mánadagur 1. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
15
ÆTTLEIÐING
Marjun Dalsgaard
Fyrst var hann bara
skelkaður - so byrjaði
hann at hugsa um, um
hann yvirhøvur skuldi
skriva aftur - hvat vildu
hesi fremmandu fólkini
úr Korea? Hví skrivaðu
tey nú? Nógvir spurn-
ingar trokaðu á, tá Rúni
Kim Petersen fekk eitt
bræv úr Korea í marts
mánaði fyrra árið.
Hansara biologisku
foreldur vildu fegin hava
samband við hann, og
hann stóð brádliga við
valinum um at fáa svar
uppá allar teir spurning-
ar, sum hann hevði
gingið við sum ætt-
leiddur. Nær var hann
føddur? Hvør var til
staðar? Hví varð hann
ættleiddur? Rúni kendi
seg ikki sørt ørkymlaðan
av øllum hesum, men
gjørdi av at svara bræv-
inum - og síðan at síggja
biologisku familjuna í
Seoul.
Í dag hevur hann sæð
tey - og tað var eitt feitt
upplivilsi. Men tað var
eisini hart - millum
annað tí tað var ringt at
tosa saman, tí tey duga
ikki eingilskt og hann
ikki koreanskt.
Meira veruligt
Merkiligt, snedugt - dugi ikki at
forklára tað, er svarið frá Rúna,
um tú spyrt hann, hvussu tað var
at síggja biologisku mammuna
og brøðurnir fyrstu fer.
– Tað er ringt at seta orð á,
men tað heila verður meiri
veruleikakent. Nú er tað langt
síðan, at eg fekk brævið, so eg
havi vant meg við, at tey eru har,
men at síggja tey gjørdi, at tey
vórðu verulig, sigur Rúni.
Tá hann fekk brævið, hugsaði
hann, at tað tómrúmið, sum hann
altíð hevði kent, tí hann er ætt-
leiddur, fór at fyllast út, um hann
hitti hesi fólkini og fekk svar
uppá teir spurningar, sum hann
hevði havt, alt hann mintist.
Hann hevur fingið svar uppá teir
flestu av sínum spurningum, til
dømis at hann varð ættleiddur, av
tí at mamman og pápin livdu
hvør sær, tá tey fingu hann sum
nummar tvey, og hon megnaði
ikki at breyðføða tveir dreingir.
Tey komu síðan saman aftur, og
hann hevur tískil ein yngri og ein
eldri beiggja. Og nú er hetta
tómrúm fylt út, sigur hann. Nú er
hansara lívssøga fullkomin. Eitt
varð tó, sum hann gjørdist
keddur um, tá hann kom til
Seoul. Tað var, at biologiski
pápin var deyður fáar mánaðir
áðrenn.
– Tað var eitt vónbrot ikki at
síggja hann, men tað var fantast-
iskt at síggja hini kortini, sigur
Rúni.
– Eg hevði ikki gjørt mær alt
ov stórar vónir um, hvussu tað
skuldi vera at hitta biologisku
familjuna, mest fyri ikki at verða
vónbrotin, men eg varð
gleðiliga yvirraskaður.
Tey vóru sera fitt og
tóku sær væl av mær.
Eg kendi meg eisini
aftur í teimum í útsjónd
og í atburði, sigur Rúni.
Hann kom sera væl út
av tí við yngra
beiggjanum, sum hann
eisini líkist mest av
útsjónd.
– Tað var bara kemi –
vit svinga væl saman,
og tað var sum um, eg
altíð hevði kent hann.
Tann eldri beiggin dugdi
ikki eingilskt, so vit
kundu ikki tosa so nógv
saman. Tann yngri
dugdi einans onkrar
glosur, men vit kundu
so skriva seðlar og so
framvegis, sigur Rúni.
Foreldrini við
Rúni fór ikki einsamall-
ur til Suðurkorea.
Mamman, pápin,
systurin og yngri beiggi
hansara vóru við.
– Eg hevði nokk ikki
fari einsamallur. Eg
visti jú ikki, hvussu tað
fór at vera. Eg ímyndaði
mær í ringasta føri, at
eg ikki hevði nakað
felags við tey yvirhøvur,
ella at eg kendi meg
fremmandan hjá
teimum – so hevði eg
nokk kent meg eitt
sindur einsamallan, um
eg ikki hevði mína familju við
mær, sigur Rúni.
