hósdagur 15. oktober 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
viðgerð, flutning og uppihald til sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar í
viðgerð
DAGNY JOENSEN
Tað hevur verið ført fram,
at føroyskir sjúklingar fáa
bestu viðgerð, sum kann fá-
ast í danska kongaríkinum.
Eisini, at føroyingar fáa bet-
ri viðgerð í Danmark enn
danir í heimlandi sínum.
Tað kann sigast, at føroy-
ingar eisini gjalda nógv fyri
hesa tænastu.
Á fíggjarlógini fyri 1999
eru 50 mió. krónur avsettar
til viðgerð og flutning av
sjúklingum millum Dan-
mark og Føroya.
Kostar i so nógv
Sosialurin hevur frætt, at
Ríkishospitalið kanska eis-
ini ger sítt til, at sjúkuvið-
gerðin kostar í so nógv.
Eitt nú verður nevnt, at
sjúklingar oftani hava fing-
ið neyðugu kanningarnar,
áðrenn farið verður niður,
men at læknarnir á Ríkis-
hospitalinum gera somu
kanningar umaftur, tá fólk
verða innløgd har. Tað spar-
ir ikki um hjá sjúklinginum
ella viðvíkjandi útreiðslu-
num.
Harnæst er onnur regla
galdandi, at hóast sjúkling-
urin fer heim í vikuskifti-
num, ella fer td. á Hotel
Tórshavn, meðan bíðað
verður eftir at sleppa víðari
í viðgerð, stendur hospitals-
seingin og bíðar eftir sjúk-
linginum. Tað merkir, at
goldið verður eisini fyri teir
dagar, hann ikki brúkar
seingina
Sosialurin hevur tosað
við Mette Viksg, fulltrúa á
fíggjardeildini á Ríkishospi-
talinum.
tíðindablaðið S08jalu
Føroyingar gjalda 50 mio.
krónur fyri sjukuvidgerd
í Danmark
Av rí at ikki allar sjúkuviðgerðir kunnu fara fram í Fóroyum, verða sjúklingar
sendir til Danmarkar. Oftast fara teir á Ríkishosptalið, og har verður goldið
fyri hvørja viðgerð sær. Á fíggjarlógini fyri næsta ár eru 227 mió krónur av-
settar til Landssjúkrahúsið, og av hesum verða 50 mió. krónur nýttar til
Um mannagongdina, tá
føroyskir sjúklingar verða
innlagdir, sigur Metta Vik-
sø, at tað er ymiskt, hvussu
nógv ein song á hospital-
inum kostar, alt eftir hvgrja-
ri serdeild sjúklingarnir ver-
ða innlagdir á.
Goldið verður frá inn-
leggingardegnum, og út-
reiðslurnar verða lagdar á
sjúkuseingina alt eftir, hvør-
ja kanning og viðgerð sjúk-
lingarnir fáa, og hvussu
nógvar dagar teir eru inn-
lagdir.
Gjalda fyri song og
viðgerð í hverjum
einstøkum føri
Tað merkir, at um sjúkl-
ingur bert er innlagdur í t.d.
tríggjar dagar, kann kostn-
aðurin tykjast hægri enn um
innleggingartíðin er drúgv-
ari.
Oftani er eisini talan um
bíðitíð í viðgerðartíðini. Her
verður sagt, at Ríkishospi-
talið roynir so vítt gjørligt,
at minka um bíðitíðina, fyri
at spara føroyingum um út-
reiðslurnar.
Galdandi reglur eru, at
sjúklingar kunnu fara heim
í td. vikuskiftinum, men tá
teir ikki vera útskrivaðir,
verður goldið fyri sjúku-
seingina kortini.
Er talan um meir enn
tríggjar dagar bíðitíð, verð-
ur sjúklingurin útskrivaður,
og sostatt verður ikki gold-
ið fyri seingina á Ríkishos-
pitalinum hesar dagar.
Sjúklingarnir kannaðir
umaftur í Danmark
Spurningurin um, hvørt tað
er neyðugt at kanna sjúk-
Nr. 195 —
lingarnar, hóast teir eru lið-
ugt kannaðir, áðrenn teir
koma niður, sigur Mette
Viksg, at tað er ein læknalig
meting.
— Halda læknarnir at
sjúklingurin skal kannast
umaftur í Danmark, verður
tað gjørt, men roynt verður
- so vítt gjørligt - ikki at gera
somu kanningar í Dan-
mark, sigur Mette Viksø.
Tervandi eftirlit
Spurningurin um hvussu
nógv føroyingar gjalda fyri
at fáa sjúkuviðgerð í Dan-
mark, er ikki nýtt mál.
