Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998 tíðindablaðið SOSlalun Andrea Camerini og Tiziana Salvi úr Italia funnu Før- oyar á alnótini. Soleiðis samskiftu tey aftur og fram og løgdu sær ferðina tilrættis, so hon gjørdist ikki ov kostn- aðarmikil hjá tveimum lesandi. Tey eru bert tvey av mongum seinnu árini, sum á einum róðrartúri á alnótini, eru komin fram á Føroyar og sum so hava gjørt álvara av og lagt leiðina hendavegin DAGFINN OLSEN MYND:JENS KRISTIAN VANG Andrea Camerini og Tizi- ana Salvi eru úr Italia. Tey eru lesandi, hann lesur pol- itikk og hon lesur sociologi. 28 åra gamli Andrea og 23 åra gamla Tiziana koma år Fano í Italia og lesa við Lærda Háskúlan í Urbino. Men tad er ikki f lestrarør- indum tey eru f Føroyum. Tå vit fregnast, um føroya- ferðin er „business or pleas- ure“, flenna tey og siga, at ferðin bert er „Pleasure“. Heima bíðar lesnaðurin. Á netinum Men hvussu komu tev í samband vid Føroyar? - Vit kendu lítið og einki til Føroyar, sigur Andrea, men á alnótini, interneti- num, komu vit í samband við danskar ferðamanna- stovur og á tann hátt fingu vit síðani samband við Ferðaráð Føroya og teirra heimasíðu. - Vit funnu eisini Tora Tourist á netinum, men tað eydnaðist okkum ongantíð at fáa heimasíðuna heilt fram, greiðir Andrea frá. maður Fyrstu náttina vóru tey á Hotel Føroyum, men síðani ynsktu tey at búgva á „Bed & breakfast“ og settu seg í samband við Sámal Blá- hamar á Toru Tourist. - Vit eru glað fyri, at vit komu í samband við so fryntligan mann, siga And- rea og Tiziana. - Hann hevur víst okkum ymiskt og gjørt ymsar av- talur fyri okkum. Vit hava sæð Tinganes og Løgtings- húsið og hitt fólk har. Eisini hava vit verið í Kirkjubø og aðrastaðir, siga tey bæði ferðandi. Ikki so kostn- aðarmikið - Vit hava lagt ferðina væl til rættis og kannað alt væl og samskift við ymisk, so ferðin hevur ikki verið okk- um so kostnaðarmikil, siga Andrea og Tiziana, sum hava hug at smíla, tí tey at byrja við fingu ymiskt veru- leikafjart at vita frá donsk- um ferðamannastovunum, sum tey samskiftu við. T.d fingu tey at vita, at Føroyar var við í EU. Hetta heldur Andrea vera sera skemtiligt, tí hann lesur politikk og hevur stóran á- huga í slíkum. Eisini heldur hann Føroyar vera sera á- hugaverdar í so máta. Tey bæði kenna seg væl í Føroyum og tey eru væl viðfarin av føroysku ferða- mannastovunum, og Andr- : ea og Tiziana hava ongar trupulleikar av veðrinum, sum tey siga líkist nógv veðurlagnum, har tey koma frá. Andrea er glaður fyri, at hann var á kanningarferð á alnótini, tí annars hevði hann ikki sitið sum ferða- maður í Føroyum í dag. Tey, ið vilja á samband við Andrea, kunnu skriva til hansara.: Andrea Camerini = camu70 hotmail.com Føroya Tele sóknast eftir # fýra Økisleidarum Føroya Tele er skipað við trimum høvuåsdeildum, Figgjar-, Marknaðar- og Teknisku deild. Hesar deildirnar eru aftur býttar sundur í fakdeildir, sum allar virka út frá hovuðssteðini í Torshavn. Uttan fyri Suðurstreymo y er Føroya Tele í løtuni skipað við fýra landafrødiliga atskildum økjum, undir leiðslu av hver sínum økisleidara, og visa starvsfólkini úti á økjunum íkki til fakdeildir men til okisleiðaran. Økini eru: Undir einum: Øki 3: Vágarnar, Øki 2: Norðurstreymoy, Øki 6: Sandoyggir Hvort sær: Øki 4: Eysturoyggin - Øki 5: Norðoyggjar - Øki 7 Suduroyggin Teknisk deild Marknaðardeild øki 5 øki 7 Norðoyggjar Suðuroyggir Økisleidararnir hava dagligu rakstrarligu ábyrgdina á okinum og vísa í tokniligum og marknaðarligum málum til deildarstjórarnar fyri ávikavist Teknisku deild og Marknaðardeildina. Uppgávan hjá økisleidaranum er saman við starvsfólkunum á økinum at umboða tænasturnar hjá Foroya Tele í tottum samstarvi við og undir sam- skipan av viðkomandi fakdeildunum í Havn. Arbeiðsuppgávurnar umfata: - leiðslu av starvsfólkunum, ið á økinum arbeiða innan monterarbeiði. Telebúð, skráseting, kaðalarbeiði, tokni og innan tænasturnar hjá Foroya Tele annars. - dagligu samskipanina av arbeiðinum á økinum millum viðskiftafólk og aðrar deildir hjá Foroya Tele. Krovini til tey, ið sett verða, eru: - góðar leiðsluroyndir og samskipanarevni - telduroyndir, við hugi og hegni til alsamt at nema sær kunnleika innan nýggjar skipanir - evni at leggja til rættis og raðfesta nógvar ymiskar uppgávur - hugur og hegni til tænastuveitan, umframt at seta seg inn í nýggja tøkni - at megna at arbeida undir trysti Fyrimunur er, um tey, ið sett verða, hava: - royndir innan fjarskifti - hóskandi útbúgving - handilsroyndir Starvsstødini eru í Miðvági, Soldarfirði, Klaksvík og á Tvøroyri. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Åhugadi kunnu venda sær til Hjaligrim Hentze, deildarstjóra á Teknisku deild ella til Poul Henrik Poulsen, deildarstjóra á Marknaðardeildini á tlf. 30 30 30. Løn sambært útbúgving og førleikum. Umsóknir, sum skulu vera Før oya Tele í hendi í seinasta lagi 30. oktober 1998, skulu sendast til: Foroya Tele, Att: Starvsfólkaleiðarin, Postsmoga 27, FO 110 Tórshavn FOROYAICLE T Tel 30 30 30 - Fax 30 30 31 - www.tele.fo Føroya Tele er skrásett hjånavn hjá P/F Telefonverkiå Reg. no. 2687