mánadagur 1. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
19
Teknarin Franquin letur Vakse Viggo uppfinna bæði líkt og ólíkt í eini roynd at sleppa undan at arbeiða ella fyri at sleppa lættari í gerandisdegnum, men eisini, sum her, fyri ikki at koma til skaða
í hálkuni. Enn hevur eingin av uppfinningunum hjá Vakse Viggo fingið rættuliga undirtøku.
UPPFUNNIN ORÐ
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Hann ringdi bara og segði, at nú
kom hann á vitjan.
Eg búði í Keypmannahavn og
tað var ikki so ofta at Henrik
kom á vitjan. Hann búði í Grøn-
landi og tað hevði hann gjørt í
15 ár ella meiri.
Hann hevði onkuntíð arbeiðs-
ørindi í Keypmannahavn og tá
plagdi hann altíð at leggja
leiðina inn á gólvið.
Men hendan dagin vóru ørindi
hansara í Keypmannahavn av
heilt øðrum slagi. Av privatum
slagi.
Hann skuldi á fund á patent-
skrivstovuni. Hann hevði upp-
funnið nakað, men vildi ikki í
fyrsta umfari siga hvat.
Sjálvandi vóru vit forvitin:
Hvat hevði Henrik uppfunnið,
sum hann skuldi hava patent
uppá?
Tekningarnar á borðið
So fer hann í taskuna og tekur
nøkur pappír upp. Men fyrst
skulu vit øll lova - eisini Røskva,
sum er tvey ár - at vit einki
mugu siga fyri nøkrum. Tað lova
vit.
Tekningarnar vera breiddar út
á stovborðið. Stearisljós og
øskubikur flutt. Men hvat vísa
hesar stóru tekningarnar.
– Hetta er eitt baðikar, sum
kann leggjast saman, sigur
Henrik errin.
Eg smílist og hyggi illgruna-
samur upp á mín góða og klóka
vin.
Eitt baðikar, sum kann leggjast
saman.
Tori ikki beinanvegin at grína,
men hugsi:
"Hvat í allari víðu verð skal
man brúka eitt baðikar at leggja
saman til í Grønlandi. Skal man
hava tað við sær á hundasletuni
og um kvøldið folda tað út og
fáa sær eitt bað mitt inni á inn-
landsísinum?"
"Ella skuldi eg havt eitt
baðikar av hasum slagnum við
mær í India?"
Men tað er ikki skemt.
Henrik hevði sitið kvøld eftir
kvøld og teknað og roknað og
funnið rætta tilfarið til eitt baði-
kar, sum kundi leggjast saman.
Men var tað genialt?
Kanska genialt eina løtu
Fyri 12 árum síðani biksaðu Jan
Øregaard og Jákup Petersen við
at gera ein knív, sum kundi skera
beinini úr kongafiski uttan at
skamfíla skræðuna.
Amerikanarar vildu keypa
kongafisk við skræðu, men
fiskurin skuldi samstundis verða
beinfríur.
– Vit hildu tað vera sera spenn-
andi. Vit gjørdu eitt slag av knívi
við dupultum blaði. At enda
riggaði hann, greiður Jan Øre-
gaard frá í dag.
Patent fingu teir ongantíð, tí
tað vísti seg at onkur líknandi
knívur var í USA, men teir fingu
eitt slag av mynsturverju, so
eingin annar kundi gera ein knív
akkurát sama slag.
Knívarnir vóru settir í fram-
leiðslu á eini verksmiðju í
Svøríki.
– Tað var óluksáliga stuttligt,
men tað bleiv ongantíð tað stóra,
tí vøran, sum knívurin skuldi
brúkast til, hvarv. Við eitt hvarv
kongafiskurin við skæðu av
marknaðinum, men nakrir knívar
vóru seldir, minnist Jan
Øregaard.
Sá knívin aftur í USA
Jan minnist, at hann eini seks ár
seinni var í arbeiðsørindum í
USA, og tey vitjaðu eitt virki
mitt inni í landinum. Tá tey
komu inn til nøkur skeriborð, bar
hann eyga við ein knív, sum
líktist hansara.
– Har lá ein knívur og eg
hugdi nærri eftir honum. Og tað
var ein av okkara, greiður Jan
Øregaard frá. Hann spurdi,
hvaðani tey høvdu knívin.
Og svarið var í fyrsta lagi sera
løgið. Tey høvdu keypt hann í
Ný Sælandi, sum brúktan.
Hetta ljóðar, sum ein ótrúlig
søga og er tað næstan eisini.
– So fór eg at hugsa um, at
nakrir føroyskir bátar royndu við
Ný Sæland og teir høvdu nakrar
fáar knívar við sær. So har má
ein vera endaður í landi og síðani
seldur til ein amerikanara. Ja, og
so vitji eg í USA fleiri ár eftir og
finni ein knív liggjandi á einum
virki mitt í USA. Tað var
stuttligt, sigur Jan Øregaard.
