hósdagur 15. oktober 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998
tíðindablaðið Sesaluvrfn
Tað sæst nú, at tað er komin ein nýggj leiðsla á Postverki
Føroya. Nýggi stjórin, Bergur í Garði, hevur í eina tíð ar-
beitt við ymiskum tiltókum, sum skulu fáa kostnaðin á Post-
verkinum niður og eitt úrslit er, at aftaná 1. apríl næsta ár,
verður eingin postur borin út leygardag. Tey sum hava post-
boks fáa tó postin í boksina
SVEINUR TRÓNDARSON
Alt tað føroyingar vita um,
er postur borin út leygardag
í Føroyum. Hesum hava
nógvar fyritøkur notið gott
av, ikki minst blødini. Hetta
hevur verið ein gomul tradi-
tión so at siga, men sum so
ofta, so standa tradtitiónir
fyri falli og eftir 1. apríl
komandi ár er henda tradi-
tión ikki longur til.
Leiðslurnar á Postverki-
num og Postfelagnum eru
nevniliga komin ásamt um,
at leygardagurin ikki longur
skal verða postútberingar-
dagur, tí hann er ov dýrur.
Henda broyting fær tær
avleiðingar fyri Postverkið,
at tað kunnu sparast tað sum
svarar til 37 ársverk og tað
er ikki so lítið tá til stykkis
kemur.
Gamal síður brotin
Sum nevnt omanfyri, so er
tað ein gamal siður sum nú
verður lagdur á hyllina.
Men hví er tað komið so
langt. Søgan er í stuttum
henda.
Myndugleikarnir hava
gjørt av at Postverk Føroya
skal skipast sum eitt parta-
felag, sum eitt nå Føroya
Tele er tað. Tað almenna
Føroyar skal eiga partapen-
ingin í partafelagnum, men
hóast tað, so verður tað eitt
krav, at nýggja >Postparta-
felagið< skal hava yvirskot
í framtíðini — og yvirskot er
ikki tað, sum hevur merkt
postverksroknskapirnar i
fortíðini.
Postverk Føroya hevur
havt kroniskt undirskot og
hevur fingið nógvar pengar
á fíggjarlógini hvørt ár, men
nú ætla myndugleikarnir, at
hetta skal enda. Tí tá Post-
verkið gerst til eitt sjálv-
stødugt partafelag verður
almenni kassin latin aftur og
ístaðin skal Postverkið lata
yvirskot sítt í landskassan.
Nógvar sparingar
Men hvussu fær ein stjóri
eina fyritøku at geva yvir-
skot, sum fyrr hevur givið
stórt samanlagt undirskot.
Henda spurningin mann
nýggi stjórin Bergur í Garði
eisini hava sett sær sjálvum.
Nógv tann størsti posturin
á rakstrarætlanini hjá Post-
verkinum eru lønirnar og tí
er hesin posturin eisini tann
sum tolir fyrstu sparingar-
nar.
Fyrstu tíðina eftir at Berg-
ur í Garði varð settur í starv,
sum stjóri á Postverkinum
hevur hann brúkt til at finna
út av hvussu hesar sparingar
kunnu gerast og hann er nú
komin til eitt úrslit.
Føroyska postútberingin
kostar — sammett við onnur
lond — nógv meir. Bústað-
armynstri er soleiðis háttað,
at tað er dýrt at bera post
út. Hetta kann Postverks-
stjórin ikki gera so nógv
við, men hann kann broyta
postútberingina og tað er
júst tað hann hevur gjørt.
Í samráð við leiðsluna í
Postfelagnum hevur hann
gjørt av, at leygardagurin,
sum burturav er tann dýrasti
postútberingardagurin,
verður niðurlagdur.
Á henda hátt er møguligt
at spara eina rúgvu av peng-
um, sum eftir øllum at dóma
eisini verður neyðugt, um
Postverkið bara skal yvir-
liva eitt ár, sum sjålvstødugt
partafelag.
Landsstýrismaðurin í
samskiftismálum, Finnbogi
Arge, hevur fingið ætlan-
inar fyrilagdar og hevur
góðkent, at leygardagurin
verður tikin >burturúr<, so
at siga.
Gongur út yvir blødini
Tað at broytingar verða
gjørdar gongur í flestu før-
um út yvir onkran. Í hesum
føri eru tað blødini — Sosi-
alurin og Dimmalætting —
og ikki minni haldarar
teirra, sum koma at bera
prísin fyri at leygardagurin
verður strikaður, sum útber-
ingardagur og tað verður
mett at verða sera óheppið
Aðrar dagar fara blødini
at koma í húsini sum van-
ligt, men leygardag verða
tað bert tey, sum hava post-
boks, sum fara at hava møg-
uleika at fáa blaðið >í post-
inum“.
Hvat blødini fáa gjørt við
tað er torført at siga nakað
um í verandi løtu, tí bodini
um at leygardagurin er
strikadur komu til blað-
leiðslurnar eftir at avgerðin
var tikin. Og tað kemur dátt
við. Fyrr hevur verið vanligt
Nú sleppa postboðini undan at bera postin út leygardag. — Tað er alt ov dýrt, sigur
Bergur í Garði stjáori á Postverknum
at kunna tosað um broyting-
ar og avleiðingar av teim-
um, men hesaferð hoyrdist
einki fyrr enn avgerðin var
tikin og tað er ikki nøktandi
Eru í eini
torførari støðu
Formaðurin í Postfelag Før-
oya, Korintha Jarnfoss vátt-
ar fyri Sosialinum, at ein
avtala er komin undir land,
sum hon tekur til.
— Vit eru enn ikki farin í
smálutir við málinum, men
í stórum er avtalan komin
upp á pláss. Avtalan kemur
at merkja, at limir okkara
fara eitt sindur niður í løn
og at arbeidsumstødurnar
verða ødrvisi, men soleiðis
er sum oftast tå stórar um-
leggingar skulu gerast, sigur
hon.
— Tad er sjålvandi kedi-
ligt, at tað skal ganga út yvir
blødini, men tað var tann
møguleikin, sum limir okk-
ara vóru best nøgdir við. Vit
hava tosað um at avtaka
mánadagin, sum útbering-
ardag, men tað vildu lim-
irnir ikki, og tað er skilligt.
Teir vilja hava frí, tá hini
hava frí.
Limafundur var í Post-
felagnum tyskvøldid og har
fekk nevndin í felagnum
heimild til at arbeiða víðari
við málinum. Korintha
Jarnfoss sigur, at limirnir í
Postfelagnum eru í eini tor-
a Norðurlandahúsið fingið nýggjan stjóra:
5
Eingin postútbering leygardag
(Mynd: Jan Miller)
førari stóðu. Postverkið skal
umskipast til partafelag í
nærmastu framtíð, og skal
tað gerast eitt trygt framtíð-
ararbeiðspláss, so er neyð-
ugt, at verða opin fyri sam-
starvsmøguleikum, sum
kunnu geva henda trygg-
leika.
— Men tað merkir sam-
stundis, at limirnir longu nú
mugu taka ein part av kostn-
aðinum. og tað verður gald-
andi fyri alt landið, sigur
hon.
Broytingarnar koma sum
nevnt í gildi tann 1. apríl
næsta ár.
Hon eitur Helga Hjørvar
Stýrið fyri Norðurlandahúsinum hevur avgjórt, at Helga Hjórvar úr Íslandi,
skal hava stjórastarvið í Norðurlandahúsinum eftir Peter Turtschaninoff. Tað
er ikki avgjórt enn nær hon tekur við starvinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Norðurlandahúsið í Føroy-
um skal hava nýggjan
stjóra. Tað hava tey flestu
verið greið yvir eina tíð.
Peter Turtschaninoff, sum
hevur verið stjóri í gott væl
eitt skeið fer frá og tí skal
nýggjur stjóri setast.
Umsóknarfreistin var úti
fyri góðari tíð síðani og eftir
tað hevur verið arbeitt við
at avgerða hver skal taka
við starvinum. Og nú er
hetta arbeiði komið undir
land.
Í tíðindaskrivið, sum
Norðurlandahúsið sendi út
seinnapartin týsdagin verð-
ur sagt frá, at nýggi stjórin í
Norðurlandahúsinum eitur
Helga Hjørvar, er islend-
ingur og er 55 åra gomul.
Helga Hjørvar eru
royndur leiðari og hevur
verið við í mentunararbeiði
fyrr. Hon hevur verið rektari
fyri almenna sjónleikara-
skúlanum í Reykjavík í 10
ár, frá 1982 til 1992 og har-
umframt hevur hon verið
aðalskrivari í nevndini »Te-
ater og Dans í Norden,
sum er ein nevnd undir
Norðurlandaráðnum.
Kend í Føroyum
Helga Hjørvar er ikki ókent
andlit í Føroyum. Laura Jo-
ensen, sum hevur samstarva
við Helgu í >Teater og Dans
i Norden« sigur, at hon utt-
an iva er eitt heppið væl.
— Nú skal tað ikki mis
skiljast, tí vit hava havt eitt
framúr gott samstarv við
stjórarnar í Norðurlanda-
húsið um sjónleik, men fyri
okkum sjónleikarar er tað
stuttligt, at tann nýggi stjór-
in í Norðurlandahúsinum
hevur sína bakgrund í sjón-
leikinum.
Laura Joensen sigur, at
føroyski tónleikurin er
mentur ótrúliga nógv síðani
Norðurlandahúsið kom og
tað við góðum grundun, tí
Húsið hevur verið tónleiki-
num ein hollur stuðul. Sama
er galdandi við framsýning-
um.
Sjónleikurin hevur fingið
sera góða viðferð í Húsin-
um, men tað verður eyka
stuttligt at arbeiða saman
við nýggja stjóranum, tí
hennara serkunnleiki er á
sjónleikagkinum.
— Tí kann væl hugsast at
hetta fer at geva føroyskum
sjónleiki eitt lyft, sum eisini
er tiltrongt, sigur Laura Jo-
ensen
— Men tað er ikki ti at vit
ikki hava fingið ringa við-
ferð í Húsinum áður. Tað
fær ein annan prioritet, sigur
Laura Joensen
Helga Hjørvar verður bert
annar kvinnuligi stjórin í 15
ára gomlu søguni hjá Norð
urlandahúsinum