Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 á SENS UK tíðindablaðið SOSU Nr. 194 — 14. OKTOBER 1998 Skotska legan er Orogva0 Målverjin hevur givid avbod, og ein ålopsmadur hevur brotid armin. Um teir ikki vinna i kvøld, so fær venjarin sekkin Sjálvandi skal dysturin móti Føroyum vinnast, men tað verður neyvan ein endur- tøka av 5-1 sigrinum á Hampden Park í Glasgow í fyrradagin fyri fýra árum síðani. Tað er áskoðanin, sum skotar geva til kennar, tá tosað verður við teir um landsdystin, sum verður á Pittodrie leikvellinum í Ab- erdeen í kveld. Hetta er galdandi fyri hyruvognsfør- aran, krambakallin í teldu- handlinum, og fyri tíðinda- menninar, sum hava fylgt venjingini hjá føroyska liðnum Sjónarmiðið er, at skal Skotland gera sær nakrar vónir um at sleppa við í EM-endaspælið, sum verð- ur í Hollandi og Belgia í ár 2000, so skulu heimadyst- irnir vinnast, og serliga teir móti pinkutjóðunum. Pinkutjóðirnar í bólki níggju í undankappingini eru Føroyar og Estland Skotland vann leygarkvøld- ið á heimavelli móti Est- landi, men teir vóru heilt leingi í stórum vanda fyri ikki at fáa oll trý stigini, og hetta tykist hava sett ein álv- arsligan hvøkk í skotarnar, sum eru á og um liðið, og í viðhaldsfólkini. Víst verður á, at byrjanin til hesa und- ankappingina hevur verið alt annað enn bjørt. Skot- land var heppið at fáa eitt stig í Litava, og teir vunnu akkurát móti Estlandi. Í fjøl- miðlunum og millum manna verður tikið til, at um Skotland ikki vinnur móti Føroyum, so fær væl dámdi venjarin, Craig Brown, iva- leyst sekkin. Tad ørkymlar, at verjan hevði stórar trup- ulleikar leygarkveldið. Col- in Hendry, sum er liðfor- maður, og Colin Calder- wood plaga at vera sannir brandar í miðverjuni og álit- ini, sum hava borið, tá nógv annað á liðnum hevur ridl- að, men teir klossaðu fleiri ferðir í tí móti Estlandi, sum hevði fleiri møguleikar at gera mál. Viðmerkingin hjá Craig Brown, venjaranum, er henda: — Føroyar fingu målleys- an javnleik i Litava. Tad var sama úrslit, sum vit fingu, og tað átti at sagt okkum øllum, og eg havi mint mín- ar spælarar á, at talan verður ikki um nakran lættan sigur. Vit høvdu ein mann, Frank Coulston, i Vilnius, og nå fari eg at lurta eftir, hvat hann fekk burturúr føroyska spælinum har yviri. Vón- andi verður tað lættari at vinna, enn tað var leygar- kveldið, men tað skal vilji og stríð til, um tað skal eydnast. Colin Calderwood var leygarkvøldid merktur av, at hann hevði ein skaða at dragast við, og vit vóna, at hetta verður frægari mikukvøldid. Jim Leighton tikid seg aftur Tað kom sum ein bumba, tá málverjin á landsliðnum, Jim Leighton, í fyrradagin boðaði frá, at hann hevur spælt sín síðsta landsdyst. Síðsti landsdysturin, sum var nummar 91 fyri hansara viðkomandi, spældi Leigh- ton leygarkvøldid, og aftaná fekk hann av at vita í blød- unum. Fjølmidlarnir góvu 40 ára gamla málverjanum skyldina av einum ella tveimum málum, og hóast venjarin var rættuliga av- gjørdur, tå hann vísti åkær- unum aftur og segði mål- verjan hava spælt væl, og at tað var hann, sum bjarg- aði skotunum undan eyð- mýkjandi tapinum móti Est- landi, so hevur málverjin stungið í sekkin. Leighton hevur onga orsøk givið fyri, hví hann er farin til hús, men tað eru fleiri, sum halda, at hann tímir ikki at standa model til órættvísu viðferðina. Tá vit frættu, var ikki greitt, hver skal verja skotska málið í kveld. Helst verður tað Neil Sullivan, sum er málverji hjá Wim- bledon og sum var eyka- målverji leygarkvøldid, ella kanska verdur tad Celtic målverjin Jonathan Gould. Hvørgin teirra hevur serlig- ar altjóða royndir, men