mánadagur 1. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
5
PINKUBARNASVIMJING
Jákup Mørk
Kanska eru nógv foreldur, sum
hava saknað okkurt ítriv at fara
til saman við heilt smáu børnum
sínum. Fyrstu árini er jú heldur
avmarkað, hvussu nógv børnini
makta í so máta, og tí verður tað
ofta so, at tað meira verður í
sjálvdrátti, at foreldrini kring
landið fara undir nøkur átøk.
Í næstum kemur tó enn eitt
tilboð á skránna, har øll kunnu
vera við. Majbritt Mohr, sum
annars er útbúgvin heilsuat-
støðingur, hevur nevniliga hetta
seinasta hálva árið nomið sær
útbúgving sum lærari í pinku-
barnasvimjing, og eftir nýggjár
fer hon av álvara at brúka nýggju
útbúgvingina.
Saknaði eitt tilboð
Sjálv sigur Majbritt, at hetta tók
seg upp, tí hon fyri sítt viðkom-
andi saknaði eitt tilboð at svimja
við børnunum undir skipaðum
viðurskiftum.
- Eg svam ofta við teimum
báðum eldru børnunum hjá okk-
um, men báðu ferðirnar saknaði
eg tó skipað viðurskifti, sum
hetta kundi gerast undir í Føroy-
um. Tað er tó ofta avmarkað,
hvussu stóra orku tú hevur at
fara undir slíkt átak, júst tá ið tú
hevur átt, men tá ið eg so átti
dóttrina Lý, setti eg mær fyri, at
nú skuldi tað vera. Og so fór eg
bara til verka úr einum enda í
annan, sigur Majbritt.
Fyrsta langa tíðin fór fyrst og
fremst við at leita sær tilfar fram.
Bøkur vórðu læntar, og hóast
Majbritt sigur seg sjálva vera
ókunnuga á alnetinum, varð
hesin miðilin eisini dúgliga
royndur, nú ið upplýsingar
skuldu finnast.
- Her kom eg so fram til, at her
í Norðurlondum vóru tað sviar,
sum høvdu drúgvastu royndirnar
á økinum, og eg setti meg so í
samband við nøkur, sum skipaðu
fyri slíkum. Her vistu tey at siga
mær, at í svenska svimjisam-
bandinum var ein instruktørur,
sum hevði hetta sum sergrein.
Millum Føroyar og Svøríki
Konan, sum situr við hesum um
hendi í Svøríki, er Lena Sten-
quist, og eftir at Majbritt hevði
tosað við hana, varð gjørt av, at
føroyska kvinnan skuldi fara til
Svøríkis á skeið. Hetta var á
sumri í ár, og síðan hevur Maj-
britt hálvgum pendlað millum
skeið og starvsvenjing í Svøríki,
umframt at ein partur av starvs-
venjingini er fingin til høldar í
Føroyum. Hetta var eftir fyrsta
skeiðið í Svøríki, og hevði
Majbritt tá tvey lið av foreldrum
við pinkubørnum í hylinum á
Landssjúkrahúsinum.
Nú er lærutíðin liðug, og í
næstum fer Majbritt av álvara
undir skipaða svimjing við
pinkubørnum her í Føroyum.
Seinasta tíðin er fyri tað nógva
nýtt til at finna sær tíðir í
onkrum svimjihyli at hava
svimjingina í, men hetta hevur
ikki bara verið sum at siga tað. Í
farnu viku komu tó boð um, at
hon kundi sleppa framat í skúl-
anum í Kollafirði, og hetta verð-
ur so gjørt beint eftir nýggjár.
Øðrvísi nærleiki
Sum nevnt, er pinkubarnasvimj-
ingin skipað fyri seg undir
svenska svimjisambandinum,
men Majbritt leggur tó dent á, at
hetta ikki merkir, at talan er um
kappsvimjing av nøkrum slag.
– Tá ið tað snýr seg um
venjing, er hetta fyrst og fremst
sansalig venjing hjá børnunum. Í
hylinum fáa tey rørt seg á heilt
øðrvísi hátt, enn tey kunnu á
gólvinum við hús. Vatnið gevur
jú eina nógv minni mótstøðu enn
eitt hart gólv, og tí gerast
rørslurnar nógv mjúkari. Barnið
fær kensluna av, at tað megnar
eina nýggja avbjóðing, og bara
hetta gevur í sjálvum sær eisini
størri vælveru.
– Samstundis er hetta ein
øðrvísi háttur hjá foreldrunum at
vera saman við børnunum. Í
hylinum eru vit vaksnu á sama
hæddarstigi, sum børnini, og á
sín hátt er løtan eisini nógv
minni órógvað, enn hon vanliga
er. Tí kann hetta heilt avgjørt
eisini vera gevandi fyri okkum
vaksnu. Eisini tí vit á hendan
hátt kunnu læra barnið enn betur
at kenna. Í hylinum er nevnliga
neyðugt, at tað er barnið, sum
setur mørkini, sigur Majbritt.
Kann vera lívbjargandi
Eitt er, at hetta sum so ikki er
nøkur venjing í svimjiteknikki,
men tað skerst ikki burtur, at tá
ið børnini á somikið ungum
árum venja seg við vatn, kunnu
tey betur standa seg í element-
inum.
- Hetta er sjávlandi rætt, men
talan er sum so ikki um at
svimja. Heldur vil eg siga, at
barnið á hendan hátt verður nógv
betur kunnugt við váta
elementið, og hendir eitthvørt
óhapp, kann tað, at barnið er
vant við vatn, bjarga lívinum.
Skuldi tað til dømis borið
soleiðis á, at barnið dettur í ein
djúpan hyl ella kanska á sjógv,
so hevur tað tá lært at stýra
refleksunum soleiðis, at tað ikki
gerst ræðslusligið, men dugir at
flóta í vatninum, til tað kanska
fær fatur á onkrum, ella til onkur
kemur at bjarga tí. Tað er eitt
sindur ótrúligt, at vit í Føroyum,
sum jú eru umgyrd av havi, ikki
hava kravda svimjiundirvísing í
skúlanum. Kanska kann hetta so
eisini bøta eitt sindur um støðuna
í so máta, sigur Majbritt Mohr,
lærari í pinkubarnasvimjing.
Hylurin er spæliplássið hjá børnunum
- Í hylinum eru vit vaksnu á sama hæddarstigi sum børnini, og á sín hátt er
løtan eisini nógv minni órógvað enn hon vanliga er, heldur Majbritt Mohr,
sum í nýggja árinum fer undir eitt spennandi átak við pinkubørnum
Eitt tykist í øllum førum víst. Børnini hugna sær óført í hylinum, sum her í Eysturskúlanum, har Majbritt hevur havt nøkur kvøld við einum mammubólki
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4