Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 tíðindablaðið S0s2alufn Tiðindafólk fáa sítt egna rúm í Tinganesi Í ár eru settar 1,5 mið. kr. av til innrættan av matstovu og fundarrúmi úti í Tinga- nesi. Brúktar verða uml. 500 tús. í ár. Arbeiðið gongur seint vegna tess, at húsini í Tinganesi eru friðað, verður m.a. sagt í viðmerkingunum til eykajáttanina ÓLAVUR Í BEM Á eykajáttanini fyri oktober í ár eru settar av 1,5 mió. kr til ymiskar umvælingar og nýgerðir úti í Tinganesi. Sekt verður um, at ym- iskar orðingar frå umsókn- um áður verða broyttar so- leiðis, at partur av løgujått- anini eisini kann nýtast til at umvæla Skansapakkhús- ini (tey uttastu húsini úti í Tinganesi). I trimum stigum Sagt verður eisini í upp- skotinum til eykajáttan at umvæla Skansapakkhúsini, at ætlanin er at væla um í trimum stigum, og er ætl- anin at fara undir fyrsta stig i ár. Fyrsta stig fevnir um rúm til tíðindafólk, eina kantinu og stovurnar hjá løgmanni, sum teksturin sigur. Annað og triðja stig fevna ávíkavist um miðhædd og trappur, og loftið og fund- arhøli til landsstýrismenn. Hesi bæði stig, verður sagt í viðmerkingunum verða gjørd, tå ið peningurin er tøkur. Plåsstrot — I sambandi vid at Løg- mansskrivstovan er enda- liga skipað, og aðalstýrini eru flutt år Tinganesi (ella eru í ferð við at flyta) er neyðugt við hesum broyt- ingum. — Somuleiðis eru húsini ótíðarhóskandi og treingja harðliga til eina åbøtandi hond. Sum er, er ofta neyð- ugt at brúka skrivstovuna hjá løgmanni til móttgkur vegna plásstrot, og tað sjálvt um alt fleiri móttgkur eru, verður sagt í viðmerkingu- num til eykajáttanina. Ætlanin er at fáa umvæl- ingar/umbyggingar av Skansapakkhúsinum við í fíggjarlógina fyri 1999. Fíggjarnevndin Fíggjarnevndin er longu far- in undir at viðgerða eyka- jåttaninar fyri oktober 98, og tá hesar viðgerðir og hoyringar eru lidnar, verður farið undir sjálva fíggjarlóg- ina. Fíggjarneyndarformaður- in Jørgen Niclasen dugir ikki enn at meta um, nær eykajåttanirnar verða liðugt vidgjørdar, men tað fer helst ikki at snúgva seg um fleiri dagar. rr Mánadagin 19. okt. 1998, kl. 10.00, byrjar undirvís- ingin í »Grundskeidi í boring< á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska skúlaverkið fer undir at útbúgva fólk til arbeiði í oljuvinnuni. Undirvisingin fer fram á fóroyskum, og stødi verð- ur tikið í okkara egnu for- treytum. Útbúgvingin er løgd til rættis í tøttum samstarvi vid Stavanger maritime videregående skole, og skúlin ger prévtøkuupp- gávur og rættar tær, so- | leiðis at prógvið, sum verður tikið í Føroyum, verður góðkent av OLF (Oljeindustriens Lands- forening). Tað hevur ver- ið séra umráðandi hjá Oljuútbúgvingarsamtaki- num, at prógvið, sum verður tikið í Føroyum, verður góðkent sum før- leikagevandi í ødrum londum. At nýta norskan - Oljuboring innan standard i hesum høpi borgar fyri dygd. Týsdagin 20. okt. 1998, kl. 9.00, verður á Tænast- umidstødini (Gomlu Tele- | grafstødini við SMS) fyri | fyrstu ferð fjarundirvísing | beinleiðis úr Stavanger ut | Føroya. Hetta er fyrstu | ferð, at føroyska skúla- | verkið í einari útbúgving- | argongd fer undir at nýta fjarundirvísing í so stóran mun, sum talan her er um, nevniliga millum 20—30 tímar. Oljuútbúgvingarsam- | takið hevur lagt stóran | dent á, at fjarundirvísing verður partur av samlaðu undirvísingini, tí soleiðis | eru vit við til at tryggja | góðskustýring av undir- vísingini. Samstundis er hetta ein undirvísingar- háttur, ið fer at vinda uppá | seg í framtíðini í Føroy- um, serliga innan hægri undirvísing. Sostatt er henda fjarundirvising ein slóðbrótandi roynd. = JÓLA SØLUSTEVNAN | nm á Kambsdali 4.-6. des. Her fært tú gávuna til hana, hann og tey ...! -higartil eru 19 luttakarar Áhugaði virkir, fyritøkur og einstaklingar kunnu venda sær til okkum á tlf. 281121 (eftir kl. 16.30) Gøtu Ítróttarfelag