Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998 ítróttar 17 Kropssterkar Neistakvinnur vunnu á smædnum VB-liði Hondbóltur: Tað var bert Sólrun Krosslá, sum veruliga tordi at bjóða Neistanum av í høllini í Vági sunnudagin EMiL L. JACOBSEN Kvinnuliðið hjá Neistanum fekk eins og mansliðið eina góða byrjan upp á lands- kappingina við einum sigri á útivelli. Steypavinnararnir frá í fjør vóru sunnudagin í Vági og spældu móti VB, og tær fóru norður aftur við einum 22-16 sigri í vidfør- inum. Neistin kom betri frá byrjanini, og sum fyrri hálv- leikur leið, øktist munurin bert millum liðini. Í hálv- leikinum var stødan 11-6 til útiliðið, og tað megnaði VB ongantíð at taka innaftur. Ein tann størsti munurin á liðunum var, at Neista- kvinnur vóru væl krops- sterkari enn vágskvinnur- nar, sum settu sítt álit á skot- ini hjá Sólrun Krosslá. Sterka Neistaverjan gjørði, at VB ikki kundi spæla seg ígjógnum, og eftirsum Sól- run er tann einasti veruligi langskjúttin á VB-liðnum, slapst ikki undan, at tað var hon, sum eyðmerkti mál- skjótingina hjá VB. Hon skeyt tíggju mál, og tað var umleið tveir triðingar av málunum, sum heimaliðið fekk. Umframt sterku verjuna hevði Neistin eisini fleiri streingir at spæla upp á í álopinum, og norska Heidi Harviken visti, at hon er góður styrkur hjá einum annars rættiliga >nýggjum< Neistaliðið. Av teimum, sum spældu meir ella minni fast á liðnum í fjør, vóru bert Rúna Wardum, Lovisa Jørgensen, Susan Brockie, Súna Mørk og Hildur Sør- ensen við í Vági. Av nýggju nøvnunum kunnu vit um- framt Heidi Harviken nevna ungu Katrin á Neystabø, sum við sínum sjey málum var toppskjútti hjá Neistan- um sunnudagin. Hjá VB var Sólrun Kross- lá sum vera man hgvuðs- spælarin. Tað var hon eisini í fjór, men umframt hana skaraðu Gurið Mortensen og Rannvá Augustinussen eisini burturúr sunnudagin. Og so var tað bert 16 ára gamla Sólrun Jacobsen, sum stóð í málinum henda dagin, tí vanligi málverjin hjá VB var uttanlands. Bæði Sólrun Jacobsen og Gurið Mortensen eru 16 ára gamlar, og VB hevur tí noyðst at biðið HSF um undantaksloyvi, so tær kunnu spæla í 1. deild. Av hesum kann ein rokna seg fram til, at VB ikki hevur so nógv fólk at taka av, og harafturat hava VB-kvinn- urnar enn ikki fingið nakran venjara. Felagið hevur roynt at fingið ein venjara, bæði í Føroyum og uttan fyri land- oddarnar, men einki hevur borið til. Tað verður fram- vegis arbeitt við málinum, men fyri tað mesta hava VB-kvinnurnar verið noyddar at vant seg sjálvar higartil í ár. Jón Pauli Olsen hevur verið og lagt lag á nakrar ferðir, og polski venjarin hjá 1. mansliðnum í fótbólti, Krzystof Pop- czynski, hevur eisini havt konditiónsvenjing við kvinnunum av og á. Eftir hvat skilst kom henda venj- ingin eisini væl við sunnu- dagin, tí annars heyði tað verið trupult hjá VB-kvinn- unum at fylgt við Neistan- um. Dysturin var rættiliga harður, og hvørki av lidun- um spardi seg. D6mararnir vóru rættiliga large í fleiri fórum, og í øllum dystunum var bert ein ávaring (til VB) og ein útvísing (til Neistan). Hevdi tað verið eitt