– Bara tað, at tey vóru har, var
ein stuðul - eg kendi meg eisini
einsamallan, tá tey fóru heim,
leggur hann aftrat. Hann var
fyrst tveir dagar í Seoul saman
við foreldrunum og systrini Ásu
og yngra beiggjanum Terja.
Hesar báðar dagarnar hittu tey
biologisku familjuna hjá Rúna,
Feitt upplivilsi
Tvey ár eru skjótt liðin síðan Rúni Kim Petersen fekk bræv frá sínum
biologisku foreldrum í Suðurkorea - tey vildu hava samband við hann. Nú
hevur hann verið í Seoul, og hetta er tað feitasta upplivilsi, hann hevur
havt, sigur Rúni
Felagsmynd. Aftast frá vinstru: Pápi Rúna, Jaspur; ein vinkona hjá familjuni; Rúni; eldri biologiski bróðurin; ferðaleiðarin. Fremst frá
vinstru: Terji, bróður Rúna; mamma Rúna, Jana; systir Rúna, Ása; biologiska mamman hjá Rúna, yngri biologiski bróður Rúna og
presturin í kirkjuni, sum familian hoyrir til
Tríggir brøður; frá vinstru Hyo Sung, ið er elstur, Rúni (Hyo
Shik), ið er miðlingur og tann yngsti Tae Sung.
Rúni saman við biologisku mammuni og eldra bróðurinum.
Ùtsýni frá Seoul Tower
og síðan fóru tey at ferðast runt í
Suðurkorea við einum ferðaliði í
10 dagar. Við í ferðaliðnum vóru
onnur, ið eru ættleidd úr Suður-
korea, men Rúni var tann einasti,
sum visti, at hann skuldi hitta
sína biologisku familju hendan
túrin. Ein genta í ferðaliðnum
fekk tó eina avtalu við sína
familju í lag dagin eftir, at tey
vóru komin. Tá hesir 10 dagarnir
vóru farnir, fór familjan hjá
Rúna og ferðaliðið aftur til
Danmarkar, men hann var eftir
og skuldi búgva hjá biologisku
familjuni í eina viku.
– Tað var ringt tá, tí vit kundi
jú ikki tosa saman. Vit høvdu
ongan tulk nú, og tað einasta tey
dugdu á eingilskum, vóru tær
glosurnar, sum tann yngri
beiggin dugdi - tað var sovorðið
sum "Brother good?", sigur
Rúni. Men tey kláraðu seg
kortini - millum annað við at
peika á kort og eina koreanska
glosubok, greiðir hann frá - hetta
førdi tó við sær, at tey kundu
tosa í tímar, uttan at fáa so nógv
at vita. Tað var somuleiðis nógv,
sum hann ikki kundi spyrja um -
tað var alt ov innviklað at
forklára.
Hóast tey ikki kundi tosa so
nógv, er Rúni glaður um, at hann
hevur fingið møguleikan at hitta
tey. Hann heldur somuleiðis, at
tey vóru sera fegin um, at tey nú
kunnu læra hann at kenna. Í
fyrstani fekk hann tó eitt minni
sjokk, tá hann spurdi, um tað var
rætt, at hann var føddur 6. mars.
Nei, var svarið - tú hevur
føðingardag 17. januar.
– Eg var sera skakkur og
hugsaði, at eg var endaður hjá
skeivari familju, sigur Rúni. Tað
vísti seg tó, at tað var ein mis-
skiljing, tí tey hava eitt annað
kalendaraár í Korea.
Anonymur í Seoul
Tað undarligasta við ferðini var
at kenna seg so anonyman, tá ein
gekk á gøtuni, sigur Rúni. Hann
fall inn í gøtumyndina í Seoul,
og fekk ein kenslu av at vera
heilt anonymur – ein kensla hann
ikki hevur haft fyrr – hvørki í
Føroyum ella í Keypmannahavn.
