mánadagur 1. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 244 - 23. desember 2003
Nr. 244 - 23. desember 2003
21
FJARLESTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Alnetið man vera eitt av teim-
um uppfinnilsunum, sum hesi
seinastu árini hevur havt størst
ávirkan á gerandisdagin hjá
vanliga fólkinumí okkara parti
í heiminum.
Mangan verður tosað um teir
møguleikar, sum alnetið hevur
við sær. Og eitt úrslit, av hesi
nýggju tøknini er, at tað vindur
meiri og meiri uppá seg, at sita
heima og arbeiða.
Ein annar møguleiki, sum
vindur meiri og meiri uppá seg,
er fjarlestur.
Tað er at sita heima og taka
eina útbúgving.
Hendan møguleikan ætlar
Eva úr Dímun sær nú at royna.
Hon hevur gingið á lærara-
skúlanum í Havn í tvey ár, men
tá ið tey flutt út til Dímunar at
búgva í summar, fekk hon
farloyvi í eitt ár.
Hon hevur kortini ikki far-
loyvi meiri enn so, enn at hon
tekur eina linjugrein á Lærara-
skúlanum umvegis alnetið.
Tað er støddfrøði, sum hon
nú lesur umvegis alnetið og í
summar ætlar hon sær upp til
roynd.
Men hetta er ikki eitt tiltak,
sum skúlin hevur fyriskipað.
– Tað er við góðari vælvild
frá læraranum, at tað letur seg
gera hjá mær at taka støddfrøði
umvegis alnetið. Uttan hesa
vælvildina frá læraranum,
hevði tað ikki borið til, tí hann
hevur fitt av eykaarbeiði
burturúr tí, men hetta er eitt
eyka arbeiði, sum hann ger,
uttan at fáa samsýning aftur-
fyri.
Tað, at hon nú tekur stødd-
frøði umvegis alnetið, er at
meta sum ein roynd.
Tað fer soleiðis fram, at
flokkurin hevur eina ráðstevnu
á alnetinum og ígjøgnum hana
samstarva tey so og ráðføra seg
við hvønnannan.
– Lærarin sendir mær síðani
tað ígjøgnum alnetið, sum
hann gongur ígjøgnum við
flokkinum og annars sendir
mær notur frá fyrilestrum,
hann hevur havt. Eg fái eisini
uppgávur, projekt o.s.fr. um-
vegis netið og er okkurt, eg
ivist í, kann eg ráðføra meg við
tey í Havn á ráðstevnuni á
netinum.
Eva úr Dìmun heldur at hetta
er ógvuliga spennandi og hon
hevur nú søkt um at fáa loyvi
til at taka restina av læraraút-
búgvingini ígjøgnum fjarlestur.
– Eg vóni, at tað letur seg
gera. Tað hevði væl latið seg
gjørt at tikið eina íslendska ella
eina danska læraraútbúgving
umvegins alnetið. Men eg
haldi, at tað hevði verið eitt
sindur løgið at tað skal bera til
at sita í Dímun og taka eina
íslendska ella eina danska
læraraútbúgving, men at tað
ikki skal bera til at taka eina
føroyska læraraútbúgving.
– Eg vil helst hava eina før-
oyska læraraútbúgving, so eg
vóni at hetta við fjarlestrinum
fæst í lag við Føroya Lærara-
skúla..
– Hinvegin haldi eg ikki, at
tað er rætt at sita í Dímun
burturav í fýra ár og fáa eina
læraraútbúgving. Eg havi
gingið á læraraskúlanum í tvey
ár, so eg kenni umhvørvið og
tað vildi eg ikki verið fyriuttan.
– Men eg haldi, at tað eigur
at bera til at taka ein part av
útbúgvingini umvegis alnetið.
Hon sigur, at tey hava fingið
ISDN samband út í Dìmun og
tað hevur hjálpt munandi uppá
sambandið.
–Eg haldi, at eitt gott fjar-
skiftissamband er ógvuliga
grundleggjandi fyri at fáa fólk
at trívast úti um landið, sigur
Eva úr Dímun.
