Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 11 NL-295 76. OKTOBER 998 -- tillndablaðið SON — > rs áð tíðindablaðið S08j2lufn - Havi ikki skift stil, bert funnið afturat Vanliga kenna vit hann sum poppara úr bólkinum Mark No Limits, men miku- kvøldid sluppu klaksvikingar, sum teir fyrstu í Føroyum, at uppliva jazzsíðu hansara í bólkinum A Thing Called Teitur JOHN JOHANNESSEN Væl av fólki hevði leitað sær í Atlantis beint eftir landsdystin mikukveldið. Tað, ið dróg fólk út hetta kalda og váttliga oktobur- kveldið var A Thing Called Teitur, ið er tann nýggji tón- leikabólkurin hjá Teiti Las- sen, ið vit áður kenna úr Mark No Limits. Tónlistarliga er væl av muni ímillum tann tónleik- in, ið Teitur hevur framført saman við Mark No Limits og tann, ið hann nú fram- førir saman við donsku vinmonnum sínum í bólki- num A Think Called Teitur. Meðan Mark No Limits legði seg eftir at spæla har- monisk poppløg, so spælir hesin nýggji bólkurin nýggjan og gamlan ameri- kanskan jazz. Fóru ikki heim sum av torvheiðum Sjávt um tónleikurin hetta ikki líktist tí tónleiki, ið vit eru von við at hoyra Teitur framføra, so må sigast, at fólk tóku væl undir við hon- um. Tað hendi í heilum, at allur salurin klappaði í miðjum lagi, orsakað av soloum og serliga væl- ljóðandi brotum. Eisni dugdu allir limirnir í bólkinum væl at vera á palli. Teitur greiddi frá um tey ymisku løgini, og við- hvgrt hevði hann eisini onkra stuttliga viðmerking. Hinir í bólkinum leikaðu av øllum alvi á 160førini, so at vit millum annad fingu høvi at hoyra nakrar framúr soloir. Tann sera hugsavn- aði Søren Tang leikti fram- Erik Svendsen Laustsen leikaði á trummurnar, sum var tað fyri lívinum úrskarandi á bassin, meðan frálíku tónleikararnir Jeppe Tuxen og Erik Svendsen Laustsen rættuliga kýttu seg ávikavist aftan fyri klaverið og trummurnar. Serliga var tað spælið hjá Erik Svend- sen Laustsen, ið ein beit merki í. Í sínum framúrskar- andi soloum díkti hann so á trummurnar, at tað kundi sæð út sum stóð tað um lív. Tað einasta, ið onkur møguliga kundi funnist at, var at Teitur stóð heldur langt afturi á pallinum Hann stóð mestsum aftan Tann hugsavnaði Søren Tang míkti fringravøddar- nar á bassinum afturvið jazzrøddini hjá Teituri fyri hinar tónleikararnar Men hetta er ikki nakað, ið beinleiðis ávirkar tónlistar- ligu framførdsluna Samanumtikid, so haldi eg, at Klaksvikingar fingu eina framúr tónlistarliga uppliving, ið kveistraði burtur úr kugaheimi teirra tað illfýsna veðurlagið, ið leikaði sítt egna lag uttafyri Ein onnur síða Eftir konsertina spurdu vit Teit, um hann nú heilt hevur skift stíl og er farin yvir í jazzheimin - Nei, eg havi ikki skift stil. Eg fáist enn nógv við popptónleik. Kanska takist eg meira við popptónleik, enn eg takist við jazz. Or- søkin, til at eg nú spæli jazz, er bert tann, at eg nå havi funnið eitt annað tónleika- slag, ið mær eisini dámar væl. - Kunnu vit vænta at síggja teg á palli aftur sam- an við onkrum poppbólki? - Ja, sum eg segði, so havi eg ikki lagt popptónleikin á hillina. Tískil kann tað væl hugsast, at eg komi at standa á palli aftur í Føroy- um og syngja popptónleik. Men jazzurin er eitt annað slag av tónleiki, ið mær eis- ini dámar stak væl. Jazzur er eitt slag av tónleiki, ið er ógvuliga spennandi at spæla, orsaka av at tað er so stórt fjølbroytni í hvørj- um einstøkum lagi. - Merkir hetta fjólbroytni, at sama lagið ikki kemur at ljóða eins á t.d. konsertu- num í Klaksvík og í Havn? -Ja, tá ið vit spæla jazz, so eru soloir o.a. líknandi ikki heilt løgd til rættis áðr- enn konsertina. Vit hava sjálvandi nakrar rammur at halda okkum eftir, men hver einstakur tónleikari í bólki- num kann næstan heilt frítt royna øll síni tóleikaligu kynstur meðan konsertin er Tað er hetta, ið ger jazzin spennandi Alt verður broytt Limirnir í A Thing Called Teitur siga, at teir framføra ikki nakað av løgunum eftir einum føstum leisti, ið onn- ur hava gjørt. Teir siga, at teir broyta øll løgini soleið- IS, at tey faa dám av teirra egna stíli -Vit framføra bæði yngri og eldri løg, men hesi løgini hava øll verið á verkstaði Vit hava putlað við teimum og roynt at vita, hvat nýtt vit kunnu fáa burtur úr hes- um løgum. Tað er soleiðis, at vit geva løgunum okkara egna dám, eru allir í bólki- num samdir um - Eisini er eitt lag, ið vit sjálvir hava gjørt. Hetta er lagið Justine, ið er okkara stilla lag á skránni -Ætla tit etsmi at fara at smíðja løg sjálvir? -Ja, tað er heilt víst, at skáirnar hjá okkum seinni í tíðini koma at innihalda nógv løg, ið vit sjálvir hava gjørt. Vit hava roynt okkum við at smíðja løg, og tað ætla vit okkum at halda á- fram við. Kurt Elling setti £ á Teitur greiddi okkum frá, at tað var amerikanski jazz- sangarin Kurt Elling, ið opnaði jazzheim hansara. Hetta hendi meðan Teitur gekk í studentaskúla í Dan- mark. Tað var floksfelagi hansara, Erik, ið nú spælir trummur í bólkinum, ið gav Teituri plátuna hjá hesum sangara. Og eftir hetta, so hevur Teiur verið førur fyri at tosa við, tá ið hinir trýggir hava tosað um jazz. At syngja er at syngja - Teitur, er tað ikki nógv tor- førari at syngja jazzløg enn tað er at syngja popløg? - Tað er kanska eitt sindur ørvisi at syngja jazz, men at syngja er hóast alt at syngja. Eg haldi, at tað er gevandi fyri poppin at syngja jazz og somuleiðis er tað gevandi fyri jazzrødd- Ina at syngja pop Pianisturin Jeppe Tuxen í einum av sínum hugkveikjandi soloum