hósdagur 15. oktober 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998
JOHN JOHANNESSEN
Hósdagin 15. oktobur er
dagur hvíta stavsins. Hend-
an dagin verður eitt nýtt
merkið útgivið, ið skal
hjálpa okkum síggjandi
betri at bera eyga við tey
blindu í samfelagnum.
Hetta nýggja merki vísir ein
hvítan mann við hvítum
stavi á bláari bakgrund, og
fæst tað í øllum møguligum
útgávum. Tað fæst t.d. sum
slipsanál í einari veitsluút-
gávu, sum kuffertmerki til
uttanlandsferðina ella til
ítróttartaskuna, sum endur-
skin til gongutúrin og í ein-
um ótali av ødrum útgávum.
tiltøk
Danmark verdur n6gv
gjørt burturår hesum deg-
num. Millum annað, so fara
donsk blind at skipa fyri
framsýningum, kjakfundum
og ødrum kring alt Dan-
mark.
Í Føroyum verður tó ikki
so nógv á skránni. Formað-
urin í Føroya Blindafelag,
Uni Rasmussen sigur, at
blindafelagið fer ikki bein-
leiðis at skipa fyri nøkrum í
sambandi við dagin, men
hann útihýsir kortini ikki, at
onkur av limum felagsins
møguliga fer at skipa fyri
onkrum.
-Vit ætlaðu at skipa fyri
onkrum í samstarvi við
SVF, men vit hava einki
frætt frá teimum aftur, so eg
vænti ikki, at tað verður til
nakað, sigur Uni Rasmus-
sen.
tíðindablaðið SEsjalurin 3
Tey blindu skulu síggjast
Stuðul hjá
hvíta stavinum
Dansk Blindesamfund sigur
í tíðindaskrivi, at ætlanin
við merkinum er, at tað skal
stuðla tí hvíta stavinum sum
kennitekin í fyri blind í
ferðsluni.
Tað gula armbindið við
trimum svørtum blettum
hevur verið kennitekin fyri
blind í ferðsluni í meira enn
40 ár. Tó hevur gula merkið
tey seinastu 22 árini ikki
bert verið nýtt av blindum.
Orsøkin til hetta er onkur
misskjiljing, ið hevur ført
við sær, at hetta kennitekin
eisini er vorðið kennitekin
fyri onnur í ferðsluni. Tí-
skil ynskja blindafeløg nú,
at fólk fara at leggja merki
til nýggja merki teirra
blindu í ferðsluni.
Grønlendingar nýggja vallog
Grønlendska landstingið hevur ætlanir um at broyta
vallógina, soleiðis at valdómini verða færri í tali
JOHN JOHANNESSEN
Sambært grønlendska tíð-
indablaðnum Sermitsiak, so
ynskir meirilutin av grøn-
lendska landstinginum at
broyta vallógina soleiðis, at
tað einans vera trý valdømir
í Grønlandi. Ætlanin er, at
Avanersuaq og Iloqqortor-
miut skulu vera sjålvstødug
valdømir, meðan restin av
landinum skal vera eitt val-
dómi.
Jonatan Motzfeldt segði í
framløgu sinari av uppskot-
inum, at ætlanin við upp-
skotinum er at fáa politikk-
ararnar at grundgeva út frá
landspolitiskum sjónarmið-
um. Hetta ynskir hann av
teirri orsøk, at tingmenn alt
ov ofta lata lokal sjónarmið
koma ov nógv til sjóndar í
arbeiði teirra.
Uppskotið hjá landstýrinum
Uppskotið hjá grønlendska
landstýrinum sigur, at Up-
ernavik, Avanersuaq, Iloq-
qortoormiut og Ammasalik
verða verandi sjålvstødug
valdømir. Hesum uppskoti
taka triggir av teimum grøn-
lendsku flokkunum ikki
undir við. Inuit Atagatigiit;'
og Kandidatfor“
Atasut
bundet ynskja at fåa val-
dømini Upernavik og Am-
masalik við í tað stóra val-
dømid.
Grønlendska landstyrid
stendur t6 ikki so fast vid
sítt uppsot, at tað ikki er
sinnað at samráðast við hin-
ar flokkarnar um teirra upp-
skot. Landstýrið hevur
nevniliga sagt, at tað er
sinnað at takað uppskotið,
um at fáa Ammasalik og
Upernavik við í stóra val-
dømid, til viðgerðar.
Meguliga eitt jólaval
Uppskotið um broyting av
grønlendsku vallógini verð-
ur nú vidgjørt í grønlendsku
rættarnevndini, áðrenn tað
fer til aðru viðgerð í lands-
tinginum.