– Tú ert bara meira sjónligur
her heima, um tú er ættleiddur úr
Korea – soleiðis er tað bara – og
tað var sera løgi, at eingi eygu
festu seg á teg bara eitt sekund
longur enn neyðugt, tá tú gekk á
gøtuni í Seoul. Tá eg keypti,
tosaðu tey eisini koreanskt við
meg, sigur Rúni. Hann kendi seg
sum ein part av býnum á tann
hátt, men mentalt kendi hann seg
sum ein gest.
– Mentalt eri eg føroyingur –
sum hevur búð leingi í Keyp-
mannahavn – tað er eingin ivi
um tað, og eg eri glaður fyri, at
eg eri uppvaksin her – eg hugsi
um tað, eg standi fyri og so
framvegis – tey hava eina heilt
aðra mentan har, sigur Rúni.
Hann varð kortini sera glaður
fyri Seoul, og kundi hugsa sær at
búð har ein tíð. Hann hevur tó
ikki avgjørt, nær hann fer yvir
aftur – tað vil tíðin at vísa, sigur
Rúni.
Søndag 10/8-2003
Sidder lige og tænker på, at
det er i morgen, at jeg skal
møde min familie, og har ikke
den eneste sommerfugl i
maven. Det er egentlig
underligt (...)
Jeg sidder for mig selv ved
siden af to fra Korea, og de
stewardesser har talt koreansk
til mig. Jeg har nok lignet et
stort spørgmsålstegn, da jeg
ikke fatter en brik af det, som
bliver sagt. (...)
Det er sg’u mærkeligt at
sidde i et fly, hvor alle er af
samme race som jeg.
Vi sidder i bussen mod
Seoul, og Don har talt med
familien flere gange, fordi de
vil være sikre på, at jeg er med.
Han blabber et eller andet på
koreansk, som jeg ikke forstår,
og siger, at hun vil høre min
stemme - OK..!
Mandag 11/8-2003
Kære Hyo Shik
Jeg er vågnet flere gange i
nat, klokken fire, fem og seks
og så kunne jeg ikke sove mere,
sengen er meget hård, men jeg
er nok nødt til at vænne mig
til den.
Om tre timer skal jeg mødes
med min biologiske familie,
men jeg vil prøve, om jeg kan
sove lidt mere (...)
Det kunne jeg ikke, så jeg
stod op og gik i bad, så tænkte
jeg, at jeg ville se mig omkring,
hvor der ikke ville være så
mange mennesker (...) så jeg
kunne tænke på dagen i dag,
og hvordan den ville blive. Det
regnede lidt, men det gjorte
ikke noget. Gik tilbage til
hotellet og pakkede lidt
sammen til den store dag,
Klokken blev 10.30, og vi
skulle til at gå op imod
templet, jeg er begyndt at få
sommerfugle i maven. (...)
Klokken blev 11, og nu
ringede alle klokker, der
stoppede en bil lidt væk fra os,
og jeg fik lidt kolde fødder,
men Don hev mig med, Jang
Shik "mother" løb imod mig og
omfavnede mig, og da kunne
jeg ikke lade være med at
græde og hun hylede og talte
på koreansk, hvilket jeg
selvfølgelig ikke kunne forstå.
Storebror og mig omfavnede
hinanden og vi begge græd og
snøftede, lillebror og jeg
omfavnede også hinanden og
græd ligesom før. Han er
højere end mig og storebror
lidt mindre end mig. Men hvor
var Jung Shik "father"? Vi fik
at vide, at han døde i april
den 4., og der måtte jeg føle
mig skyldig, er meget ked at at
jeg ikke kunne møde ham (..)
Der blev filmet og taget
billeder i lange baner, så stod
vi og talte sammen om, hvor vi
skulle gå, og hvilke planer vi
havde for dagen (...) Jeg
insisterede på at se, hvor Jung
Shik blev begravet, og det fik
jeg lov til, så efter at vi havde
spist, kørte vi afsted. Det lå
en times kørsel fra Seoul i de
smukkeste omgivelser af
bjerge, der var meget stille, vi
gik op ad en bakke. (...) der
var en præst med, så han bad
en bøn, og efter det lagde
omma en hånd på. Jeg tror, at
hun talte og bad en bøn til
appa og mig, men fik at vide
fra min tolk, at hun ville have
ønsket, at appa kunne se mig.
