fríggjadagur 16. oktober 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sosialurin
Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998
A ——
Sigmund Andreassen um uppihaldid á Reunion:
Var eg ikki ein trúgvandi person-
ur, so hevði eg als ikki klárað tað
Sigmund Andreassen hevur upplivað eitt sindur av hvørjum meðan hann hevur verið afturhildin á
oynni Reunion tað seinasta hálva árið. Millum annað sat Sigmund 48 tímar í einum fangatippi, ið
einans var 6 fermetrar til stóddar
JOHN JOHANNESSEN
Frá 4. mars til 23. septemb-
ur 1998 var føroyski skip-
arin Sigmund Andreassen
afturhildin av myndugleik-
unum á fronsku hjálanda-
oynni Reunion. Sigmund
var tikin fyri at sigla gjøgn-
um franskt sjógki, uttan at
siga frå. Men hetta er ikki
tað einasta, ið hann varð
ákærður fyri. Sigmund bleiv
eisini ákærður fyri at hava
fiskað ólóligt.
Tíðin, meðan Sigmund
varð afturhildin á Reunion,
var ein tung tíð fyri Sig-
mund og hansara nærmastu,
men nú situr Sigmund aftur
fjálgt heima hjá sær sjálvum
í Vági. Og tað var har, ið
Sosialurin prátaði við hend-
an fryntliga skiparan eitt 6-
vedJurskvøld í farnu viku.
- Eg må siga, at Reunion
likist å mangar hættir einum
einaveldi. Orsøkin til hetta
er, at ein stórreiðari á oynni
eigur alla ta vinnu, ið yvir-
hevur er á oynni. Tískil
kann hann nyta sítt pening-
aliga vald til meira enn gott
er, sigur Sigmund. ;
- Hesin stórreiðarin eigur
eisini eina stóra handils-
ketu. Hendan handilsketan
selur m.a. fisk, ið trolararnir
hjá manninum fiska. Fisk-
urin er av slagnum patag-
onian toothfish, eins og
tann, ið vit fiskaðu. Mun-
urin ímillum okkara fisk cg
tann fiskin, ið vit sóu liggja
á handilshillunum var bert
tann, at teirra fiskur var 15
til 20 cm langur, meðan
okkara var um Í m og
meira. At fiska so smáan
fisk, tað er so sanniliga at
oyða fiskastovnarnar. Hesin
fiskur hevði als ikki verið
førur fyri at bitið á okkara
húkar. Tískil eru tað teir og
ikki vit, ið oyða fiskastovn-
-Hvuassu legði tú fyrstu
ferð til merkis, at alt ikki
ruggaði rætt á oynni?
-Tá ið eg varð avhoyrdur
av politiovastanum, tá segði
hann, at um eg ikki skrivaði
undir uppá, at eg var sekur,
so skuldi eg vera vísur í, at
eg kom at sita í fongsli í eitt
hálvt ár. Hetta hendi alt áðr-
enn eg hevði tosað við nakr-
an sakførara ella dómara
- Eg svaraði politiovasta-
num aftur, at hann hevði als
ongan myndugleika til at
avgera, um eg kom at sita í
hálvt ár ella ikki. Men hann
svaraði mær bert, at tað
skuldi eg ikki vera so vísur
í. Eftir hetta grunaði eg, at
mutur mátti á ein ella annan
hátt vera við í spælinum.
Tveittur í fangatippi
-Tá ið skip verður tikið, so
er vanligt, at skiparin verður
tikin til avhoyringar bein-
anvegin. Hetta hendi t6 ikki
f hesum førinum. Eftir at vit
vóru komnir til lands, so
varð gll manningin uttan
yvirmennirnir tikin. Og ikki
fyrr enn 26 tímar eftir hetta,
so bleiv eg tikin til avhoyr-
ingar.
- Eftir avhoyringarnar
varð eg tveittur í eitt fanga-
tippi, ið ikki var stórri enn
6 fermetrar. Inni í hesum
fangatippi vóru millum 30
og 40 hitastig. Har var einki
vatn og einki ves. Eg bleiv
koyrdur inn hagar í berum
undirklæðum, og eg skuldi
sova á einum seingjaskap-
ilsi, ið var av betongi. Tó lá
ein skitin madrassa omaná
„songini“.
-Hvussu kendist tað at
sita einsamallur í einum so
lítlum fangatippi?
- Eg eri vísur í, at fanga-
vørarnir ikki væntaðu, at eg
fór at sova væl um náttina,
og tað hevði eg helst heldur
ikki, var eg ikki ein trúgv-
andi maður. Men eg sovnaði
væl báðar næturnar.
- Sjálvt um ein kundi
hugsað sær, at tíðin í fanga-
tippinum var ógvuliga eins-
lig, so var tað ikki heilt so.
Tíðina í fangatippinum nýtti
eg til at biðja í, og tí var eg
ikki einsamallur.
