mánadagur 1. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
13
KIRKJUSØGA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyri bert stuttari tíð síðani var
kirkjan í Sumba ikki júst ein
vøkur sjón, har vantaði ein køn
og vælmeinandi hond, men í eitt
lítið ár hevur ferð verið á og
mangar kønar hendur, kirkju-
myndugleikin og serkunnleikin
hava tikið tøk, so kirkjan í dag
stendur sum nýggj og er sera
vøkur.
Søga í stuttum: Greitt er ikki,
nær fyrsta kirkja er bygd í
Sumba. Men tveir gamlir doypi-
funtar, sum eru á savni, sigast
stava úr Sumba og sigast vera frá
1100-1300 talinum. Teir verða
mettir at stava úr Noreg.
Í gamlari tíð hava kirkjurnar í
Sumba staðið niðri á bakkanum
millum áirnar, kallaður Kál-
garðsbakki.
Yvir hurðini á kirkjuni, sum
stendur í Sumba í dag, stendur
1886. Sagt verður, at arbeiðið
fyri at byggja nýggja kirkju
byrjaði frammanundan 1952, tá
nýggi kirkjugarðurin varð bygdur
á Krossjørð. Søgan er heldur
long og mong viðurskifti, so sum
jørð og ogn, gera seg galdandi og
síðani ganga nøkur ár og í 1873
og 1877 hava verið kirkjusýn og
sýnsmenn siga frá, at Sumba
treingir mest til nýggja kirkju
"paa grund af Affældighed
formedelst Ælde og i høj Grad
utilstrækkelig størrelse".
Arbeitt verður við málinum og
sæst hetta t.d. á svari frá
Ministeriet for Kirke og Under-
visning, sum í 1883 sendir
svarskriv, har tey vilja frætta,
hvussu nógvum sitiplássum
tørvur er á og so framvegis.
Mett var, at Suderø Kirkekasse
ikki hevði orku at fíggja bygg-
ingina og mælt verður til, at aðrir
kirkjukassar lata Suðuroyar
Kirkjukassa eitt rentufrítt lán.
Brævaskiftið er og at enda
verður farið at bróta grot til
kirkjuna. Prósturin kemur uppí í
1885 og nenvd verður sett at
arbeiða við málinum. Stutt kann
t.d. nevnast, at nevndin vísir á, at
ein møguleiki er at áleggja
bygdarfólkinum pliktarbeiði.
Bygdarfólkið hevur longu tvey ár
framanundan borið grót og víst
vilja at gera arbeiði fyri at fáa
nýggja kirkju.
Arbeiðið við útgrevstri fyri
múri og slætting av økinum var
ásett sum pliktarbeiði og lagt var
við, at samsýningin var 66 oyru
um dagin, og álíknað hvørjum
manni fýra dagsarbeiði. Dúgligur
arbeiðsformaður til arbeiðið var
Johan Hypolitus Samuelsen.
Arbeiðið at bera sand var
eisini gjørt sum pliktarbeiði og
fingu tey 40 oyri fyri tunnuna at
bera úr Pollinum ein kilometur
vestari. Sagt er frá, at Símun og
Marianna undir Hamri bóru 100
tunnur og fingu 40 krónur. Tær
metti Símun so høgt, at hann
segði tær vera bestu løn, hann
hevði fingið.
Sviin Niels Olsson, ið var
"stenarbejder", var í Sumba og
mundi standa fyri at sprongja og
gera grótið til.
Grótarbeiði fekk Peter C.
Johannesen í Havn og hevur tað
verið at laða teir 27 alin longu og
6 alin høgu veggirnar eins og
galvarnar við skjøldrum og
tornið vestan. Jacob Andreas
Arge gjørdi tekningarnar fyri 25
krónur og Dione Isaksen í Havn
gjørdi kostnaðarætlan og fekk
hann í samsýning 14 krónur. At
hava eftirlit vóru settir snikkari
G. Sigurdson og timburmaður
J.A. Nolsøe og hendi hetta við
rættaravgerð, eftir tí, Suðuroyar
sýslumaður sigur frá. Og ein
triði sæst eisini hava verið við
sambært rokningum og var tað
H.P. Sørensen, ið saman við
Sigurdson hevur fingið 32
krónur frá J. Mortensens Enke
fyri at sýna tilfar.
Hugsandi er, at arkitekturin
Amberg, sum er í Føroyum í
1878 og ger tekning og kostn-
aðarætlan til kirkjuna á Eiði,
hevur havt ávísa ávirkan á
kirkjubyggiarbeiði í Føroyum tá
á døgum.