JÓLAHALD Í DÍMUN
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hjá teimum flestu eru jólini høg-
tíðin, sum ber av øllum. Tað er
eisini høgtíðin, har fólk fegin
ferðast bæði langt og leingi fyri
at kunna verða saman við vinum
og skyldfólki og tað man verða
sjálvdan, at heimlongsulin
stendur so sterkur sum á jólum,
har hugnalig samvera er sjálv
ímyndin av jólahugnanum.
Í so máta vera jólini hjá Evu
og Jógvan Jón og lítlu dóttur
teirra eitt sindur øðrvísi. Hóast
tey kundu hildið jól í Havn hjá
ølli, teimum, tey kenna, hava tey
gjørt av halda jól so langt burtur
frá øðrum fólki, sum tað yvir-
høvur ber til at koma í Føroyum.
Tey skulu nevniliga halda jól
úti í Stóru Dìmun.
Men hóast tað fjarskotið, ber í
øllum førum til at siga, at Eva er
komin heim, tí í Stóru Dímun er
hon ættað og har hevur hon slitið
sínar barnaskógvar.
Eva úr Dìmun er dóttir bónda-
hjúnini í Dímun og sostatt er
hetta ikki fyrstu jólini hon heldur
í Dímun. Men hetta verður fyrstu
ferð, at hon, Jógvan Jón og mán-
aðar gamla didda teirra skulu
halda jól úti í Dìmun sum eitt
húski.
Og tað dylja tey ikki fyri, at
tey gleða seg til.
– Nú eru vit akkurát blivin
foreldur og tað setir sjálvsagt ein
serligan dám yvir hesi jólini,
sigur Eva.
Tey trý verða nú ikki heilt
einsamøll á jólum, tí foreldur og
trý systkin hennara koma eisini
til Dìmunar at halda jól og
kanska tey hjá Jógvani Jón við.
Mugu skapa okkara
egnu jól
Hóast hon er úr Dìmun, helt hon
øll síni fyrstu barnajól í Havn.
–Tá ið eg var heilt lítil, var
ongin tyrla og tá búðu vit ikki í
Dìmun um veturin, tí tað var at
vera ov avskorin frá umheimin-
um. Hesi árini hildu tey sostatt
eisini jól í Havn.
Eva sigur, at hon var akkurat
farin í skúla, táið tyrlan kom og
síðani tá hevur hon hildið jól úti
í Dímun.
– Tyrlan hevur havt ein ótrúl-
igan týdning fyri okkum. Var
hon ikki, høvdu vit heldur ikki
búð her úti um veturin, slær hon
fast.
Hon veit ikki um tað er so
øgiliga stórur munur á at halda
jól úti í Dímun og at halda jól
inni á fastlandinum.
– Men tað er tað nokk kortini,
tá ið vit hugsa okkum um. Inni á
fastlandinum fáa fólk ein stóran
part av jólunum upp í hendurnar,
um vit kunnu siga tað so. Tað er
pyntað allastaðni og samkomur
og undirhald trýtur ikki. Úti í
Dímun er tað ongin, sum ger
jólahugnan fyri okkum. Her eru
tað vit sjálvi, sum hava ábyrgd-
ina av jólunum og tí, jólahugn-
aði, sum er. Her mugu vit skapa
jólini sjálvi, sigur Eva úr Dímun.
Men so eru jólafyrireikingar-
nar í Dímun kanska eisini eitt
sindur øðrvísi enn so nógva
aðrastaðni.
– Jólafyrireikingin í Dìmun er
fyri ein stóran part merkt av, at
hetta er ein bóndagarður, tí fastur
táttur hjá okkum uppundir jól er
at gera garnatálgina og at fáa
kjøtið úr hjallinum og sent kring
landið til tey, sum hava keypt
kjøt frá okkum. Sostatt eru tað í
summum førum onnur viður-
skifti sum merka jólini her úti,
enn inni á meginlandinum.
Og tá ið Eva lítur aftur á
barnadagar sínar, minnist hon tað
eisini sum eina serliga hending,
tá ið tey fóru at keypa jólagávur.
Tað var ikki sum hjá nógvum,
har tey kroysta jólakeypið inn
ímillum alt annað onkran
rokutan og strongdan gerandis-
dag beint uppundir jólaaftan.
– Tað var ein rættilig útferð.Vit
fóru til Havnar við tyrluni og so
vóru vit í Havn í eina lítla viku,
har við keyptu gávur og alt
annað, sum vit skulud brúka á
jólum.
