Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 7 FERÐAFRÁSØGN Orð og myndir Edvard Joensen 3. partur Jerusalem: – Shalom. Eg havi eitt gott tilboð til tín. Serliga bíligt, tí tú ert mín fyrsti kundi í morgun. Orðalagið er tað vanliga, sum tú hoyrir í øllum øðrum sølu- gøtum á slíkum støðu. Um tú gongur á bazarinum í Cairo, Istanbul, Chania ella í Jerusalem. Soleiðis skilir Jerusalem seg einki petti frá øðrum suður- lendskum býum. Og kortini er hesin býurin heilt øðrvísi enn allir aðrir býir í heiminum at kalla. Nakað heilt serlig fyri so heilt nógv fólk. Og øgiliga nógv teirra hava av einihvørji orsøk fingið eina heilt skeiva mynd av honum soleiðis at skilja, at tey seta støðini, tey vitja, í samband við nakað, sum sanniliga er hent, men bara ikki beint her. Tí hesi støðini, sum í dag verða víst á í samband við tað og tað, eru ikki tey somu, har hetta, hesi, ið vilja vinna pening úr ferðamanninum, siga tey vera.Tí Jerusalem varð spátt, at her skuldi ikki liggja steinur eftir á steini. Og tað gjørdi tað so at siga heldur ikki, eftir at róm- verjar toku býin í árinum 70. soleiðis reint bókstaviliga. Sjálvt kolossarnir í tempulmúrinum vórðu rullaðir niður á slætt, so bara heilt lítil partur er eftir í dag. Eftirlit Tað er ikki bara sum at siga tað at koma fram at almennum støðum í Jerusalem. Sama eftir- litið er at fara ígjøgnum, sum tá ein skal umborð á eitt flogfar. Tað verið seg, um tú ætlar at vitja Vesturmúrin, sum eisini verður nevndur Grátimúrurin, ella talan er um at vitja ein stjórnarbygning so sum uttan- ríkisráðið ella tjóðartingið, Knesset. Vit ganga fram við eini inn- gongd til uttanríkisráðið, har vit eru boðin at vitja og tosa við embætisfólk. Steðga á og gera klárt at taka eina mynd. Og sum ein kúla er ein trygdarvørður har og biður okkum, høviskur men avgjørdur, um ikki at taka myndir av staðnum. Av trygdarávum, sigur hann. Myndin var so kortini longu tikin, og hann bað hóast alt ikki um at sleppa at síggja kortið í talgilda fototólinum. Knesset er væl vart, sum vera man. Men unga kvinnan, sum helt vakt við innkoyringin til gøtuna, har tjóðartingsbygning- urin liggur, hevði einki í móti at vera avmyndað. Við Grátimúrin er sama skilið. Alt verður kannað. Viðføri eftir bandi og tú sjálvur gjøgnum durakarmin, sum sigur frá um bara tað minsta er, sum bendi á metal. Snarlás og beltispenni eru hervilig at slatra, og so kemur trygdarvørðurin við stavin at kína tær um allan kroppin fyri at vita, hvar tað brummar í. Men slikar eru treytirna, og einki er at siga til tað, sum støð- an í heiminum er í dag. Tó er einki at vera ræddur fyri. Júst tí, at eftirlitið er so gott, hóast onk- untíð onkur bumba brestur, sum ger stóran skaða. Men tað ber jú eisini til at verða yvirkoyrdur her heima á veg til handils uttan, at sagt verður frá frammanundan. So at leggja seg inni soleiðis fyri "well", tí ein ikki torir at vera til, gongur bara ikki. Fram við fortíðini Men okkurt er kortini, sum teir ikki fingu forgjørt, rómverjarnir. Tann niðasti parturin av tempul- múrinum liggur enn. Grátimúr- urin er partur av honum, men bara ein lítil partur gamla múrinum. Upprunaligi múrurin var 488 metrar langur, og Gráti- múrurin, sum jødarnir hava atgongd til, er bara 60 