fríggjadagur 16. oktober 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 196 — 16. OKTOBER 1998
tíðindablaðið
Tosið um málið og
Ikki personarnar
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í eini viðmerking til tað, sum
Hans Pauli Strøm sigur í samrødu við Sosialin týsdagin
SVEINUR TRÓNDARSON
Fullveldisætlaninar = hjá
landsstýrinum kunnu, um
nakað kann, fáa tinglimirnar
upp at kjakast. Samgongan
stendur eftir øllum at dóma
aftanfyri uppskotið, hóast
tað onkustaðni verður sagt,
at so er ikki. Andstødan
hevur harafturímóti vent
uppskotinum bakið, fyribils
í hvussu er. Teir hava savn-
að seg um uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum um at
seta eina stjórnarskipan-ar-
nevnd, heldur enn at fara at
samráðast um fullveldi.
Kjakið í sambandi við
viðgerðina í tinginum var
hart, og eftir tað eru orð sum
einaráðismeiriluti brúkt um
samgonguna og eisini hevur
verið tosað um serigsitet,
ella mangul upp á sama.
Í blaðnum týsdagin vísti
Hans Pauli Strøm, tingmad-
ur Javnaðarfloksins á, at
landsstýrismaðurin kallar
øll tey, sum hava kritiskar
vidmerkingar m6ti upp-
skotið landsstyrisins, fyri 6-
seriøs, ósaklig ella bæði
tvey.
Hetta vil landsstýrismað-
urin ikki hava sitandi á sær.
Í eini viðmerking sigur
hann, at nú er tíðin komin,
har tingmenn eiga at steðga
á og saman hyggja fram-
eftir, heldur enn at standa
og smákeglast um persónar.
Høgni Hoydal sigur:
- Tá eg sigið at fólk eru
ósaklig ella óserigs, so er
tað tí, at tey venda tingunum
á høvdid. Her hava vit eina
ætlan frá samgonguni um
fullveldið og so fara vit at
kjakast um persónar í tí
sambandinum. Tað haldi eg
er ósakligt og óserigst.
- Undir viðgerðini havi eg
tikið Malta sum dómi um,
at eitt smáland saktans kann
fáa eina skiftiskipan. Malta
var undir bretskum veldi og
ynskti at gerast sjålvstød-
ugt. Í tí sambandi fingu teir
eina avtalu um sjálvstýri og
saman við henni eina avtalu
um skiftisskipan, sum
skuldi vara í tíggju ár. Við
hesum havi eg víst á, at
Malta hevur fingið eina
skiftisskipan. Eg havi ikki
javnsett føroysku samfel-
agsskipanina vid ta å Malta,
sigur hann.
Landsstyrismadurin visir
å, at Malta f hesum føri er
ein ávísing um at tað ber til
og einki annað.
- Vit hava eina aðra sam-
felagsskipan enn Malta hev-
ur og soleiðis verður tað.
Okkara skipan skal byggja
upp á norðurlendskt sam-
starv og norðurlendskan
standard.
Latið okkum síggja
úrslitini
Uppskotið hjá landsstýri-
num er sum kunnugt sam-
tykt, og nú gongur málið
sína gongd og í tí sambandi
heldur Høgni, at eisini ting-
menn skulu fara at hyggja
frameftir.
Nú hevur tingið avgjørt,
at kanningararbeiði skal
gerast á tann hátt, sum vit
skutu upp.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmadur Javnaðarfloksins
- Eftir okkara metan er hetta
besti måtin, tí skutu vit upp
at gera tað soleiðis. Við hes-
um ætlanum fáa vit kannað
allar møguleikar. Vit fáa
ikki bara eitt eintýðugt svar,
sum sigur antin ella. Vit fáa
eisini svar, sum Javnaðar-
flokkurin og fyri tað eisini
Sambandsflokkurin kann
brúka í einum møguligum
broytingaruppskotið, sigur
Høgni Hoydal.
- Tað er eisini tí eg haldi at
tað er óserigst, at andstødu-
tingmenn í fyrsta umfarið
leggja eftir mannagongdini.
Tað at uppskotið er samtykt
í tinginum merkir ikki, at
tað nú er avgjørt, at vit fáa
fullveldið, sigur Høgni
Hoydal og leggur afturat.
Lat okkum nú fáa at síggja,
hvgrji úrslit kanningar-
bólkarnir koma til.
Landsstýrismaðurin er held-
ur ikki samdur við Hans
Paula um, at tað var lands-
stýrið, sum átti at vísa sam-
starvsvilja og at tað er sam-
gongan, sum er farin í bak-
lás mótvegis andstøduni.
- Tað er rætt, at vit hava
havt fund við Javnaðar-
flokkin fyri at fáa teir at taka
undir við okkara uppskotið,
men av tí at teir vildu hava
okkum at ganga frá upp-
skotinum um fullveldi, so
var ikki møguligt at fáa
semju. Vit halda tað vera
best at kanna møguleikan
fyri fullveldi heldur enn at
leggja seg á okkurt mitt í
millum og tað er framvegis
okkara stóða. Men lat okk-
um nú síggja kanningarúrs-
litini fyrst áðrenn vit fara
víðari, sigur Høgni Hoydal.
Ikki eksperiment
men skipað ætlan
Andstødan og samgongan
véru, sum kunnugt ikki
samd um hvussu farast
skuldi fram í hesum máli-
num og tað sæst eisini á
ymsu politisku viðmerking-
unum eftir at uppskotið er
samtykt. Men eisini upp-
fataninar eru ymiskar. Í
samgonguni og uttan fyri.
Høgni Hoydal sigur, at
víst vóru samgongan og
Javnadarflokkurin ikki heilt
samdir.
- Okkara uppskot var full-
veldi. Teirra uppskot var at
seta eina nevnd at kanna
hvat skal gerast. Tað er so í
lagið at mann er ósamdur
um tað, men tað er óserigst,
at tá sagt verður, at hetta er
eitt tjóðveldiseksperiment,
sum fer at lata Føroyar
standa fólkatómar eftir. Tað
er tað ikki. Hetta er eitt ser-
iøst og demokratiskt "pro-
jekt”. I grundini er tad Giva
tann mest demokratiska
loysingarskipanin, sum
nakrantid er framd.
- Tí haldi eg, at tíðin nú er
komin til at vit lata persón-
arnar fáa frið og heldur
brúka orkuna uppá at gera
kanningararbeiði liðugt. Tá
tað er gjørt hava vit nógv
stórri grundarlag at fáa sam-
starv í lag millum flokkar-
nar, sigur Høgni Hoydal.
|
|
þess"
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum
H-VINDEYGU
ÚR LÍMTRÆI
H-vindeygu og H-altanhurdar
hoska til øll hus. Vit finna - saman vid tær - bestu lovsnina
soleidis at heildarmyndin verdur tann besta
--tá talan er um tað allar besta
Ring ella kom inn á gólvið og få eitt prát vid okkum um t
Vit eru altið til reiðar at geva tæ
Vatnsoyra Sníkkaravirki pf.
7 * Fax. 298 33
FO-385 Vatnsoyrar + Telefon 2
E-mail: vs-fgØn-window.fo * las http://www. h-window. fc