Knívurin, sum var endaður í
USA, var brúktur til okkurt
annað endamál, men tað minnist
Jan Øregaard ikki í dag, hvat var.
Ljóðleysi vekjarin
Eina nátt, sum gjørdist heldur
long, hugsaði eg um hesa grein.
Eitt av hugskotunum við greinini
var at koma við uppskotum til
Tað eru hini sum eru genial
Komið og uppfinnið okkurt, sum eingin annar hevur gjørt. Okkurt sum
sveisar navn okkara so fast, at vit vera við í næstu útgávu av Landastroki.
Ella kom bara og les nakrar tankar, sum eru uppfunnir við telduna.
uppfinningar, sum ikki vóru
gjørdar, men sum høvdu verið
genialar.
Náttin gjørdist so long, at eg
kom til, at besta uppfinnilsi
hevði verið tann ljóðleysi vekj-
arin, so man slapp undan
hesum eirindaleysa ganginum,
sum oyðilegði hvønn einasta
arbeiðsmorgun.
Tvær niðurstøður kunnu
gerast av hesum tankum. Tann
fyrsta er, at ein ljóðleysur
vekjari er langt síðani uppfunnin
- ja fyri 500 árum síðani. Altso
fullfíggjað ógenialt.
Hin niðurstøðan er, at tað
kortini er hampuliga genialt, tí
tann sum uppfann ljóðleysa
vekjaran fyri 500 árum síðani
var eingin annar enn Leonardo
Da Vinci - størsti uppfinnari
yvirhøvur. Altso hava vit báðir
havt somu tankar, men hann
gjørdi nakað við tað - tað er
einasti munurin.
Lyft seingina upp í loft
Leonardo Da Vinci teknaði flestu
av sínum uppfinningum á pappír.
Fáar vóru gjørdar í veruleikan-
um, men síðani hansara livitíð,
hevur tað víst seg, at hann hevði
rætt. Tað sum hann teknaði, bar
til. Sumt tó ikki fyrr enn nógv
hundrað ár aftan á deyða
hansara.
Tó so. Ljóðleysi vekjarin bar
til longu tá og ber eisini til í dag.
Leonardo Da Vinci sá fyri sær
eina vektstong - eina stong - sum
var sett inn undir seingina og lá á
einum bukki. Í hinum endanum á
stongini hekk ein spann. So
hvørt sum vatn rann í spannina,
lyfti stongin uppundir seingina.
Ja, og sum fráleið stóð seingin so
nógv á skák, at tann sovandi
vaknaði. Innstillingin av hesum
vekjaranum var bara ein spurn-
ingur um, hvussu skjótt vatnið
skuldi renna í spannina. Genialt,
ha?
Leonardo Da Vinci var ein av
teimum genialu uppfinnarunum.
Hansara eyðkenni var, at hann
ikki bara tveitti seg út í okkurt,
men alla tíðina lurtaði eftir
teimum fysisku og matematisku
lógunum, sum hann dugdi.
Fjaðrar á armarnar
Eitt annað eyðkenni fyri
Leonardo Da Vinci var, at hann
var ómetaliga djarvur í sínum
tankum.
Onkur sum hevði viljað flogið
fyri 500 árum síðani hevði óivað
bundið eitt tyssi av fjaðrum á
armarnar og lopið út av onkrum
forbergi. Tann royndin hevði so
enda við eini syrgiligari
staðfesting av, at tað bar ikki til.
Leonardo Da Vinci hinvegin
hevði lagt til merkis at heit luft
fór uppeftir. Ja so var tað so
einfalt, at um nóg mikið av
heitari luft var latið í eina ballón,
so bar til at flúgva.
Og soleiðis er tað.
Leonardo Da Vinci uppfann
eisini torpedoina. Tað var eitt
rørskapilsi við einum lítlum segli
á.
Ikki so býtt tá skipini á
hansara døgum eisini sigldu við
seglum.
Genialt her og nú
Knívurin hjá Jan Øregaard var
næstan genialur, men tíverri bara
í eitt stutt tíðarskeið. Tað gjørdi
tað lættari at framleiða eina
vøru, sum marknaðurin í USA
vildi hava. Tíverri skoytti markn-
aðurin bara ikki um vøruna
serliga leingi.
Í hesum Irak-kríggj tíðum
hevði tað heldur ikki nyttað hjá
Leonardo Da Vinci at bjóða eina
segl-drivna torpedo fram í
persaraflógvanum, ikki sann-
hoyt?
Tí hevur tað alstóran týdning,
tá eg næstu ferð seti meg við
uppfinnaraborðið, at tíðin er tann
rætta.
Skal man uppfinna eitt baði-
kar, sum kann leggjast saman, til
grønlendska marknaðin. Neyvan.
Tað er ógjørligt at vita, tá
uppfinningin er klár, um hon er
genial ella um hon bara er eitt
hugsunarfostur. Menniskjað
hevur altíð havt trupult at skyna
á tí geniala og tí týdningarleysa.
