mikudagur 14. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998
tíðindablaðið SOSlAN:
us
a „A
A
Dee AR Ep —
EF Ar Poe
AA AA DA RSS 0. 4-4. SRS
á pære TOO:
A Po
Br
PE
roses?
berpee sg
VE Sr 00
OR DD: 0
iðka Ar
Í orðabókini stendur brandaljóð at merkja tað, sum á skaldsligum donskum
004 503 tt
ASSS VORI
brede
påt
”0rdn304224
á 9424
90045865
1224 44
bkktessaatadt
19250855550
1480 0$%
>åides
5 Á FRSBOUSCS4 4
+
a
btidndes4to;
+
1 R450d000003
H443200844044
TTT
kA
HEE
148854
…
á 4
så håks006000
nevnist „vábenklang“. I hugaheimunum
hjá mongum føroyingi leiðir hetta tó hugan aðrar leiðir, nevniliga til Tórshavnar jazz, fólka og bluesfestival, ið
Brandur Øssursson í ár skipar fyri á 15. sinni.
Og Brandur er, sum tíðin er gingin, nærum samnevndur við festivalin og brandaljóð kann eisini leiða hugan til tað
megnar tak, ið Brandur hevur tikið fyri fóroyskt tónleikalív, ta orrustu hann má sigast at hava vunnið
DAGFINN OLSEN
MYNDIR: JENS KR. VANG
Á 15. sinni lata Brandur
Qssursson og Norðurlanda-
húsið hurðarnar upp til Tórs-
havnar jazz, fólka og blues-
festival.
- 2300 tónleikarar hava
hesi 15 árini vitjað í Føroy-
um, sigur Brandur Øssurs-
son, tá vit hitta hann Yviri
við Strond, í Skansastovu,
har musikkskúlin heldur til.
Og júst Musikkskulin er
eisini eitt av hjartabørnunum
hjá Brandi.
- Hevdi ein kunnað saml-
að alt tað besta frá hesum
15 árunum til ein festival,
so hevði tað verið ein rimm-
ar festivalur, sigur Brandur,
sum metir, at festivalurin er
komin fyri at verða. Hann
hevur fingið rúm í huga-
heiminum hjá føroyingum,
heldur Brandur
- Men áhugin, smakurin, er
nógv broyttur seinnu árini.
Fyrr kundu vit fylla salin við
68' tónleiki. Tað kunnu vit
neyvan í dag. Alt er so nógv
broytt.
- Vit hava eisini í Føroyum
fingið eitt tónleikalív og
nógvar stak dugnaligar tón-
leikarar, nakað sum er vert
at lurta eftir. Ein skal íkki
undirmeta tey, ið spældu
fyrr, tí um tey ikki høvdu
spælt, so var einki, sigur
Brandur, ið eisini metir
tøknina at vera so framúr í
dag, at ljóðmyndin hjá ein-
staka lurtaranum er broytt.
Lurtarin er kritiskari nú, tí
hann heima í kamarinum
hevur møguleika at hava al-
skins útgerð.
- Eisini einstaki tónleikar-
in hevur betri møguleikar og
eigur sum oftast stórt fløgu-
savn. Áhugin í dag er djúpri
og meira málrættaður, held-
ur Brandur.
Musikkskålin
og festivalurin
- Í ti dagliga er hetta úrslit
av Musikkskúlanum, men
eisini festivalinum, tí fólk
hava sæð, at tað ber til at
venja seg. Tá Niels Henning
Ørsted Pedersen kom fram
hildu danir, at tad var 6gjør-
ligt at spæla so og ameriku-
menn fingu fyrstir eyguni
upp fyri honum. Fimm år
seinni vóru 10 danir, ið
leiktu líka væl. Slíkt hendir
tá ein sær, at tað ber til at
spæla so, ein upplivir tað og
prátar kanska við viðkom-
andi tónleikara, sum er eitt
heilt vanligt menniskja.
