Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið S0S2U Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998 - ein flogvøllur flytir Seinasta mikukvøld flutti ein flogvøllur. Sum ein maðkur fór útgerðin frå Fornebu skríðandi norð- ureftir E6-motorvegnum til Gardermoen. Sunnanfyri liggur nú ein tómur flogvøllur. Mikudagin hóvdu 10.000 fólk arbeiðspláss sítt har, nú hevur eingin arbeiði har JóGvan HuGo GARDAR SKRIVAR ÚR OSLO Kl. 19.32 mikukveldið lætti seinasta ferðafólkaflogfarið frå Fornebu flogvøllinum í Oslo. Samstundis fóru last- bilar og onnur flutningstól undir at flyta restina av Fornebu-útgerðini til Oslo Lufthavn Gardermoen. Alt skuldi standa klárt morg- unin eftir, tá Gardermoen alment læt upp sum hevuðs- flogvøllurin hjá norðmonn- m. Líka síðani 1939 hevur bu verið flogvøllur, miðskeiðis í trýssunum fóru politikarar at hyggja 1€ g størri flogvølli. Eitt ótal av uppskotum hava verid framd á Stórtinginum gjøgnum sjeyti- og åttatiår- in, men gil endaðu í papp- frskurvini Men fyrst i 90'unum kom flogvallarspurningurin aftur á borðið. Kappingin millum eini fýra kommunur kring Oslo var hørð, men at enda avgjørdi Stórtingið at Gard- ermoen skuldi gerast nýggi altjóða flogvøllurin hjá norðmonnum. Har hevur flogvøllur verið í nógv ár. Flogvápnið hevur eina stød har, og meginparturin av ferðafólkunum sum skulu <suðureftir at sleikja sól> hava í nógv ár verið noydd at flúgva frá gamla Garder- moen. Orsøkin var at Forn- ebu ikki megnadi at taka imét øllum charter-flog- førunum. Kl. 06.52 hósmorgunin fór fyrsta ferðafólkaflogfar- ið frá Oslo Lufthavn Gard- ermoen. Hetta er størsta byggi- ætlan, sum er gjøgnumførd å landi i Noregi. Garder- moen hevur langa flogsøgu. Polarhetjan brast í bakkan tå hann sum fyrsti noråmad- ur skuldi taka altjóða flog- loyvið í 1914. Seinastu tvey árini áðrenn tann nýggi vøllurin opnaði, hava fleiri flogskiparar verið nær við at endurtaka Amundsen. Fleiri ferðafólkaflogfør hava nevniliga verið líka við at seta seg millum grav- kýr og lastbilar. Gardermoen skuldi gerast eitt stásiligt portur millum útheimin og Noreg. Her skuldi brúkast norsk byggi- list, norskt tilfar og norskir arkitektar. At so meginpart- urin av arbeiðsfólkunum hava verið sviar er ein onn- ur sega. Tað hevur nevniliga verið næstan Omøguligt at fáa hendur á norskum hand verkarum seinastu árini or- sakað av einum ggiligum trýsti á byggimarknaðin. Bjørn Sund hevur havt leiðsluna av byggingini av sjálvum flogvøllinum og terminalinum. Hann kom frá fyrireikingarbólkinum til OL á Lillehammer, og royndirnar frá tí tiltakinum hevur hann brúkt í samband við Gardermoen. Millum annað minnir innskriving- arhøllin nógv um Víkinga- skipið á Hamar (ein av ís- hallunum undir OL). Í 1992 avgjørdu politik- ararnir at Gardermoen skuldi byggjast. Hetta var endin á einum langum og torførum dysti millum rík- ispolitikarar og lokalpolitik- arar um, hvar tann nýggi vøllurin skuldi liggja. At at hann skuldi byggjast var eingin ivi um. Stríðið um flogvøllin er gamalt, og eini 20 ymiskt staðarngvn hava verið við í orðaskiftinum. Longu áðr- enn teir fóru at byggja Forn- ebu í 1933 var ósemjan týð- ulig. Nakar flogvøllur var heldur ikki talan um å Forn- ebu fyrrenn teir virknu og effektivu tyskararnir gjørd- u Fornebu lidnan undir krig- num. Og meðan tyskarar vóru