Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998 Kate Sanderson, fulltrúi á Uttanlandsdeildini í Tinganesi: Havið er ikki eitt mark og vit kunnu sam- starva til allar síðir Tað ræður um at duga at halda frásjónina, og tí er havið eitt sambindingarlið til øll londini kring okkum. Hugsa vit soleiðis, so eru Føroyar ógvuliga sen- tralar, sigur nýggi fulltrúin á Uttanlandsdeildini í Tinganesi DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG I byrjanini av hesum årinum varð Uttanlandsdeild stovn- að í Tinganesi, og har ar- beiða nú fimm fólk Ein teirra er Kate Sand- erson, sum fyri stuttum er byrjað at arbeiða á deildini. Hennara málsgki eru at arbeiða við uttanlandssam- starvi, fiskatilfeingismålum og umhvervismálum. Fyri fimm árum síðan varð Kate Sandersonm sett sum stjóri á NAMMCO í Tromse í Norðurnoregi. Hon var við til at byggja upp stovnin, sum er norður- atlantiskur stovnur fyri samstarvi um havsúgdjór- ini Starvið var tíðaravmark- að til fýra ár, men tá henda tíðin var av, varð starvstíðin longd fýra ár aftrat. Hon var miðskeiðis í næsta starvs- umfari, tá hon við familjuni flutti aftur til Føroya. Tá Uttanlandsdeildin lýsti eftir fulltrúa, gjørdi Kate av at søkja starvið, serliga tí hon og maðurin Carl Johan Jensen, rithøvundi, eiga tveir synir, sum nå eru åtta og 10 åra gamlir. Foreldrini hildu tað verða best fyri teir at fara heimaftur, og at tíðin var búgvin nú. Ein av fyrstu uppgávu- num hjá nýggja fulltrúanum var at fara til Kanada á ráð- stevnu, har tey átta arktisku londini viðgjørdu umhvørv- ismál og burðardygga menning. Royndir í altjóða samstarvi — Kunnu tinar royndir i NAMMCO brúkast í nýggja starvi tínum? — Eg havi arbeitt fyri ein lítan altjóða stovn, sum hev- ur givið mær innlit í hvussu samstarv virkar, og tað havi eg brúk fyri í mínum starvi í Tinganesi, sigur Kate Sanderson. Umframt tað hevur ein stórur partur verið upp- byggingararbeiði, eitt nú við at knýta samband mill- um NAMMCO og aðrar stovnar, sum hava við um- hvørvismål og tilfeingi at gera. Annar partur var at fylgja við úti í heimi, at vita hvussu tær avgerðir, ið vóru tiknar á hesum stovnum, virkaðu í verki. Tá Kate Sanderson var sett sum stjóri á stovnurin í Tromsø, varð skrivstovan nýggj og skuldi byggjast upp. Fyrsta uppgávan var at upplýsta um stovnin og at seta seg í samband við aðrar stovnar. Hetta er arbeiði, sum kann gagna í starvinum á Uttanlandsdeildini, hóast fiskivinnumál tekur Fiski- vinnumálastýrið sær av. — Eg havi í mínum starvi í Norgei fingið samband við nógv fólk í útlendskum um- sitingum og felagsskapum aðrastaðni, og havi fingið innlit í, hvussu arbeiðið verður gjørt. Mínar royndir í NAMMCO eru ikki bara um hval og kóp, men eisini um ymisk sjónarmið, og hvussu tey ávirka, sigur Kate Sanderson. Ræður um at knýta samband allar vegir — Tá id Føroyar einaferð fáa fullveldi, ræður um at vita hava samband út í heim. Ikki um Danmark, men eis- ini beinleiðis okkara egnu sambond. — ES er ein týðandi sam- starvspartur, men eg hugsi ikki, at vit bert skulu hugsa suðureftir. Føroyar eru ógv- uliga sentralar í Atlands- havi, og norðureftir er sam- starv við Island og Grøn- land. Beint f ein vestan er Kanada, USA og Suduram- erika og eisini stranda- londini, so tad er ikki bert ES, sum er åhugavert hjå okkum at samstarva vid. — Havid hevur einki mark, og er eitt sambind- ingarlið til øll hesi londini. Hugsa vit soleiðis, so liggja Føroyar væl fyri, sigur Kate Fimm starvsfólk arbeiða á Uttanlandsdeildini, sumvarð stovnað fyri ári síðan í Tinganesi. Kate