Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998 tíðindablaðið SOS Mnarfir høvdu stóran tydning fyri virksemið í Hetlandi. Nú eru flestu av skrivstovunum afturlatnar, = og herfyri snaraði Shell sum tað seinasta oljufelagið lykilin. Teir hava annars havt eina stóð í Hetlandi síðani 1972. Tíðirnar eru broyttar, og tað er vorðið lættari og bíligari fyri stóru olju- feløgini at brúka Aberdeen sum útgerðarhavn. Eisini broytingin frá at brúka teir traditionellu oljupallarnar til tey nýggju og stóru fram- leiðslu- og goymsluskipini hevur havt við sær, at nógv av arbeiðinum, sum áður varð gjørt á landi, sum bygging av modulum ol. er ikki neyðugt longur. Skipini verða . bygd og liðugt utgjørd á skipasmiðjum fyri síðani at verða løgd fyri akkerð á oljufeltunum í 10 til 20 ár. Harvið er ikki sagt, at oljuævintýrið er av fyri hetlendingar. Talan er bara um eina nýggja tíð, cg so skjótt virksemið gkist vestan fyri Hetland, so verða stødirnar í Hetlandi eisini meira áhugaverðar. Í løtuni eru tað so serstakliga seismikkskipini, sum eru kjarnin í virkseminum Hóast oljuvinnan er nógv broytt hesi seinastu 25 árini, síðani fyrsta oljan kom í land í Hetlandi, so hevur oljan framvegis stóran týdning fyri búskapin, og her er tað ikki minst »juterminalurin í Sullom Voe, sum gevur pengar. Øll ljan frá nýggja oljufelt- inum Schiehallion á At- lantsmótinum verður løgd upp í Sullom Voe. Mynd- ugleikarnir fáa rættiliga fitt av pengum fyri hverja tunnu av olju, sum verður løgd upp her SCOTLAND Oljuleiting við Feroyar Hetlendingar eru sera spent- ir um gongdina vestan fyri oyggjarnar, tí oljufeløgini gera stórar fløgur í at finna olju og gass í hesum økin- um. Tað hevur m.a verið frammi, nú so nógv gass er funnið á leiðunum vestan fyri Hetland, at tað møgu- liga kann vera lønandi at leggja leidingar frå feltu- num og til Sullom Voe. Hetlendingar hava eisini boðið sær til at taka ímóti olju og gassi frá møguligum føroyskum keldum. Iain Tulloch vísir á, at BP og Shell hava valt at leggja oljuna frå Foinaven upp í Flotta á Orknoyggjunum og oljuna frá Schiehallion upp í Sullom Voe í Hetlandi. Men um fimm ár skulu hes- ar avtalur endurskoðast, og tað kann henda, at feløgini til ta tíð hava funnið fram til eina ætlan at leggja olju- leiðing frá feltunum til ann- an av terminalunum. So er spurningurin, hvør termi- nalur verður valdur. Av tí at oljugkini liggja nærri Het- landi og at eisini risastóra oljukeldan Clair liggur í hesum økinum, vóna het- lendingar, at framtíðar olju- leiðing frá olju- og gass- feltunum á Atlantsmótinum kemur at ganga til Sullom Voe, sum eisini er stytsta leiðin Feroyska oljan Hvat viðvíkur gongdini í Føroyum so heldur lain Tul loch, at tað sjálvandi er upp ul okkum, um vit vilja byggja ein terminal í Før- oyum ella flyta oljuna til Sullom Voe. Ein annar møguleikr, sum kann bliva meira aktuellur i framtidini, er tann, at oljan verður av Hay & Company er nógv uppi í oljuvinnuni í Hetlandi skipað frá feltunum og flutt beinleiðis til raffinaríir á meginlandinum. lain Tulloch er ikki í iva um, at oljan fer at vera góð fyri Føroyar, men tað veldst eisini, um myndugleikarnir megna at fáa tær réttu av- talurnar -Tá oljufeløgini komu til Hetlands í síni tíð var olju- prísurin tvífalt so høgur sum í dag. Vit settu pengar í grunnar og gjørdu iløgur í vegir og í vinnulívið. Eisini hava pengar verið brúktir til at menna fiskivinnuna lain Tulloch sigur, at tað hava sjálvandi eisini verið myrkar síður við oljuvinn- uni og her sipar hann m.a. til, at mong fólk dugdu ikki at handfara so nógvar peng- ar. Tey fingu sera nógvar pengar, men høvdu ikki gjørt sær greitt, at fyrr ella seinni, so broyttist hetta. lain Tulloch sigur, at henda vitjanin í Føroyum verður vónandi ikki tann seinasta. Sjålvur heldur hann, at møguleikarnir fyri, Atlantsmótið verður eitt stórt framtíðar oljugki, eru stórir. - Vit síggja tað m.a. á tí nógva seismiska virk- seminum. Hetta er eitt tekin um, at her finst nógv meira olja enn funnin er higartil. Eg síggi tí eisini, at tað fer at vera tørvur á einum sam arbeiði millum Hetland og Føroyar NORWAY The contact for Shipping & Airport Services in Shetland Mugu sleppa i Hvita ekið Eins og mong onnur ikki bert inni á meginlandinum men eisini í Hetlandi, so sær lam Tulloch fegin, at marknatrætan millum Bret- land og Føroyar verður loyst. -Allur oljuidnadurin bidar at sleppa i gongd å Atlantsmótinum, og her eru bæði Hvíta Zonan og Før- oyaøkid av stórum týdningi, so eg fari inniliga at heita á stjórnirnar í báðum londum at fáa hesi vidurskiftini uppá pláss, soleiðis at ferð kann setast á virksemið. -Hvat kunnu tit læra okkum? -Nógv, eri eg vísur í. Tit mugu ansa eftir, at olju- feløgini ikki heilt yvirtaka landið. Tit eiga oyggjarnar, og tað eru tí bara tit sjålvi, sum skulu gera av, hvat skal henda og ikki. lain Tulloch heldur tað er umráðandi ikki at lata olju- virksemið floyma yvir allar oyggjarnar. Hann heldur tað Verða fleiri olju- og gasskeldur funnar millum Hetland og Føroyar, so er greitt, at hetta fer at hava við sær stórri samvinnu millum báðar oyggjabólkarnar. Vera rætt at avmarka tað ávís øki, soleiðis at re av landinum framhaldand kann vera sum tað altíð hevur verið - óspolerað av utviklinginum. Eisini hevur tað alstóran tydning, at aðr- ar vinnur so sum fiskivinn- an ikki steðga upp ella verða minni mettar Hvat vandanum fyri olju- dálking viðvíkur, so heldur lain Tulloch, at tað ber til at forða fyri dálking, um tú alla tíðina er varin og ansin. Ein má ongantíð slaka uppá krøvini, sum skulu tryggja eitt reint umhvørvi. Samanbera við Feroyar og Hetland, so búgva 23.000 fólk í Hetlandi í dag, umleið helvtin av tí, sum býr í Føroyum. Ein triding- ur, 8000 fólk, býr í Ler- wick. Sosialurin skilur, at nú Norrøna er farin at sigla upp á Lerwick er ynski um at fáa nakað itøkiligt burtur úr samstarvinum. Verða fleiri oljukeldur funnar á leiðun- um millum báðar oyggja- bólkarnar síggja hetlending- ar eisini fegnir, at veruliga samvinna kemur burtur úr Ella fyri at brúka orðini hjá Iain Tulloch: -Vit hava fyrr havt tætt samstarv, latid okkum kveikja nýtt lív í tað