Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 3 SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Dynamit, Trølla Pætur og omman, jólaskipið og so framvegis. Øll hesi hava eitt navn í felag. Niclas Heri Jákups- son. Hann hevur í meira enn eitt ártíggju nú staðið fyri tí størsta tiltakinum í Klaksvík beint fyri jól. Nevniliga jólaskipinum, sum kemur á vánna á hvørjum ári fáar dagar fyri jól. Í dag er tiltakið sera stórt, men soleiðis byrjaði tað ikki. Vit hava sett Niclas Hera stevni fyri at fáa søguna handan jólaskipinum, og hvussu hetta tiltakið hevur ment seg spakuliga upp gjøgnum árini. Byrjaði í køkinum Hugskotið um jólaskipið kom fram av fyrstan tíð í køkinum hjá einum vinmanni hjá Niclas Hera, Emil Gunnarstein. Niclas Heri greiðir frá, at hann og Emil sótu, bert eina viku fyri jól, heima hjá Emili og teimum og prátaðu um, at tað hendi so lítið jólaligt í býnum. – Hetta var í krepputíðum, og onki spennandi var, sigur Niclas Heri. Teir báðir byrjaðu so at práta um, at tað kundi verið stuttligt at savna nógvar jólamenn og á ein ella annan hátt fáa teir at koma oman úr fjøllunum ein dag fyri jól. Men so fóru teir at hugsa um, at okkara tjóð livir av fiskivinn- uni, og at Klaksvík er høvuðs- staður hjá vinnuni, so tað kanska hevði verið eitt betur hugskot, um jólamenninir komu við skipi til Klaksvíkar. Onki fólk Hetta var sum sagt beint fyri jól, og tí mátti berast sera skjótt at. – Pápi mín átti ein lítlan glas- fipurbát. Ein AV 27, sum vit nýttu til bát. Vit heittu síðani á kommununa um at stuðla tiltak- inum við fimm karamelleskjum, sum vit ætlaðu at býta út til børnini, greiðir Niclas Heri frá. Teir ringdu so til barnaútvarpið og spurdu, um hetta var eitt prát vert. Og tað hildu tey, so á tann hátt fingu teir lýst tað eitt sindur, at jólamenn fóru at koma. Tríggjar dagar fyri jól fóru teir so í bátin. Niclas Heri og Emil. Klæddir sum jólamenn. Niclas Heri sigur flennandi, at ætlanin var, at teir skuldu koma siglandi inn eftir vánni klokkan fýra, og eitt korter áðrenn sigldu teir út á Pollin og løgdu seg har at bíða. – Tá var ikki eitt fólk at síggja nakrastaðni, so vit fóru at hugsa, hvat tað var, vit vóru farnir í holt við. Teir tosaðu við pápan hjá Niclas Hera yvir VHF´in, og hann bað teir bíða, tí har var ikki nógv fólk. Klokkan fór av fýra, og teir hoyrdu framvegis onki frá honum. Tá hugsaðu teir, at best mundi vera bert at fara innaftur, tí ongin áhugi var fyri tiltakin- um. Klokkan tíggju minuttir yvir fýra rópti pápi Niclas Hera á teir og bað teir koma umgangandi, tí tað var stúgvandi fult av fólki við bátabrúgvarnar. Ågot jólaskip Tær fimm karamelleskjurnar, sum teir høvdu til børnini, vóru vekk eftir einari lítlari løtu. Emil og Niclas Heri fingu bert posi- tivan respons, og tað lat til, at øll vóru glað fyri tiltakið. Teir fóru beinanvegin at hugsa um at útbyggja tiltakið meira. Góða undirtøkan hevði við sær, at teir gjørdu av, at tað skuldi verða aftur. Spakuliga bygdu teir tiltakið út ár eftir ár. Eftir eini fýra ella fimm ár bleiv línubáturin Ågot so jólaskip og hevur verið tað síðani. Í dag er tað ein stórbar sjón, tá skipið kemur. Prýtt við jólaper- um, einir 