Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Heimskendi NHØP vitjar í Føroyum Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998 Bert sonur Pedersen úr heimbygdini Ikki sørt, at ein merkir órógvy, tå ein ætlar at hitta heimskenda danan og bassleikaran NHØP, tå hann kemur við flogrutuni. Er hann kanska troyttur av ferðini, troyttur av tíðindafólki ella ringast av øllum, er hann kanska hástórur og ófyrikomandi ? Men ein heldur seg ikki sita frammanfyri einari heimsstjórnu, tá ein prátar við Niels Henning Ørsted Pedersen. Hann er fyrikomandi og fryntligur og tá vit niðri á Hotel Hafnia biðja um at fáa eitt prát við hann, so er tað einki stórvegis hóvasták. Tó spyr hann, um vit ikki kunnu biða 15 min., tí konan og dótturin eru við á ferðini. Tá hann hevur skrivað seg og familjuna inn og komin á pláss, kemur hann niður at práta. Hann er komin at luttaka á Jazzfestivalinum. Hann hevur verið nakrar ferðir áður, men nú mátti familjan við, tí hann hevur so ofta greitt teimum frá um hesar vøkru grónu oyggjarnar. Síðani hann var skúladrongur hevur hann verið hugtikin av William Heinesen DAGFINN OLSEN MYNDIR: JENs KR. VANG Niels Henning Ørsted Pedersen, eisini róptur NHØP, leggur ikki í at vera stjórna, hóast hann er millum kendastu bassleikarar í heiminum. - Eg eri bert sonur Pedersen í heim- bygdini, sigur hann og flennir Hann er føddur i 1946 - Påpi og mamma høvdu ein eftirskúla og har eri eg uppvaksin. I skålaumhvørvi Sjålvsagt eri eg merktur av foreldrum mínum, tað eru øll børn. Í mínum føri er tað so, at foreldrini vóru (ella mamma er, tí hon livir enn) grundtvigianarar Grundtvig, danski heimspekingurin og presturin, ið m.a. legði stødid undir fólkháskúlan og eftirskúlan og frískúlan Í hesum eri eg uppvaksin, greiðir NHØP frá Niels Henning greiður frá, at í skúla- umhvørvinum var nógvur sangur og tónleikur og hann nevnir m.o, tónaskaldið Carl Nielsen - Mamma spældi, var organistur, og síðani systir mín og hon spælir á skúlan- um enn. Mamma var eisni organistur í lokalu samkomuni og pápi sang fyri, eg var jú við, so eg havi hoyrt tónleik alt mitt liv, sigur Niels Henning. - Eg hevði sjálvsagt fegin viljað spælt fótbólt, tað var kanska eisni tað eg dugdi best, men eg var yngstur av 5 systkjum, so valið var ongatíð mítt. Eldru beiggarnir avgjørdu alt og teir leiktu Parker og Basie, men tá havi eg verið um null ár og hinir hava lastað meg við hesum. Sostatt er ógjørligt at siga, nær eg gjørdist jazztónleikari. Hinvegin havi eg tann fyrimun, at eg altíð havi hoyrt ymiskan tónleik. Mær dámar líka væl klassiskan tónleik og vísur, sum t.d. jazz, sigur Niels Henning. - Eg var yngstur, og hinir høvdu longu valt lj60før, so bert bassurin var eftir til mín, flennir NHØP, tá hann verður spurður um, hví hann júst valdi bassin. Bassurin. Søgur ganga ofta um lj60førini hjá kend- um tónleikarum. At okkurt serstakt er við teimum, og ofta hava teir givið ljóðférin- um navn. Soleiðis er eisini við NHØP og bassi hansara, men hann avsannar. - Nei, hatta er ein íspunnin sega. Men rætt soleiðis at skilja, at tá ein hevur nýtt so nógva tíð við ljóðfórinum, so líkasum rennur saman ímillum. Ikki tað, at mín bassur er túsund ferðir betri enna aðrir bassar. Men ein hevur nýtt nógva tíð við einum ljóðfóri og tað er ógvuliga persón- ligt, viðgongur NHØP. - Men um bassurin hjå mær ein dag ikki er longur, so veit eg ikki… So gongur heilt sikkurt rúm tíð, áðrenn eg spæli aftur. Ein kennir lj60førid so væl. Har kunnu vera veikleikar, sum onnur ikki hoyra, men sum ein sjálvur merkir. Av sær sjálvum bøtir tú uppá hetta við at lata vera við at taka ein tóna júst har, men tekur hann aðrastaðir. Sambandið við ljóðfgrið er so sterkt og intimt, greiðir Niels Hennig frá. Og bassurin er ikki av teim dýrastu ella av flottasta slag. ; - Nei, tað er í grundini løgid. I 63 fór eg inn í ein handil í Studiestræde (Keyp- mannahavn, blåm) og har høvdu tey júst fingid nakrar bassar år Tysklandi, har ein var frå 1830. Eg hevði tå ein dýran nýggjan bass, men mær dámdi hann ikki. Eg fór so inn, royndi A-strongin á einum bassi og hann hevði júst ljóðmin, ið eg vildi hava. Eg keypti bassin, ið kostaði 3000 kr, men sum tónleikari fekk eg avsláttur, og fekk bassin fyri 2700 kr., minnst NHØP og flennir. - Men hetta var í 63, so eitt sindur av pengum hevur hetta verið. Men bassurin var í ringum standi, vísti tað seg. Í dag er bert kroppurin upprunaligur og bassurin stendur mær í dag í eini 200.000 krónum Tónleikaleiðin - Tá eg byrjaði var lív á danska jazz- pallinum og ikki nógvir bassleikarar, so eg var heppin. Gamla Montmartre læt upp og har vitjaðu mangir amerikumenn. Um eg spældi væl ella illa, so var arbeiði at fáa, sigur Niels Henning lítillátin. Niels Henning metir Kenny Drew at hava havt stóran týdning fyri seg. Hesin ameri- kanski pianoleikarin var nógv í Danmark og Europa. - Tá so amerikanarar komu, so kendu teir meg og Kenny Drew, so vit gjørdust eitt slag av húsbólki hjá teimum ferðandi, sigur NHØP. - Kenny kom til Danmarkar um 1962, tá eg var 15 ella 16 ár. Vit gjørdust sera góðir vinir. Hann var humanist og skemtingarsamur og honum lærdi eg nógv av, sigur NHØP. NHØP sigur tað tydningarmesta vera at samskifta og skilja hvønnannan, tá spælt