Tirsdag 12/9-2003
(...) Anna, en pige i gruppen
skulle møde sin biologiske
familie. Det havde hun fået at
vide dagen efter, at vi var
kommet til Seoul. Jeg skulle
også møde omma (...) Mor, far,
Terji og Ása tog tilbage til
hotellet (...) vi tog så ud for at
spise lunch med den anden
piges biologiske forælder.
Omma og den anden piges
omma sad og talte om vores
tøjstil, og at vi, som er
opvokset i Europa var lidt
tykke og måtte tabe os...
Lørdag 23/8-2003
Kære Hyo Shik!
Vi stod tidligt op, da de
andre skulle ud i lufthavnen
og være klar ved bussen
klokken 9. Det tog en time at
køre ud til lufthavnen, og der
var min biologiske familie også
og ventede på mig, og Annas
biologiske forældre for at sige
farvel. Det var en meget
underlig følelse at vinke farvel
til mor, far Terji og Ása. Jeg
fik en klump i halsen. Vi stod
der og vinkede, til vi ikke så
dem mere. Så gik vi hjem til
min biologiske mor og brødre,
det var meget mærkeligt være
sammen med dem og ikke
forstå en skid af, hvad der
blev talt om. Var så hjemme
hos dem ved 16-tiden, det tog
to timer at komme hjem. Der
blev serveret mad med det
samme, men jeg var ikke sulten
- spiste en banan. Jeg tog et
bad, og så skulle vi ud at spille
pool og bowle, og så var der
tid til at gå hjem til
aftensmad. Efter det lejede vi
tre videofilm. Phone Boot og 2
x Harry Potter. Klokken 24
var jeg træt og gik i seng.
Søndag 24/8-2003
Kære Hyo Shik!
Jeg stod op klokken 10.00.
Da var brødrene og omma
stået op, de havde morgenmad
klar, jeg tog et hurtigt bad og
så spiste vi. Vi skulle i kirke,
min lyst til det var ikke stor,
men jeg gjorte det alligevel.
Der var mange mennsker som
kiggede på mig, da jeg var en
ny, som de ikke havde set før,
men der var også nogle ind
imellem, som jeg havde mødt
(...) Præsten ønskede mig
velkommen i kirken på
engelsk, så jeg forstod en
smule, og jeg blev lidt flov da
ligesom alle hørte det, og det
var i slutningen af
gudstjenesten.
Vi skulle op på kontoret i
kirken bagefter, da der skulle
stilles nogle spørgsmål til mig
fra præsten, men tolken, som
var en pige, fnisede hver gang
hun skulle sige noget. Vi satte
os ned og så kom alle damerne
som en flok og satte sig ved
bordet, og jeg kunne forstå, at
deres samtaleemne var mig...
Torsdag 28/8-2003
(...) Jeg er blevet totalt
forelsket i Seoul, og synes at
her er skønt at være, alt er
bare fantastisk. (...)Vi sad og
snakkede hjemme og drak
kaffe, klokken blev mange igen
og jeg skulle til at pakke og
var hurtigt færdig med det,
har sagt farvel til Tae Sung,
da han ikke fik fri fra
militæret, det var meget
ærgerligt. Jeg har gjort klart
til at sove og har stadigvæk
ikke lyst til at rejse hjem igen.
Fredag 29/8 2003
Vejret er meget godt. Man kan
se ned på byer og nu flyver vi
forbi Bejing, Irkutsk, Ural
Mountains og snart flyver vi
over St. Petersburg og kan se
byen, hvis det ikke er
overskyet, så det håber jeg
ikke. Jeg synes, at det er lidt
underligt at sidde i flyet, og at
det bliver ved med at være
lyst. Hvis vi stadig var i Seoul
ville klokken være 21.30,
underligt at vi flyver væk fra
mørket.
Hyo Shik er koreanska navni hjá Rúna
Tea Sung er yngri biologiski bróðurin
Hyo Sung er eldri biologiski bróðurin
Biologiska mamman kallast Jang Shik og omma
Biologiski pápin kallast Jung Shik og appa
Koreanskur dansur í býnum Geyong Ju
Tey høvdu
eisini tíð til at
ferðast – her
við markið til
Norðurkorea
»Panmunjom»
Brot úr dagbókini hjá Rúna
C
M
Y
K
15
14