týsdagur 13. oktober 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
st ugle
ási ve
-
Nr. 193 — 13. OKTOBER 1998
tíðindablaðið S0s2lu
21
|
| Hugleiðingar um figgjarlog, figgjar-
| politik og búskapargongd
Navigare neccesse est og fíggjarlógin kann vera gott búskaparligt stýringsamboð. Men hetta stýr-
ingsamboð er enn ikki nóg væl evnað til, og kann vera, at búskaparskútan Føroyar snarar í bak-
borð, hóast fíggjarlógarróðrið av landsstyri og løgtingi verður mett at vera snarað væl í stýriborð
Stór menning er farin
fram, men ...
Nógvar broytingar eru
farnar fram seinastu árini
viðvíkjandi fíggjarlógarar-
beiðinum, og eru stór fram-
stig hend í samband við inn-
savnan og viðgerð av fíggj-
arupplýsingum frá stovnun-
um undir landskassanum.
Somuleiðis eru stór fram-
stig hend í sjálvari fíggj-
arlógini - ella í mátanum,
sum hendan verður sett upp.
Fíggjarlógin er týdningar-
miklasta amboðið í fíggjar-
politikkinum. Og fíggjar-
politikkurin er tydningar-
miklasti tåtturin av búskap-
ar-politikkinum sum heild,
tá ið talan er um at avmarka
tey konjunkturútsving, ið
hava merkt búskap okkara
hesa øldina, og sum ivaleyst
eisini framyvir fara at 6-
rógva búskapin nógv, um
ikki skynsamur fíggjarpoli-
tikkur verður rikin.
Hóast nógv er broytt til
tað betra í tí fíggjarlógar-
uppseting, sum landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum nú
hevur lagt fyri tingið í inun
til eldri uppskot, so eru enn
nøkur sera tydningarmikil
vidurskifti eftir at fåa upp å
plåss.
… trupult er at bera
saman figgjarpolitisk-
ar målssetni ..
Í almennu viðmerkingunum
í fíggjarlógar-uppskotinum
verður sagt, at búskapar-
vøksturin er stórur, og at
»fløskuhålsar« eru við at
gerast trupulleiki á arbeiðs-
marknaðinum. Víst verður
til samgonguskjalið, har
sagt verður, at landsstýrið
hevur sett sær fyri at reka
ein varnan og åbyrgdarfull-
an búskaparpolitikk. Í tekst-
inum framgongur eisini, at
yvirordnaður málsetningur
í fíggjarpolitikkinum er at
javna búskapargongdina.
Hesar viðmerkingar tulki
eg soleiðis, at fíggjarmála-
ráðharrin við uppskoti sín-
um til fíggjarlóg fyri 1999
vil føra ein tálmandi (kon-
traktivan) figgjarpolitik. I
øllum førum må minsta
målid vera, at landskassin
vid inntøkum og útreiðslum
sinum ikki verur vid til at
seta enn meiri ferð á bú-
skapin í komandi fíggjarári.
Sjálvur dugi eg tó ikki út
frá fíggjarlógaruppskotin-
um at meta um, í hvgnn
mun landsstýrismaðurin í
figgjarmålum røkkur hesum
målssetningum. Eg kundi
somuleidis hugsa mær, at
limirnir f løgtinginum, sum
skulu taka stødu til uppskot-
ið og onnur við, eins og eg
hava ilt við at meta um tað
ávirkan, uppskotið kemur at
hava á búskapin, verður tað
samtykt.
av fisgjarlógini ..
Fíggjarpolitikkur kann lýs-
ast sum tær royndir lands-
stýrið og løgtingið gera fyri
at stýra búskaparliga virk-
seminum í landinum sum
heild við at ávirka gjalding-
ar til og frá almennu kass-
unum. Hetta verður gjørt
við at geva út ella draga inn
keypiorku í samband við
skattir, avgjald og veitingar
og/ella við beinleiðis at á-
virka eftirspurningin í sam-
band við útreiðslur til løn,
vørur og tænastur.
Bæði inntøkusidan og út-
reiðslusíðan hjá landskass-
anum kunnu nýtast til at
seta ferð á búskaparliga
virksemið ella til at tálma
tað.
Fíggjarpolitiski virknað-
urin verður vanliga roknað-
ur sum samlaði virknaðurin
frá øllum einstøku játtanar-
postunum á fíggjarlógini.