Sanderson, fulltrúi, hevur fingið til uppgávu at arbeiða við uttanlands- samstarvi, fiskatilfeingi, umhvørvismålum og sam- starv vid ES um heilsu- frødilig vidurskifti. Kate Sanderson: — Um Føroyar einaferð i fram- tíðini fáa fullveldi, ræður um at knýta samband aðrastaðni enn bert til ES- londini um Danmark Sanderson. Hon heldur, at tað ræður um at duga at halda trásjón- ina, tí føroyingar ikki fata havið, sum eitt mark. — Ein tvistøda er kanska í Føroyum, tí vit eru umgird av havinum og síggja tað allastaðni. Er hugurin ikki so góður, og veðrið illsligt, so verða fólk tunglynt, með- an tað aðrir dagar er so klárt og vakurt, og útsýnið so langt, at tú kennir teg mið- skeiðis í heiminum. — Tað hjálpir at duga at síggja frásjónia ella per- spektivið, tí tá sært tú báðar partar, sigur Kate Sander- son. Hon uppfatar tað sum eina æru at fáa høvi at ar- beiða á Uttanlandsdeildini. Hetta er spennandi og um- ráðandi øki, serliga við ætl- anum hjá Landsstýrinum um fullveldi. — Vit skulu hugsa fram- eftir, og skapa grundarlagið júst á uttanlandsøkinum, sum Føroyar einaferð í framtíðini skulu yvirtaka frá dønum, sigur Kate Sander- son. Ur Australia til Føroya Nyggi fulltråin å Uttan- landsdeildini skuldi havt góðar møguleikar at arbeiða við uttanlandsmálum. Hon er ættað úr Australia, og kom til Føroya í samband vid lestrarauppgåvu f 1985. Hon hevur universitets- prógv í fornenskum, mál- søgu og bókmentir. Í hesi útbúgving var eisini norrønt mál, og tað var í hesum sambandi hon kom henda- vegin. Her hitti hon mann sín, giftist og fekk tvey børn. Kate Sanderson hevur eisini arbeitt í Tinganesi áð- ur, og hevur umframt tað skriva gránskingarritgerð um hval og hvalaveiður gjøgnum tíðirnar. Hetta arbeiði gjørdi hon frå 1986- til 93, samstundis sum hon arbeiddi i Tinganesi og und- irvísti í enskum á HF-skeið- num. Danskur prestur i Jeru- salem vitjar Í dag, 14. okt., fær Hin Føroyska Ísraelsmissión- in (HFÍ) vitjan av danska prestinum Jens Arne Skjøtt. Jens Arne arbeiðir sum prestur í Jerusalem og har um vegir. HFÍ varð stovnað í 1992. Vit hava hesi árini sent mangar volontørar til Ísraels at arbeiða á yms- um stóðum; t.d. hevur ein útsendingur okkara ar- beitt á granskingarmið- stødini Caspari, sum ar- beidir å visindaligum stødi vid jødad6mi/krist- indómi, og gevur út und- irvísingartilfar. Eisini hava vit havt volontørar á ymsum heimum og í einum bíbliuhandli í Jer- usalem. I løtuni er ein persónur i Israel, sum vit hava sent út saman við felagnum Ordet og Ísrael, sum ar- beiðir út frá Danmark. Hesin hevur verið í Ísrael í trý ár og hevur arbeitt millum norðurlendskan ungdóm, sum leitar sær avbjóðingar í Ísrael. ; I Føroyum arbeiðir HFI vid upplysandi tiltøkum, eins og Guds orð verður boðað. Í sambandi við hesa umreddu vitjan, skipa vit leygarkvgldið fyri einum Ísraelskvgldi á Runavíkar Sjómansheimi. Ætlanin er at savna tey, sum hava verið í Ísrael sum ferða- fólk, ella hava annan á- huga fyri Ísrael og tí, sum bylgist har um leiðir. Evnið fyri kveldið: — nakað um Ísrael fyrr og nú — um jødar, sum flyta heim til Ísraels eftir út- legd í fleiri ættarlið — um at vera kristin í ein- um jødiskum/muslimsk- um samfelagi —um aktuellu støduna hjå teimum, sum hava aðra trúgv enn tey, sum stýra landinum 0.a. Høvi verður at seta spurn- ingar og samtala um áhugaverd evni. Jens Arne er útbúgvin prestur og hevur arbeitt sum danskur prestur í Jer- usalem í meira enn 10 ár. Hann hevur nógv áhuga- vert at bera okkum frá sínum gerandisdegi í meldrinum í Miðeystri. Er góður prátari og lættur at samskifta við.