskot til broytingar
í verandi donsku grundlóg,
so hon kann gerast ein rík-
isgrundlóg, íð kann rúma
ta stóðu Føroya, sum Javn-
aðarflokkurin vil, nevnliga
Føroyar sum ein sjålvstød-
ug tjóð, javnbjóðis við Dan-
mark.
Men heldur ikki tað varð
góðtikið, sigur Hans Pauli
Strøm, sum ikki dylir yvir
at hann er troyttur av lands-
stýrismanninum í sjálvstýr-
ismálum og hansara villeið-
andi framferð.
Vilja eisini av
við blokkin
— Tað er púra greitt, at Javn-
aðarflokkurin eisini vil av
við blokkin; Føroyar skulu
verða eitt sjálvbjargið sam-
felag, bæði búskaparliga og
politikst.
— Men tað tekur tíð at av-
vikla gomlu skipanina og
tað tekur eisini tíð at menna
tað vinnuligu og búskapar-
ligu orkuna í samfelagnum.
— Tí meta vit, at henda
tillagingin av føroyska sam-
felagnum verður gjørd í
samstarvi við danska statin
og Javnaðarflokkurin er
fullvísur í, at vit fáa eitt betri
samstarv at loysa hesa upp-
gávuna í ríkisfelagsskapi-
num heldur enn uttanfyri,
sigur Hans Pauli Strøm at
enda
ar
00 Á