Hoyrir ein tað á fløgu, so
hevur ein avstand og trýr
kanska ikki uppá, at tað ber
til í veruleikanum. Soleiðis
hevur festivalurin havt týdn-
ing fyri føroyska tónleika-
lívið. Harumframt eru før-
oyskir bólkar, id ikki hava
spælt t.d. dansitónleik, eisini
slopnir at spæla sín tónleik
á festivalinum og teir hava
soleiðis havt eitt forum, met-
ir Brandur Øssursson
Hugskotið
- Sjálvt hugskotið til festi-
valin var í botn og grund
einfalt. Sum umboð í Nord-
jazz kom eg ymisk stød til
festivalir. Tað vóru ofta smá-
ir býir, har stór nøvn spældu
á gistingarhåsum, skúlum
og í biohgllum. Júst tá kom
Norðurlandahúsið og Hotel
Føroyar og Norrøna byrjaði
at sigla, so alt passadi væl
saman. Tad kravdi ikki tad
so øgiliga ljósa høvdid at
siggja tad, tå ein sat og ikki
kundi lata vera vid at hugsa
um at gera ein festival, sigur
Brandur.
- Tad lå f tidini, at hetta
kundi ein gera og Norður-
landahúsið sá eisini, at hetta
bar til, so vit formuleraðu
okkum sum ein norður-
lendskan festival og tað liva
vit eisini væl upp til í ár,
sigur Brandur og vísir á síð-
una í skránni, har tað sæst,
at nógv norðurlond eru við.
Plakatin
Men eisini úti í heimi hevur
festivalurin funnið rúm í
hugaheiminum hjá fólki
Tey vilja fegin hendaveg at
spæla og vit hava fingið á-
víst virði, heldur Brandur,
sum eisini heldur tað vera
áhugavert, at árliga plakatin
hevur stórt listarligt virði.
- Tá felagsskapurin Nom-
us fyri stuttum flutti í nýgj
høli, so var tað ikki soleiðis,
at tey nýttu høvid at sleppa
sær av við okkara plakat,
sum tey høvdu hangandi.
Hinvegin var hon nakað av
tí fyrsta, ið tey tóku við í
nýggju helini, greiður
Brandur frá.
Ongan hug
at gevast enn
- Júst nú kenni eg ikki, at ná
er upp á tíðina at eg blaki
frá mær. Heldur hinvegin,
sigur Brandur, ið heldur tað
vera stóra gleði, tá alt fellur
upp á pláss eftir strævi fyri-
reikingararbeiði.
- Festivalurin er komin í
fastar rammur, kann ein siga,
men spurningurin er um tað
er gott. Vit arbeiða við broyt-
ingum og hugskotum alla
tíðina. Júst í morgun hava
vit tosað um at hava eitt so
nevnt familjutelt vid happy
jazzi og pylsum og liknandi,
sigur Brandur.
- Ofta breiðir slíkur festi-
valur seg um allan býin. So
langt eru vit ikki komin enn,
hóast royndir onkutíð hava
verið gjørdar. Vanligt er við
ymsum tiltøkum, t.d. í SMS
og í gongugøtuni og eisini
hava javnan skeið verið á
skránni, men nakað fast er
tað ikki blivið til enn, sigur
Brandur.
Brandur stendur aftur í ár
á odda fyri festivalinum og
hann metir skránna at hava
ymiskt væl blandað at bjóða.
- Tað er líkasum hugskot-
ið við einum festivali, at tað
skal vera blandað. Ofta eru
fólk farin at lurta eftir einum
stórri navni og hava so hoyrt
onnur, ið tey eru blivin hug-
tikin av. Og soleiðis skal tað
vera, sigur Brandur Øssurs-
son, sum í kveld kl. 19:30
stendur á odda fyri Jassu
num, tá festivalurin byrjar
Umframt Jassarnar spæla
í kveld Elise Einarsdóttir
Ensemble, Jaspis við Jan
Klúvert og Merzi, Heini av
Skarði og Peter Falkenberg
og Bjørn Eidsvág