týsdagur 13. oktober 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
N;. 193 — 13. OKTOBER 1998
ítróttar
soslalut
15
Allan Simonsen
heyði allar orsøkir
at verða fegin um
úrslitið áv dystinum í
Vilnius leygarkvøldid
og tað var júst tað
hann var. Og sera
fegin enníá
Venjarin:
ir spæ
vit
Fótbóltur: Allan Simonsen duldi ikki, at hann var ovur-
fegin fyri málleysa javnleikin
Alla gode gange tre, plaga
danir at taka til. Og fyri før-
oyska danskaran tørnadi
hetta akkurát soleiðis út í
Vilnius leygarkvgldið. Eftir
tvey tgepur 1-0 tap á útivelli
og heimavelli móti ávika-
víst Bosnia og Kekkia,
eydnaðist tað at fáa stig í
Litava.
Tá tað leið fram móti end-
anum, fór Allan Simonsen
av beinkinum og fram móti
fjórða dómaranum fyri at
minna hann á, at nú var van-
liga leiktíðin farin. Og tað
var ikki so undarligt, at før-
oyski venjarin kendi seg til-
skundaðan at minna á, at
endin var nær. Tá landsliðið
í julí í fjór spældi venjingar-
dyst í Íslandi, var tað mál
leyst, tá seinna umfarið var
50 minuttir gamalt, men so
skoraðu íslendsku vertirnir
og vunnu 1-0.
Hesa ferð var talan um
undankappingardyst, og tað
stóð meiri enn heiður og
æra upp á spæl — bæði hjá
spælarunum og hjá venjar-
anum. Eftir at føroyski
venjarin heyði verið frammi
hjá 4. dómaranum, sum
nógv av tíðini sat undir ein-
um stórum regnskjóli, tí
regnið oysti niður, fór hesin
at putlast við at finna skiltið,
ið skuldi vísa, hvussu nógv
tíð var løgd afturat. Skiltið
vísti tveir minuttir, men tað
gekk bara ein hálvur min-
uttur, so ljóðaði síðsta
bríkslið, og føroysku spæl-
ararnar sóu út, sum um teir
høvdu vunnið, meðan tað
væl sást á litavisku vertun-
teir vóru so vón-
um, at
brotnir, at tað tóktist sum
um teir høvdu tapt.
Venjarin hjá teimum,
Kestutis Latosa, duldi á tíð-
indafundinum aftaná ikki
fyri, at hann var sera vón-
brotin, og fáu áskoðararnir,
sum eftir málleysa javnleik-
in móti Skotlandi høvdu
lovprísað sínum spælarum
og billað sær inn, at nú
hevdi Litava møguleika at
røkka endaspælinum í Holl-
andi og Belgia í ár 2000,
góvu sítt vónbrot og sína
vreiði til kennar við ó-
kvæmisrópum.
- Eins og móti Skot-
landi, so spældu vit okkum
aftur í kvøld til eina rød av
møguleikum, men tað nytt-
ar ikki so nógy, tá tú ikki
fært årtøku burturúr, segði
venjarin og staðfesti, at
du ak
vdu rokna2
hansara lið hevur stórar
trupulleikar at skora mál.
Teir á heimaliðnum vóru
alt annað enn nøgdir við
dómaran úr Luxemburg,
sum fyri fyrstu ferð nakr-
antíð hevði ábyrgdina av
einum a-landsdysti. Teir á
heimaliðnum vildu tríggjar
ferðir hava dómaran at
bríksla fyri brotssparki, tá
teir vóru farnir um koll inni
í brotsteiginum, men dóm-
arin var nóg kaldur at tiga,
og ta einu ferðina bríkslaði
hann fyri frísparki til før-
oyingarnar og vísti gula
kortið til vánaliga sjónleik-
aran.
Lidavrik
Allan Simonsen var smil-
andi og fryntligur å tidind-
afundinum, og aftanå duldi
-. PPP
KAUA
hann heldur ikki yvir, at
hann var ógvuliga fegin um
úrslitið:
— Vitspældu móti ein-
um góðum fótbóltsliðið, og
eg má ásanna, at eg hevði
ikki roknað við, at teir fóru
at megna at halda so høga
ferð í spælinum so leingi,
sum teir gjørdu. Hetta hevði
aftur við sær, at tað var sera
torført hjá okkara monnum
at fóta sær í framrættaða
spælinum, og at teir vórðu
so nógv strongdir, hevði aft-
ur við sær, at tað var torført
at finna rætta stevið í fram-
rættaða spælinum.
Er tað onkur spælari, sum
tú heldur stóð seg betri enn
hinir?
Talan var fyrst og fremst
um eitt framúr lidavrik, har
allir ofraðu seg fyri hvønn
at sum
annan. Men skuldi eg nevnt
onkran, so koma vit íkki
uttanum, at målverjin hevði
nakrar bjargingar, sum vóru
heilt framúr, og var tað enn
eina ferð hugaligt at síggja,
at Pól Thorsteinsson megn-
ar so væl at røkja tær ym-
isku uppgåvurnar, sum hann
fær frå dysti og til dyst, og
arbeidsavrikid hjå Julian
Johnsson er altso framúr
Men, sum sagt, so var talan
fyrst og fremst um eitt lið-
avrik, er nidurstødan hjá
Allani Simonsen. jh