strang- ari dómarapar, sum dømdi í Vági sunnudagin, høvdu tað ivaleyst verið nógv fleiri út vísingar, men tað er nú eina- ferð soleiðis, at teir ymsu dómararnir dóma ymiskt Og tað kundu bæði VB og Neistin fegnast um sunnu- dagin. VB-Neistin 16-22 (6-11) VB: Sólrun Krosslá 10 (3), Arnleyð Krosslá 2, Gurið Mortensen 2, Rannvá Aug- ustinussen 1, Camilla Eið 1 Neistin: Katrin á Neystabø 7 (1), Heidi Harviken 5 (2), Súna Mørk 4, Annika Thomsen 2, Rúna Wardum 2, Gunnleyg Berg 1, Lovisa Jørgensen 1. Utvisingar: VB 0, Neistin |. Neistamenn tvey stig beinanvegin Hondbóltur: Í fjør var dysturin millum Neistan og KÍF avgjørdur botndystur, men okkurt bendir á, at Neistin hevur aðrar ætlanir í ár Em L. JACOBSEN KÍF bjóðaði fyri fyrstu ferð til heimadyst í Vestmanna, tá Neistin var og vitjadi leygardagin. Og Neista- menn vístu seg sum 6høv- iskar gestir og fóru avstað aftur við øllum. Tað var ikki tann stóri munurin millum liðini, hó- ast Neistin hevur fingið rímiliga góð úrslit í dystun- um upp til kappingarbyrjan, meðan kollfirðingar hinveg- in hava umhugsað at tikið sítt lið úr kappingini. Men tá Neistin móti end- anum av fyrra hálvleiki tók seg framum, sleptu teir ikki takinum aftur, og at enda vunnu teir 22-19. Andreas F. Hansen er nýggjur spælandi venjari hjá Neistamonnum, og hann díkir á sínar menn. Kári Mortensen er framvegis við, hóast hann hevur aldur til at vera pápi at fleiri av sínum viðspælarum, men tað tykist, sum um Neistin í ár hevur fingið eina góða blanding av eldri royndum kreftum og yngri ágrýtnum monnum. KÍF-liðið líkist nógv ti, sum tað hevur verið í skjótt nógv ár, og fleiri at spælar- unum eru eisini komnir væl upp í árini. Men teir bíða í nøkur ár afturat, inntil teir, sum spæla við dreingjum 16, eru nóg vaksnir at taka yvir á vaksnamannaliðnum. Áki Merk er ein av spælarunum í yngra endanum hjá Neistanum. Neistamenn vunnu ársins fyrsta landskappingardyst hjá monnum 22-19 móti KÍF Mynd: Alvur Haraldsen Úr Klaksvík: DI2 Stjórnan A- H71 D14B Stjørnan - H71 B D14A Stjørnan - H71 Á DIG Stjørnan - H71 HEM Stjørnan - H7Í Av Skåla: G12B SúFb - VÍFb G12A StíFa - VÍFa D12A StiFa - VÍFa D12B StiFb - VÍFb G14A StíFa - VÍFa G14B StÍFb - ViFb D14A StíFa - VÍF G16 StÍFa - VIF DI6 StF -VÍF UM SF -VÍF Úr Vági: D12B VB - Neistin G14B VB - Neistin GI2B VB - Neistin G12B VB - Neistin c GI6A VB - Neistin á D12B VB - Neistin d D14B VB - Neistin b Kollfirðingar vóru heldur ikki so langt frá at fáa okk- urt burturúr dystinum, men havnarmenn vístu seg at vera stinnari og eru nú tað ovasta av teimum trimum høvudsstadarlidunum í 1. deild hjå monnum. KÍF-Neistin 19-22 (12-15) KIF: Eddi Joensen 7 (1), Jåkup Dam 6, Vagnur Jo- Hondbóltsúrslit um vikuskiftið 13-4 6-16 6-17 28-13 Stj. uttan dyst H71 metti ikki 11-0 2-9 11-12 12-17 5-20 8-9 18-11 SUF úr kapp. 33-23 4-17 3-17 7-6 16-8 5-6 hannesen 3, Petur M. Jo- hansen 2 (1), Christian M. Dam i. Neistin: Ari Rouch 6, Hans Lakså 4, Kåri Mortensen 3 (1), Páll Nólsoy 3, Jákup Sverri Kass 2, Jógvan Djur- huus 1, Andreas F. Hansen 1, Áki Mørk 1. Útvísingar: KÍF 3, Neistin |.