Ymist er tó, hvussu ein-
støku postarnir virka á bú-
skaparliga virksemið, og tí
fæst ikki nakað gott mát fyri
fíggjarpolitiska virknaðin
við bert at leggja saman øll
slóg av útreiðslum og inn-
tókum, fyri síðan at kunna
vísa á eitt yvirskot ella und-
irskot á fíggjarlógini sum
mát fyri, um fíggjarpolitikk-
urin er stimbrandi (ekspan-
sivur) ella tálmandi (kon-
traktivur).
Eitt stórt yvirskot á fíggj-
arlógini nýtist íkki at
merkja, at varin ella kon-
traktivur politikkur verður
rikin. Sama er galdandi hin-
vegin.
… tí yvirlit mangla,
sum lýsa ávirkanina á
búskapin
Hetta er í mínari verð ein
høvudstrupulleikin við ver-
andi uppskoti til fíggjarlóg.
Høvudsyvirlitid í uppskoti-
num vísir samantaldar út-
reiðslur, ííggur og inntøkur
greinaðar eftir ábyrgdargki
landsstýrismanna. Hetta er
neyvan yvirlit, sum hjálpir
mær ella nøkrum gðrum, ið
hava áhuga fyri búskapar-
politikkinum, at gera grund-
aðar metingar av, hvussu
fíggjarlógin kemur at ávirka
búskapargongdina.
Trupulleiki við høvuds-
yvirlitinum er, at mong sløg
av transaktiónum eru sam-
anvavd. Hetta er ein trupul-
leiki í samband við meting-
ar av virksemisárininum, tí
sera ymist er, hvussu eitt nú
lønarutreidslur og avskriv-
ingar uppå gomul vedhalds-
útlegg åvirka búskapar-
gongdina.
Lónarútreiðslur og tilfars-
keyp kunnu hava stóra bein-
leiðis ávirkan á framleiðslu,
prísgongd og gjaldsjavna.
Veitingar til húsarhald hava
somuleiðis stóran týdning
fyri virksemið, men er
virknaðurin her meiri 6-
beinleiðis, tí húsarhald av-
gera í hvønn mun veiting-
arnar fara til nýtslu ella upp-
sparing.
Onnur sløg av transakti-
ónum, eitt nú rentuútreiðsl-
ur til statin, gjaldingar til
danska heilsuverkið, tilskot
og studningar, ið fara út av
landinum, avskrivingar upp
á gamla skuld til landskass-
an, setan av peningi í grunn
at nýta um 2 ár ella longur
úti í framtíðini, hava hin-
vegin ikki tann stóra týdn-
ingin fyri búskapargongd-
ina - í øllum fórum ikki upp
á styttri sikt.
Tel fyri innverðandi og
gomul fíggjarár
mangla í hevuðsyvirliti
Ein annar trupulleiki við
høvudsyvirlitinum er, at út-
reiðslur í ávísum fórum eru
nettotøl, sum fjala út yvir
ovurstórar bruttoútreiðslur
og -inntøkur, ið beinleiðis
hava týdning fyri almenna
og samlaða búskaparliga
virksemið.
Ein tridi trupulleikin við
at nýta høvudsyvirlitid sum
mát fyri fíggjarpolitiska
virknaðin er, at ilt er at gera
sær metingar av, í hvgnn
mun uppskotið leggur upp
til at tálma ella stimbra bú-
skaparliga virksemið, tí
einki samanlíkningargrund-
arlag er sett upp, ið lýsir
inntøkur og útreiðslur á
teimum ymsu postunum
fyri farin og inniverdandi
fíggjarár.
Greiðari málsetningar
i figgjarpolitikkinum
Alt gott um at landsstyrid
hevur sett sær fyri at reka
ein varnan figgjarpolitik og
at javna konjunkturgongd-
ina. Men her er jú talan um
endamålsordingar, = sum
kunnu tulkast ymiskar veg-
ir.
Onkur politikari vil til
dømis visa å, at landskassin
fær størri yvirskot komandi
ár, verður skattatrýstið
lækkað - ait annað líka. Væl
kann vera, at so er, og kem-
ur hetta ikki óvart á nakran
buskaparfrøding ella onnur,
sum fylgja við samfelags-
búskaparligum vidurskift-
um.
Tað, sum er vandamálið
her, er, at stórri yvirskot fyri
landskassan í sær sjálvum
tykist verða ein rættur mál-
setningur, og at størri yvir-
skot á fíggjarlógini er tað
sama sum varin fíggjarpoli-
tikkur. Hetta nýtist ikki at
verða so. Skattalættar hava
við sær, at stórri ferð kemur
á búskapin. Men við ver-
andi stóðu á arbeiðsmarkn-
aðinum er vandi fyri, at lin-
ur inntøkupolitikkur bert
elvir til ovurupphitaðan bú-
skap, har økta keypiorkan
ikki bert slær ígjógnum sum
vaksandi yvirskot hjá lands-
kassanum, men eisini sum
vaksandi = innflutningur,
verri kappingarføri og in-
flatión.
