mánadagur 1. desember 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
17
NÝGGJÁR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Síðani miðskeiðis í sekstiárun-
um, hava vágbingar veruliga
gjørt burturúr nýggjárshaldinum.
Tá tóku ungfólk seg saman og
settu harvið nærum eina kavabólt
á rull, sum bert hevur rullað seg
størri og vakrari.
Øll hesi 30 - 40 árini hava
veitsla, skemt, kyndlagonga,
fýrverk og dansur verið fastir
tættir og síðani 1967 hava
tiltiknu skemtararnir staðið á
palli. Niels Petur Nolsøe, Robert
McBirnie og Petur Dahl Nolsøe.
Seinni eisini Arnfinn Thomasen.
Nøkur ár duttu tó burtur ímillum
viðvíkjandi veitslu og skemti
fyrst í 90’unum, tá lemjandi
kreppan rakti Vágsbygd so
meint.
Fýrverk
Í Vági er ein nýggjársnevnd og
hon fer til verka langt áðrenn
onnur hugsa um nýggjárshald.
Skipað verður fyri kyndlagongu,
kyndlarnir verða savnaðir kring
bálið við Sandin og eftir at hava
kvøðið nøkur ørindi, blakar for-
maðurin fyrsta kyndilin og síðani
hinr, og so er stórt nýggjársbál.
Og tá er tað eisini, at eitt hitt
stórsta fýrverk í landinum kemur
fyri. So sera vakurt og stórsligið
og eftir hvat skilst, so verður tað
ikki minni av fýrverki í ár, enn
undanfarin ár. Meiri peningur
skal til og nú er farið undir at fáa
fyritøkur at stuðla nýggjársfýr-
verkinum.
Á kvøldið klokkan 20 er van-
ligt við ræstkjøtaveitslu í VB-
húsinum og tá er tað, at skemt-
ararnir koma á pall at gera
burturúr, mest lokalt skemt,
sjálvandi, men framført við
hóskandi priki, dugnaskapi og
við dygdargóðum tættum í
hópatali.
Broytingar
So hevur verið í mong ár, men
nú koma møguliga nakrar
broytingar. Sagt verður jú, at alt
broytist við tíðini og nýggjárs-
hald má sigast at vera tekin um
tíðina, ið rennur avstað.
Enn er ikki heilt greitt, hvussu
verður í ár, ella júst hvørjar
broytingar verða gjørdar. Greitt
er, at skemtararnir helst ikki fara
nakran veg, men standa klárir
sum altíð, og enntá fullmannaðir.
Men kanska er tað sjálvur
formurin, ið má hava eina neyð-
uga broyting. Ongin loyna er tað,
at somu fólk so trúgv hava skipað
fyri ræstkjøtaveitsluni í mong ár.
Og ikki er altíð so lætt at fáa
yngri
at
taka
við
og
á
luttakarasíðuni er eisini ein
broyting komin í, har heldur færri
hava verið til veitsluna seinnu
árini.
Millum annað hevur verið
trupult at keypa kjøt til veitsluna,
tí eisini hava so mong biðið sær
pláss eftir evsamark fyri teknig
er farið.
Júst hvussu broytingin verður,
er ikki greitt, men tað tykist
rættiliga víst, at ræstkjøtaveitslan
verður fyri eini broyting so ella
so.
Men vágbingar, og onnur
vitjandi, kunnu gleða seg til
árliga dansin í VB-høllini, har
eini 8-900 fólk vanliga leitað sær
at dansa nýggja árið inn, til sólin
sær á morgni og fólk kunnu
gleða seg til fýrverkið, sum aftur
í ár verður nakað heilt fyri seg.
Brandur Enni, tónleikari:
At eg einaferð í komandi ári fari at geva eina
góða, nýggja fløgu út, sum verður nógv at hoyra í
Føroyum, men sum eisini fær útlandið at vakna.
Sjálvur fari eg at arbeiða miðvíst við sangi,
tónleiki og dansi og mín vón er, at fáa góðan
stuðul í mínum arbeiði.
Harafturat síggi eg fram til nógvar spennandi
upplivingar í 2004. Eg vóni at røkka uppaftur
longri enn higartil, og at tað verða fleiri tiltøk og
avbjóðingar á skránni.
Annars vil eg takka fyri eitt sera gevandi og
læruríkt ár. Mítt ynski er, at kunna vera
vælnøgdur við meg sjálvan og tað, sum er komið
burturúr, tá vit aftur taka samanum við árslok
2004.
Nýggjársynski
Tiltikna nýggjárshaldið
møguliga fyri broytingum
Vágur hevur verið - og er - nýggjársbygd og tað skerst ikki burtur, at vágbingar her hava gingið á
odda og víst veg. Í hópatali koma fólk til bygdar at halda veitslu og trína inn í nýtt ár við miklum
veitsluróma, nógvum fýrverki, skemti og tónleiki og dansi
Vágbingar, og onnur vitjandi, kunnu gleða seg til árliga dansin í VB-høllini, har eini 8-900 fólk vanliga leitað sær
at dansa nýggja árið inn, til sólin sær á morgni og fólk kunnu gleða seg til fýrverkið, sum aftur í ár verður nakað
heilt fyri seg
Síðani 1967 hava tiltiknu skemtararnir staðið á palli. Niels Petur Nolsøe, Robert McBirnie
og Petur Dahl Nolsøe. Seinni eisini Arnfinn Thomasen. Nøkur ár duttu tó burtur ímillum
viðvíkjandi veitslu og skemti fyrst í 90’unum, tá lemjandi kreppan rakti Vágsbygd so meint.
C
M
Y
K
17
16