týsdagur 13. oktober 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998
Her tykjast (f.v.) Anna
Kristina Samson, Sólvá
Eystberg og Simona
Hansen ikki at hava
veruligt tamarhald á, og
Frida S. Johannesen er
sloppin igjøgnum. Men
eisini hesaferd bjargadi
Johanna Mikkelsen
Mynd: Alvur Haraldsen
Stjørnan eins storur favorittur
og nakar annar hjå kvinnunum
Hondbóltur: Kvinnulidid hjá Stjørnuni vann á Kyndli og vísti, at tær hava
eins góðar møguleikar og nakað annað lið at vinna føroyameistaraheitid i ár
EmiL L. JACOBSEN
I fjør lå kvinnuliðið hjá
Kyndli alla tidina millum
tey ovastu og bleiv at enda
føroyameistari, meðan liðið
hjá Stjørnuni lá í nidara
enda
Tí var Kyndil favorittur
til at vinna sunnudagin, tá
liðini settu hol á sína lands-
kapping í ár. Men tað vísti
seg skjótt, at favorittheitið
hjá Kyndli ikki hevði so
nógv hald í veruleikanum
Við góðum málmans-
spæli og skotsterkum bakk-
um eydnaðist tað Stjørnuni
at halda seg framman fyri
allan dystin og vinna fult
uppiborið móti einum
kyndlaliðið, sum ikki tyktist
taka uppgávuna í nóg stór-
um álvara, fyrr enn
var
Tað er kanska órættvíst at
taka nakran spælara hjá
Stjórnun: fram um aðrar,
men kortini slepst ikki und-
an at nevna tveir: Jóhanna
Mikkelsen i målinum og
Sólvá Eystberg á midjuni
Málverjin hevði ongar trup
ulleikar av at taka tey flestu
skotini hjá Lotte Sørensen
og Ann Hansen, og á mið
uni stýrdi Sólvá Eystberg og
spældi nógv upp ul skjútt
arnar Anniku Johansen og
Simonu Hansen.
Tað vísti seg enn einaferð,
at Kyndil ikki hevur nakran
veruligan strikuspælara, og
í hesum dystinum var stórur
OY sent
saknur í einum tílíkum.
Eisini gekk striltið at fáa
vengurnar við. Tað bleiv
bert til spæl aftur og fram
millum spælararnar mitt
fyri, og so endaði tað við,
at antin Lotte ella Ann
skeyt, og málverjin bjarg-
aði. Serliga í fyrra hálvleiki
høvdu føroyameistararnir
sera trupult við yvirhøvur
at skora — tå 28 minuttir
vóru spældir, hevði Kyndil
bert fingið try mál!
Tað bleiv bert til skot úti-
frå frá Lotte Sørensen og
Ann Hansen, men hvørgin
fekk nakað burturúr. Verjan
hjá Stjørnuni stóð væl, og í
málinum spældi Jóhanna
Mikkelsen ein branddyst —
ikki endiliga við at hava
góðar bjargingar, men við
at duga ótrúliga væl at
standa júst har bólturin
kom. Hon lårdi beinanvegin
Lotte og Ann av, og tá tað
ikki eydnaðist teimum báð-
um at fáa gongd á málskjót-
ingina, var í roynd og veru
einki at gera hjá Kyndli.
Kyndla-venjarin - skifti
nógv út fyrstu løturnar av
dystinum, meðan Stjørnan
sum hevði nógv færri fólk
á bonkinum enn Kyndil —
spældi við somu uppstilling
so at siga allan dystin
Annika Johansen, sum er
komin aftur úr Danmark,
skeyt fýra mál í fyrra hálv-
leiki, og tvær ferðir á rað
fekk Anna Kristina Samson
brotskast frá vonginum.
Marita Hermansen stóð væl
í Kyndla-málinum, og takk-
að verið henni bleiv
ongantíð heilt leyst millum
liðini.
Í seinna hálvleiki kom
Simona Hansen eisini við í
málskjótingina. Hon skeyt
fýra mál, tá Kyndil fór at
mansverja Anniku Johansen
— í staðin fyri Sólvá Eyst-
berg, sum hevði størri tydn-
Emil L. JACOBSEN
Um LÍF tapir í Sumba
og ikki flytir upp í 1.
deild, hava teir bert sær
sjálvum at takka fyri tað.
