Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Postverkið og føroysku blødini Oddagrein POSTVERKID, Landsstyrid og Postfelag Før- oya eru komin åsamt um at strika postut- beringina leygardagar frå 1. april 1999 at rokna. HESI tíðindi komu sera óvart á leiðslurnar á Dimmalætting og Sosialinum, sum týsdagin vórðu bodnar til kunnandi fund um avgerðina. Nýggi postverksstjórin greiddi frá ætlanini, sum bæði Postverkið og Landsstýrið høvdu tikið undir við og sum Postfelagið á fundi týskvoldið skuldi taka stoðu til. Og Postfelagið segði eisini gott fyri hesum. TAÐ er einki at siga til, at tey mongu fólk sum hava tilknýti til Dimmalætting og Sosialin kenna hetta sum eitt stórt afturstig og sum ein dyggan fíggjarligan smeit, umframt at mongu lesararnir hjá blødunum fara at kenna hetta ikki at fáa blaðið borið út ti dyrnar leyg- ardagar sum ein stóran miss. Bloðini hava nógvar haldarar, her ikki minst Dimmalætting, sum hevur bygt sær upp ein trúgvan haldara- skara gjøgnum meira enn 120 ár. Á fundinum við leiðsluna hjá Postverkinum gjørdu blaðleiðslurnar vart við sína ónegd og frustration ikki minst orsakað av måtanum hetta er gjørt uppá. Tá blødini vórðu kunnað um hetta, var avgerðin longu tikin. Blaðleiðs!- urnar hildu, at nú Postverkið og blødini høvdu arbeitt saman í meira enn 120 ár, hevði verið rimuligt, at blødini vórðu tikin við í málsvið- gerðina. HÓAST hesa ónegd, so skilja vit eisini Post- verkið, tí boðini til nýggju leiðsluna er, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum. Utberingin av blødunum er eftir ollum at døma kostnað- armikið fyri postverkið, og serstakliga tá talan er um leygardagar, har yvirtíð er galdandi. Men hinvegin, so hava blødini verið kundar hjá postverkinum í so mong ár - umframt at blødini rekja eina samfelagsliga uppgávu - at tey áttu at verið so mikið vird, at tey vórðu eftirspurd, áðrenn avgerðin varð tikin. NETTUPP tí at fólk býr so spjatt um oyggj- arnar hevur postverkið havt stóran týdning fyri at fáa blødini út til húsarhaldini. Her hevur postverkið heilt givið røkt eina fyri demokratiið týdningarmikla uppgávu. Tað er tí ikki bara at siga tað nú at skula áleggja blødunum sjálvum at standa fyri hesi útbering. Neyvan er nakar ivi um, at tað almenna hevur stóran áhuga í, at føroyingar fáa foroysk blød allar útgávudagarnar. Sum boðberar og for- midlarar av informatiónum, orðaskifti omø. hava blødini stóran samfelagsligan tydning. Spurningurin er ti, um tað ikki átti at verið ein ella onnur almenn skipan td. utberingariskoyti, sum var við til at tryggja, at føroysk blød verða borin út eisini leygardag. Tað er ikki óvanligt, at tað almenna eitt nú í Danmark letur so og so nógvan stuðul til blaðútgávu sum heild. Tá hugsað verður um tær stóru eykaútreiðslur, sum eru knýttar at at fáa blødini út kring oyggjarnar, so átti hetta eisini verið ein partur av eini samfelags uppgávu. Vónandi ber til at fáa eina ella aðra skipan, sum kortini tryggjar blaðútbering leygardagar. Sostalurin Turið Kjølbro Emil L. Jacobsen Alvur Haraldsen Pad Feer 110 Térshavn I lelelon: 31620 Telefax. 314720 = Føroyskur studulspolitikkur og figgjarløgtingslogin Uppskotid til figgjarløgtings- lóg fyri komandi år „var tungur lesnaður. Hetta er ein ætlan fyri komandi ár, og tí skuldi borið til at sæð ein tráð, sum segði okkum: Hvat ið tað er , ið nú verður miðað ímóti. Hvat tað er, skjøtul kanska verður settur á. Hvar verður satsað? Eru broytingar at hóma. Hverja leið verður farið. Og ikki minst- kunnu vit vanta okkum nýskapan, nýhugsan o.s. fr. Ella er tað bara so, at sami glantrileikur heldur fram? Havi hug at finnast at fíggj- arlógini, soleiðis sum hon er sett upp. Tað er, at høvuds- yvirlitið ikki gevur nakra mynd í heila tíkið! Her sakni eg tølini frá undanfarna árið, soleiðis at tað var greiðligari at fingist við. Soleiðis sum vanligur rokni- skapur sær út. Tá hevði borið til beinanvegin at sæð, hvar stórar og smáar broytingar vóru, og sæð, hvat farið verður eftir. Slík yvirlit eru relativ, og ein rakstur skal væl altíð síggj- ast í mun til tað, sum hevur verið, og so tað sum koma skal. Eg veit, at tann tolna finnur alt hon vil finna inni í teim ein- stóku greinunum undir við- merkingunum, men tað hevði nú lætt um, og myndin verið greiðari. Hendan og komandi fíggj- arlógir fara at vera grundar- lagið undir einum sjålvstødug- um Føroyum og einum frælsari Føroyum. Tað er málið! Ikki bara einum Føroyum, sum sleppur at vinda merkið á stong á ST borgini (kanska undir lið- ini av onkrari bananrepublik). Men einar Føroyar, sum tryggjar øllum borgarum eins góð kor, og tey lond vit vilja samanberast við. Eisini Ísland. Her hugsi eg fyrst og fremst um sosialu, útbúgvi igu og mentanarligu viðurskiftini. Sum er, halda menn ikki, at til ber at gera bart og kvetta av stokkinum ella loysa frá Dan- mark, sum tað fyrr bleiv rópt, soleiðis sum Tjóðveldisflokk- urin plagdi at føra fram. Upp- skotið til loysingarfrymil hjá Fólkaflokkinum við eini skift- istíð, sær út til at hava fallið í góða jørð, helst tí at hildið verður, at búskapurin er stóri trupulleikin. So fær man líka- sum umrátt seg. Hesin trupul- leikin, tað búskaparliga, plágar eisini okkum í Javnaðarflokk- inum. Fari tí at nema við tað, sum er grundarlagið undir búskap- inum, og sum skal bera gllum. Og tað er og fer at vera vinnan. Vinnan í Føroyum er eisini 6- fræls!! Hon er ikki fjøtrad av donskum stuðli, men av før- oyskum stuðli. Tað eru vit, sum gera allar dispotiónir! Kanna vit hesar ymsu stuðulskonti, síggja vit, at vinnan í beinleiðis stuðli fær umleið 170 mió kr. í uppskotinum til figgjarløg- tingslóg í 1999. Harafturat kemur FAS skipanin við 10 mió, so ialt einar 180 mió. Hvat hesin stuðul kostar at umsita, veit eg ikki. Heldur ikki eru teir stovnar taldir við, sum beinleiðis ella óbeinleiðis virka vinnuni at frama, t.d granskingarstovnar, Fiskirann- sóknarstova o.a. Men her eru aðrar milliónaupphæddir. Av hesum 180 mill. í stuðli fær okkara høvudsvinna umleið 130 mió!! Nú hoyri eg, at menn fegnast um, at stuðulin til fiskivinnuna er minkaðar úr 500 mió, tá ið hann var mestur, til hesar 130 mió. Alt gott um tað. Mær vitandi hevur okkara høvudsvinna fingið stuðul av fíggjarlógini í meira enn eina fjørdingsøld. Ymisk hava heit- ini verið: Rakstrarstuðul, hetta má man ikki nevna longur, í- løgustudul, rentutsuðul, um- leggingarstuðul, eitt róptu vit vidhvørt rentu- og avdråttarfri lán, hvat tað so mundi vera, gávubræv kanska? Og so hava vit eisini við millumbilum havt upphøggingarstudul. Hesin seinast nevndi mundi verða ætlaður at høggja fløgustudulin upp aftur við? Fyri fólki flest munnu øll hesi heitini hava verið tor- greidd og illa skiljandi. At vinnulívið tók og tekur ímóti tilboðnum, tað skilji eg væl — noktaði ein at taka ímóti, so var hann verri fyri enn teir, sum tóku við — so einfalt er tað! Eg ivist, hvussu væl um- hugsaðar allar hesar stuðuls- skipanir hava verið. Var ætl- anin innast inni at menna fisk- ivinnuna? Var tað ein greiður og tilvitaður málsetningur, ið miðjað varð ímóti, ella vóru nógvar av hesum skipanum úrslit av politiskari ómegd? Og hildið verður fram! Í verandi fíggjarlógarupp- skoti er skotið upp at játta 40 mió í fløgustudli til ferskfiska- flotan, og ætlanin er, at árliga skal sama upphædd setast av nøkur år fram. Eg imyndi mær, at hesin fløgustudul skal nýtast til at byggja nyggj og dyr skip fyri, og spyrji meg sjålva, um hesi fara at bera seg betri enn núverandi niðuskrivaði floti? Ella verður tað soleiðis, at veiðitrýstið økist, og vit harvið fáa minkandi fiskastovnar og minni fiskari pr. skip? Verður avleiðingin so, at vit aftur um nøkur ár mugu játta upphøgg- ingarstuðul, fyri at minka um veiðitrýstið, fyri á tann hátt at gera tað meiri rentabult hjá teimum skipunum, sum tá eru eftir? Jú, glantrileikurin heldur fram! Eg veit ikki, hvør ið torir at svara skrásikkurt upp á spurn- ingin. Eg tori í gllum fórum ikki! Eg haldi kortini, at vit skilda okkum sjálvum, og ikki minst skattgjaldaranum, at kanna viðurskiftini betri, enn ofta verður gjørt, tá ið millión- aupphæddir verða játtaðar. Eg læs nú um dagarnar frá- greiðingina “ Fast samband um Vestmannasund. Kostnað/ nyttug kanning”, sum hon verður nevnd. Hví ikki lata slíkar kanningar gera, tá tað snýr seg um at stuðla vinnuni? Tað átti at verið sjálvsagt, at politikarar tryggjaðu sær mest møguligu nyttuna av tí peningi, vit brúka. Kunnu slíkar kann- ingar brúkast sum avgerðar- grundarlag í samferðslumál- um, kunnu tilsvarandi modellir helst eisini brúkast, tá ið tað snýr seg um nyttuvirdid av studningum. Vinnulívið sjálvt hevur í áravíst brúkt hesar kanningar, sum teir so fínt rópa “cost benefit” kanningar, tå ið veljast skal ímillum ymsar í- løgur, sum skulu fremjast. Tað er gleðiligt at teir í Vinn- umálastýrinum eru farnir undir at orða uppskot til vinnupoli- tik. Tá verður væl stuðulspoli- tikkur í síni heild væl og virð- iliga vendir og vidgjørdur. Hugsandi er eisini, at vinnan sjálv, fíggjarstovnar og ar- beiðsmarknaðurin annars verða tikin við. Eitt er so vist. Tað er vinnan, sum skal bera fíggjarlógini uppi. Eisini í framtíðini, tá ið skiftistíðin er av, skerd við ein- um triðjingi. Og verða skeivar fløgur gjørdar á vinnuøkinum, kann tað fáa fylgir flein år fram í tíðina, ikki minst á inntøku- síðini. Tí skilji eg ikki, at so stórt varsemi er, tá stuðul verður latin mentanini. Ein fløga í mentanina gevur ongantíð neg- ativt árin. Tað er ongin vandi í slíkum stuðli- ongar katastrof- alar fylgjur. Eingin upphøgg- ing. Tvørturim6ti eru vit vís í, at fáa ríkiligt aftur fyri pen- ingin, hóast krónutalið ikki kann