teir eru báðir góðir málverjar. Vit søgdu í blaðnum í gjár, at fjúrtan skotskir spælarar, sum høvdu verið evni til at verið millum átjan teir bestu, góvu avboð til dystin móti Estlandi. Ein teirra, Craig Burley, er tøkur aftur. Hann var leikbann- aður móti Estlandi, tí hann varð rikin av velli, tå Skot- land spældi móti Marokko í HM-endaspælinum í summar. Trupulleikarnir hjá skotska venjaranum eru kortini ikki minni av hesum veruleikanum, tí Kevin Gal- lacher breyt armin móti Est- landi, og mánadagin varð hann lagdur undir skurð í Blackburn, har hann spælir í premierligu felagnum. Ættarliðsskifti Skotsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr, at Skotland stendur fyri einum ættar- liðsskifti í landsliðsfótbólti. Tað verður ikki avvíst, at teir, sum spæla nú, fara at megna at vinna Skotlandi pláss í EM-endaspælinum — megnar Skotland hetta, so verður tað triðja ferðin á rað, at teir gera tað — men fjølmiðlarnir vísa eisini á, at um hetta fer at eydnast, so verður tað fyrst og fremst tí, at måtstødan í undan- kappingarbólki níggju er minni, enn hon er í nøkrum av hinum bólkunum. At Skotland verður mett ikki at vera serliga væl fyri ger, at tað kann roknast við, at teir í endaspælinum meiri vera ífylla enn ngkur hóttan fyri métstødulidini, sum tå verða væ? betri enn tey, sum Skotland nú spælir ímóti. Móti Estlandi var Billy Dodds mettur sum stóri bjargingarmaðurin, tá hann kom inn og skoraði tvey mál. Men hann er 29 ára gamal, og hóast málini og sjálvsagt pláss millum teir fyrstu ellivu í kveld, so verður Dodds ikki mettur sum ein framtíðarmaður. Ally McCoist spældi við móti Estlandi. Hann er 36 ára gamal, og at hann fram- vegis verður mettur sum ein av frægastu álopsmonnun- um sigur nakað um trupul- leikarnar at fáa nýtt fólk inn á liðið. Fjølmidlarnir halda, at landsliðið skal fara undir ættarliðsskiftið beinanvegin dysturin móti Føroyum er av. Men so halda teir eisini, at tað verður neyðugt við onkrum venjingardystum, tí landsliðið skal spæla tveir undankappingardystir í mars — å-heimavølli móti Bosnia og Kekkia ávikavíst 27. og 31. mars. Men stóri spurningurin er so, hverjir ungir menn eru á veg inn á landsliðið. Her verður leitað við lykt, og fyrst og fremst verður víst á teir, sum nú eru á U-21 landsliðnum. Ein teirra er Paul Dalglish. Hann er son- ur ein tann kendasta skotska landsliðsspælaran nakrantíð — Kenny Dalglish . Pápin Fyra vóru við í Glasgow fyri fyra árum síðani Talan verður neyvan um fleiri áskoðarar hesa ferð, enn tað vóru í Glasgow fyri fýra árum síðani Hóast føroyingar meiri hava lyndi vil at hugsa um norð- urlendsku breðratjóðirnar, tá tað verður tosað um grannar, so sigur landafrød- in okkum, at talan er um grannauppgerð, tá Skotland og Føroyar í kveld klokkan átta spæla landsdyst í Aber- deen. Og tað sæst á býar- myndini í skotska oljuhøv- uðsstaðnum, at nógvir før- oyingar eru komnir á staðið Kanska fara upp móti tåsund føroyingar at hyggja at á stadion í kveld, og tað fer heilt víst at hoyrast út á vøllin, og tey, sum síggja Sky Sport ella onkra aðra sjónvarpsrásina lara at leggja til merkis føroysku fløggini, húgvurnar og turri- klødini, og tey fara at hoyra rópini gella út yvir slætta vøllin. Hetta er eisini nakað, sum spælararnir siga seg leggja stóran týdning í. Tað rúmast 23.000 áskoð- arar á stadion, sum í kveld fyri síðstu ferð verður karm- ur um altjóða landsdyst. Tað verður ikki roknað við, at tað verður fullsett, og talan verður neyvan um fleiri á- skoðarar, enn tað vóru í Glasgow, tå Føroyar og Skotland spældu har 12 oktober 1994 Royndu menninir Tá føroyingar taptu 5-1 