mikudagur 14. oktober 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998
sostalurin, box
76, 110 torshavn -
tif 31 18 20 - fax 31 47 20 -
tíðindablaðið 3082
ÍTRÓTTUR
teldupost til ítróttin: emil (2 sosialurin.fo Á
Føroyingarnir ræðast
17
Á
ikki skotska hovuðspælli
Fótbóltur: Todi hevur ikki gloymt møguleikan, sum hann hevði í Glasgow, og Jákup stúrir
ikki fyri, at skotarnir skulu gera so nógv um seg í høvudspælinum í føroyska brotsteiginum
Føroyska landsliðið vandi á vøll-
inum hjá Co Rangers, sum er tætt
við Aberdeen Thistle Hotel, har
teir halda til, sunnudagin seinna-
partin og mánadagin seinnapartin.
Venjarin heldur framvegis, at
nógv hvíld er sera týdningarmikil
sum liður í fyrireikingunum til
stríðið í kvøld, og tað hevur givið
seg til kennar í, at eingin fyrraparts
venjing hevur verið mánadagin og
í gjár. Mánadagin vóru spælararnir
fyrrapartin inni í miðbýnum og
keyptu, og í gjár vóru teir útferð
fyrrapartin. Í gjårkvøldid klokkan
18.30 skuldu teir venja á vøllin-
um, har teir skulu spæla í kveld
klokkan 20.00.
Lagið er sera gott á spælarun-
um. Tað kendist heilt væl á venj-
ingini í fvyrrakvøldid. Sámal Jo-
ensen og Pól Thorsteinsson, sum
ikki vandu saman við hinum
sunnudagin, høvdu ongar trupul-
leikar í fyrrakvøldid, og allir åtjan
koyrdu á. Ein stórur partur av
venjingini var, at trý lið spældu á
lítlum velli við stórum málum.
Tvey lið vóru á vøllinum í senn,
og tað var lagt upp til, at teir skutu
nógv móti málunum hjá teimum
frágera góðu málverjunum, sum
eru við á ferðini.
Spælararnir tóktust hava vunnið
seg heilt aftur, eftir stríðið í Litava.
Lagið var gott, og teir gingu uppí
venjingina við lív og sál. Onkuntíð
kendi venjarin seg noyddan at
biðja teir ansa sær, at teir ikki
skaddu hvønn annan, men allir
komu frá tí í øllum góðum.
Skotski venjarin Craig Brown
nevnir ikki óvæntað Toda
Jónsson sum mannin, ið
skotska verjan skal ansa sær
fyri
Gylti meguleikin
Tá skotski venjarin, Craig Brown,
hevur verið biðin um at vísa á
onkran spælara, sum hann heldur
vera sera vandamiklan á føroyska
liðnum, so ivadist hann ikki, men
vísti á Toda Jónsson, og tað var
eisini eftir álopsmanninum hjá
FCK, at skotsku tíðindamenninir
fregnaðust eftir, tá teir fylgdu við
venjingini. Tað gjørdi tað ikki
verri, tá teir fingu at vita, at annar
av abbunum hjá álopsmanninum
var ættaður úr Skotlandi, og onkur
helt skemtandi fyri, at tað var
spell, at Todi hevði spælt fyri Før-
oyar, tí annars heyði einki verið í
vegin fyri, at hann kundi umboðað
Skotland.