Eva sigur, at jólakeypið hjá
teimum mátti leggjast betri til
rættis enn hjá teimum flestu, tí
tað, sum ikki var við, tá iðå tey
fóru útaftur á Dímun, tað bleiv
verandi eftir. Hjá teimum var
liðugt at keypa, tá ið tey stigu
umborð aftur á tyrluna og høvdu
tey gloymt okkurt, gjørdust ikki
við, tí í Dìmun er onki við at
leypa í eina kiosk, hvørja ferð,
tey komu í tankar um okkurt, tey
høvdu gloymt í síðstu løtu.
Og hóast tey eru langt frá
øðrum fólki, hava tey sama hug
til at hugna um og at pynta sum
aðrastaðni - kanska enntá meiri
enn aðrastaðni
– Jólafyrireikingin hjá okkum
er kanska meiri intens enn
aðrastaðni. Tað, eg minnist, hava
vit altíð pyntað, bakað og fyri-
reika jólamánaðin at tamb.
Dunna og gás
Annars heldur hon, at jólini í
Dímum sum heilt eru sum aðra-
staðni: Eini heilt vanlig jól.
Tollaksmessudag er fast, at tá
verður jólatræið pyntað. Jóla-
ftansmorgun plaga tey ikki at eta
nakað fast, men hann verður
mest brúktur til at gera klárt til
um kvøldið
Í Dímun verður borðreitt við
mest vanliga jóladøgveraðnum:
Dunnu og gás.
Men tey hava ikki møguleika
Her hava vit sjálvi ábyrgdina av
at vit fáa eini góð og hugnalig jól
fyri at fara í kirkju á jólum og tí
plaga tey at lesa lestur fyri døg-
verða. Tá ið Eva var lítil, plagar
abbi hennara, gamli bóndin, at
lesa lesturin, men seinni hevur
pápi hennara, sum nú er bóndi,
átikið sær tann leiklutin; tey
gomlu bóndahjúnini hava ikki
hildið jól í Dímun tey síðstu
árini.
Til lesturin hava tey nakrar
fastar sangir, men annars dansa
tey eisini um jólatræ og syngja
jólasangir.
– Jólaaftan hava vit havt gás
og dunnu til døgverða alt tað, eg
minnist: Men fyrsta jóladag er
tað fast at hava breyð og skinsa-
kjøt.
Eva Úr Dímun sigur, at hetta
eru teirra jól - so tað er kanska
tað lættast at halda, at hetta er
tann einasti rætti mátin at halda
jól uppá.
Aðrastaðni eru jólini kanska
meiri merkt av handilsligum
áhugamálum.
Men hon vil ikki siga, hvat er
rætt ella hvat er skeivt. Ella hvat
er betri máti at halda jól uppá,
ella hvat er verri.
– Men eg haldi, at vit hava
betri møguleika at vera í pakt við
okkum sjálvi og at vera saman
við okkara skyldfólki á ein øðr-
vísi máta, enn vanligt, tí her er
tað ikki so nógv utaneftir sum
"órógvar" samveruna. Og tá ið
vit øll annars eru samlað, er tað
sum oftast tí tað er okkurt
arbeiði at gera, tað kann vera
hoyggingin ella slaktið.
– Annars er tað ikki so ofta at
tað eydnast at savna alt húskið,
so tað gleðast vit eisini um og á
jólum hava vit eisini frið at
hugna okkum saman, uttan at
hava arbeiði at hugsa um.
– Hjá okkum er so ongastaðni
at fara, so hjá tað er ikki so nógv
at hugsa um, hvat vit skulu gera,
ella hvagar vit skulu fara.
Og so kunnu tey eisini vera
púra vís í og tað er, at hjá
teimum detta ongir óvæntaðir
gestir inn á gólvið á jólum.
Tað skuldi kanska bara verið
um tey fáa vitjan av jólamann-
inum í ár.
Hann hevur ikki verið úti í
Dímun í fleiri ár, nú tey yngstu
systkini hjá Evu ikki eru óvitar
longur. Men nú hava tey so aftur
fingið smáfólk í húsi, so hvør
veit, hvussu verður í ár.
