Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195 — 15. OKTOBER 1998 17 Í síðstu viku skrivaðu vit um fagnaðin i Vági, tå Garðabrúgvin, sum menn hava endur- nýggjað, varð tikin í nýtslu. Tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa myndir frá hendingini við tá, men bóta vit um hetta nú. Garðabrúgvin er søguligt stað. Farmurin, ið sluppirnar her hava lagt upp milum ár og dag, er ikki lítil. Nú er tó ætlanin, at smábátar skulu fáa gagn av brúnni. Menn hava smíðað hana mest sum av nýggjum og ljós og vatn er lagt oman á brunna. Rættuligur fagnaður var henda vakra heystardag í vági; gomlu grindabátarnir luttóku og afturvið harmonikutónum fingu fólk kaffi, pannukøkur og vaflur. (myndir: Dagfinn Olsen)