í gongd vid Fornebu, so fóru teir í somu handa- vend undir at byggja ein flogvgll á Gardermoen. Hetta førdi við sær at orða- skifti um flogvall kódnaði. Men tað gingu ikki nógv ár, áðrenn eldur aftur kom í. Jet-flogførinum komu á skránna, og grannarnir hjá Fornebu ynsktu at sleppa undan ganginum. Tískil samdust 50.000 Fornebu- grannar í 1957, at nú høvdu tey fingið nokk. Tey bjóð- aðu seg fram til at keypa Fornebu, og steðga ferðsl- uni. Tilboðið bleiv avvíst av myndugleikunum. At byggja ein nýggjan al- tjóða flogvøll er ikki bara at siga. Eitt risastórt umráði er nú innhegnað og innan- fyri eru tvær breytir sum kunnu brúkast samstundis. Tað vil siga at tvey flogfør kunnu lenda og tvey fara avstað samstundis. Men undir astfaltinum liggja minnini eftir 250 hús- aeigarunum sum noyddust at flyta frá sínum heimum. Fyri nógv av hesum er flog- vallarbyggingin ein sorgar- leikur, og tey eru framvegis ikki heilt liðug við stríðið um eitt rættvíst endurgjald fyri at hava mist td. eitt barnaheim. Tilsaman hevur Oslo Lufthavn Gardermoen yvirtikið 730 bygningar, harav 339 húsaíbúðir. Fyrsta tilboðið frá myndug- leikunum var langt undir marknaðarprísinum, og ikki fyrrenn dómstólurin hevði talað, broyttu myndugleik- arnir hetta tilboðið til tað betra fyri ognararnar. 700 milliónir krónur hev- ur tann skjóttgangangandi togrutan frá Oslo til Gard- ermoen higartil kostað meir enn upprunaliga ætla. Með- an sjálvur flogvgllurin bleiv liðugur til tíðina innanfyri tað kostnaðarrammu sum bleiv løgd í 1992, so kann ikki tað sama sigast um nýggju togleiðina úr Oslo til Gardermoen. Alt gekk eftir ætlan, heilt til teir vóru komnir væl áleiðis í Rom- eriksporten, eitt 13,8 kilo- metrar langt berghol. Ný- mótans tok skulu í fram- tíðini brúka hetta bergholið. Men nær tað vita vit ikki. Tað vísti seg nevniliga, at teir meir ella minni høvdu tikið proppin úr fleiri vøtn- um, og nú er proppurin horvin. Eystanfyri Oslo liggur eitt nátturðuvakurt øki, og her eru eisini nógv Oslo Lufthavn Garder- moen er bygdur úr træi, betongi og flisum. Onki er málað. Alt skal vísa hvussu hetta tilfari í veruleikanum er, og at tað heldur sær. Mynd: Jógvan Hugo Gardar. Oslo Lufthavn Gardermoen vøtn. Fleiri av hesum vøtn- unum eru í dag minkað nið- ur í einki. Í dag er hol í botninum á Puttjern og Lut- van. Spreingiarbeiði undir hesum báðum vøtnunum førdi við sær at tey fóru at leka, og hóast roynt hevur verið at tetta við sementi og tí heilsuskaðiliga Roca-Gil, so lekur framvegis. Og ikki fyrrenn lekin er tettur kann bergholið brúkast. Teir hava brúkt 700 milliónir meir enn ætlað til hesa tetting, og skulu brúka minst 400 mill- jónir afturat. Noreg hevur fingið ein nýggjan ståsiligan flogvøll. Sjålvur terminalbygningur- in er nýmótans har træ, grátt betong og myrkir flisar er byggitilfarið. Fólk hava ver- ið í ødini tí nú verður longri at ferðast til flogvøllin, men nútíðarfólk ynskja heldur ikki gangin frá flogføru- num. Tí byggja myndug- leikarnir ikki longur flog- vallir nær stórbýum og høv- udsstødum. I stadin vera flogvallir lagdir langt frå fólki, og so verður í staðin buss- bil-, tok- og ferjusam- bandið bygt út. Norðmenn hava valt eina loysn sum ikki er so ólík tí vit hava í Føroyum. Og sjálvt Oslo-fólk fara at venja seg við at tað tekur eitt sindur av tíð at koma til Gardermoen.