Tí eiga teir, sum smíðja
fíggjarlógina at gera greið-
ari orðingar av fíggjarpoli-
tiskum — målssetningum.
Grundleggjandi spurningar,
sum f hesum sambandi eiga
at verða reistir eru:
Eigur stórri ferð at verða
sett á búskapin við fíggjar-
lógini ella skal fíggjarlógin
virka tálmandi á búskapar-
gongdina?
Í almennu viðmerkingun-
um til uppskot til fíggjarlóg
eigur stóða at verða tikin til
hesar spurningar. Tá ið hetta
er gjørt, er somuleiðis neyð-
ugt við tallýsingum, ið so
greitt sum gjørligt vísa í
hvønn mun fíggjarlógin í
royndum samsvarar við
målsetningar um stimbrandi
ella tålmandi figgjarpolitik.
Yvirlit, sum betur lysir
figgjarpolitikkinum |
Fyri at gera hesa tallysing
er neyðugt vid enn einum
»høvudsyvirliti«, sum kann
hjálpa løgtinginum til stød-
utakan. Yvirlitið eigur at
vera evnad til soleiðis, at
møguligt verdur hjå ting-
limunum at fåa greidu å,
hvussu peninganytsla lands-
kassans åvirkar virksemid,
hvussu peningainntøkur
landskassans åvirka virk-
semið og somuleiðis hvussu
samanlagdi virknaðurin av
peningainntøkum og -út-
reiðslum verður á búskap-
argongdina.
Eri greiður yvir, at stórir
praktiskir trupulleikar eru
við at gera slíkt yvirlit. Eitt
stórt framstig hevði tó verið,
um fíggjarmálastýrið afturat
verandi »åbyrgdarhøvuds-
yvirliti« setti upp fíggjar-
lógina eftir sokallaða stand-
ardkonto-planinum, sum
umrøddur er á teimum báð-
um seinastu síðunum í
fíggjarlógaruppskotinum (s.
377-378).
Standardkontoir eru tvør-
gangandi og eru lagaðar eft-
ir teimum hugtgkum, sum
m.a. verða nýtt í tjóðarrokn-
skapinum, har dentur verður
lagdur á at lýsa búskaparligt
virksemi.
Slíkt yvirlit eigur at verða
sett upp eftir standarkonto-
planinum á ein slíkan hátt,
at lønir, tilfarskeyp og -søla
og onnur sløg av transakti-
ónum, sum hava stóra å-
virkan á búskaparliga virk-
semið, verða skildar frá
teimum gjaldingum, sum
hava lítlan og ongan týdn-
ing fyri innlendska eftir-
spurningin. Yvirlitið eigur
eisini at geva tingmonnum
og ødrum eitt samanlíkn-
ingar-grundarlag, og eiga
roknskapartøl og metingar
fyri farin og inniverðandi
fíggjarár tí eisini at verða
við í yvirlitinum.
Ein standardkontouppset-
ing av fíggjarlógini gevur
ikki nakra absolutta ella
sanna mynd av, í hvønn
mun figgjarpolitikkurin er
ekspansivur ella ikki. Men
slik uppseting er fortreyt
fyri någreiniligari lysing
hesum viðvíkjandi. I øllum
førum gevur hon eina meiri
eftirfarandi mynd av ti å-
virkan, sum fíggjarlógin
hevur á búskaparliga virk-
semið, enn verandi høvuds-
yvirlit.
lløgan í nýggju figgjar-
skipan landsins hevur verið
kostnaðarmikil. Fyrimunir,
sum nýggja skipanin skuldi
hava við sær, vóru m.a. betri
møguleikar fyri at lýsa bú-
skaparliga virksemið hjá tí
almenna. Í hesum sambandi
er tað serliga standardkont-
oskipanin, sum kann verða
til stóra nyttu.
Tað er tí mín vón, at stig
verða tikin til at gagnýta teir
møguleikar, sum nýggja
fíggjarskipan landsins rúm-
ar, soleiðis at veruligt
grundarlag verður fyri at
føra tilvitaðan figgjarpoli-
tikk f hesum landi komandi
årini.
Jonhard Eliasen,
cand.oecon.
umtó
I
ktu ketlarnir
eru å goymslu
$Bædi dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nyggjan
Vit hava serkønt fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð
— Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjå okkum.
MARIA POULSEN & Co |!
> [: Smyrilsvegur 8 — Tlf. 12000
—— om, OD