Ment síni listarligu
evni
-Hvørjum fekst tú tíðina at
ganga við, eftir at tú var
komin út aftur úr fangatipp-
inum og var komin at búgva
á hotelli?
- Eg eri so heppin at hava
fleiri listarligar gávur, og
hesar fekk eg ment nógv ta
tíðina, ið eg sat á Reunion.
Eg málaði, teknaði og bro-
deraði. Serliga nógv gjørdi
eg við broderingina.
-Hvat broderaði tú?
- Eg broderaði m.a. eitt
motiv úr Grønlandi. Hetta
motivið var ógvuliga trupult
at brodera, men eg hevði
góða tíð, og myndin gjørdist
skjótt liðug. Annars, so
broderaði eg eisini okkurt
skriftstað.
-Tú ert eisini kendur fyri
tíni = tónlistarligu evni.
Gjørdi tú nakað við tónleik-
in, meðan tú vart á oynni?
- Jú, eg yrkti einar tredivu
sangir. Hesir sangir eru
mest andaligir sangir, og
ætli eg mær at fara at geva
teir út á fløgu. Bæði sonur
mín og versonur mín eru
góðir tónleikarar, og tískil
skuldi ikki verið nakar trup-
ulleiki at fingið tikið eina
fløgu upp.
Reiðaríðið stuðlar
- Fekst tú nakran fíggjarlig-
an stuðul frá reiðaríðnum,
meðan tú sat á Reunion?
- Ja, reiðaríðið syrgdi fyri
at eg og familjan kundu
liva. Hetta gera teir eina tíð
enn, nú eg eri afturkomin,
so reiðaríðið skal ikki last-
ast fyri at hava slept mær
upp á fjall. Sakførarin hjá
teimum fer helst eisini at
arbeiða við at krevja endur-
gjaldskrav, men tað orki eg
ikki at hugsa um enn. Tað
er nakað, ið sakførarin av-
ger.
Vinir fyri lívið
Meðan Sigmund sat á
oynni, so kom hann at
kenna ein annan skipara, ið
var tíkin áðrenn hann. Hesin
Sigmund Andreassen og
konan, Anna. Tey eru fegin
um nú at vera saman aftur
skiparin var úr Spania og
kallaðist Manuel.
- Eg og Manuel gjørdust
bestu vinmenn gjøgnum tíð-
ina, ið vit vóru saman á Re-
union. Vit vóru jú báðir
skuldsettir fyri tað sama, so
vit høvdu nógv at práta um.
Vinarlagið okkara millum
gjørdist so tætt, at eingin av
okkum fór nakrastaðni, utt-
an at siga hinum frá fyrst.
Og sum oftast, so vóru vit
saman, har ið vit vóru.
- Hvat gjórdu tú og Man-
uel fyri at ávirka myndug-
leikarnar til at sleppa tykk-
um leysum?
- Vit royndu á ymiskar
hættir at ræða myndugleik-
arnar. Vit tóku myndir av
ávísum persónum, og eisini
skrivaðu vit nummarplátur-
nar hjá dómarum og sakfør-
arum upp. Hetta gjørdu vit
fyri at ræða teir, tí teir vóru
jú mutraðir av stórreiðara-
num á oynni.
- Annars, so vóru Manuel
og eg mestsum altíð saman.
Vit spákaðu í býnum saman,
runnu saman o.s.fr.. Manuel
og eg hava veruliga hildið
hvørjum ødrum uppi.
- Meiningin var, at Man-
uel skuldi giftast í februar,
men hetta er sjálvandi út-
sett, orsaka av, at Manuel
hevur verið á Reunion. Men
tá ið hann endiliga verður
giftur, so ætli eg mær heilt
víst í brúdleyp hjá honum.
Okkara vinarlag vardi ikki
bert meðan vit vóru á Re-
union.Hetta er eitt vinarlag,
ið kemur at halda fyri lívið.
Ynskir at takka
- Hvussu vart tú móttikin,
tá ið tú komst heimaftur?
-Móttgkan var stórfingin.
Tað var nógv fólk á bryggj-
uni í Klaksvík, tá ið eg sam-
an við familjuni kom bein-
leiðs av flogvgllinum til
Klaksvíkar at vitja mammu
mína Nógv fólk kom eisini
heim til mammu at vitja, og
eg fekk eina rúgvu av
blómu- og telefonheilsa-
num.
- Í Vági var stødan tann
sama. Eg fekk eina stór-
fingna móttgku.
- Um tað er í lagi, so ynski
eg til endans at takka sjó-
manskvinnúringunum í
Runavík og í Vági fyri teirra
bønir og heilsanir. Eg ynski
somuleiðis at takka gllum
meinigheitum, kenningum
og ðrum, ið hava biðjið
fyri mær. Tað er gott at vita,
at tað eru so nógv fólk, ið
hugsa um ein og samgleðast
við mær um at vera komin
heim aftur til familjuna
: