Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998 verið undir størri trýsti Fótbóltur: Føroyski liðformaðurin hevur ongantíð áður fingið sinadrátt í fótbólti Tá tað restaði ein litil løta lá føroyski liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, sum saman við Henningi Jarn- skor spældi fyri 25. ferð á landsliðnum, eftir á válin- um. Tað mundi vera fyri at draga tíðina út og taka eitt sindur av trýstinum, mundu tað vera fleiri, sum hugsaðu, men aftaná greiddi Jens Kristian Hansen sjálvur frá - Eg hevði sinadrátt og ga pínu, men tí- betur var tað ikki neyðugt at fara á børuna, sum teir komu við. Hatta var ógvu- liga strevið, og vit spældu kki væl, men úrsl:uð var gott, og tað er hugaligt at fara til Skotlands við einum avnleiki í viðferinum Oli Johannesen var mest royndi maðurin á vellinum nå » 1315 ø gili tridovastur (Jens Martin Knudsen, 44, og Allan Mørkøre, 38, eru teir ov- astu) — og aftasti verjuspæl- arin var samdur vid Jens Kristiani Hansen í, at trystid var stórt — Vit vóru alla tíðina væl skipaðir. Eg var frammi við, tá vit høvdu okkurt horna- sparkið, men eg haldi, at hetta man vera fyrsta ferðin, at eg so at siga ongantíð havi verið frammanfyri midstrikuna í vanligum spæli Triði maðurin í miðverj- uni eitur Hans Fróði Han- sen. Hann er serliga sterkur í luftini, og tað tóktist at ganga væl: — Teir vóru nærgangandi heilt leingi, men tá teir fóru at senda skrábóltar í brots- teigin í staðin fyri at halda fram við at spæla seg til baklinjuna og leg fyri, kendi eg tað sum at vit høvdu alt at siga í brots- teiginum, og í 2. hálvleiki vóru teir ikki serliga vanda- miklir. Tveir skaddir Pól Thorsteinsson, sum stóð seg væl í høgra borði, varð borin av vellinum, og með- an hann fekk viðgerð, vórðu Jan Dam og Jóhannes Jo- ensen sendir at hita upp. — Eg fekk eitt spark yvir beinið, men tíbetur bar tað til at spæla víðari, og hóast eg havi pínu nú, so rokni eg avgjørt við, at tað fer at bera til at spæla mikukvøldid. Hvat hendi, tá tú fekk góðu sendingina frá Henn- ingi Jarnskor? — Eg var um at gerast leysur, men verjuspælarin togaði meg niður, og so spurdist tíverri einki burt- urur Jens Kristian Hansen (h.m.) upplivdi leygarkveldið fyri fyrstu ferð nakrantíð at fáa sinadrátt í einum fótbóltsdysti. Jan Dam (v.m.) sat á bonkinum allan dystin í Vilnius Sámal Joensen hevði eis- ini trupulleikar aftaná: — Eg veit ikki, hvat hetta er. Tað er okkurt við skinna- beininum, sum plágar. Eg hevði trupulleikar framm- anundan, og eg fái viðgerð, men eg haldi ikki, at hetta fer at bila mikukveldið. Sámal Joensen, sum eftir átta minuttir heyði fyrstu føroysku skotroyndina — royndin fór langt við síðuna av — bjargaði á strikuni, tå 13 minuttir vóru farnir, og hann helt sjálvur, at tað var ikki langt frá, at hann gjørdi brotsspark: — Men teir spældu so nógv sjónleik í brotsteigin- um hjá okkum, at dómarin trúði einki uppá, at vit nakr- antíð vóru orsøk til „at teir fóru um koll. jh Landsdystirnir eru upproyt- andi fyri sjónvarpsmenninar Fótbóltur: Fyri triðju ferð upp i slag kiksaði tað tekniska, tá mynd og frásøgn um satelitt skuldi varpast úr útlandinum og inn í føroysku stovurnar at teir } I KNNINIT, Aberdeen bædi fyn degn- tå teir aftur g stura um tót- ysti á útivelli rður Mikkelsen og Olav ur Waag Høgnesen hava saman við einum teknikara - hesa ferð er tað Bjarn- heðin í Hoyvík — verið tríggjar ferðir uttanlanda eftir summæarstedgin, og hverja ferð hava tað verið trupulleikar. Í Estlandi var einki ljóð ta fyrstu løtuna, í Bosnia sveik elektrisitetið bæði í Sarajevo og í Føroy- um, og í Vilmus gingu tað 35 minuttir, áðrenn myndin kom igjøgnum heima í Før- oyum. Bjarnheðin í Hoyvík sig- ur, at hesa ferð var trupul- leikin reinur kleyvarskapur hjá litavisku tøkningunum eir høvdu leigað ein buss frå EBU, og alt tóktist vera í lagi vid signalinum, men tað kom ikki til Føroya. Or- søkin var, at tað var ov veikt, og tað komst av, at teir, sum høvdu við tað at gera, ikki vóru nóg nógv at sær komnir at skrúva nóg nógv fra Virksemið var stórt, tá tað visti seg, at alt var ikki, sum tað átti at vera, og teir í SVF brúktu góða sambandið, sum teir hava við danska sjónvarpið. Signalið var nóg sterkt í Danmark, og tí tóku teir í Danmark myndina niður og sendu hana upp- aftur til Føroya, og so bar til Sjónvarpshyggjararnir heima í Føroyum fingu ikki hevi at síggja Henning Jarnskor og hinar landsliðsspæl- ararnar stríða seg igjøgnum tann fyrsta hálva tíman, men væntandi verður hesin parturin av dystinum vístur einaferð seinni Tórður Mikkelsen. sum síðani Høgni Hoydal er vorðin landsstýrismaður, i hevur havt ábyrgdina av fót- bóltsfrásggnunum í sjón- varpinum, ásannar, at tað er + Í Í sera ørkymlandi at tað skal vita so illa við, tá teir skulu siga frá, hvussu tað gongst hjá landsliðnum á uttan- landaferðunum. — Vit hava hverja ferð bi- lagt tað, sum skal til, í góð- ari tíð, men tað hevur ikki gingið, sum vit hava viljað. Vit fyrireika okkum so væl, sum tað ber til, og vit báðir Ólavur Waag Høgnesen gjógnumganga, hvat vit skulu taka upp, men tá grundarlagið undir allari fråsøgnini, sum er at vit fáa ljóð og mynd heim til hyggjararnar, ikki er, sum tað skal vera, verða vit noyddir at improvisera, og so er so skjótt, at lítil ella eingin nytta fæst burturúr fyrireikingunum, og tað er eingin meiri harmur um, enn vit eru tað. Nú vóna vit, at tað í annadkvøld fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt hesar tríggjar ferðirnar síðani summarfrítíðina. Hverja ferð, landsliðið spælir á útivglli, vóna sjón- varpssíggjararnir, at teir skulu hava møguleika at fylgja við frá tí, at spælar- arnir koma á vøllin, meðan tjóðsangirnir verða spældir, og til dysturin byrjar, men higartil hevur hetta ikki ver- ið møguligt, tí satelittpláss- ið hevur ikki verið umbiðið fyrrenn fimm minuttir fyri dystarbyrjan. Eftir hvat vit skilja, so skulu føroysku sjónvarpshyggjararnir ikki rokna við at fáa myndina úr Aberdeen inn í stovuna fyrr- enn fimm minuttir fyri dyst- arbyrjan í annadkvøld, og so mugu vit vóna, at tað fer at ganga betri hesa ferð, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Sjónvarpsmenninir í Vil- nius gjørdu sítt besta, og tá tað ikki eydnaðist at fáa myndir frá gott og væl fyrsta hálva tímanum, bóðu teir litavisku starvsfelagar- nar um at fáa eitt band av tí, sum varð sjónvarpað í Litava, soleiðis at møgu- leiki var fyri seinni at vísa í Føroyum, hvat gekk fyri seg, men litavararnir vóru heldur ikki í hesum førinum serliga samstarvshugaðir. Sjónvarpsmenninir rokna kortini ikki hetta sum nakr- an trupulleika, tí UFA, sum eigur rættin til dystirnar hjá føroyingum, fær altíð upp- tøkurnar, og tað er neyvan nakar trupulleiki at fáa eitt kopi frá teimum. jh