hósdagur 15. oktober 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
Billardárið byrjað:
tíðindablaðið SOS
Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998
Henrik - Niclas Heri og Max
vunnu Haldor Holm kapping
seinastu ari, ver g
út við „Haldor Holm Cup“
Hetta er kapping millum
landsins átta bestu billard-
spælarar. Tað er Klaksvíkar
Klubbi, sum stendur fyri
kappingini og fær vinnarin
navn sítt á tað risastóra
steypið, sum í 1989 varð
latið Klaksvíkar Klubba at
vera karmurin um hetta á-
hugaverda og spennandi til-
tak. Kappingin hevur fingið
heitið Haldor Holm Cup",
og er hon ætlad sum ein
heidran av ti leikluti, sum
Haldor Holm, sáli hevði fyri
billardspælið í Føroyum
Stóra steypið kann ikki
vinnast men hevur fastan
bústað í billardhølunum hjá
Klaksvíkar Klubba, har
Haldor Holm plagdi at vera
fastur fúsur.
Kappingin í ár var tann
10 í rødini. Og vinnarin
hesaferå gjørdist tann sami
sum seinastu fyra årini,
nevniliga Henrik Petersen
år Havn. Vinnarar hini årini
hava verið Jan Miller, Eir-
ikur Nielsen og René Sør-
ensen
Spælt var í tveimum bólk-
um og komu tveir spælarar
úr hverjum bólki víðari til
finalumfarið. Hesir vóru
Niclas Heri Jákupsson úr
Klaksvíkar Klubba, Henrik
Petersen úr Kagganum,
Max Rasmussen úr Tver-
oyrar Klubba og Bjarni
Skaalum úr Kagganum.
Talan um eina rættiliga
spennandi og lutvíst javna
kapping. Tá avtornaði var
Henrik Petersen bestur við
umleið 32 eygum í meðal.
Besti dystur hansara var
uppá góð 850 eygu. Nr. 2
gjørdist Niclas Heri Ják-
upsson, sum eisini heyði ein
sera góðan dag. Hann hevði
umleið 28 eygu í meðal, og
besta spæl hansara var uppá
góð 750 eygu. Nr. 3 gjørdist
Max Rasmussen við umleið
25 eygum í meðal. Eisini
hann hevði ein rættiligan
góðan dyst uppá umleið 600
eygu. Bjarni Skaalum, sum
sýndi sera gott spæl, gjørd-
ist nr. fýra í kappingini bert
fá eygu aftanfyri nr. 3.
Hetta er fimtu ferð, at
Henrik vinnur hesa kapp-
ingina. Hann hevur eisini
vunnið FM-heitið í fleiri ár.
Eingin ivi er um, at Henrik
aftur í ár fer at vera ringur
at taka, nú tá FM-kappingar
fyri lið og einstaklingar
verða spældar. Henrik var
við til at vinna gull fyri
Kaggan seinasta kapping-
arár.
Men treyðugt so, at ikki
eisini aðrir spælarar kunnu
taka henda okkara besta
spælara. I kappingini i
Klaksvik vann Niclas Heri
báðar dystirnar móti Hen-
rikki. Men tað rakk tó bert
til eitt 2. pláss.
Eins og øll undanfarin år
er tað Føroya Bjóð, sum er
sponsorur til Haldor Holm
Cup. Fyri eina kappingar-
grein, sum ikki hevur so
nógvar virkandi spælarar
hevur tað ómetaliga nógv at
siga at fáa eina hjálpandi
hond til steypakeyp ol. Hes-
um eru bæði Klaksvíkar
Klubbi, Billardsambandið
og billardspælarar sum
heild sera takksamir fyri.
Haldor Holm Cup og Før-
oya Bjór eru líkasum vorðin
ein fastgrógvin partur av
billardspælinum í Føroyum.
Niclas Heri góðar
meguleikar
Um stutta tíð byrja kapp-
ingarnar fyri lið. Tilmeld-
ingin fer fram í løtuni.
Kunnu vit so siga nakað um
komandi kapping út frá
dystunum í hesi fyrstu bill-
ardkappingini. Tað er helst
avmarkað, tí her er talan um
nakrar einstaklingar. Men
eingin ivi er um, at Kaggin
aftur í ár fer at vera eitt gott
boð uppá gullið, men sam-
tíðis vísir henda fyrsta
kappingin, at Klaksvíkar
Klubbi ætlar sær eisini at
vera við í kappingini um
FM-heitið. Teir vunnu tað í
fyrraárið. Spælið hjá Niclas
Hera vísir, at tað er bæði
kraft og hugflog aftanfyri
fyrrverandi gullliðið úr
Klaksvík. Niclas Heri er so
mikið nýggjur spælari, at
tað má sigast at vera ikki
sért av einum bragdi, at
hann hevur kunnað tikið seg
so nógv fram eftir so fáum
árum, og haraftrat er vorðin
ein verulig hóttan móti nú-
verandi meistaranum, Hen-
rikki.
Billardsambandið til
verka
Leygardagin varð aðalfund-
ur hildin í Billardsamband-
inum. Av ymsum orsøkum,
har eitt nú formaðurin tók
seg aftur í úrtíð, hevur ar-
beiðið hjá Billardsamband-
inum verið nakað darvað.
Men nú fer gongd at koma
á aftur. Tað er í hvussu er
tann setningur, sum nýggja
nevndin hevur sett sær. Í
nevndina eru komnir Heim-
ir Ottosson, Niclas Heri
Jákupsson og Sonhard Jo-
hannessen. Haraftrat eru
valdir sum eykamenn
Tummas Johannessen og
Carsten Hansen. Fyri at fáa
fulla ferð á aftur arbeiðið
hjá Billarsambandinum
koma teir báðir eykamenn-
inir at arbeiða sum virkandi
nevndarlimir við bundnum
uppgávum.
Formaður í BSF verður
Heimir Ottosson og kemur
hann m.a. at standa fyri
samskiftinum úteftir. Niclas
Heri Jákupsson verður
næstformaður og fer hann
at standa fyri kappingunum,
meðan Sonhard Johannesen
verður kassameistari.
Eingin ivi er um, at vit
aftur í ár fara at fáa eina
spennandi og áhugaverda
kapping. Ætlanin er at byrja
liðkappingina í næstum
Nevndin er longu farin til
verka og ætlar sær at menna
billarspælið sum heild.