mikudagur 14. oktober 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998
1939: Fornebu opnar við einari rullibreyt
1964: Ólavur kongur opnar dagsins Forne-
bu-terminal
1965: Stórtingið semist um at Fornebu í
framtíðini ikki kann vera tann einasti sivili flog-
vellurin í Oslo-gkinum.
1968: Stórtingið setir nevnd sum skal finna
egnað pláss til nýggjan flogvøll.
1970: Nevndin nevnir Gardermoen, Hur-
um, Hobgl og Ás sum møguligar flogvallar-vertir.
1971: Stórtingið samtykkir at Fornebu ikki
skal stongja, men flytir alla charter-ferðslu til
Gardermoen. Samstundis veråur eitt øki f Hobøl
sett av til nyggjan flogvøll.
1977: Gardermoen gerst avloysara-flog-
vøllur hjå Fornebu.
1984: Øki í Hobøl verður leysgivid og
samstundis sigur Stórtingið at flogferðslan skal
býtast millum Gardermoen og Fornebu.
1986: Luftfartsverket vísir á Hobøl, Hurum
og Ås sum møguligar flogvallar-vertir.
1987: Stjórnin semist um Gardermoen.
1988: Stértingid samtykkir at Hurum skal
veljast. Stjórnin er ikki samd.
1989: Ein frágreiðing um
mjørkavidurskiftini í Hurum ger at hesin møgu-
leikin fellir burtur.
1990: Stértingid stedgar Hurum-fyrireik-
ingini, og vil hava at Gardermoen verður kannað
sum ein møguleiki.
Ljós úr øllum ættum.
Hóast høllin er grá og
myrk, so er kenslan at her
er nóg nógv ljós. Hetta
hevur arkitekturin fingið
at virka við at brúka
nógvar gluggar. Dagsljós
kemur inn úr øllum ættum
Mynd: Jógvan Hugo Gardar.
Frá Fornebu til Gardermoen
tíðindablaðið S0812/ur
1992: Í oktober kemur endiliga Garder-
moen-samtyktin. Byggjast skulu tvær rullibreytir,
13 ferkilometrar skulu brúkast til flogvøllin og
pr'siurin skal vera innanfyri 11,4 milliardir krónir.
1997: Í november leggja NSB (tokfelagid)
og vegmyndugleikarnir fram sínar ætlanir. Saml-
adi kostnadurin fyri flogvallar-ætlanina er settur
til 17,8 milliardir
1993: Grannarnir í ødini tí endurgjaldið er
ov lágt. Myndugleikarnir góðkenna byggiætlanina
sum førir við sær at 800 fólk noyðast at flyta.
Byggingin byrjar í august.
1994: Útgravingin til Gardermo-banen —
tokleiðin sum skal flyta fólk frá Oslo til Garder-
moen uppá 19 minuttir — byrjar. Eingin veit um
teir trupulleikarnar sum NSB skal fáa av hesum
bergholinum. Fyrsta skotið fyri tokbergholið
Romerriksporten (13,8 km). Bygningurin á Gard-
ermoen sum skal taka ímóti 17 milliónum ferð-
andi er eisini við at fáa grundmúr.
1995: S1 hús verða seld til tey sum vil
syrgja fyri at taka húsini við sær.
1996: 3500 hondverkarar og verkfrødingar
arbeiða á flogvøllinum
1997: Fyrstu søgurnar eru farnar at ganga
um at vatn frá Puttjern lekur niður í Romeriks-
porten. Tettingin miseydnast, og eitur-gølan
Roca-Gil skakar fólk í inn- og útlandi.
1998: Gamla rullibreytin á Gardermoen
verdur stongd, og ferðslan verður nú løgd til tað
nýggju eystaru breytina. Í juni må NSB siga sum
tað er, teir klára ikki at gera tok-leiðina klára,
tettingin í Romeriksporten er enn ikki nóg væl-
eydnað. Í juli byrjar Charter-ferðslan at brúka
nýggju komu-høllina. Tøknin sum skal verða í
Flúgvandi list. Sjålvt listarverkini eru grá, og slíkar
standmyndir eru at síggja um allan tann nýggja luft-
havnsbygningin. Vakurt ella ikki? Í øllum fórum hava
listarverkini longu ført við sær eitt umfatandi
orðaskifti, og nú vita allir norðmenn um nýggju
listarverkini á Gardermoen
Mynd: Anfinn Bernaas
flogtorninum er nógvar mánaðir seinkað, og tey
noyðast at taka við sær gomlu útgerðina á Forne-
bu. 7. oktober klipti Haraldur kongur snórin og
Oslo Lufthayn Gardermoen kann endiliga takast í
nytslu. Flogvgllurin kostaði tað hann skuldi og
„ varð líðugur til tíðina.
æ
+
+ + ve
5 ——— I GB |||" >
I"
HA em
be
t