Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 294 — 14. OKTOBER 1998 eisini við í onkrum bólki, sum spælir funk fyri tað mesta, og eisini spælir hann í einum popp-bólki Tó sigur Teitur, at hóast hann spælir nógv ymisk sløg av tónleiki í letuni, so er tað jazzurin, ið honum dámar best. Sjálvur heldur hann, at ein av orsøkunum til, at hon- um dámar so væl jazz í løtuni, er tann, at ein sera stórur partur av tónleikaundirvísing- ini tekur stødi og dømir úr jazzinum. Tvær framførslur i Føroyum A Thing Called Teitur fer tvær ferdir å pall, medan teir eru her i Føroyum. Fyrru ferðina verdur i Klaksvik i kvøld, har teir fara å pallin i Atlantis. Teitur sigur, at hetta gledir hann seg nógv til, ti, umframt at hann er hálvur klaksvík- ingur, so hann sera spentur upp á, hvussu áskoðararnir fara at taka ímóti tónleikinum. tíðindablaðið <= >Á A Seinna framferslan hjá bólki- num verður fríggjakveldið, tá ið teir verða við í serliga for- oyska kveldinum, sum er á jazzfestivalinum. Haraftrat skal Teitur eisini taka lut i framførsluni hjå føroysku trioini JazzOasis leygarkvøldi, tå ið hann verð- ur gestatónleikari í tveimum legum. Hetta kemst av, at Teitur og Edvard Nyholm Debes, sum er við í JazzOasis, í summar gjørdu leg til tvær yrkingar hjá Williami Heine- sen, sum eru týddar til føroy- skt av Kristiani Matras. Tað eru yrkingarnar, "Hoyrdi tú havsins andalag" og "Stjørnur, mínir vinir burturi í djúpum". Hesar báðar yrkingarnar fara teir so at framfera leygar- kveldi. Sera spentir Bæði Teitur og hinir limirnir í A Thing Called Teitur eru sera spentir til framførslurnar, ið teir skulu hava. Teitur sigur, at Yngd nr. 26 - 14. okt. 1998 bert tann eini av dønunum hevur verið í Føroyum áður, og tað var, tá ið hesin var heilt lítil. Teir hava ti nýtt høvi til ai ferðast eitt sindur kring oyggjarnar, meðan teir hava verið her. Teir eru sera fegnir um at hava fingið møguleikan at sleppa upp til okkum at spæla, og hetta er eisini forkunnugt fyri føroyingar, ti at tað er fyrstu ferð, at Teitur Lassen fer at pall í Føroyum at jazza. Teitur sigur við Yngd, at hann sjálvur eisini er spentur at hoyra eitt nú Niels Henning Ørsted Pedersen, Følv við Leivi Thomsen, Lenu Ander- sen og mong onnur. Hann heldur; at jazzfestivalurin i år hevur eina sera áhugaverda og fjølbroytta skrá. Tey, sum hava hug at hoyra Á Thing Called Teitur á jazzfest- ivalinum, kunnu ogna sær atgongumerki í Norður- landahúsinum. Bólkurin fer á pallin friggjakvøldi klokkan 19.30 í konsert- salinum, og ynskir Yngd teimum góða eydnu. 15