Fyrireikar seg til at festa
Hetta hálva árið, tey hava búð í
Dìmun, hava tey verið húskallar
á garðinum og hendan tíðin
hevur verið eitt slag av royndar-
tíð um tað ber til at kalla tað so.
Ein partur av steðginum í
Dímun er at vita, hvat Jógvan
Jón sigur til at búgva úti í
óbygdum í orðsins rætta
týdningi.
– Vit ætla at vita, hvussu hann
trívist í Dímun og fyribils hevur
tað gingið avbera væl.
Og gongur sum ætlað,er tað
eisini neyðugt, at hann trívist í
Dímun, tí tað liggur í luftini, at
ein vakran dag skal tað vera Eva,
sum festir garðin í Dìmun.
Men enn er tað ikki komið so
langt, at nakar dagur er ásettur
fyri, nær pápi hennara letur seg
pensjónerað frá bóndalívinum.
Hóast Dímun er fjarskotið,
heldur Eva ikki at tað er nakar
trupulleiki hjá børnum at veksa
upp í Dímun.
– Serliga nú síðani tyrlan er
komin, er sambandið við megin-
økið nógv batnað og var tað ikki
komið, hevði ikki verið hugsing-
ur um hjá mær at búsett meg
herúti við smábørnum.
Sjálv hevur hon góð minni frá
hennara egnu barnaárum í
Dímun og tí hevur hon góðar
vónir um at tað fer at rigga.
– Eg haldi ikki, at tað var so
nógv øðrvísi enn hjá børnum á
so nógvum øðrum smáplássum.
Tað, sum hevur størstan týdning
er at vit trívast í tí, sum vit gera.
Annars tóku vit nógv lut í tí, sum
var at at gera á garðinum.
Og so øll dýrini.
– Vit høvdu øll møgulig dýr
her úti, bæði húsdýr og kelidýr,
men kettu høvdu vit ongantíð.
Tað vildu vit ikki fáa okkum fyri
at verja fuglin. Annars høvdu vt
pisur um summarið, hund og
kaninur. Ja eg haldi, at fyriuttan
kettuna, eru tað fá dýr, vit ikki
hava havt.
Nú á døgum eru tey í Dímun
ikki heilt so avskorin. Tyrlan er
ein fortreyt fyri búseting í Dím-
un alt árið og alnetið, sjónvarp
og parabol flyta allan heimin út í
fjarastu krókar, eisini Dìmun og
tey fáa post hvønn mikudag og
hvønn fríggjadag. Annars flúgur
tyrlan eisini sunnudag.
Hendan dagin, vit tosaðu við
tey, høvdu tey fingið heilsusystr-
ina á vitjan at kanna eftir, um alt
visti vælvið hjá teirri lítlu.
Hon var komin út Havn og Eva
dylir ikki fyri, hvussu fegin hon
er um tað.
– Tað hevur ómetaligan stóran
týdning fyri okkum, tí tað
merkir, at vit fáa somu umsorgan
fyri okkara lítla barnið sum tey
fáa, sum búgva inni á megin-
landinum. Onkursvegna taka vit
tað eisini sum eina almenna
viðurkenning av, at vit hava
búsett okkum á útoyggj.
Hon sigur, at skuldu tey farið
til Havnar til heilsusystir, hevði
tað tikið tríggjar dagar!
Annars sigur Eva, at slaktið
var heilt gott í ár.
Tey fingu nógv lomb og hon
metir, at miðalvektin á lombun-
um var um 28 pund og tað er
gott hjá teimum, tí seyðurin í
Dímun er minni enn nógva
staðni norðanfyri.
Situr á skúlabonki
úti í Dímun
Alnetið hevur givið Evu úr Dímun hug til at gera
læraraútbúgvingina lidna úti í Dímun
Teldan er eitt avbera hent amboð- kanska enntá hentari í Dímun enn so nógva aðrastaðni. Gott samskiftið er
ein grundleggjandi fortreyt fyri at fáá fólk at trívast úti um landið, sigur Eva úr Dímum, sum tekur
støddfrøði á Læraraskúlanum ígjøgnum alnetið
Mynd: Álvur Haraldsen
Eva, Jógvan Jón og dótturin. Hetta verður fyrstu ferð, at tey, sum húski, halda jól í Dímun
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
21
20