Umframt at vera byggimeistari
í Havn, røkti Petur á Reyni post-
flutning úr Havn til Suðuroyar.
Nær Petur á Reyni, seinni
nevndur í Mattalág, er farin
undir arbeiðið uppá kirkjuna í
Sumba er ikki greitt, men skjótt
hevur gingið, tí 22. mars 1886
sigur Dione Isaksen, at kostnað-
arætlan er gjørd og tá kunnu
byggimeistarar geva síni boð til
útbjóðingina, ið var gjørd til
ymsu arbeiðini.
Góð hjálp hevur óivað verið í
bygdarfólkinum, tí longu 2.juli
er stórviðurin komin til Sumbiar
frá J. Mortensens Enke, sum tað
lutaðist at lata viðin við útbjóð-
ingina.
Andras Jensen, snikkara-
meistari av Viðareiði, fekk
timbur - og snikkaraarbeiðið.
Hann varð búgvandi í Sumba og
giftist Maren Malenu, dóttur
Mariannu og Niclas Langgaard
bónda á Laðangarði. Hjálpar-
maður Andras, Johan David
Jacobsen, Søldarfjørður, giftist
eisini í Sumba við Sunnevu
Mariu, dóttir Elsubeth Mariu og
Thomas Jacob Kjærbo, men tey
fluttu til Søldarfjarðar at búgva.
Andreas Jensen lat kirkjuni
altartalvu, sum danskur málari
Rønne, málaði. Dímunarbóndin
Janus , "blindi bóndi" nevndur,
sat fyri. Hann segðist hava tað
blídni og ta útstráling í ásjón,
sum Jesus Kristus mátti hava
havt í sváru bønarstund síni í
Getsemane.
Kirkjan var takt við nævur og
flag, tornið við skifur. Spírið
gjørdi smiðjumeistari Jørgen
Mortensen á Tvøroyri og kross á
á mønuna yvir kórsjøldurin
gjørdi Johan Samuelsen, Johan í
Liða, Sumba.
Nýggja pípuurgu lat Jákup
Dal, heilsølumaður í Keyp-
mannhavn og manga aðrar lutir
hevur kirkjan fingið. Brøðurnir
Jacob Peter og Poul Symphor
lótu nýggja klokku, sum varð
vígd í 1964 og Poul F. Joensen
skrivaði ørindi at rista í hana.
Her er í stuttum farið um
søguna og leggjast kann afurat,
at takið úr nævur og flag frá
1886 lá til 1944, tá tað var skift
við asbest og gjørdi bátasmiðurin
Karl á Bug arbeiðið. Á heysti í
1964 var kirkjan bróstað innan
og hválvið skift og gjørdi Kim
Nielsen, timburmeistari í Sumba,
arbeiðið. Kirjan var tá eisini
málað innan og gjørdi Poul Arni
Poulsen, málarameistari á
Tvøroyri, arbeiðið. Í 1986 var
klædningurin í torninum skiftur
frá skifur til timbur og arbeiðið
gjørdi Einar Danielsen í
Kálgarði.
Søga skriva í dag
Men 2003 verður av sonnum
eisini merkisár í kirkjusøguni í
Sumba.
Í mong ár hevur meira og
minni ferð verið á ætlanini um at
fáa kirkjuna í Sumba aftur í
hampuligan stand, tí krikjan var
als ikki í góðum standi. Góðar
hendur hava tikið tøk og síðst í
áttatiárunum fingu sumbingar
nakað av peningi, men síðstu
Sumbiar Kirkja sum nýggj
Í mong ár hevur meira og minni ferð verið á
ætlanini um at fáa kirkjuna í Sumba aftur í
hampuligan stand, tí krikjan var als ikki í góðum
standi. Góðar hendur hava tikið tøk og síðst í
áttatiárunum fingu sumbingar nakað av peningi,
men síðstu árini hava sumbingar og
kirkjumyndugleikarnir veruliga tikið tøk og
kirkjan frá 1886, og sum t.d. ikki hevði sæð
máling síðani 1964, stendur nú sum nýggj frá
innast til uttast og vatn og sentralhiti eru nú inni,
so deknur sleppur undan at renna eftir heitum
vatni, tá dópur er
Vøkur er hon at sjá, Sumbiar Kirkja, nú hon aftur stendur sum nýggj í uppruna standi við nútímans ábótum
Myndir: D. Olsen
Mary Nielsen frá meinigheitsráðnum er millum teirra, ið hevur tikið tøk
fyri at fáa í stand kirkjuna. Hon dugir væl at greiða frá søguni og tí, ið nú
er farið fram
Birgir Sigurðsson, sangari og
lesandi útiseti:
Mítt nýttársynski 2004 er, at eg nýti
meira tíð saman við Gudi, mær sjálvum,
mínari konu, og familju og vinum.
