Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 . At spæla í Los Angeles ella líknandi stød, sigur mær nógv minni, enn at koma her. Eisini haldi eg, at William Heinesen er hin størsti høvundurin yvirhøvur verður. Hann sigur seg t.d. kunna nevna fleiri kendar guitarleikarar, ið hann ikki kundi hugsað sær at leikt við. Eisini skal samskiftið fara útum palleggina, so áhoyrarin er við. At siga, at áhoyrarin er býttur og einki skilir, tað kann ikki nýtast at ganga út frá, heldur NHØP. Familjan Men hvussu er at vera ferðandi tónleikari og kendur, tá ein hevur familju? - Ja, tað hevur altíð verið so. Vit giftust tá eg var 25 ár og tá var yrkisleiðin byrjað. Hetta lívið hevur givið okkum nógvar góðar lýtur, vit hava næstan verið verðina runt saman. Men vit hava eisini verið burtur frå hvør ðrum, og tað er í veruleikanum eisni ógvuliga gott. Og ein møguleiki sum hesin, nú dótturin hevur eitt vánaligt knæ, og nærum ger mamm- una svaka, so kunnu tær koma við. Det er ikke dårligt, skemtar NHØP við einum brá, ið boðar frá skemti og kenslum. - Ein missir sjálvsagt nógv. Men um ein ikki ferðast meira enn 14 dagar í senn, og hevur samband heim, so gongur tað. Eg havi verið burtur, har eg havi saknað familjuna ggiligt. Einaferð var eg 6 vikur burtur og tað er ov mikið, sigur NHØP. - Hvussu tad er at vera kendur er upp til tin sjålvs og hvussu tå uppførir teg. Sjålvsagt eru fyrimunir og nógv fólk vilja fegin vera vinarlig. Men misnýti eg tað, at eg eri kendur fyri at fáa egnar fyri- munir, so komi eg skjótt í ringt ljós. Jazzfestivalurin: - Vær In ner tíðindablaðið S0LS2 UT 9 Skikkar ein sær hampuliga, so eru fólk vinarlig. William Heinesen Niels Henning Ørsted Pedersen hevur #2 fleiri ferðir verið í Føroyum, sjálvur metir - hann einar 4 - 5 ferðir. - Líka síðani eg byrjaði at ferðast havi eg lagt til merkis, at nógv av tí, ið nógvum dámar, tað sigur mær ikki tað stóra. At spæla í Los Angeles ella líknandi stød, sigur mær nógv minni, enn at koma her. Tí havi eg eisini tikið familjuna við. Eisini haldi eg, at William Heinesen er hin størsti høvundurin yvirhøvur, tí ein í einum lítlum samfelag kann skapa mest um mennisjkalívið. Hetta prógvar eisini tað, ið eg meini, at tað hevur einki at gera við, um tú fyrst hevur milliónirnar ella ert so og so kendur. Innaru eginleikarnir telja og tað finnur ein best í smáum sam- felógum. Eg haldi vit, tær smáu tjóðirnar, síggja alt ødrvisi og hava sjålvironi, sum hjálpir okkum at yvirliva sigur Niels Henning Ørsted Pedersen. Hann hevur lisið William Heinesen, síðani hann var skúladrongur, men visti annars ikki so nógv um Føroyar, áðrenn hann vitjaði fyrstu ferð í 1986. A ferðini ætla hann og familjan at vitja Ba húsini hjá William Heinesen og annars at hyggja seg um. Han hevur heima greitt frá hesum vøkru grønu oyggjum og nú gleðir hann seg at upliva Føroyar saman vid familjuni. 1. floks Stórband og sangarar settu dám á mikukvóldið í Norðurlandahúsinum. Jazzfestivalurin byrjaði og jazzurin svingaði, men væl undirhildin og hugsunarsom fóru fólk gjógnum vátakava til hús, tá Bjórn Eidsvág, fyrrverandi prestur, hevði sungið sínar hugtakandi vísur. ORÐOG MYNDIR: DAGFINN OLSEN Nú skal ein vera varin við at nýta allar tær flottu og mergjaðu yvirskriftirnar beinanvegin, men fyrsta kvgldið á 15. Jazzfesti- valinum gekk sera væl og hevði ymiskt spennandi at bjóða. Brandur Qssursson stóð á odda fyri Jassunum í Klingruni, tá byrjað varð kl. 19:30. Stórbandatónleikur fylti hølid, nýggj og eldri løg. Har var In The Mood og Footloose. Okkurt til øll og swingdámurin breiddi seg. Manningin er saman- sett av næmingum á Mu- sikkskúlanum og stuttligt var at hoyra ungu solistar- nar, tá teir skiftust at reisa seg og spæla solo. Óivað verður onkur teirra aftur á plakatini um ngkur ár Nógv fólk var ikki at byrja við, mest mundu tað vera foreldur, men so smátt fyltist salurin og tá Born To Be Wild rungaði var fitt av fólki og rætti stemmning- urin var har. Hugaligt! Setanin Síðani varð farið inn í kon- sertsalin, har Peter Turt- schaninoff, stjóri í Norður- landahúsinum, setti Tórs- havnar jazz, fólka og blues festival '98. Nýggjur stjóri er settur at byrjað í húsinum komandi ár, so hetta var síðstu ferð, Peter setti festi valin. Hann nevndi m.a. Brand Øssursson, ið er høv- uðsfyrireikari. Peter ivadist ikki í, at Brandur er blivin ein legenda í jazzumhvørv- inum hjá okkum og eisini kring um í heiminum - norðanlondum. Síðani fekk Brandur handað blómu- tyssi. Fúr Elise Elise Einarsdotter úr Svg- ríki fór síðani á palin við sínum ensemble. Hon leikar klaver og sigst vera eitt tað besta umboð, ið sviar eiga, tá um altjóða tónleik ræður Í skránni fyri festivalin fær hon snógv rósandi orð og greitt verður frá um tón- Framhald á síðu 10