gerast upp eftir einum degi. Allar kanningar uttan- lands benda á, at so er. Herfyri visti Høgni Hoydal, landsstýrismaður á, at í fram- tíðini verður tað mentanin, sum fer at styrkja smáu tjóðirnar. Har eru vit samd bæði. Mentan men eisini tær stóru. Men er tað so tað, farið verður eftir, meðni? Hvat verður stungið út í kortið fyri mentafólk okkara? Hvørji kor ætlar man at bjóða hesum samfelagsbólki? Ein av okkara kendu og sera dúgligu rithøvundum hevur greitt mær frá sínum umstødum. Niður- stødan er greið- sum er virðir samfelag okkara ikki hetta ar- beiðið, altso tað at skriva. Líka mikið, hvussu nógv hesi fólk- ini arbeiða, so høvdu tey vurin- ið meira pening, um tey høvdu skrivað seg inn í ALS-skip- anina sum arbeiðsleys. Lítið verður hugsað um, at skrivandi fólkið og forløgini skapa ikki sørt av arbeiði í landinum. Her- fyri var samrøda í Sosialinum við leiðaran fyri Leikarafelag Føroya, sum eisini vísir á, hvussu truplar umstødur lista- fólk okkara hava. Hetta eru hugsjónarfólk, sum fáast við mentan sum hjáputl, tí tað verður ikki virt sum eitt til- feingi, sigur hon. Ikki er neyðugt at fara út í æsir við spurninginum um 0 atrin Dahl Jákobsen mentan og samleika. Vit vita øll hvønn tydning tað hevur, hvussu hann verður styrktir, og hvørji árin samskiftissamfel- agið hevur. Tað er gott, at játtanin til Mentanargrunn Føroya Løg- tings hækkar, hóast hon er lítil. Grunnurin fer úr 1.700 upp í 2.200. Ein bati upp á $ mill. Økingin fer til ymsar nýggjar mentanarpolitiskar raðfesting- ar, eitt nú barnamentan og starvslønir til skapandi og út- innandi listafólk, verður sagt. Allur bati bøtir, men eg haldi, tað hevði verið gleðiligt, um Signar Hansen, landsstýris- maður fann ein djúpari lumma. Tí, sum áður sagt- stuðulin til mentanina fáa vit aftur í ríkiligt mát. Hann er í øllum fórum ikki mistur á gólvið, sum hann so mangan hevur verið í vinn- uligum høpi. Studulin til fisk- ivinnuna er vorðin sidvenja. Men tá tað snýr seg um skúla og mentan, verða nógv spurn- artekin havd á lofti. Enn er tó langt á mál, skulu vit fylgja teirri tilráðing, sum var gjørd í 1995 viðvíkjandi Men inum , sum er ein upphædd uppá 15mill krónur til henda grunn við tí fyri eygað, at veita føroyskum listafólki ársstyrki og hava møguleika fyri låniveitingum . Vit skulu eisini minnast til, at hesin grunnur spennir so vida og umfatar so nógv. Helst skortar ikki vilji, men hugburð- urin hjá fólki kundi kanska tol- að at verið dagførdur. Spell var, at orðaskiftið á tingið um skúla og mentamál ikki gjørdist tað, vit kanska høvdu væntað, nú farast skal nýggjar leiðir. Men hesum verður í øllum fórum ikki farið eftir, so at tað veruliga merkist. Helst hevði tað eisini sína á- virkan á orðaskiftið, at lands- stýrismaðurin í skúla og ment- amálum, Signar Hansen, ikki var heima. Hánn var í Ong- landi á ensktskeið, og eingin fer at tosa um eitt fólk ella við eitt fólk, sum ikki fær svarað. Vit seta okkara álit á, at máls- liga stødid í frálæruni, (eisini læraraútbugvingini) er hægri í dag, enn tað var fyri 30 árum síðani, soleiðis at menn ikki verða skryktir úr leikum, tá i3 teirra ábyrgdargki verða við- gjørd á tingi. Katrin Dahl Jakobsen Legtingsumbop Javnaðarfloksins