Harafturat at eg passi mína skúlagongd,
sum eg ikki havi megnað seinastu
tíðina. Til síðst ynski eg at nýti restina
av tíðini uppá mín stóra áhuga: sang og
tónleik.
Nýggjársynski
árini hava sumbingar og kirkju-
myndugleikarnir veruliga tikið
tøk og kirkjan frá 1886, og sum
t.d. ikki hevði sæð máling síðani
1964, stendur nú sum nýggj frá
innast til uttast og vatn og
sentralhiti eru nú inni, so deknur
sleppur undan at renna eftir
heitum vatni, tá dópur er.
Í 1989 fingu sumbingar
600.000 krónur játtaðar úr einum
grunni, sum ókendur gevari letur
og sum kirkjur í Føroyum
mangan njóta væl av. Um sama
mundið fóru sumbingar at hugsa
um at fara undir at taka eitt
veruligt tak fyri at fáa kirkjuna í
stand og fyri at framja ábøtur.
Nevnast kann at vatn var ikki
inni og bert elhiti.
Peningurin var allur oyrmerkyr
tá, men sumbingar høvdu í
hyggju eina heildarætlan, tí so
nógv var at gera við kirkjuna.
Mong ár gingu tó, peningur var
savnaður, men síðstu árini eru
myndugleikarnir, bispur, dóm-
próvstur, stifsstjórn og forn-
minnissavn veruliga komin við í
ætlaninar og ferð er komin á.
Upprunaligt í nýggjum
hami
Í dag stendur kirkjan í Sumba
sum nýggj og við øllum nútím-
ans hentleikum. Vit hava fingið
forkvinnana í meinigheitsránum,
Mary Nielsen, at siga eitt sindur
frá gongdini, og hon er tíðinda-
fróð.
Sera glað er hon um, at arki-
tekturin Palle Gregoriussen
hevur verið knýttur at ætlanini, tí
hann hevur gjørt eitt vala arbeiði.
– T.d. er hann komin so sera
væl frá at loysa trupulleikan við
rúmi fyri oljufýri og wc og
vatnviðurskiftum. Og so hevur
hann eisini lagt ein "borda" ovast
millum vegg og loft, og hóast vit
kanska vóru ivasom, so er hetta
so ómetaliga flott og prýðir um,
fegnast Mary, sum ikki veit júst
kostnaðin av verkætlanini, men
væl av peningi er nýttur at seta
kirkjuna í stand og sumbingar
fegnast um vælvildina.
Bordin er eisini liður í, at nýtt
klimaannlegg er sett í kirkjuna
og ventilar eru kring í loftinum.
- Annars er at siga, at væl er
frágingið frá fyrstantíð og væl er
lagað og stoypt og tað hevur
nógv at siga fyri standin hon
hóast alt er í, metir Mary Nielsen
og sigur, at frá Fornminnissavn-
inum siga tey, at viðvíkjandi
ljósi, hita og luftvætu er kirkjan
nú á savnsstøði.
Eisini á ljóðsíðuni er bøtt um
og sonevnd teleslynga er komin
og bøtir hetta væl um hjá
teimum við niðursettari hoyrn.
Hvørki sentralhiti ella vatn
hava verið í kirkjuni. Eitt elhita-
annlegg hevur verið. Deknurin
hevur verið noyddur at hava vatn
í hitafløsku við sær, tá dópur
hevur verið og húsini nærhendis
hava mangan verið hent í so
máta.
Georg Kjærbo hevur gjørt
elarbeiðið og Bent Mortensen
hitaarbeiðið.
Upprunalig vindeygu
– Vit fingu vatn í túnið tann 7.
januar í ár, og tá fekst kalt vatn,
minnist Mary.
Serliga áhugavert er, at vind-
eyguni í kirkjuni eru tey upp-
runaligu frá 1886. Hóast ongin
rættiliga trúði tí, so varð farið
undir at kanna, hvørjum standi
tey vóru í. Tað vísti seg, mót-
vegis gitingum, at tey vóru
nærum sum nýggj, tá ein tunn
skón av rusti og gamlari máling
var tikin burtur. So vóru vind-
eygui varisliga tikin úr og eru
sandblást norðuri við Ljósáir. Og
í dag prýða tey aftur kirkjuna og
menna eginleikan sum upp-
runakirka í nýggjum hami.