Leirvíkingar vunnu fyrra
dýstin um rættin at spæla
í 1. deild komandi ár
móti Sumba við tveim-
um málum móti einum,
men serliga í fyrra hálv-
leiki høvdu teir kjansir-
nir til fleiri mál.
LÍF byrjaði dystin sera
offensivt, og tað virkaði,
sum um sumbingar
vórðu tiknir eitt sindur á
bóli av hesum. Heima-
liðið fekk hol á, tá 20
ing fyri álopsspælið hjá
Stjórnuni, hóast hon ikki
skeyt so nógv sum mál sum
Annika.
Tá eini tveir minuttir vóru
eftir, fór Kyndil at verja
langt uppi á vøllinum, og
tað gjørdi eisini, at tær í eini
handavending komu frá 13-
17 upp á 16-17. Men tað var
ov seint, og tá Stjørnan so
fekk mál í seinastu sekund-
minuttir vóru spældir, og
tað var eitt sera gott mál.
Hjørleif Olsen vann bóltin
nakað inni á egnari hálvu,
og hann gjørdi ikki mætari
enn at fara sjálvur allan veg-
in og skora, eftir at fýra-
fimm sumbingar til fánýtis
høvdu roynt at steðga hon-
um.
Tað hevði tydning hjá
leirvíkingum at fáa hol á
rímiliga tíðliga, og teir øktu
um leiðsluna, tá fimm min-
uttir vóru eftir av fyrra hálv-
leiki. Eitt hornaspark endaði
við eitt sindur av aftur og
fram spælið framman fyri
Sumba-málinum. Bólturin
endaði hjá Poul Suna Dam,
unum til 18-16, var liðugt.
Sum heild vísti dysturin
sunnudagin, at um tað ikki
gongur væl hjá Lotte Sør-
ensen og Ann Hansen, fær
Kyndil ikki mál. Liðið hjá
Stjórnuni er nógv betri enn
í fjør, og tær hava longu
víst, at tað ikki er nøkur
grund fyri, at tær ikki skulu
vera millum tey ovastu lið-
ini í ár. Men nógvir dystir
eru eftir enn, og nógv kann
broytast, men sum nú er, er
torført at fáa eyga á nakran
avgjørdan FM-favoritt í
LÍF hevur 1. deild í eygsjón
Fótbóltur: Leirvíkingar vunnu fyrra dystin um rættin til at spæla
í 1. deild í 1999 móti sumbingum. Returdysturin verður næsta vikuskifti
sum skeyt. Málverjin vardi
fyri, men bólturin endaði
beint hjá Olgari Danielsen,
sum stutt frá málinum var
tryggur.
Beint eftir hetta málið
bleiv Kristjan á Reynair
púra leysur framman fyri
málinum, men hann skeyt
við síðuna av.
Í staðin fyri fingu sumb-
ingar eilt sera týdningar-
mikið mál, tá slakir tíggju
minuttir vóru eftir. LÍF
hevði júst tá havt ein stóran
kjans, men Sumba slær kon-
tra, og eftir ein stóran måi-
mansbrølara eydnaðist tað
Eiríki Joensen at skora til
1-2.
kappingini hjá kvinnunum.
Kyndil-Stjórnan 16-18 (5-7)
Kyndil: Lotte Sørensen 5
(2), Ann Hansen 3, Bryn-
hild Klein 2, Jórun Ludvig
2, Beinta Sørensen 2, Rakul
N. Joensen 1, Jensia H. Pet-
ersen I.
Stjørnan: Annika Johansen
6 (1), Simona Hansen 4 (2),
Sólvá Eystberg 3, Anna K.
Samson 3, Jastrid Gullak-
sen 1, Hansy Thomsen I.
Utvisingar: Kyndil 2,
Stjørnan 1.
Leirvikingar idradv
seg, men teir hava fram-
vegis bestu kortini á
hondini áðrenn retur-
dystin, sum verður
spældur á Krossinum í
Sumba komandi viku-
skifti.
Utimål telja ikki í hes-
um samanhanginum, so
um Sumba vinnur við
einum máli — líkamikið
um tað er 1-0 ella 3-2 —
verður longd leiktíð og
kanska eisini brots-
sparkskapping. Vinnarin
spælir í 1. deild næsta ár.
;
F
|
——