mánadagur 1. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
11
Jákup Sverri Kass, lesandi útiseti:
- Eg ynski, at tað fer at ganga væl hjá
familju, vinum og kenningum í komandi
ári. Tað hevði heldur ikki gjørt tað heila
verri, um tað gekk hampiliga væl til
royndirnar í januar; og at tann brúkti
bilurin, sum vit fara at keypa fer at
koyra so rímiliga væl, tí skil fyri
motorum havi eg slett ikki.
Nýggjársynski
NORÐURBRYGGJAN
Marjun Dalsgaard
Myndir: Jan Muller
Norðurbryggjan skal vera eitt
stað, har mentanir møtast.
Norðurbryggjan er meira enn ein
pallur har vit eru saman hvør
sær. Hon er eisini eitt stað, har
vit møtast við hvør sínum
útgangsstøði og skapa nakað nýtt
- tað er sjálvt møtið, sum er
áhugavert, sigur Karin Elsubu-
dóttir Heinesen. Hon hevur lisið
bókmentafrøði, nútímans mentan
og mentanarmiðling á lærda
háskúlanum í Keypmannahavn
og ber eins og íslendska Anna
Bogadóttir heitið mentanar-
millumgongumaður ella "kultur-
formidler" á Bryggjuni.
Ein av hennara uppgávum hev-
ur verið at tekna mentanarliga
profilin hjá mentanarhúsinum
saman við dønum, íslendingum
og grønlendingum. Tað hevur
kravt diplomati og samstarvs-
vilja, tí øll hava ymisk ynskir,
men tað hevur gingið sera væl
kortini, og stemmningurin hevur
verið góður, sigur Karin Elsubu-
dóttir Heinesen.
Í arbeiðinum við at tekna tann
mentunarliga profilin hjá
Bryggjuni hevur dentur verið
lagdur á at fáa felagsskapin fram
fyri at fáa eitt markantari út-
trykk, sigur Karin Elsubudóttir
Heinesen. Tað er millum annað
gjørt við at hava felags framsýn-
ingar og felags tónleikafram-
førslur.
Mentanir møtast
– Tá mentanir møtast, stendur
nakað nýtt upp - eitt nýtt úttrykk
ella ein nýggj mentan. Tað
nýggja er ikki endiliga danskt
ella føroyskt - heldur ikki
norðurlendskt. Tað nýtist ikki at
hava ein nationalitet ella heiti -
vit vilja vera opin fyri øllum,
sigur Karin Elsubudóttir
Heinesen. Og Keypmannahavn
gevur møguleika fyri tí við
sínum mongu fólkasløgum og
ferðafólkum - londini í Útnorðri
fáa nú ein sess nærri miðjuni av
Europa og við tí eina víðkaða
viðberaflatu og størri møguleika
fyri at hitta onnur og aðrar
mentanir.
Karin Elsubudóttir Heinesen
vónar, at Bryggjan verður eitt
stað, har nógv ymisk fólk koma.
– Nú hava vit skapað
rammurnar, so mugu fólk koma
við sínum ískoyti, sigur hon og
leggur aftrat:
– Vit liva í einum alheims-
samfelagið við margfaldari
mentan, og tað er í hesum andan-
um, at vit hava teknað tann
mentanarliga profilin á Norður-
bryggjuni. Vit í Útnorðri kunnu
geva okkara ískoyti til nútímans
mentanina, um vit markera
okkum meiri, sigur hon.
Eitt dømi um rammur fyri
nýskapan er matstovan á Norður-
bryggjuni. Hon er serlig á tann
hátt, at rávørurnar eru úr Føroy-
um, Íslandi og Grønlandi, men
kokkarnir eru danskir, og teir
lata seg hugkveikja av danskari
og øðrum meira eksotiskum
mentanum.
– Hetta, haldi eg, er sera
spennandi, tí tað er í hesum
førinum at nakað heilt nýtt
stendur upp, sigur Karin Elsubu-
dóttir Heinesen. Hon samanber
hetta við, tá útlendsk listafólk
koma til Føroyar at arbeiða og
búgva.
- Tú hevur eitt útgangsstøði,
um tú er vaksin upp í Føroyum -
um tú ert vaksin upp í Danmark
og flytur til Føroya, upplivir tú
føroysku náttúruna heilt annar-
leiðis - og tað verður nakað nýtt,
sum stendst burtur úr hesum
møtinum millum tvær mentanir,
sigur hon.