Hetta hevur verið frammi
fleiri ferðir, og roynt hevur
verið at bøta um málið.
Í fjór summar var ætlanin
at seta eina føroyska sjúkra-
systir, ið skuldi virka sum
eftirlitskvinnu.
Ætlanin er, at viðkomandi
skal hava eftirlit við sjúk-
lingunum og sundurgreina
viðgerð og kostnað, men
enn røkist einki fyri, at mál-
ið verður loyst.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður, sigur við
Sosialin, at almanna- og
heilsumálastýrið arbeiðir
við málinum.
Bíða eftir at starvið
verður lønarflokkad
— Í løtuni biða vit eftir, at
eftirlitsfólkið skal setast í
lønarflokk. Hetta skal vera
ein sjúkrasystir, men enn er
ikki endaliga avgjørt, hvar
viðkomandi skal hava til
húsa, sigur Helena Dam á
Neystabø.
— Hevur tå nakra åbend-
ing ella ímynd um, hvørt við
gjalda ov nógv fyri sjúku-
viðgerð í Danmark?
— Tað vita vit ikki, men
ætlanin er júst, at eitt fólk
skal setast at taka sær av
hesum, og av sjúklingunum,
sum fara niður í viðgerð,
sigur Helena Dam á Neysta-
bø.
Tad hevur ikki verid
gjørligt at fåa någreiniligt
yvirlit yvir, hvussu
skipanin å Rikishospi-
talinum virkar, tå før-
oyingar fara niður i
sjúkugrindum. Ætlanin er
at seta eitt eftirlitsfólk at
taka sær av hesum í
Danmark, men enn vantar
at starvið, sum varð lýst
leyt í summar, verður sett í
åvisan lønarflokk
Umieid 800 sjúklingar
fara niður árliga
Høgni Joensen, stjóri í al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum, sigur við Sosialin, at
eini 800 sjúklingar árliga
fara til Danmark at fáa við-
gerð.
Av teimum fara tey flestu
á Ríkishospitalið, men onn-
ur sjúkrahús verða eisini
nýtt, alt eftir hvgrja ser-
læknatænastu tey hava at
bjóða.
Frá 900 til 23000 kr.
um dagin
Spurdur hvussu nógv ein
viðgerð kostar, sigur stjórin,
at tað kann vera frá umleið
900 krónum fyri ódýrastu
viðgerðina og upp til 23000
krónur um dagin, alt eftir
hvat sjúklingurin bagir.
Á hvgrjum ári verður ein
15. OKTOBER 1998
avtala gjørt við t.d. Ríkis-
hospitalið, og í ár ljóðar
henda avtala uppá viðgerð
fyri 35 mió. krónur.
Landssjúkrahúsið sendir
tó alt fleiri sjúklingar til
onnur sjúkrahús, og har
verður eisini ein avtala
gjørd við tey sjúkrahúsini.
Tá ein sjúklingur hevur
verið í viðgerð í Danmark,
fær Landssjúkrahúsið eina
sundurgreinaða rokning yv-
ir alt, sum hevur verið nýtt
í samband við viðgerðina,
hvussu nógvar viðgerðir eru
gjørdar o.s.fr..
— Heldur tú at vit gjalda
óneyðuga nógv fyri hesa
tænastu?
— Vit nýta sama sáttmála
sum tey donsku amtini hava
við danska sjúkrahúsverkið,
sigur Høgni Joensen. Hann
vil ikki siga, hvert hetta er
ov nógv ella ikki.
Vita ikki um aðrar
ella betri skipanir
— Vit hava ið hvussu so er
ikki funnið fram til aðra
skipan, sum er betur.
— Sjálvandi kemur tað
fyri, at onkrar viðgerðir ikki
eru so skjótar,sum vit kundu
hugsað okkum, og tá kannar
Landssjúkrahúsið málið.
— Tað er jú soleiðis, at
sjúkrahúsarbeiði eru stórar
skipanir, og tá kann verða
torført at stytta viðgerðar-
tíðina. Tað kann t.d. eisini
vera, at ein sjúkujournal
ikki er liðug í Føroyum, og
at bíðað verður eftir, at hon
skal koma fram, sigur Høg-
ni Joensen.
Tað er yvirlæknarnir á
ymsu deildunum í Føroy-
um, sum gera av, hvar sjúk-
lingur verður sendur, tá
hann skal til Danmarkar í
viðgerð.
Høgni Joensen sigur, at
yvirlæknarnir tosa við sínar
starvsfelagar í Danmark, og
tí eru eisini onnur sjúkrahús
enn Ríkishospitalið at fara
til, og sum á sama hátt og
undir somu skipan, veita
føroyskum sjúklingum við-
gerð.