metrar. Hann er so aftur býttur í tvey. Ein mannfólka- og ein konufólkapart. Vit fara inn í ein tunnil og fylgja gamla múrinum undir jørð. Gangan inn við Grátimúrin og koma út aftur á sjálvum Via Dolorosa. Tað er ein ungur ferðaleiðari, sum sigur frá. Er væl skúlaður til júst hendan túrin. Veit eina rúgvu at siga um múrin, um tempul- søguna og annars tað, sum hoyrir til umráðið her kring hetta, fyri so mong fólk, heilaga staðið. Vit steðga á í heilum og hoyra um ymsar hendingar, sum verið hava. Best sum er, steðgar ferða- leiðarin aftur og sigur frá, a nú eru vit so nær sjálvum tempul- klettinum, sum vit nakrantíð kunnu koma. Tí hann liggur á muslimskum øki í klettahalgi- dóminum, og har sleppa jødar og kristin ikki inn, vil hann vera við. Onkur diasporajødi er í ferðalagnum, sum hevur gjørt túrin til tað sama og heldur seg fram at vegginum at biða eina bøn so nær hesum halga staði, har læran sigur, at allur heimurin er vorðin til. Tað troðkast fólk báðar vegir. Hetta er ferðalag, sum er farið undan okkum og nú er afturvent fyri at sleppa út aftur í ljósið har, inn var farið. Men vit halda ram. Koma fram eftir marmorløgdum vegi, sum var tann vegurin, ið lá fram við tempulmúrinum á Heródesa døgum. So við eitt er hann burtur. Endar bara brádliga, og ein stórur marmorblokkur sendur hálvliðugur upp og niður. – Higar til vóru teir komnir, greiðir feðaleiðarin frá, tá Tann staður uppi á fjøllum –Ikki kann tann staður vera fjaldur, ið er uppi á fjøllum, verður tikið til í fjallaprædikuni. Og Jerusalem, er júst uppi á fjøllum og verður ikki fjaldur, uttan er ógvuliga árendur bæði so og so Vit standa á einum taki omanvert Golgata og líta eysturyvir at Klettahalgidóminum og Oljufjallinum. Allastaðni eru hermenninir at síggja í Jerusalem Kvinnuliga vaktin við innkoyringina til gøtuna, har Knesset liggur, hevði einki í móti at verða avmyndað Herodes doyði. Í somu løtu teir fingu boðini, blakaðu teir alt frá sær og rýmdu. Nú var valdsharr- in ikki meira. Vit ganga nakað afturat og hoyra um ymsar hendingar, sum eru farnar fram her við múrin. Men so við eitt vil ferðaleiðarin hava okkum at venda aftur og fara móti Grátimúrinum. Tað man ikki loysa seg at fara longri, heldur hann, tí so koma vit beint út á Via Dolorosa, og har eru nógvir muslimar helst á veg heim frá fríggjadagsbønini, so tað kann vera nakað trongligt har. Men tað heldur ikki forvitna ferðamanninum aftur. Ongantíð betri, um til ber at uppliva eitt sindur av slíkum. Tú verður altíð forvitin, tá autoriseraðir ferða- leiðarar ráða frá at hitta onkran. Tað kann verða spennandi. So vit halda fram og koma beint út har, Via Dolorosa byrjar, og hava møguleika at fylgja vegnum allan vegin líka á Golgata. Via Dolorosa Aftur kemur hesin ivin fram. Kann hetta veruliga kallast Via Dolorosa. Hetta er jú als ikki vegurin, Jesus gekk eftir við krossinum. Jerusalem er hertikin og oyðilagdur fleiri ferðir síðan tá, og maðurin spáddi jú sjálvur, at steinur skuldi ikki liggja eftir á steini í býnum. So at vísa fram svalan, har Pilatus vísti hann fram við orðunum »Ecce homo«, "Sí her er maðurin", man vera at gera í meira lagi av. Men her á leið var tað so, og vit fylgja vegnum við teimum 14 støðunum fram at grøvini. Her er ikki so trongt, sum