Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Framhald av síðu 9 leikalív hennara. Og hon skuffaði neyvan nakran, soleiðis kann tað sigast, um ein skal nýta tað, ið danir kalla „en under- drvelse“. Hon og tónleik- arar hennara framførdu meistarliga. Elisa og bass- leikarin Olle Steinholtz og trompetleikarin Johan Sett- erlind skriva tónleikin, ið má sigast at vera vælljóm- andi jazzur - ikki ov tungur, men tó so, at leikararnir prógvaðu, at talan var um 1. floks tónleik og leikarar Gott! Jaspis og Merzi Jaspis er føroyska úrvals- stórbandið. So er tað sagt. Her savnast elitan. Og tað hoyrist At leiða bandið høvdu fyrireikararnir fingið danan Jens Klúver og hann og Jaspis tóku sanniliga áhoyr- ararnar á bóli. Har var nýtt pg gott gamalt. Stórband- nleikur, ið kravdi, at allir ongu leikarar stund- fta beint áðrenn ein roknaði við) settu fótur spenni, og Diåstu og marker Au, so tað stóð eftir i: præ cisttónstónleikur, kann tað eiga føroyingar dugnaligar tónleikarar, men vit hoyra teir ov sjáldan, tí bróður- parturin skal flúgvast heim úr útlondum. Tað er spell. Merzi kom á pall at syngja saman við Jaspis. Frálík songkvinna, ið megnaði væl at syngja og svinga við úrvalsliðnum aftanfyri seg. Hetta er hon eftir skránni at dóma eisini von við, tí hon hevur tvey stórbond, ið hon vanliga syngur við. Annars virkar hon eisini sum trubadurur við egnari rødd og guitar. Stuttligt var at síggja hvussu væl og skemtiliga Merzi samskifti við orkest- ur, leiðara og åhoyrarafjøld. Tá hon at enda sang kenda gamla lagið Proud Mary, tá var tað, sum var festivalurin byrjaður av álvara. Fleiri fólk vóru komin í húsið og Merzi og Jaspis swingaðu, so neyvan nakar fekk hildið beinini í frið Svartskygdi skemtarin Bjern Bjørn Eidsvág. Hann var góður, einfaldari kann tað ikki sigast. Hjá okkum, sum høvdu verið í húsinum síð- an byrjan, var nú vorðið seint Hetta skundaði Bjørn sær at hava á orði. hann helt, at nkur helst var troyttur nú, og tí hevði hann avgjørt at gera skjótt av, so vit sluppu heim til hús. Sera skemtiligt, ísurin var brotin og Bjørn megnaði frá fyrstu stund at skapa sam- band millum fjøldina og teir á pallinum. Við sær hevði hann ein guitarleikara og ein bassleikara. Hesin bass- leikarin, segði Bjørn, hevði stóran týdning fyri seg, tí hann framleiddi eisini plát- urnar og teir arbeiddu nógv saman. Bassleikarin hjá Bjørn Eidsvág leikti eisini guitar og skemtiligt var, at hann tá setti seg á stóra kontra- bassin at spæla. Eisini nýtti hann av og á bassin sum trummur. Dugnaligur og skemtiligur!! Bjørn hugt6k vid sinum vis- um, har teksturin hevur stór- an leiklut. Bjørn Eidsvág rúnarbant millum vísurnar við ségum og minnum, ið høvdu tilknyti til visutekst- irnar. Men alla tidina var ein undirtóni av skemti vid, sjålvironi. Bjørn greiddi frå, at vanliga gjørdust fólk so tunglynt, sum konsertin leið, tí allar vísurnar vóru so tristar Prestur Har vóru vísur frå tíð hans- ara sum sjúkrahúsprestur. tíðindablaðið Um fólk, ið hann tá hitti. Og hann skemtaði sær við at greiða frá, at á bygd í Noreg var tað so, at tað var ikki altíð hildið nógv um fólk, ið vildu verða sædd - sum stungu ngsina fram. Soleiðis er tað sjálvsagt ikki í Føroyum, legði hann aftur- AL... Og fólk hugnaðu sær og flentu. Men eisini tíðin sum barn og ungdómur, ið hevdi áhuga í rútmiskum tónleiki, í tí religiøsa bygdasamfe- lagnum í Noreg, kom upp í part. Og presturin Bjørn, sum í 8 ár hevur livað sum vísu- sangari, legði ikki fingrar- nar ímillum: Á egnum kroppi merkti hann ta ggi- ligu megi, ið eldru fólkini í meingheitini nýttu at nokt- aðu honum hesa leið; hótt- anir um helviti skelkaðu hann. Bjørn vildi fram til, at boðskapurin var ein gleði- og kærleiksboðskapur, ikki dømandi og helvitishótt- andi. Einki menniskja hevdi rætt at seta seg so høgt, at tað dømdi eitt annað. Sjælæla Jú, Bjørn gav áhoyrarunum okkurt at hugsa um, men ongantíð gloymdi hann skemti og samskiftið við fjøldina. Tað kendist ong- antíð, sum vit sótu niðri í salinum og hann stóð har uppi á stóra pallinum. Tað er so, greiddi Bjørn frá, at eg vil so fegin verða minstur sum tann tungi, filosofiski vísuyrkjarin. Aft- ur fekk hann fólk at flenna. Men hann hevði ein lív- Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 ligan sang, sum varð skriv- aður sum parodi, tí ein út- gávustjóri hevði biðið hann skrivað ein glaðan sang. Hesin bleiv eitt hitt, og alla- staðir tann dag í dag má Bjørn spæla henda sang, ið nevnist Sja-la-la. Har ruku so ætlanirnar um tunga vísuskrivaran. Fín konsert og at enda hildu vit okkum kenna Bjørn so væl, at tá hann at enda gloymdi eitt vers í eini vísu, so gjørdi tað púrt einki. Hann var - so at siga fyrigivin beinanvegin(!) NVæleydnad kveld. Utkomin møtti våtakavi okkum f myrkrinum, men tað hevur neyvan nakað við kvøldid sum heild at gera, tí vit kundu taka undir við Bjørn! Sja-la-la!