í Glasgow, var tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevði ábyrgdina av lands- liðnum á útivelli. Byrjanin var einki serlig. Fyrst vann Grikkaland 5-1 á Svanga- skarði, og so vann Skotland á heimavelli við somu tøl- um. Føroyskur málskjútti ta ferðina var Jan Allan Miill- er, sum tá umboðaði Hor- sens í Danmark, og skoraði tað fyrsta av teimum fýra málunum, sum hann higartil hevur gjørt á landsliðnum. Jan Allan Muller er ikki við í Skotlandi, og hóast Allan Simonsen altíð hevur undirstrikað, at hansara mál hevur verið at samanspæla eitt lið, har spælararnir kenna hvønn annan og vita, hvussu teir skulu ar beida saman, so er tad ein veru- leiki, at bara fýra spælarar, sum vóru á liðnum fyri fýra árum síðani, verða millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Vit rokna tá við, at liðið í kveld fer at vera tað sama, sum tað var í Litava. Tá Føroyar spældu í Glas- gow, vóru hesir á liðnum: Jens Martin Knudsen — Henning Jarnskor, Tummas Eli Hansen, Oli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen — Jan Dam (Dj6ni N. Joensen, 54.), Kurt Mørkøre (Janus Rasmus- sen, 71.), Magni Jarnskor — Jan Allan Miller, Todi Jóns- son. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn sótu Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen og Jens Erik Rasmussen. Hetta vil við ødrum orð- um siga, at Henning, Oli, Jens Kristian og Todi hava royndina at spæla fyri Før- oyar í Skotlandi, meðan Jákup upplivdi fyrru ferðina frá beinkinum. Jens Martin og Jan vóru við ta ferfðina, men nú vera teir á beink- inum. Skotland vann 2-0 í Før- oyum 7. juni 1995, og tann sigurin var ivaleysa stórur. Føroyska liðið sá ta ferðina soleiðis út: Jens Martin Knudsen — Henning Jarn- skor, Tummas Eli Hansen, Óli Johannesen, Janus Ras- mussen, Øssur Hansen — Julian Johnsson, Jens Krist- jan Hansen, Magni Jarnskor (Allan Joensen, 65.) - Jens Erik Rasmussen (Jan Allan Muller, 74.), Todi Jónsson. Á beinkinum sótu ta ferðina alla tíðina Kaj Leo Johanne- sen, Harley Bertholdsen og Djóni N. Joensen. Tað vil siga, at teir oman- fyri nevndu fýra spælarar- nir, sum eisini fara at spæla í kvøld, hava verið við móti Skotlandi báðu ferðirnar. Jens Martin Knudsen hevur spælt tvær ferðir, og Jan Dam eina ferð. Eingin av hinum, sum eru við í Skot- landi, hava áður roynt seg móti grannunum fyri sunn- an — hvørki á heima- ella á útivelli. jh spældi fleiri enn eitt hun- drað ferðir fyri Skotland, og sonurin er nú í Newcastle, har pápin var venjari til fyri stuttum. Men trupulleikin hjá Paul Dalglish er tann sami, sum hann er hjá fleiri av hinum ungu monnunum. Teir sleppa sjáldan á besta liðið í feløgunum, sum teir spæla í, og tað skundar ikki undir menningina og harvið evnini at umboða Skotland. jh GÓÐIR BRÚKTIR BILAR Nissan Sunny 1.7 diesel GL St. Car árg. 86, 5 hurðar, bláur, 162.000 km Nissan Bluebird 2.0 SLX 5F 5H árg. 89, 5 hurðar, hvítur, 114.000 km 26.000 issan Primera 2.0 LX árg. 97, á hurðar, bláur, 14.000 km 147.000 Peugeot 405 1.6 GL árg. 88, 4 hurðar, hvítur 99.000 km 50.000 Peugeot 405 2.0 GTX árg. 95, 4 hurðar, hvítur, 48.000 km 119.000 Peugeot 405 GTX 1.9 árg. 91, 4 hurðar, reyður, 48.000 km 78.000 Citroén BX 19 Diesel árg. 92, 5 hurå., vínreyð., 194.000 km 65.000 Subaru 1800 GL 4X4 árg. 88, 4 hurðar, blágráur, 152.00 km 27.000 Suzuki SJ 413 4X4 árg. 87, 3 hurðar, bláur, 73.000 km 30.000 Toyota Camry árg. 86, 5 hurðar, vínreyð., 110.000 km :f Toyota Camry 1.8 4 hurðar, reyður, 122.000 km 28.000 VW Golf árg. 87, 3 hurðar, svartur, 160.000 km 27.000 7% Meinhardt Arge A Hálsi - Box 3171 - 110 Tórshavn TIf. 316161 3 KI t 4 5 i