Verður uppskotið sam-
tykt, so kemur nýggja grøn-
lendska vallógin helst í gildi
1. desembur, og grønlend-
ingar úthýsa ikki møguleik-
anum fyri, at teir fáa eitt
jóla-val í ár.
Maersk og SAS í tætt samstarv
SAS og Mærs fara at samstarva um ferØasedlasølu tå summarflúgvingin byrjar
JOHN JOHANNESSEN
28. mars 1999, tá ið summ-
arflúgvingin byrjar, kemur
ein nýggjur samstarvssátt-
máli ímillum tey bæði flog-
felggini Maersk og SAS í
gildi. Hesin sáttmáli inniber
millum annað, at feløgini
fara at samstarva viðvíkj-
B
andi ferðaselasglu. Eisini
inniber sáttmálin eina bon-
usskipan, ið m.a. ger tað
møguligt at vinna sær stig,
ið kunnu nýtast á gllum
SAS rutum, á gllum flog-
ferðum hjá Maersk.
Bonusskipanin er eisini
ein fyrimunur fyri tey, ið
flúgva á føroyarutuni hjá
savnsmynd
Maersk. Hesi fåa eftir 28.
mars 1999 eitt åvist tal av
stigum, hvørja ferð tey
flúgva. Tá ið tey hava fingið
eitt nóg mikið av stigum, so
kunnu tey nýta stigini til at
fáa eina ókeypis ferð á ein-
ari Maersk- ella einari SAS
rutu.
Føroya Tele sóknast eftir
#
fyra
Økisleidarum
Føroya Tele er skipað við tímum hevuðsdeildum, Figgjar-, Marknaðar-
og Teknisku deild. Hesar deildirnar eru aftur býttar sundur í fakdeildir,
sum allar virka út frá høvudsstødini í Tórshavn. Uttan fyri Suðurstreymoy
er Føroya Tele í løtuni skipað við fýra landafrødiliga atskildum økjum,
undir leiðslu av hver sínum økisleidara, og visa starvsfólkini úti á
økjunum ikki til fakdeildir men til økisleidaran.
Økini eru:
Undir einum: Øki 3: Vågarnar, Øki 2: Nordurstreymoy, Øki 6: Sandoyggin.
Hvert sær: Øki 4: Eysturoyggin - Øki 5: Norðoyggjar - Øki 7: Suðuroyggin
Vágarnar
Norðurstreymoy
Sandoyggin
Økisleidararnir hava dagligu rakstrarligu ábyrgdina á økinum og
vísa í tøkniligum og marknaðarligum málum til deildarstjórarnar
fyri ávikavist Teknisku deild og Marknaðardeildina. Uppgávan hjá
økisleiåaranum er saman við starvsfólkunum á økinum at umboða
tænasturnar hjá Foroya Tele í tottum samstarvi við og undir sam-
skipan av viðkomandi fakdeildunum í Havn.
Arbeiðsuppgávurnar umfata:
- leiðslu av starvsfólkunum, ið á økinum arbeiða innan montorarbeiði,
Telebúð, skráseting, kaðalarbeiði, tokni og innan tænasturnar hjá
Føroya Tele annars.
- dagligu samskipanina av arbeiðinum á økinum millum viðskiftafólk
og aðrar deildir hjá Foroya Tele.
Krovini til tey, ið sett verða, eru:
- góðar leiðsluroyndir og samskipanarevni
- telduroyndir, við hugi og hegni til alsamt at nema sær kunnleika
innan nýggjar skipanir
- evni at leggja til rættis og raðfesta nógvar ymiskar uppgávur
- hugur og hegni til tænastuveitan, umframt at seta seg inn í nýggja
tøkni
- at megna at arbeida undir trysti
Fyrimunur er, um tey, ið sett verða, hava:
- royndir innan fjarskifti
- hóskandi útbúgving
- handilsroyndir
Starvsstoðini eru í Miðvági, Søldarfirdi, Klaksvík og á Tvøroyri.
Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Áhugaði kunnu venda sær til
Hjallgrím Hentze, deildarstjóra á Teknisku deild ella til Poul Henrik
Poulsen, deildarstjóra á Marknaðardeildini á tlf. 30 30 30. Løn
sambært útbúgving og forleikum. Umsóknir, sum skulu vera Foroya
Tele í hendi í seinasta lagi 30. oktober 1998, skulu sendast til:
Foroya Tele, Att: Starvsfólkaleiðarin, Postsmoga 27, FO 110 Tórshavn
FOROYAICLE T
Tel 30 30 30 - Fax 30 30 31 - www.tele.fo
Føroya Tele er skrásett hjánavn hjá P/F Teielonverkið - Reg. no. 2697
sosialurin - 5 ferdir um vikuna
—