Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 244 - 23. desember 2003 Nr. 244 - 23. desember 2003 9 SØLUFÓLK Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Søgan um Kára Müller er søgan um unga toftadrongin, sum kom til Havnar síðst í 60-unum og bleiv ein av stóru handilsmonn- unum í Føroyum. Hann sigur, at tað at selja er ein lívsstílur, tú sært alla tíðina nýggjar møgu- leikar og satsar. Kári heldur ikki at man kann læra til sølufólk, tað er, eins og tað liggur í blóðinum. Kári Müller er av Toftum, hann er føddur 18. november 1949, elstur av teimum fýra børnunum hjá Herdis, f. Høj- gaard, av Toftum og Sandrin Müller, ættaður úr Porkeri. Hann gekk í barnaskúla á Toft- um og í realskúla á Glyvrum. Í 1967 flutti familjan til Havnar at búgva, og Kári fór í læru sum skrivstovumaður á Føroya Sildasølu, sum helt til á Skansavegnum í Havn. Eftir lokna útbúgving lat hann upp handilin, Vørubúðin, í húsunum hjá foreldrunum í Varðagøtu 22. Hetta var í 1970, og hann var tá 20 ára gamal. Kári giftist í desember hetta árið við Annu, f. Simonsen, dóttir Bodil og John Simonsen, John á Gørðum, í Klaksvík. Anna og Kári róku Vørubúðina í tvey ár, til foreldrini hjá Kára, Herdis og Sandrin, yvirtóku handilin. Kári stovnaði tá sína egnu heilsølu, Fa. Müllers Heilsøla, sum seldi góðgæti og helt til í leigaðum hølum í Torfinsgøtu. Í 1974 bygdi hann eini hús í trimum hæddum longri uppi í Torfinsgøtu og lat upp kolonialhandilin Müllersbúð. Húsini blivu í 1975 seld til Jóan Petur og Birgir Andreasen, sum eisini høvdu handil í húsunum. Tá fór Kári at sigla sum 3. hovmeistari við Smyrli í uttan- landasigling, summarið 1975, síðan sigldi hann nakrar mánaðir sum dekkari við Ísborg hjá Eiler Jacobsen. Eftir tað fekk hann starv á bilasøluni hjá Jóhannes Berg, har hann fekk ábyrgd av deildini á Glyvrum. Hann arbeiddi so har frá síðst í 1975 til 1977. 2. november 1977, tá fyrsta byggistig av SMS varð liðugt, lat Kári upp klædnahandilin P/F Feðgar. Hetta var byrjanin til eina spennandi tíð. Í 1983 lat hann upp eina deild í Klaksvík og í 1990 eina deild í Fuglafirði. Frá 1992-94 hevði hann eina deild í danska býnum Vejle. Í 1994 lat hann upp handilin, Skálkur, við klæðum til ungfólk, og í 1995 lat hann upp eina deild hjá donsku klædnahandilsketuni, Deres. Í tíðarskeiðinum 1999 og 2000 seldi og lat hann handlarnar aftur og flutti til Danmarkar at búgva. Einasti handilin sum er eftir í familjuni er, Skálkur í SMS, sum sonurin, Lars Müller, eigur og rekur. Flutti til Hirtshals Kári arbeiddi síðan sum hotell- stjóri í Skagen í tvey ár. Í 2002 flutti familjan til Hirtshals, har tey bygdu sær nýggj hús. Kári hevði ymisk umboð, m.a. marknaðarførdi hann vørur hjá Kemilux í Hirtshals. Í dag er hann sølumaður hjá svensku Maxam leikuverksmiðjuni. Hann hevur alt Danmark sum sítt arbeiðsøki og vitjar barnagarðar, vøggustovur og frítíðarskúlar. Talan er um konstruktiónsleikur, sum fáa børn at verða kreativ og at hugsa sjálvstøðugt. Leikurnar eru serliga mennandi fyri menn- ingartarnaði børn. Tá Kári handlaði í SMS, gingu søgur um at fólk vóru farin inn til "Feðgar" at keypa sær einar hosur, men komu út aftur við einum klædningi. Kári sigur, at í fleiri førum var tað soleiðis, at Kári Müller, sølumaður: Sølufólk er ikki nakað tú kanst læra til Nógvar søgur ganga um fyrrverandi klædnahandilsmannin, Kára Müller, sum frá síðst í 70-unum til 2000, hevði fleiri klædnahandlar í Føroyum og ein í Danmark. Í dag býr hann saman við familjuni í Hirtshals, har hann selur leikur til ymiskar stovnar Kári Müller, fyrrverandi klædnahandilsmaður í Havn, býr í dag saman við familjuni í Hirtshals. Hann arbeiðir sum sølumaður fyri svensku Maxam leikuverksmiðjuna og hevur alt Danmark sum sítt arbeiðsøki Mynd: Magnus Gunnarsson Kári Müller og dóttirin Jonny á brúdleypsdegnum 10. september 2003. Jonny býr í dag í London fólk keyptu meira enn tað tey ætlaðu, tá tey komu inn í handilin. Hann leggur afturat, at tað vísti seg, at tey flestu komu aftur at keypa frá honum, so tey munnu hóast alt hava verið nøgd við tænastuna, tey fingu, og við klæðini tey keyptu. Hann leggur seg altíð eftir at lurta eftir, hvat tørvurin hjá kundanum er og síðan at vegleiða kundan, til hann er nøgdur. Fimleikari hjá Dánjal Húsgarð Í eini 20 ár gjørdi Kári fimleik og var hjálpartrenari hjá Dánjal Húsgarð, sum vandi eitt "old- boys" lið í høllini hjá Havnar Fimleikarfelag á Stórheyggi í Havn. Har samlaðust nakrir av originalunum í Havn, har vóru menn í nógvum ymiskum størvum sum t.d. bankastjórar, læknar, politistar, politikarar. Teir gjørdu fimleik og høvdu eina sera góða sosiala samveru, og har vóru øll "verðinsproblemini" loyst, sigur Kári. Familjuni dámar væl í Hirts- hals, har búgva Kári og Anna saman við trimum teimum yngstu døtrunum. Tey eiga sjey børn, tey eru: Heidi, ið er gift við Páll Árna Berg, tey búgva í Havn og eiga trý børn, Beinta sum er gift við Kristian Gutte- sen, tey búgva í Keypmanna- havn og eiga eina dóttir, Lars, sum er giftur við Hannu, tey búgva í Havn og eiga tvey børn, Jonny, sum er gift við italien- aranum Pasquale Prisco, tey búgva í London, síðan eru tað Anna Kari, Maria og Randi, sum búgva í Hirtshals. Anna Kari er trúlovað Carsey Bjartalíð úr Klaksvík. Kári sigur, at meira tey eru burtur frá Føroyum, tess meira føla tey seg sum føroyingar. Upp á fyrispurning um tey nakrantíð flyta heima aftur til Føroyar, sigur Kári, at tað er sjálvandi ringt at svara uppá. Sum nú er trívast tey væl í Hirtshals, har búgva so nógvir føroyingar, at tað er næstan sum at vera í Føroyum. Og so er tað danska veðurlagið, sum hóvar teimum sera væl. Magni Arge, stóri í Atlantsflogi: – Eitt tað fyrsta, sum kemur mær til hugs, tá eg hugsi um 2004, er at eg ynski, at vit fáa eina stabila framgongd í búskapin. Tað er tað, sum liggur mær fremst í sinninum. Eg kundi sjálvandi nevnt onnur ynski, men hatta er sum sagt tað fyrsta, sum kom mær til hugs. Nýggjársynski Øll familjan, savnað í Italiu í september, tá dóttirin, Jonny, giftist við italienaranum Pasquale Prisco. Á myndini eru: f.v. Páll Árni og Heidi Berg, Beinta og Kristian Guttesen, Hanna og Lars Müller, brúðarparið, Jonny Müller og Pasquale Prisco, Anna Kari Müller og Carsey Bjartalíð, Maria Müller og Randi Müller. Fremst á myndini sita Kári og Anna Müller Brúðarparið Pasquale Prisco og Jonny Müller. Tey giftust í Italiu 10. september í ár. Pasquale er frá Salerno, sunnan fyri Napoli. Tey búgva í London Brúðargenturnar, Birita og Rebekka C M Y K 9 8