Men Todi Jónsson spælir fyri
Føroyar, og hann vil ógvuliga feg-
in skora í kveld. Tað vilja álops-
spælarar altíð, men ynskið hjá
Toda er serliga sterkt hesa ferð:
— Nei, eg havi ikki gloymt møg-
uleikan, sum eg fekk í Glasgow
fyri fýra árum síðani. Kurt Mørk-
øre, sum ta ferðina var á miðvgli-
inum, spældi meg leysan, og eg
rann undan einum verjuspælara
inn í brotsteigin. Eg haldi, at skot-
ið var ikki so galið, men tíverri
fyri meg og okkum, so vardi Andy
Goram, sum vardi skotska málið
ta ferðina, sera væl við einari re-
fleksbjarging. Tað havi eg ofta iðr-
að meg um, men nú fáa vit og eg
ein nýggjan møguleika, staðfestir
Todi Jónsson, sum við átta málum
er toppskjútti í teimum 55 altjóða
skrásettu landsdystunum, Føroya
higartil hava spælt. Todi skoraði
síðst, tå Føroyar vunnu 2-1 móti
Malta á Svangaskarði. Tað var 8.
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo |
juni í fjør ella fyri meiri enn sekst
an mánaðum síðani
Hevuðspælið
stóran týdning
Jens Martin Knudsen, Jens Krist
ian Hansen, Óli Johannesen og
Henning Jarnskor vóru allir í før-
oysku verjuni, tå Føroyar fyri fýra
árum síðani taptu 5-1 í Glasgow
og teir minnast allir aftur á upp-
skriftina, sum skotar brúktu, tá teir
skoraðu:
— Teir oystu eina rúgvu av høg-
um bóltum í brotsteigin, og serliga
var tað Pat Nevin, sum syrgdi fyri
innleggunum úr høgra borði. Mál-
ini fingu teir, tá teir stútaðu inn
leggini í kassan, ella tá teir vóru
fyrstir á, eftir at stríð um bóltin
eftir innlegg var enda við, at bólt
urin datt niður í brotsteigin, minn
ist Jens Martin Knudsen afturá
Men Jákup Mikkelsen, sum
hesa ferð hevur latið Jens Martin
Knudsen plássið á beinkinum, har
Herfølge målverjin sat, tá føroy-
ingar fyrru ferðina rc yyndu seg í
Sk: tlandi, er ikki so bang
at tað hesa ferð skal eydnast hjá
skotum at fáa fleiri mál eftir høgar
bóltar inn í brotsteigin
— Vit hava hugt at 1. hálvleiki
av málleysa dystinum, sum Litava
og Skotland spældu i Vilnius, og
eg haldi ikki, at skotarnir vóru
in fyri,
ræðandi. Vit løgdu serliga til
merkis, at verjuspælararnir hjá
Litava vóru betri í luftini, enn
skotarnir vóru, og tað var hugaligt
leygardagin at síggja, at verju-
spælararnir hjá okkum ikki heydu
stórvegis trupulleikar í høvud-
spælinum móti Litava, sigur Jákup
Mikkelsen.
Spælararnir, venjarin, leiðarar-
nir og hjálparfólkini eru samd við
pressuni og teimum 20 ferðafólk-
unum, sum vóru við í Litava og
eru við í Aberdeen, har tey y halda
til á ný sg Patic gistingarhusin-
um tætt vid miðbýin, at tað hevur
verið gott fyri seinnapartin av
ferðini, at leiðin fyrst gekk til Lit-
ava og síðani til Skotalnds og ikk
mótsatt. At tað eydnaðist at fáa
eitt stig við úr Litava hevur ikki
gjørt lagið í Skotlandi verri. jh
Allan: Ikki burturvið at miðja eftir javnleiki
Tað hevur verið stórur gravgangur
eftir venjaranum hjá føroyska
landsliðnum, síðani landsliðið
kom til Aberdeen sunnumorgunin.
Skotsku fjølmiðlarnir og onkrir
eingilskir við minnast framvegis
avrikini hjá ársins spælara í Eu-
ropa í 1977, og tað er einki at ivast
í, at javnleikurin í Litava leygar-
kveldið hevur økt um åhugan fyri
dystinum og virðingina fyri før-
oyska liðnum. Føroysku ferða-
leiðararnir hava kent seg noyddar
til at vísa fjølmidlaf6lkunum burt-
ur, tá tey hava roynt at fingið sam-
band við venjaran á gistingarhus-
inum, men í sambandi við venj-
ingarnar hava teir sjál vandi tosað
við venjaran, og seinnapartin í gjár
skuldi tað vera tíðindafundur.