Nýtt tak er úr alumininum og
hegnisliga er farið um grótvegg-
in, so tikið er úr honum, so
hurðin er breiðari nú og eisini
eru skáp gjørd. Ein hvalbingur
hevurt staðið fyri grótarbeiðin-
um. Nýggjur te-køkur er eisini í
kirkjuni frammi í kór, haðani er
hurð, har tað slepst beina leið í
fýrrúm, wc og goymslurúm, sum
arkitekrurin so hegnislga hevur
lagt soleiðis, at rúmið gongur eitt
petti undir vegin omanfyri
kirkjuna og er tí stórt og rúmligt.
Á loftinum er vorðið rúmligari.
Urgan frá 1953 er pumpuurga,
men hóast pedalin er býtt við
streymorku, so hevur stórur kassi
staðið á loftinum. Hann er nú
burtur og bert sjálvur bjólgurin
er eftir. Urgan er frá T.H.
Frobenius & Co og J. Dal, ið lat
urguna, hevði mammu úr Sumba.
Á loftinum er eisini teppi lag t á.
Krikjan er øll málað, bæði inni
og úti, eftir ikki at hava sæð
máling síðani 1964, og Erhard
Joensen, málarameistari hevur
staðið fyri. Tølini á benkrunum
eru komin aftur í upprunastíl og
Hans Jacob Hjelm, málari, hevur
málað.
Meinigheitsráðið breiðkaði og
klæddi benkurnar, tá kirkjan fylti
100 ár. Teir hava staðið í Meinig-
heitshúsinum, har hildið hevur
verið til, meðan kirkjan hevur
verið endurnýggjað.
– Vit høvdu trupulleikar við, at
harpiks kom úr viðinum og so
vóru benkurnir eisini sera smalir,
so stor fólk sótu sum á vagli,
smílist Mary.
Gólvini eru tikin úr og hølvaði.
Jóanes við Ósagarð, byggimeist-
ari í Vági, stóð fyri timbur-
arbeiðinum.
Mary kemur inn á talvuna og
heldur seg hóma, at talan er um
olmussugávu og at hon kostaði
einar 500 krónur og tað var fitt
av peningi tá í tíðini. Hon nevnir
Dímunarbóndan, "blinda bónda"
(sí omanfyri) ,ið sat fyri, tá
málast skuldi. Slektin kom úr
Ólahúsið í Hørg, og stuttligt
heldur Mary vera at nevna, at
urguleikarin í dag, Hannebeth
Joensen, er av hesi somu ætt -
pápin kallaðist Janus, eins og
bøndurnir mangir í Dímun.
Mangir upprunalutir eru í
kirkjuni, t.d. lampurnar frammi í
kórinum.
Í forkirkjuni eru nýggir flísar
lagdir og har stendur eisini
hátalari, ið kann flytast út, tí
mangan er kirkjan ov lítil, t.d. til
jarðarferðir. Har hanga eisini
uppruna kirkjubússurnar. Har
stóð á sinni skrivað "Til de
fattige", men nú stendur "Til
kirkjuna".
– Eitt býtt tók og broytti hetta,
óivað var tað eg sjálv, sigur Mary
við einum ivasomum smíli, men
annars fegnast hon um allar tær
gávur, ið eru komnar og sum enn
koma til kirkjuna.
– Vit fóru út tann 7. januar og
inn afur 14. desember 2003,
sigur Mary Nielsen.
Kirkjan í Sumba stendur í dag
í bøttum líki, men nærum sum
fyrsta dagin og er eitt prýði fyri
bygdina og til miklan sóma, har
hon aftur við reistum høvdi kann
skoða oman í bygdina, ið so
mangan merkir veður, vind og
brim.
Keldur: Sumbiar Kirkja eftir Mariu
Thomsen og samrøða við Mary
Nielsen.
Vøkur er hon eftir umvælingararbeiðið og Palle Gregoriussen hevur bøtt um, so hon bara er vorðin vakrari, tó
upprunin hevur verið í hásæti
Urgan er frá 1953 og hevur bjólg, men ikki er neyðugt at pumpa, tí hetta er
nú gjørt við el-megi, men stóri kassin til pumpuna er nú burtur á loftinum,
so plássið er betri
C
M
Y
K
13
12