Tað keðiliga er, at í eftirtíðini er
tey góðu hugskotini sjálvsøgd,
meðan tey vrakaðu eru láturligt.
IBM og Bill Gates
Stovnarin av IBM helt í 1940 at
tað í øllum heimin bleiv tørvur á
fýra teldum. So stutt var
hugsað, at IBM seinni seldi
rættindini at menna
heimatelduna til Bill Gates
fyri nakrar fáar hundrað
dollarar. Rokni við at IBM
angrar í dag.
Samstundis sum Bill
Gates og Microsoft mentu
heimatelduna, arbeiddi
ein annar maður við
hugskotinum at gera tyrluna til
avloysara fyri bilin. Øll skuldu
hava egna tyrlu, heldur enn bil. Í
nøkur ár tóktist hugskotið um
egna tyrlu meiri sannlíkt enn
hugskotið um egna teldu. Men í
dag er teldan vanligari í húsar-
haldinum enn tyrlan. Onkuntíð
haldi eg, at tað hevði verið líka
frætt við eini tyrlu, sum við eini
heimateldu.
Í okkara døgum hava nógv
hildið, at søla um internetið
skuldu vera tann stóra uppfinn-
ingin, men virki eftir virki hevur
ásannað, at tað tímir brúkarin
ikki serliga væl, hóast teknikkur-
in er í púrasta lagi. Um tað gerst
ein uppfinning, sum nyttar nak-
að, vita vit ikki enn.
Hví ikki heldur hava ein tyrlu
og flúgva í Keypsamtøkuna at
keypa og aftaná standa og reypa
saman við øðrum tyrluførarum
við beriposa við lørdagskyllingi
í?
Uppfinning hvarv
Einaferð var tað soleiðis, at á
nógvum almennum vesum var
eitt uppfinnilsi, har kundin kundi
smoyggja eitt plastikk-skapilsi
tvørtur um brettið, áðrenn hann
setti seg niður at gera tað, sum
gerast skuldi. Skapilsi bjóðaði
eingangs plastikkbrettisum-
smoyggingarhýtir. Helst fyri at
alt skuldi vera reinligari.
Sjálvur brúkti eg ongantíð
hesar brettishýtir. Sat heldur eitt
sindur skeivt á brettinum. Tað
rokni eg við onnur eisini hava
gjørt, tí í dag er uppfinnilsi
burtur. Plastikkbrettisum-
smoyggingarhýtir hvurvu.
Einsamallur inni á vesinum
hevur eingin tímað at smoygt
plastikkhýtir um brettið. Bara í
teoriini hevur kundin tímað.
Tað er ikki lætt at uppfinna,
hvussu vit skulu tíggja okkum
inni á vesinum.
Summi sløg av menniskum
høvdu yvirhøvur ikki verið til í
dag, um ikki onkur hevði upp-
funnið alt tað, sum skal til fyri at
gera tey til eina typu. Vit vita
hvørja typu vit hugsa um, tá eg
nevni hesar uppfinningarnar:
fjarstýring, hvítar Levi's undir-
troyggjur, pizza, dankort, øl og
lotto. Fínar uppfinningar, sum
hava gjørt tað
møguligt at liva
øðrvísi enn í
gomlum
døgum.
Í bað í
stórbý-
num
Mín góði
vinur, sum
í ramasta
álvara
hevði
uppfunnið
baðikarið,
sum kundi
leggast
saman,
hevði ætlað tað til smáar íbúðir í
stórbýum, har ikki pláss var fyri
baðikørum inni á smáu vesunum.
Kanska ikki so býtt, men hann
uppgav aftur.
Storm P. hevur við sínum uppfinningum eisini roynt at gjørt gerandisdagin lættari hjá bæði smáum og lágum.
Hendan myndin er teknað í 1940.
Soljóðandi tekstur hoyrir til myndina: Man begynder i billedets højre side med manden, der siger "Nu!" - og
betgragter derefter manden som klipper tråden over, således at hunden kan få fat i pølsen og springe ned i
kurven, hvilket forårsager, at brødet vipper ned til guldfisken, som dervid slår etg slag med halen, hvad der får
katten til at tabe pillen ned i tragten, således at pillen triller ned i munden på den unge herre i sending. Detter
er apparatet til på en human og gemytlig måde at få børn til at sluge en pille. Bokseren foroven til højre har
intet med apparatet at gøre, men ville så gerne med.
Nakrar av týdningar-
mestu uppfinningunum
upp gjøgnum árini:
1346: Kanónir
1450: Bókaprent
1776: Dampmaskinan
1881: Streym-gløðilampan
1885: Bilurin
1903: Flogfarið
1945: Kjarnorku
1957: Fylgisveinurin
1971. "Chip",
Mikroprosessari
Tann ljóðleysi vekjarin
Tekning Óli P
C
M
Y
K
19
18