15 jólamenn, sum heilsa teimum útivið 3.500 fólk- unum, við faklum og neyðbluss- um. Horntónleikur á kaiini, og síðani verður gingið í skrúð- gongu niðan á fótbóltsvøllin, har undirhald og tónleikur er á skránni. Børnini fáa síðani ein pakka, og tá einir tveir tímar eru farnir, plagar tiltakið at enda. – Tú kanst ætla, at tiltakið er voksið nógv. Vit byrjaðu við fimm karamelleskjum, og í dag geva vit einar 1.500 pakkar út til børnini, so tað er vorðið avbera stórt, sigur Niclas Heri og leggur afturat, at tað hevði als ikki borið til uttan stuðulin frá virkjum, stovnum og fyritøkum í býnum. – Tað standa so nógvar kreftir aftan fyri tiltakið í dag, og uttan tey øll hevði tað verið av ongum, sigur hann púra avgjørdur á málinum. Eitt sum er altavgerandi fyri tiltakið er veðrið. Tað verður lagt eftir veðrinum, og tað hevur eydnast teimum at skipa fyri tiltakinum í góðveðri á hvørjum ári. – Tað hevur mangan verið sera kalt, men veðrið hevur altíð verið gott, og so ræður tað bert um at lata seg væl í. Jólaskipið í ár verður á Klaks- vík onkran dagin millum tann 17. og 23. desember. Júst nær tað verður, er upp til veðurgudarnar, og tað kann fáast at vita við at hyggja inn á heimasíðuna hjá IRIS www.iris.fo. Stuðlarnir til jólaskipið í ár eru Klaksvíkar kommuna, Handilsfelagið í býnum og Norðoya Sparikassi. Lønin er gleði Niclas Heri leggur dent á, at tiltakið við jólaskipinum ikki er nakað tiltak við egnum vinningi fyri eygað. Hann sigur, at tað er eitt vælgerandi endamál til frama fyri børnini, sum jú gleða seg so nógv til jóla. – Eg veit, at tað eru mong, sum halda, at eg verði ríkur av hesum, men tað verði eg ikki. Hetta er eitt tiltak, sum er fyri at gleða børnini, og gleðin er veruliga lønin fyri tað. Tað er stuttligt og hugaligt at skipa fyri slíkum, tá fólk taka so væl undir við tí, sigur hann, men fjalir samstundis ikki yvir, at tað í dag er vorðið so mikið stórt, at tað ikki er bara sum at siga tað at fara í holt við á hvørjum ári. Men framvegis ger hann tað gleðiliga, og sum tað ljóðar á honum, so fara onnur tiltøk allarhelst at koma við tíðini. – Vit norðanfyri ganga eini spennandi tíð ímóti við undir- sjóvartunli, so tað skuldi verið ein góður møguleiki fyri at skipa fyri tiltøkum, sum onnur í landinum eisini kunnu hava gleði av, sigur Niclas Heri Jákupsson at enda. Skipið er lastað við jólamonnum Seinastu 13 árini er jólaskipið komið á Klaksvík beint fyri jól. Tað, sum byrjaði sum eitt hugskot í einum køki, er í dag blivið til eitt tað størsta tiltakið í Klaksvík fyri jól. Niclas Heri Jákupsson var annar við uppruna hugskotinum, og hann er framvegis annar av teimum, sum stendur fyri tiltakinum Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík: Fyrst og fremst ynski eg, at tað verður arbeiði til allar hendur. At tann gongdin, sum býráðið hevur lagt nógva orku í, heldur fram við tí úrslitið, at Klaksvík fjølgast bæði hvat fólkatalið og viðvíkjandi eins og á øðrum økjum. Nýggjársynski Vit byrjaðu við fimm karamelleskjum, og í dag geva vit einar 1.500 pakkar út til børnini, so tað er vorðið avbera stórt, sigur Niclas Heri Jákupsson Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2