Norðurlandahúsið
væleydnað
Nú hon hevur arbeitt í hesum
norðuratlantssamstarvi, heldur
Karin Elsubudóttir Heinesen, at
føroyingar tykjast serliga
áhugaðir í mun til tað norður-
lendska samstarvið, og at tað er
tí, at Norðurlandahúsið er
væleydnað og hevur givið okk-
um góðar royndir við norður-
lendskum samstarvi.
– Tað er ikki so, at onnur eru
negativ, men føroyingar síggja
sera stórt í norðurlendskum
samstarvi og eru sannførdir um,
at tað er nakað gott sum spyrst
burturúr - tað er eingin ivi um, at
positivar royndir við Norður-
landahúsinum hava nakað at siga
í mun til tað. Norðurlandahúsið
merkti fyri okkum, at vit fingu
rammur, sum vit ikki høvdu
áðrenn, eins og lív og íblástur
kom í okkara mentan - tónleik og
list - tað hevur heilt avgjørt havt
týdning fyri føroyska hugin at
fara undir enn eina norður-
lendska verkætlan, sigur Karin
Elsubudóttir Heinesen.
Hon væntar, at føroyingar fara
at fáa stóra gleði av Norður-
bryggjuni og vónar, at fólk í
Føroyum eisini hava Bryggjuna í
huganum, tá tey eru í Føroyum
og gera vart við seg, um tey hava
okkurt gott hugskot til fram-
førslur og so framvegis.
Størri netverk
Samstarvið hevur fyri teirra við-
komandi, ið dagliga arbeiða á
Norðurbryggjuni, longu ført við
sær, at tey vita meir um hvønn
annan og hava fingið størri net-
verk í hesum høpi.
– Vit eru fýra tjóðir umboðað-
ar í hesum samstarvinum, men
bæði yrkisliga og menniskjans-
liga er netverkið nógv meira enn
fýrafaldað, eftir at leiðararnir eru
fluttir her út. Tað er so ótrúliga
stórur munur á, tá tú arbeiðir
sama stað og altíð líka kann tosa
við onkran um okkurt - spyrja
um okkurt. Umstøðurnar verða
nógv betri í mun til at fáa vitan
ella samband við rætta viðkom-
andi í Íslandi, Grønlandi ella
Danmark, sigur Karin Elsubu-
dóttir Heinesen.
Hennara uppgáva á Norður-
bryggjuni hevur verið fjølbroytt
og fevnt um bæði roknskap,
kaffibryggjan og mentan, og tað
hevur verið stuttligt og læruríkt,
heldur hon. Størsta avbjóðingin
hevur verið, at integrera føroysku
ynskini í formin á Norðurbryggj-
uni.
– Tað er av stórum týdningi, at
Norðubryggjan avmyndar
føroysk ynski um, hvat eitt tílíkt
hús skal brúkast til. Hetta er
okkara hús - títt og mítt, og tað
eru vit sum skulu brúka tað,
sigur Karin Elsubudóttir
Heinesen. Hon heldur, at
Norðurbryggjan fer at økja um
áhugan fyri Føroyum, eins og
onnur helst fara at skilja okkara
støðu betur.
– Tað er eisini týdningarmikið,
at vit kunnu vísa okkara tónleik
og list fram - so onnur síggja, at
vit eru nútímans fólk - í heila
tikið at umheimurin sær tað
modernaðu síðuna av Føroyum,
sigur hon og leggur aftrat, at tey
eru sera vælnøgd við, hvussu
upplatingarfestivalurin eydnaðist.
– Áhugin hevur verið sera
stórur millum danir - eini 10.000
fólk vitjaðu Norðurbryggjuna um
vikuskiftið, tá hon læt upp – tað
eru vit nøgd við, sigur Karin
Elsubudóttir Heinesen. Hon
heldur at fólk, sum hava vitjað
Bryggjuna sum heild hava verið
sera positiv.
Norðurbryggjan
– eitt stað har mentanir møtast
Heimurin er vorðin lítil og á okkara leiðum alt meiri fjølmentaður - mentanir
møtast og í møtinum skapast nýggjar - og tað er í hesum andanum at mentanarligi
profilurin hjá Norðurbryggjuni er teknaður, sigur Karin Elsubudóttir Heinesen, sum
er mentanarmillumgongumaður ella "kulturformidler" á Norðurbryggjuni
Karin Elsubudóttir Heinesen er mentanarmillumgongumaður á
Norðurbryggjuni. Hon hevur lisið bókmentafrøði og nútímans mentan á
lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur arbeitt við verkætlanini
Norðurbryggjuni í trý ár
Føroya Sparikassi
6/171.pdf
C
M
Y
K
11
10