Allan Simonsen er vanur við eitt
sindur av hvgrjum — ikki minst
frá tíðini í Barcelona — og hann
letur seg ikki renna um koll av
pressuni.
— Tað er hugaligt, at lagið er
gott, og eg merki, at spæligleðin
kanska er stórri, enn hon nakrantíð
hevur verið. Vit hava onkrar smá-
vegis trupulleikar við skaðum,
men eg rokni avgjørt við, at allir
átjan verdatøkir til dystin, og eg
ætli mær ikki at gera tær stóru
broytingarnar á liðnum, sum stóð
seg so væl í Litava, er boðskapurin
hjá venjaranum, sum har við letur
skýna ígjógnum, at hann ætlar at
leggja fyri við sama liðnum, sum
spældi í Vilnius.
Heldur tú, at spælararnir eru
komnir fyri seg eftir dystin í Vil-
nius og ferðingina higar?
— Tað sær soleiðis út, og eg havi
eina greiða fatan av, at spælararnir
eru fysiskt betri fyri nú, enn teir
vóru fyri góðum tveimum árum
síðani, tá vit í fýra dagar spældu
tveir landsdystir. Ta ferðina var
tað týðuligt í 2. hálvleiki móti
Spania, at stríðið móti Slovakia
hevði kostað nógva orku. Sjálv-
andi kann tað hugsast, at tað verð-
ur neyðugt við fleiri skiftingum í
kveld, men tí kvígi eg ikki so nógv
fyri, tí eg haldi ikki, at bonkurin
nakrantíð hevur verið breiðari og
sterkari, enn hann er á hesari ferð-
ini, staðfestir venjarin.
Tá vit tosa um útlitini í kveld,
kvígir venjarin ikki so nógv fyri
einum stórum skrædli. Hann vísir
á, at talan hevur verið um støduga
framgongd eftir stóra lúsingin í
Estlandi fyrst í juni, og Allan Sim-
onsen fjalir ikki, at hann ikki held-
ur møguleikan fyri at fáa eitt stig
at vera langt burtur:
— Undir vanligum umsigðum er
Skotland styrkismett nógv hægri,
enn okkara lið er, og teir eru sjálv-
andi favorittar á heimavølli, ser-
liga eftir at teir ikki stóðu seg so
væl móti Estlandi. Sum altíð í
fótbólti so veldst tað eisini hesa
ferð um, hvussu dysturin fer at
taka ser upp, men eg havi álit á
mínum spælarum. Teir hava tapt
tepurt 1-0 móti Bosnia og Kekkia,
og í báðum fórum hava vit verið
óhepnir. Móti Litava fingu vit
fyrsta stigið í í hesari undankapp-
ingini, og nú vóni eg, at vit kunnu
fáa fyrsta málið og helst eisini Í,
minstæ lagið eitt stig.
Hvussu roknar tú við
urin fer at taka seg upp?
— Teir fara at leggja fyri við
nógvari ferð, og tað fer at seta
okkum undir eitt stórt trýst
Megna vit at koma undan tí, og
ferðin lækkar eitt sindur, so vóni
eg, at framrættaða spælið hjá okk-
um fer at hanga betri saman, enn
tað gjørdi í Litava. Vit fara undir
øllum umstødum at fáa målmøgu-
leikar — tað gjørdu vit fyri fýra
árum síðani, tá vit taptu nógv, og
tað gjørdu vit leygardagin, sjálvt
um vit vóru undir øgiligum trýsti
— og so hevði tað verið sera huga-
ligt, um vit høvdu megnað at gera
mál, ynskir Allan Simonsen, sum
kortini ásannar, at hann hevði
„eipki havt ímóti einum málleysum
at dyst-
” javnleiki afturat jh