ferðaleiðarin inni í tunlinum vildi gera tað til, og nakrar róp- andi muslimar á veg heim frá fríggjadagsbøn síggja vit als ikki. Nakrir vanligir arabiskir handilsmenn eru við at rigga av fyri dagin, uttan teir, sum av mat at selja. Tí Ramadan mánaðin, teirra hátíð, er, og um dagin má hvør muslimur fasta hesa tíðina. Men eftir sólsetur verður so etið, og sølubúðirnar eru klárar, fyrsta sólin hvørvur handan húsatekj- urnar í Jerusalem. Vit síggja ymsu støðirnar, har eitthvørt hendi við Jesusi á veg móti krossfestingini, merktar á húsaveggir, so einhvør, ið kemur framvið, kann síggja tað. Og oftast er eitthvørt kapel lagt í samband við støðirnar. Ikki eru øll, sum ferðast eftir líðinganna vegi á sama hátt. Her mitt í gøtuni einastaðni stendur ein stórur, dýrur, men sera støv- utur BMW, sum líkasum ikki passar til umhvørvið her. Men soleiðis fer tíðin við øllum. Eitt sindur longri niðri í brekk- uni koma vit famvið einum arab- iskum húsum, har sjónliga verð- ur sagt frá, at húsharrin hevur gjørt sína átrúnaðarligu skyldu og hevur verið pílagrímsferð í Mekka. Tað sæst á vegginum, sum hann hevur prýtt við ymsum arabiskum áskriftum. Hetta er sami vikudagur, sum gjørdi vegin kendan. Fríggja- dagur. Men her er eingin skrúð- gonga við nøkrum krossberara ella nøkrum, ið ganga grátandi aftan á honum. Við sjeyndu støð, har Jesus datt aðru ferð, er lív í. Ein eldri arabari er í øðini og skeldar og leikar í yvir nakrar yngri menn, sum týðuliga gera gjøldur við honum. Hann loypur í illsinni í ein grønmetisbunka uttan fyri ein av handlunum og tekur eina stóra rót, sum han tveitir eftir hesum ótangunum, ið bara sita og flenna í kíki, men hava seg und- an rótini, sum rakar durastavin í fransiskanarakapellinum, ið bygt er at minnast annað fallið. Rótin fer í knús, men hesin gamli gevst ikki so. Hann leggur eftir teirri næstu, meðan teir, jassarnir, við levint og gang halda honum til alla tíðina. Teir hava tað bara heilt stutt- ligt, og ikki er sørt, at ferðamað- urin eisini hevur hug at smílast eitt sindur. Men ferðaleiðarin er einki fyri hesum. Sær ivaleyst ein arabiskan uppreistur ella okkurt tílíkt fyri sær. Heilt greitt er, at hann kennir seg ikki væl í arabiska EysturJerusalem. Vit mugu sneiða av og ganga um eitt húsarhorn og upp einar trappur fyri at koma aftur á krossgøtuna út á Golgata. Og nú eru vit oman fyri Golgata og Gravkirkjuna, sum bygd er yvir tær seinastu fimm av teimum 14 støðunum, merktar eru frá Pilatusi út á Golgata. Her standa vit so og líta eystur yvir og síggja klettahalgidómin á Tempulplássinum og Oljufjallið aftanfyri. Hinumegin er bara ein lítil kilometur til Knesset. Og soleiðis eru vit staddir mitt í heimsins brennidepli har tríggjar av teimum stóru trúargreinunum møtast. Undir okkum liggur tað allarheilagasta staðið hjá Kristin- dóminum yvirhøvur. Tann heilaga grøvin, sum so ofta verður tikið til. Og hana fara vit at vitja um eina løtu. Á Via Dolorosa BMW á Via Dolorosa. Ymsir eru hættirnir, ferðast varð eftir vegnum hendan fríggjadagin og so hin fyri smáum 2.000 árum síðan Merkt er á veggirnar, hvar tær ymsu hendingarnar fóru fram. Við støð 4 møtti Jesus móðir sýni Soleiðis sigur arabarin frá at hann hevur verið á pílagrímsferð í Mekka C M Y K 7 6